leygardagur 2. november 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FØROYAFERÐ
Jón Brian Hvidtfeldt
Eftir eina langa og strævna ferð
við avstralska landsliðnum í
rógving, fyrst á venjingarlegu í
Italia og síðan í HM-kapping í
Sevilla í Spania, gekk leiðin hjá
tí nú 28 ára gamla Shane Broad,
sum er ættaður av og býr á
avstralsku oynni Tasmania, til
Føroya. Endamálið við føroya-
túrinum var stutt og greitt at
slappa av og vitja vinfólk.
Sosialurin hitti Shane, áðrenn
hann legði leiðina heimaftur,
hálvan vegin kring jarðarklótuna.
Fyrstu ferð Shane bar kenslu
við Føroyar, var fyri tíggju árum
síðan, tá hann sum 18 ára gamal
komandi AFS-næmingur nærum
av tilvild fekk boð um, at hann
hevði fingið eitt pláss í Føroyum.
Hann hevði annars søkt um at
sleppa eitt ár til Danmarkar, men
fýra dagar áðrenn fráferðina úr
Tasmania fekk hann at vita, at
hann í staðin skuldi til Føroya.
Shane og foreldur hansara høvdu
tá ongantíð hoyrt um Føroyar, og
hann minnist, at pápin fór eftir
sjónareyganum fyri at finna
Føroyar á danmarkskortinum í
stóra heimsatlasinum, sum var í
húsinum.
Shane greiðir frá, at tá leiðslan
á studentaskúlanum heima í
Tasmania hjálpti honum við at
útfylla AFS-pappírini, skrivaðu
tey í eini stuttligari viðmerking
orðini »give him a challenge« -
gev honum eina avbjóðing! Men
at henda avbjóðing síðan skuldi
vísa seg at eita Føroyar, vistu
hvørki hann ella leiðslan á
skúlanum. Men í dag er Shane
fegin um, at hann slapp til
Føroya, og oyggjarnar langt úti í
Norðuratlantshavi, nærum so
fjarskotnar sum yvirhøvur tilber
úr Tasmania, tær hava fingið eitt
serligt pláss í hansara hjarta.
Á sumri 1992 kom Shane til
Føroya, og í eitt ár búði hann hjá
vertsfamilju í Gøtu, meðan hann
gekk í 2.s í Studentaskúlanum í
Eysturoynni, sum tá var við
Gøtugjógv. Shane minnist, at tað
var trupult at læra føroyskt, og
fyrstu seks mánaðirnar gekk
hann í kvøldskúla fyri at læra
seg málið betur. Men hann
treivst væl, fyri ikki at siga sera
væl, og knýtti eisini nógv vinar-
bond í Føroyum. Tað var tí við
ikki sørt av sorgblídni, at hann
árið eftir legði leiðina heim aftur
til Tasmania, har hann næstu
tvey árini arbeiddi á bóndagarð-
inum hjá pápa sínum, sum liggur
í útnyðringspartinum av
avstralsku oynni.
Men hóast hann nú var aftur
hinumegin jarðarklótuna, so
varðveitti Shane sambandið til
Føroya, og tað hendi seg eisini,
at vinfólk úr Føroyum vitjaðu á
fjarskotnu oynni, sunnan fyri
avstralska meginlandið. Og tað
var eisini eftir eina vitjan úr Før-
oyum, at Shane í 1995 gjørdi av
at leggja leiðina aftur henda-
vegin. Aftur hesaferð leitaði
hann sær til Gøtu, og búði hjá
gomlu vertsfamiljuni frá AFS-
tíðini, sum eru hjúnini Andreas
Petersen og Katrin Zachariassen.
