týsdagur 3. desember 1985síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Nr. 45 — 3. desember 1985
Elmar við í NM
um vikuskiftið
Elmar gjørdist íkki millum teir bestu, men tó
fekk hann góðar tíðir í NM-kappingini í Oslo
leygardagin og sunnudagin
Feroyingar vunnu fólka-
landskappingina í svimj-
ing í fjør.
Á samkomu í Oslo leyg-
ardagin handaði Ólavur
kongur í Noregi feroy-
ingum heiðursmerki fyri
sigurin.
Formaðurin í Svimji-
sambandinum, Marjun L.
Lamhauge, sum er í
Noregi í erindum fyri SSF,
tók ímóti og takkaði
vegna feroyingar fyri
heiðursmerkið. Síðani tók
Ólavur = kongur aftur
mikrofonina, tí hann vildi
bera feroyingum eina
heilsu. Hendan reðan var
ikki í skránni fyri hand-
ingina.
Um vikuskiftið luttók
Elmar Ósá úr Ægir í
Norðurlandakappingini í
100 og 200 m crawl.
Leygardagin luttók
hann í 100 m. crawl og
gjerdist nr. 9 og aftast.
Elmar svam við tíðini 58,4
Elmar Ósá
sekund. Hetta var persón-
ligt met.
sunnudagin luttók hann
so í 200 m, og her gjørdist
hann nr. 7, hóast hann
eftir 100 m lá á odda. Men
megin helt ikki til, og
--hann endaði sum sagt á 7.
plássi.
Tíðin fyri teir 200 m var
2.09,3 og var hetta 1/10
part betur enn gamla før-
oyska metið. Harafturat
var hetta ikki minni enn 6
sekund betur enn Elmar
fyrr hevur svomið hendan
tein.
Elmar Ósá segði annars
við útvarpið sunnudagin,
at hann eftir lokið 10.
floks prógv ætlar sær til
Sveríkis at ganga í stud-
entaskúla. Hetta ætlar
hann, fyri at fáa betri
meguleikar at gera meira
við svimjingina.
Í Sveríki eru góðar um-
steður at venja í svimjing,
og tað sást eisini á úr-
Bæði oddaliðini vunnu
Leygardagin vórðu tveir
dystir í flogbóltskapp-
ingini, meistaradeild
kvinnur, spældir í Gunda-
dalshellini.
Tað vóru tey bæði bestu
liðini, ið royndu seg — við
góðum úrsliti.
Fleyr a spældi móti
Drátti og uttan stórvegis
trupulleikar vann Fleyr
»Elita
breidd«
Sendingin, sum útvarpið
hevði i næstseinastu viku
í ítrótt hevur vakt ávísan
ans millum ítróttarfólk.
Í seinasta blaði høvdu
vit stubba um sendingina
og eisini blaðið »Hand-
bøltur« sum Kyndil gevur
út í samband við heima-
dystir sínar, hevur stubba
um sendingina.
Vit loyva okkum at
endurprenta hann her:
Í eini útvarpssending
um ítrótt fordi onkur fram,
at kanning heuði sýnt, at
»elita« var eingin treyt
fyri breidd. Sagt varð, at
tað heldur vóru venjarar
og umsteður, ið fingu fólk
at íðka ítrótt. Vóru venj-
ararnir góðir og vóru um-
stoðurnar góðar, so flokk-
aðist fólk til.
Fyri tað fyrsta er at
siga, at tú kanst altíð fáa
eina kanning at siga tað,
ið tú vilt hava hana at
siga. Við tí er ikki sagt, at
allar kanningar eru nyttu-
leysar, men tær eiga at
verða tiknar við fyrivarni.
— Sjálvandi fært tú
fleiri at venja eitt nú hond-
bólt, um venjarin er góður
og inspirerandi, men uttan
at eg havi nakra kanning
at vísa á so er einki at
ivast i, at ein góð eliga í
felagnum dregur fólk til.
Hví hevur Neistin t.d. í
nógu ár hava eina rúgvu
av gentuliðum og Kyndil
tað sama av dreingja-
liðum ?
Kanska tað hevur nakað
at gera við, at Neistin í
nógv ár hevur havt eitt
gott kvinnulið, meðan
Kyndil hevur havt eitt
gott manslið!
slitinum í NM-kappingini,
har sviar vunnu tey flestu
heiðursmerkini.
við trimum umferum móti in við trimum umførum
ongum á vágakvinnunum. móti ongum.
Hin dysturin var millum Tað tykist ikki at vera
Fleyr b og Mjølnir og her = ivi um at tað verður antin
var lítið hjá Fleyr at gera. Mjølnir ella Fleyr a, ið
Hóast Mjelnir kanska ikki = vinnur FM í ár, men enn er
eru so væl leikandi sum í ilt at spáa um úrslitið,
fjør — fleiri yngri leikarar men í ár eru so meguleikar
skulu spælast inn á liðið — fyri at fleyr »koppar«
so vóru ongir trupulleikar Mjelnir av trånuni.
hjá Mjølnir at vinna dyst-
Sjóvinnubanka-
kapping
Leygardagin 7. desember skipar FLEYR fyri
flogbóltskapping í Havn fyri yngri deildir. „sjó-
vinnubanka-KAPPING«.
Luttakararnir verða býttir í aldursbólkar
gentur og dreingir:
fødd 68 — og seinri
fødd 70 — og seinri
fedd 72 — og seinri
fedd 74 — og seinri
Ætlanin er at kappingin skal fara fram í Gunda-
dalshellini, men um neyðugt eisini í onkrari aðrari
hell. Nærri boð um hetta seinri.
Spælt verður best av 3 settum.
Luttekugjaldið er kr. 100,- pr. lið, og skal gjald-
ast á konto nr. 430.726-9 í Sjóvinnubankanum.
Seinasta freist at boða frá lutteku er hósdagin
5. desember á miðdegi hjá:
Tummas Ó. Mortensen, tlf. 15698 og Óla
Hansen, tlf. 16542.
Sivebæk til Manchester
United og Arnesen til
PSV
Tá hugsað verður um, at danir bert telja
fimm mill. fólk, er neyvan onnur tjóð í
Europa, ið hevur so nógvar yrkisleikarar í
fótbólti í fremmandum londum sum danir.
A danska fótbóltslandsliðinum hevur
seinastu tíðina bert verið ein »amatørur«,
bakverjin John Sivebæk frá Vejle, meðan
allir hinir hava verið yrkisleikarar, men
Sivebæk, ið hevur staðið seg avbera væl á
landsliðnum hevur nú skrivað undir sátt-
mála við Manchester United, ið jú hevur
danan Jesper Olsen á liðinum framman-
undan. Sivebæk fær tvær mill. fyri at
skriva undir sáttmála við United.
Annar kendur landsliðsleikari — av for-
oyskari rót — Frank Arnesen, hevur eisini
skift felag. Hann spælir nú við hálendska
felagnum PSV Einhoven aftaná at hava
spælt vid belgiska Andetlecht nøkur ár.
Tað eru annars júst í æsu mdøgum tiggju
ár síðani Arnesen byrjaði sum yrkisleikari
í Ajaz Amsterdam saman við Soren Ler-
by, sum nu spælir við Bayern Múnchen.