leygardagur 2. november 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 211 - 2. november 2002
Nr. 211 • leygardagur • 2. november 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Tasmania-búgvi vitjar aftur
í Føroyum
28 ára gamli Shane Broad, sum fyri 10 árum síðan
kom til Føroya sum AFS næmingur, vitjaði um
dagarnar aftur í Føroyum
Lesið síðu 4 & 5
MÁLINGALIST
Vilmund Jacobsen
Vit sita inni í køkinum hjá
Sámali Toftanes, listamálara í
Leirvík. Kaffi er klárt, tá ið eg
komi inn og kaka er á borðinum.
Stórur koppur og gott kaffi. Inni
á køksgólvinum standa fleiri
málningar; teir flestu við ongari
rammu.
- Eg geri rammurnar sjálvur,
bæði blendrammurnar – tær, sum
eru undir løriftinum og ytru
rammurnar. Tilfarið geri eg klárt
við maskinum, sum eg havi. Veit
ikki rættiliga, hvussu nógvir
málningar verða á listafram-
sýningini. Helst verða teir einir
25 í tali. Onkur skal snøggast eitt
sindur, og onkur skal kanska
hava okkurt lítið motiv aftrat.
Í eygunum hjá tíðindamann-
inum, sum situr við kaffikopp-
inum í aðrari hondini og køku-
bitanum í hinari, síggja allir
málningarnir lidnir út. Ár eru
liðin, síðan vit báðir, Toftanes og
eg, gingu á kvøldskúla hjá
Jóannesi S. Hansen á Glyvrum!
Longu tá sást, at Sámal var
óførur at mála. Men tá vóru
málningarnir ljósari enn í dag, og
hann málaði bygdaløg.
Tað ger hann enn, men litirnir
eru ikki teir somu. Nú eru fólk –
kroppar og andlit – á fleiri
málningum, og litirnir í "botnin-
um" eru myrkari. Heildin er
serstakliga vøkur, tí ljósspælið –
ella mótljósið, sum Sámal
sjálvur kallar tað - er so ríkt og
fjøllbroytt. Gulbrúnt og lilla
gongur aftur sum "tema" á
teimum flestu málningunum
hesaferð.
- Sámal er nógv upptikin av
árstíðini. Nú málar hann heystið
meira enn nakað annað, sigur
konan, Aimi, sum er komin inn á
gólvið, meðan vit práta.
Síðan seint í summar hevur
Sámal málað ein hóp av máln-
ingum, sum verða sýndir fram í
Ribarhúsi í Fuglafirði frá í dag,
2. november, tá ið fernisering
verður.
Framsýningin letur upp kl. 15.
Brøðurnir, Høgni og Bárður á
Lakjuni, fara at undirhalda við
tónleiki og Jóannes S. Hansen,
sum eisini er listamálari og hevur
verið ein góður stuðul hjá
Sámali, fer at hugleiða.
Byrjaði ungur
- Alt, eg kann minnast, havi eg
teknað, og sum 14 ára gamal
gekk eg ein vetur til tekning hjá
leirvíksmálaranum, Jóhannesi
Christiansen. Hann gekk í síni
tíð á Kunstakademinum í Keyp-
mannahavn. Eg sá hann mála her
í bygdini, og eg var ógvuliga
hugtikin av honum. Jóhannes
roykti, og datt øskan niður í
málingina, meðan hann stóð og
málaði, blandaði hann bara øsk-
una uppí málingina. Minnist,
hvussu væl mær dámdi at føla
málingaroyk og tubbaksroyk
hvørt um annað í næsarnar.
Sum 15 ára gamal fór Sámal
til Havnar at læra til snikkara, og
meðan hann var í læru, var hann
eisini við til at innrætta studenta-
skúlan í Hoydølum.
- Meðan vit smíðaðu, skuldi
ein stór listaframsýning verða á
skúlanum. Haldi, hon hevði
okkurt norðurlendskt tilknýti.
Har vóru menn, sum Ingálvur av
Reyni og William Heinesen. Vit
hjálptu teimum at bera málning-
arnar upp í stóru hølini, sum tá
ikki vóru innrættað. Hetta var ein
velduga stór framsýning, og eg
minnist, at málningar hingu eftir
vegginum allan vegin. Tað var
hugtakandi at síggja hesi lista-
verkini, sigur hann.
Sámal minnist eisini fyrstu
ferð, hann fór inn í handilin hjá
Poul í Geil at keypa sær lørift at
mála á.
- Tá ið eg kom inn, stóð mæti
listamálarin, Steffan Danielsen,
har og keypti. Eg undraðist yvir,
at hann keypti so nógv av øllum;
eina heila rullu av lørift, penslar,
máling og annað. Sjálvur keypti
eg mær lørift til ein málning!
Góður málari
Hjá einum, sum fæst við list í
síni frítíð, er ofta upp og niður,
hvussu aktivur tú ert, og soleiðis
hevur eisini verið hjá Sámali.
Í 1989 var hann fyrstu ferð við
á eini málningaframsýning.
Hetta var árliga framsýningin hjá
Lions Eysturoy, men síðan hevur
Sámal eisini verið við hvørja
ferð. Síðan 1997 hevur hann
verið við á ólavsøkuframsýning-
ini, og tvær ferðir hevur hann
verið við á várframsýningum,
umframt í Smiðjuni í Lítluvík. Í
Føroyahúsinum í Keypmanna-
havn og í Hjørring á Jútlandi
hevur Sámal eisini verið við
sínum málningum, og hann
hevur verið væl móttikin.
Sum nevnt, er Sámal útbúgvin
snikkari, og hann hevur eisini
arbeitt sjálvstøðugt við at byggja
hús og gera snikkaraarbeiði.
Men í apríl 1994 fekk hann ein
blóðtøpp í hjartað, og tað tók
honum eini tvey ár at koma fyri
seg aftur.
- Síðan eg gjørdist sjúkur og
bundin at heilivági, havi eg ikki
verið arbeiðsførur til vanligt
arbeiði. Fyrstu tíðina eftir
sjúkraleguna, kom ikki nógv
burtur úr, men so við og við
mentist eg aftur, og síðan havi eg
bara fingist við at mála, sigur
Sámal Toftanes.
Sámal er vorðin ein góður,
nærlagdur og vælumtóktur
málari og málningarnir hjá
honum, sum allir kunnu sigast at
vera nattúralistiskir, eru nógv
eftirspurdir.
Sjúka fekk Sámal
at mála burturav
Síðan seint í summar hevur umtókti listamálarin, Sámal Toftanes
í Leirvík, málað ein hóp av málningum, sum nú verða sýndir fram
í Ribarhúsi í Fuglafirði
Sámal Toftanes við einum av sínum
frálíku málningum. Aftanfyri sæst
Sigatindur, sum er hálvt sjeyndhundrað
metrar høgur.
- Tú gerst betur við summar málningar
enn aðrar. Keypir onkur ein málning, sum
eg eri góður við, gleðir tað meg, um
eigarin ikki býr ov langt burtur, tí tá havi
eg kanska høvi at síggja málningin aftur,
sigur listamálarin.
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
25
24