Áðrenn Shane fór úr Tasmania,
hevði hann sett sær fyri, at hann
skuldi vera tveir mánaðir í
Føroyum. Men tað skuldi skjótt
vísa seg, at tveir mánaðir vóru
alt ov lítið fyri hann. Í 1995 var
ikki so nógv arbeiði at fáa í Før-
oyum, men tað eydnaðist honum
at fáa arbeiði sum húskallur á
garðinum hjá Pálli Patursson í
Kirkjubø í fimm mánaðir. Hóast
hann var uppvaksin á einum
garði í Tasmania, so var arbeiðið
í Kirkjubø rættuliga ólíkt arbeið-
inum, hann var vanur við
heimanifrá, greiðir Shane frá.
Hann minnist, at ein av hansara
føstu uppgávum var at mjólka
neytunum, men hann var eisini
við á fjalli, millum annað í
Koltri, og var við, tá kirkjubø-
menn fóru at skjóta harur. Um-
framt at royna seg sum húskallur
slapp ungi tasmania-búgvin mill-
um annað eisini at royna seg sum
sjómaður, og var tvær vikur við
Jupiter, sum er ein av nótabát-
unum úr Gøtu.
Eitt vegamót
Shane Broad greiðir frá, at hann
tíðarskeiðið 1995-96 dámdi so
mikið væl í Føroyum, at hann av
álvara umhugsaði at vera verandi
her og antin finna sær eitt fast
arbeiði ella royna at fáa sær ein
kjans við einum fiskiskipi. Men
tó var eisini okkurt, sum dróg
aftur til avstralsku oynna. Shane
hevði ætlanir um at fáa sær eina
útbúgving, men ikki minst var
tað dreymurin um avstralska
landsliðið, sum dróg. Shane tók
eina avgerð, og í marts mánað í
’96 pakkaði hann kuffertið og
segði farvæl til Føroyar. Í tveir
mánaðir ferðaðist hann kring
Evropa, áðrenn kósin varð sett ta
longu leið hálvan vegin kring
knóttin til Tasmania.
- Eg hevði sett mær fyri, at eg
skuldi taka mær eina hægri út-
búgving innan landbúnað, og so
var tað eisini hetta við landslið-
num — eg hevði hug at geva tí
ein møguleika, greiðir Shane frá.
Hann hevði róð síðan síðst í
áttatiárunum, og í 1995, áðrenn
hann fór til Føroya, hevði hann
gjørt eina roynd at koma á lands-
liðið. Á gáttini til avstralska
landsliðið mátti Shane tá ásanna,
at royndin var miseydnað.
- Eg minnist, at eg var sera
skuffaður av, at eg ikki varð
úttikin til landsliðið. Eg var tætt
við, men tað gekk akkurát ikki,
sigur Shane, sum tá var 21 ára
gamal. At koma á avstralska
landsliðið í rógving var ein
gamal dreymur, og tí ynskti hann
at gera eina roynd afturat.
Komin aftur til Tasmania
byrjaði Shane beinan vegin aftur
at rógva, samtíðis sum hann
arbeiddi ymiskt fyrifallandi, til
nýtt skúlaár byrjaði á universitet-
inum í februar 1997. Í 1997 fór
Shane undir at lesa landbúnað á
universitetinum í Hobart, sum er
høvuðsstaður á Tasmania. Ein
útbúgving, hann varð liðugur við
síðsta vetur.
Shane fór at rógva í einum
felag í høvuðsstaðnum, og hann
tók rógvingina í størsta álvara.
Málið var framvegis at vinna sær
pláss á avstralska landsliðnum.
Men málið skuldi vísa seg at
vera trupult at røkka.
- Tað gekk væl hjá mær í
felagnum, eitt nú vunnu vit
fyrsta avstralska meistaraheitið í
1997, og síðan tá havi eg verið
við til at vinna eini tíggju
avstralsk meistaraheiti í rógving í
ymsum bólkum og støddum av
bátum. Eg royndi eisini ferð eftir
ferð at koma á landsliðið, men
tað var trupult — fleiri ferðir
gjørdist eg akkurát ov stuttur við
úttøkukappingarnar til landsliðið,
greiðir Shane frá. Bátarnir, róð
verður við, eru rættuliga ólíkir
føroyskum kappróðrarbátum.
