Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. november 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

KÍ føroya- meistari í 1972 Hóast HB breyt sigursrøðina hjá KÍ í 1971, eftir at KÍ hevði verið føroyameistarar í fyrstu deildi í fótbólti í fimm ár, vann KÍ aftur føroyameistarahetið í 1972. KÍ fekk tá 17 stig. Støðan í fyrstu deild hettta árið var: KÍ 17 stig HB 16 - B36 12 - TB 9 - VB 4 - ÍF 2 - 25. juni í 1972 var landsdystur millum Føroyar og Hetland í Gundadali. Føroyska liðið vann óvæntaðan stórsigur. Úrslitið var 6-2 til Føroyar. Á myndini síggja vit føroyska liðið eftir dystin. Leikararnir eru aftast frá vinstru: Sølvi Oskarsson, venjari, Heðin Baldvinsson, Heri Nolsøe, Jens Weihe, Ragnar Hansen, Poul Michelsen (við bakinum til). Húkandi f. v.: Eyðálvur Joensen, Jákup Thomsen, Dánjal Jákup Thomsen, Ólavur Olsen, Steinbjørn Jacobsen og Eirikur Rasmussen. 2 Sosialurin Nr. 211 - 2. november 2002 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro ÚTGÁVA Tsatsiki skal byrja í fjórða flokki eftir summarfrítíðina, men fyrst skal hann vitja í Grikkalandi, har Dimitrisabbi liggur at doyggja. Tað er gott, at systkinabarnið Elena er har, tí hon fnnur upp á nakað, so Tsatsiki næstan gloymur at vera keddur. Heim- afturkomin gerast hann og Per Hammar blóðbrøður, og Tsatsiki roynir seg á rullufjøl. Sára heldur, at hann dugir øgiliga væl. . . Og búkurin á mammuni verður størri og størri. Skjótt verður Tsatsiki stóribeiggi! Tsatsiki og kærleikin er fjórða bókin í røðini um Tsatsiki, sum er vorðin sera væl umtóktur kring allan heim. Fyrstu bøkur- nar eru gjørdar til film, og beint tú verður fyrsta bókin lisin upp í útvarpinum. Hinar bøkurnar um Tsatsiki eru: Tsatsiki og mamm- an, Tsatsiki og pápin, og Bara Tsatsiki. Bókin er 132 blaðsíður, heft og kostar 125 kr. Hon er umbrotin, prentað og heft á Hestprent. AFTURHVARV Eirikur Lindenskov Í januarmánaði í 1972 herjaði ein hin versta landsynningsódnin, sum menn vistu um at siga í nógv ár, oyggjarnar. Skaði stóðst ymsastaðni, har ættin er ring, og serliga í Havn, har arbeitt var við at byggja brimgarð til verju móti eystanættunum. Sum myndin sýnir, er tað mesta av tí, sum byggivfelagið Pihl & Søn hevði arbeitt við á eystara brimgarði, farið av lagi. Summi av skipunum, sum lógu við bryggju, fingu skaða. Nakrir opnir bátar sukku eisini, og serliga teir smærru bátarnir fingu skaða. Molin í Havn, sum stóð í gerð, fór illa í landsynningsódnini í 1972 Tsatsiki og kærleikin Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út barnabókina Tsatsiki og kærleikin eftir Moni Nilsson-Brannstrom. Bergur Rasmussen týddi og Pija Lindenbaum myndprýddi Stóra klaffabókin hjá Flekki Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út Stóru klaffabókina hjá Flekki eftir Eric Hill. Eyðna Magnussen hevur týtt ÚTGÁVA Flest øll børn í Føroyum kenna Flekk, hóast tað eru nøkur ár síð- an seinasta bókin um heimsgitna, flekkuta hundahvølpin kom út hjá okkum. Tað merkir tó ikki, at høvundurin, Eric Hill, er givin, tí framvegis koma nýggjar Flekk- bøkur á hvørjum ári. Áður gav forlagið Nýlendið Flekk-bøkur- nar út, men framyvir er tað Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum fer at standa fyri føroysku útgávunum. Henda bókin er stór klaffabók. Saman við Flekki og vinum hans- ara uppliva vit mangt spennandi og stuttligt. Bókin er á trem-ur við klaffum at lata upp, og tað ger tað stuttligt at læra tøl, litir, o.m.a. Stóra klaffabókin hjá Flekki er 20 bls. Í litum, innbundin og prentað á haldgott papp í stórum broti. Bókin kostar 85 kr. Farvæl, harra Muffin Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út barnabókina Farvæl, harra Muffin eftir Ulf Nilsson. Ebba Hentze týddi og Anna-Clara Tidholm myndprýddi ÚTGÁVA Ein genta eigur ein hamstara, ið eitur Harra Muffin. Eina ferð var hann ungur og sterkur og orkaði at bera og dragsa agurkur, men nú er hann gamal, móður og gráur. Hann hugsar um lívið hjá sær og mjatlar eina mandlu. Ein mikudag fær Muffin brádliga ilt í magan. Tey senda boð eftir djóralæknanum, men hon kannar hann og bara ristir við høvdinum - har er einki at gera. . . Farvæl, harra Muffin er ein heilskapað og hugvekjandi myndabók um tað at gerast gam- al og doyggja. Bókin lýsir eisini, hvussu børn hugsa um deyðan, tí gentan, ið eigur hamstaran, skrivar honum brøv, sum vit sleppa at lesa. Tað hevur hepnast Ulf Nilsson og Annu-Claru Tidholm í orðum og myndum at gera harra Muffin so livandi, at minnið um hann gerst ógloymandi. Bókin er 46 blaðsíð- ur í litum, innbundin og kostar 90 kr. Tá molin í Havn fór og KÍ aftur gjørdist føroyameistari Vit líta í dag 30 ár aftur í tíðina og tríva í nakrar hendingar í árini 1972 Í februar í 1972 var hin fyrsti av teimum sokallau »Kaldbaks- bátunum« flotaður. Tað vóru Kjartan Mohr, Guttormur Djur- huus og John Mohr Reinert, sum stovnaðu plastvirkið í Kaldbak, ið framleiddi bátarnar. — Ætlanin hjá virkinum er eisini at fara undir tangaframl- eiðslu o. a., veit árbókin »Árið ið fór 1972« at siga. Guttormur Djurhus rør fyrsta Kaldbaksbátin, ið flotaður varð Sosialurin Nr. 211 - 2. november 2002 3 ÚTGÁVA Ingrid Bjarnastein Okkara kokkar, sum hava verið á skránni seinastu fimm vetrarnar hjá Sjónvarpi Føroya, hava mill- um annað gjørt kokkin Guðmund Guðmundsson til eitt kent andlit her á landi. Dagliga starvast hann sum kokkur á Hotel Hafnia við Áarvegin í Havn, og nú hevur hann skrivað kókibók við uppskriftum sum hann hevur savnað saman ígjøgnum tey nógvu seinastu árini. – Nú havi eg verið sjónvarps- kokkur í fimm vetrar og á henda hátt savnast nógvar uppskriftir saman. Fólk hava ofta spurt meg, hví eg ikki havi funnið upp á at geva eina kókibók út, og tað havi eg so nú tikið stig til, sigur sjónvarpskokkurin, Guðmundur Guðmundsson. – Áhugin fyri sendingini »Okkara kokkar« hevur víst seg at vera ógvuliga stórur, og hetta kann man kanska kalla eitt úrslit av teimum sendingunum. Avbjóðing Sjálvt um tú ert kokkur, merkir tað ikki, at tú ert rithøvundur og dugir at gera eina kókibók, og sigur Guðmundur, at hetta hevur verið ein stór avbjóðing. – Eg havi verið noyddur til at fáa hjálp til at orða bókina. Bókadeildin hjá Føroya Lærara- felag, sum gevur bókina út, hevur verið ógvuliga hjálpsom. Mínum hátti at matgera upp á høvdu onnur ikki fingið nógv burturúr, sigur Guðmundur. Bókadeildin hevur verið við til at gera uppskriftirnar