Teir eru smalari og lættari, og
rógvararnir sita heldur ikki undir
liðini av hvørjum øðrum. Róð
verður í fleiri ymsum støddum
av bátum, og eisini verða rógv-
ararnir býttir upp í bólkar eftir
vekt. Í øllum bólkum verður róð
2000 metrar. At Shane eftir bara
fimm árum hevur megnað at
vinna so nógv avstralsk meistara-
heiti í rógving kemst av, at hann
í somu kappingum hevur róð við
fleiri ymsum støddum av bátum.
Sagreb 2000
Eftir fleiri royndir eydnaðist tað í
2000 loksins Shane Broad at
vinna sær pláss á avstralska
landsliðnum. Hann skuldi vera
ein av manningini í stóra bátin-
Sosialurin Nr. 211 - 2. november 2002
5
4
Sosialurin Nr. 211 - 2. november 2002
um við átta rógvarum, sum
Avstralia sendi til heimsmeist-
arakappingina í rógving, sum
hetta árið varð hildin í kroatiska
høvuðsstaðnum Sagreb.
Shane var spentur. Hetta var jú
ein dreymur, sum gekk út, og
sum hann hevði stríðst fyri í
nógv ár. Shane minnist at fleiri
av teimum átta, sum mannaðu
bátin, hann var við, vóru nýggir
á landsliðnum, og tí var trupult
at meta um frammanundan,
hvussu teir fóru at standa seg.
Kappingin í kroatiska høvuðs-
staðnum gekk væl. Shane og
hinir sjey í bátinum hjá honum
gjørdust nummar trý og vunnu
sostatt bronsuheiðursmerki.
- Eg var púra útlúgvaður, tá vit
komu á mál, og tað var, sum um
møðin ikki vildi renna av mær.
Eg kom síðan upp á pallin og
fekk mítt heiðursmerki, men
meðan eg stóð har, orkaði eg ikki
meira og hoknaði niður. Lands-
liðslæknin kom til mín og hann
metti tað vera rættast at fáa ein
sjúkrabil at koyra meg á sjúkra-
húsið. Tað var tó einki álvarsligt
á vási, og tá eg hevði fingið hvílt
meg eitt sindur, kundi eg
veruliga njóta úrslitið - tað var
eitt stórt upplivilsi fyri okkum
allar, greiðir Shane frá og heldur
fram:
- Endiliga hevði eg rokkið
málinum, ið eg hevði arbeitt fyri
í so nógv ár. Eg byrjaði at rógva
sum 14 ára gamal, og eg var 25
ár, tá vit fingu heiðursmerkið í
Sagreb. Hetta var tað, ið eg vildi
— at umboða Avstralia til stórar
kappingar.
Úttøkan til heimsmeistara-
kappingina í 2000 skuldi fyri
Shane vísa seg at vera startskotið
til eitt fast pláss millum rógvar-
arnar á avstralska landsliðnum.
Árið eftir skuldi hann aftur um-
boða Avstralia í eini heims-
meistarakapping, hesaferð í
sveisiska býnum Luserne. Shane
skuldi hesaferð rógva bæði í
bátinum við átta monnum, og í
bátinum við fýra monnum.
- Tað var sera hart at skula
luttaka í tveimum kappingum —
eg vil næstan siga, at tað var ov
mikið, greiðir Shane frá og
leggur skemtandi afturat, at hann
helt at endamálið við hesum
helst var, at venjararnir vildu
síggja, hvør dugur veruliga var í
sær. Tað gjørdist ikki til nakað
heiðursmerkjapláss til Shane og
Avstralia, hvørki í bátinum við
átta ella við fýra monnum. Við
størra bátinum gjørdust teir
nummar seks, og í minna bátin-
um var úrslitið eitt áttandapláss.
Í ár fór heimsmeistarakapp-
ingin í rógving fram í spanska
býnum Sevilla. Hesaferð skuldi
Shane rógva í tí minsta bátinum
við bara tveimum monnum. HM-
kappingin fór fram dagarnar frá
15. — 23. september, umleið ein
mánað seinni enn vanligt er.
- Kappingin í ár var sera
skuffandi fyri meg. Vit vóru um
at vinna okkum pláss millum
seks teir bestu bátarnar, sum
sluppu í finaluna, men ein
kiksari gjørdi, at vit blivu ov
stuttir. Tá saman um kom endaðu
vit á einum níggjundaplássi, og
tað var eitt skuffandi úrslit, tí vit
høvdu avgjørt ætlað okkum
meira, greiðir Shane frá.
- Vit høvdu vant sera nógv
undan kappingini og løgdu eisini
nógv fyri, so tað var rættuliga
keðiligt, at úrslitið ikki bleiv
betri enn eitt níggjunda pláss. Nú
má eg bara leggja hasa kapping-
ina afturum, og arbeiða hart fram
ímóti næstu HM-kapping,
leggur hann afturat.
Nógv venjing
Shane greiðir frá, at rógvingin
fer við stórum parti av hansara
frítíð, at kalla alt árið. Teir venja
alt árið, uttan ein mánað eftir
hvørja HM-kapping, tá teir taka
sær av løttum. Venjingarnar fara
fram í ymsum rógvifeløgunum
kring alt Avstralia, og hóast teir
venja upp í 11 ferðir og millum
20 og 30 tímar um vikuna, ber
eisini til at ganga í skúla ella
arbeiða, greiðir Shane frá.
- Tú noyðist at venja nógv fyri
at fáa góð úrslit. Áhugin fyri at
rógva er eisini har, so tí er tað
ikki ein spurningur um tað er ov
nógv – tú gert tað bara, sigur
Shane, sum tó heldur tað vera
lættari at nýta nógva tíð til rógv-
ingina, meðan ein gongur í
skúla, heldur enn tá ein arbeiðir.
Síðstu tríggjar mánaðirnar undan
hvørjari HM-kapping fara
burturav til rógving. Landsliðið
savnast í Avstralia tríggjar
mánaðir undan hvørji HM-
kapping, og síðan verður vant í
ein mánað, áðrenn leiðin gongur
á venjingarlegu í Evropa. Í fjør
vóru tey á venjingarlegu í Týsk-
landi og í ár varð venjingarlegan
í Italia.
Luttakararnir á avstralska
landsliðnum fáa ikki løn fyri at
vera við á landsliðnum, men
allar útreiðslur eru goldnar.
- Tað er avgjørt eitt stórt upp-
livilsi at vera við á landsliðnum.
Hvørt summar eru vit á venj-
ingarlegu onkustaðni í Evropa í
tveir mánaðir, og túrurin endar
við eini stórari HM-kapping. Og
hóast tað er hart, so er tað eisini
stuttligt, greiðir Shane frá. Und-
anfarin ár, meðan hann hevur
verið undir útbúgving, hevur
hann altíð verið noyddur at
skunda sær heim aftur til Tas-
mania til skúlan og royndirnar,
beint eftir hvørja HM-kapping.
Men í ár, nú hann er liðugur við
útbúgvingina, valdi Shane at
steðga í Evropa eitt sindur
longur. Millum annað hevði hann
sett sær fyri at vitja aftur
hendavegin. Nú vóru eisini seks
og eitt hálvt ár síðan hann síðst
var í Føroyum.
Gott at vera aftur í
Føroyum
Shane dámar væl at vera komin
aftur til Føroya at heilsa uppá
vinfólk og eisini familjuna í
Gøtu, sum hann hevur búð hjá
áður. Áðrenn hann kom til
Føroya var Shane í Danmark og
vitjaði føroysk vinfólk, sum lesa
niðri.
- Eg haldi ikki, at tað er so
nógv broytt í Føroyum, síðan eg
seinast var her í ’96, og fólk eru
framvegis líka blíð, sigur Shane.
Kanska hava fólk tó sum heild
meira pengar nú í mun til tá,
leggur hann afturat.