meira lesaravinarligar, og Per á Hædd hevur tikið allar myndirnar í kókibókini. Kókibókin inniheldur 61 uppskriftir. Døgurðamatur, dessertir, forrættir, suppur og annað eru innihaldið í bókini. – Eg havi lagt dent á, at til- farið, ið nýtt verður at matgera við er føroysk ráðvøra. Tað verið seg fiskur, fuglur, grind, náti og lambskjøt. Matur, sum flestu føroyingar eiga, sigur Guð- mundur, sum leggur afturat, at hann hevur sjálvur stuttleikað sær við at siga, at henda kókibókin er Matur og matgerð nummar tvey, gjørd á ein øðrvísi hátt. Sjónvarpskokkurin leggur dent á, at allar uppskriftirnar eru bara uppskot til, hvussu tað kann gerast. Ongin sigur, at tí kóki- bókin sigur, at tað skal vera soleiðis, at tað eigur at verða soleiðis. Bókin er bygd upp á tann hátt, at á hvørjari opnu eru litmyndir. Ein mynd av liðugt gjørda rættinum, umframt myndir, ið vísa ein part av mannagongdini. Har afturat eru ymsar aðrar uppskriftir til salat og breyð og annað, tó uttan myndir. – Fólk skulu ikki gerast bang- in, tá tey síggja myndirnar. Rætt- irnir eru allir lættir at gera. Onk- rir eru tó eitt sindur verri at gera enn aðrir og onkrir taka kanska eitt sindur av forarbeiði, men samanumtikið eru uppskriftirnar ikki torførar, ger Guðmundur greitt. – Eisini øll kryddaríini, sum brúkt verða, og alt tilfarið sum heild, er tilfar, sum allir føroy- ingar kunnu fáa hendur á. Strævið Tað hevur verið ógvuliga strævið at gera bókina. Guðmundur varð noyddur til at fáa sær eina viku frí úr sínum vanliga arbeiði á Hotel Hafnia til at gera allan matin til bókina. Í Gamla Apoteki hava Guð- mundur og Per á Hædd húsast í eina viku, har matur hevur verið gjørdur frá klokkan átta á morgni til klokkan átta á kvøldi uttan íhald. Um 10 rættir vórðu gjørdir um dagin. – Uttan Per hevði bókin als ikki verið til. Hann hevur tikið allar myndirnar og hjálpt mær ógvuliga væl í byrjanini. Og Bókadeildin hevur eisini gjørt eitt risaarbeiði. – Hetta hevur verið ein avbjóð- ing, sum hevur kravt sín mann. Men um man trýr upp á sakina, so gongur tað. Hetta hevur eisini verið ein avbjóðing hjá mær í at læra tað føroyska málið betri, hvat matgerð viðvíkur. Guðmundur sigur, at undir- tøkan av bókini hevur longu verið góð, sjálvt um hetta prátið varð gjørt áðrenn bókin varð útgivin. – Tríggjar tær best seljandi bøkurnar í Føroyum eru kóki- bøkur, men eg tori ikki at siga nakað um, hvussu nógv mín bók fer at selja. Tað kann man ongantíð vita. Tankar verða eisini luftaðir um sjónbond við matgerð, men tó sigur Guðmundur at ein má verða ansin og ikki gera alt ov nógv burtuúr, tí fólk gerast skjótt troytt av einum. – Vónandi verður hetta tann fyrsta bókin í eini røð, sigur Guðmundur Guðmundsson at enda, sum ikki dylir fyri, at hann er ógvuliga spentur upp á at síggja endaliga úrslitið. Okkara kokkur við kókibók Guðmundur Guðmundsson, sum er kendur millum annað sum sjónvarpskokkur, hevur skrivað kókibók við uppskriftum, sum hann hevur savnað saman ígjøgnum árini Okkara kokkur, Guðmundur Gudmundsson hevur gjørt eina kókibók við uppskriftum, sum hann hevur savnað saman ígjøgnum árini - m.a sum sjónvarpskokkur Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 27 26