Hóast tað er langt síðani hann
var í Føroyum, so hevur Shane
ikki gloymt føroyska málið, sum
hann tosar »flótandi«. Hóast
frástøðan millum Føroyar og
avstralsku oynna Tasmania er
stór, so hevur Shane øll árini
roynt at hildið sambandið til
Føroyar við líka.
- Tað er eitt sindur lættari nú í
mun til fyri tíggju árum síðan, tá
eg var í Føroyum sum AFS-
næmingur. Nú hava øll eina
teldupost adressu, og tað ger
samskifti bæði skjótari og lætt-
ari, sigur Shane.
Steðgurin í Føroyum var bara
góða hálva aðru viku, áðrenn
Shane legði leiðina aftur til
Tasmania. Síðan Shane varð
liðugur við útbúgvingina síðsta
vetur hevur hann arbeitt í
avstralska landbúnaðarmála-
ráðnum, men hann segði upp,
áðrenn hann í summar fór við
landsliðnum til Evropa. Hann
hevur nú fingið arbeiði í eini
ráðgevingarfyritøku innan land-
búnað. Umframt at arbeiða sum
ráðgevi hevur Shane ætlanir um
einaferð í framtíðini at yvirtaka
garðin hjá pápa sínum.
Hvat rógvingini viðvíkur
hevur hann sett sær sum mál at
sleppa við til Olympisku Leikir-
nar í Athen í 2004. Tað eru bara
heilt fáir av rógvarunum á
avstralska landsliðnum, sum
sleppa við til OL, og tí er tað
ivasamt, hvørt tað fer at eydnast
at sleppa við til Athen í 2004.
- Eg havi sett mær fyri at
sleppa við til OL í Athen – eg
veit ikki, um tað fer at eydnast,
men eg fari so at gera eina
roynd. Hvat síðan hendir, og um
eg tá fari at halda fram við
rógvingini, veit eg ikki, sigur
Shane.
Spurdur, hvørt hann aftur
ætlar sær at vitja til Føroya,
svarar Shane avgjørdur:
- Ja, tað er heilt vist, at eg
komi aftur til Føroya. Og hesa-
ferð skulu tað ikki ganga hálvt
sjeynda ár, til eg komi aftur,
sigur Shane, sum annars letur
heilsa øllum, ið hann kennir, og
sum hann ikki náddi at síggja,
stuttu tíðina hann var í Føroyum.
Tasmania-búgvi vitjar aftur í Føroyum
28 ára gamli Shane Broad, sum fyri 10
árum síðan kom til Føroya sum AFS
næmingur, vitjaði um dagarnar aftur í
Føroyum. Shane er í dag fastur maður á
avstralska landsliðnum í rógving og
luttók í síðsta mánað í HM-kappingini í
spanska bðnum Sevilla
Tasmania liggur sunnan fyri avstralska meginlandið, og er sum Írland til støddar. Har
búgva umleið 500.000 fólk, harav umleið 180.000 í høvuðsstaðnum Hobart. Oyggin
hoyrir til Avstralia, og hevur somu rættindi sum hinir avstralsku landspartarnir.
Umleið ein triðingur av oynni er náttúrupark, og er friðað øki. Um summarið er
miðalhitin á Tasmania umleið 25 stig, og um veturin liggur miðalhitin um 12 stig.
Shane Broad er í dag fastur maður á avstralska landsliðnum í rógving. Í september mánað luttók hann í HM-
kappingini, sum varð hildin í spanska býnum Sevilla. Tað er Shane fremst á myndini, meðan makkarin hjá honum,
Matt Raussell, situr aftanfyri. Myndin er lænt frá avstralska landsliðnum
Tíggju ár eru síðan Shane Broad, sum er ættaður av avstralsku oynni Tasmania, kom til Føroya sum AFS-næmingur. Eftir at hava luttikið í HM-kapping í rógving í Sevilla, vitjaði 28 ára gamli Shane í heyst aftur í
Føroyum.
Mynd: Finnur Justinussen
C
M
Y
K
29
28