Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. november 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 211 - 2. november 2002 SAMRØÐA Orð: Solby A. Eliasen Myndir: Álvur Haraldsen Másin leggur at, og løtu seinni er fast undir fótum aftur. Fara til gongu niðan móti bygdini. Ør- indini eru fyrst og fremst at tosa við Rakul og Ásmund Guðjóns- son, sum tóku eina heldur øðr- vísi avgerð, tá tey fluttu úr Havn- ini til Svínoyar við teirra sjey børnum. Rakul kemur stórsmílandi við eini trillubøru framman fyri sær ímóti okkum. Í trillubøruni sita tvíburarnir Sigrið og Guðrið, sum eru seks ára gamlar og líkj- ast sum tveir vatndropar. Meðan vit ganga gjøgnum bygdina, práta vit um veður og vind. - Tað hevur verið so ótrúliga gott veður hetta summarið. Vit hava etið úti so gott sum hvønn dag. Seinasti dagur vit drukku kaffi uttanfyri, var 4. oktobur. Tað er púra óvanligt, sigur Rakul. - Tað gjørdu vit sanniliga ikki so nógv av í Havn, heldur hon fram. - Men tað var kanska eisini tí, at ein ikki hevði tíð til tað har, leggur hon afturat. Vit koma til húsið. Eini lítil svørt hús við gulum rundan um vindeyguni. Gongin er ein fer- metur til støddar, og ein undrast á, at tað yvirhøvur er pláss fyri fleiri skóm, tí við níggju fólkum í húsi er lætt at rokna út, hvussu nógvir skógvar eiga at standa í gongini, tá øll eru inni. Inni í stovuni situr Ásmundur framman fyri eina teldu. Hann er samskipari av føroyskari fiski- vinnugransking. Eitt starv, sum hann uttan stórvegis trupulleikar fær røktað, hóast hann til dagligt situr í Svínoy, tí tað mesta hann dagliga hevur brúk fyri er telefon og internetsamband. Genturnar fara at tekna og Rakul setur kaffi á borðið og síðani byrjar samrøðan. Rakul og Ásmundur tóku av- gerð um at flyta í summar. Og sjálvan ólavsøkuaftan fluttu tey so til Svínoyar. Nú hava tey so búð í Svínoy í tríggjar mánaðar, og teimum dámar væl. Trivnaður og skúli - Tá vit tosa um at trívast, so kann ein spyrja, hvat tað er at trívast, sigur Ásmundur og legg- ur aftur at, at illa ber til at siga, hvar er betri. Tí bæði støðini eru góð at búgva í á hvør sín hátt. Í Svínoy hava serliga teir báðir elstu, Elias og Dánial, snoddað meira til vaksnamannalívið enn teir gjørdu í Havn. Teir eru bidnir á fjall nakrar ferðir og hava lut- tikið í flettingini. Teir hava eisini verið til arbeiðis hjá IRF aftaná skúlatíð. Hetta hevur givið teim- um ikki sørt av sjálvsvirðing og búning, sum neyvan var komin líka skjótt í Havn. Helgi, sum er tann triði í røð- ini, hevur eisini funnið aðrar leiðir. Lærarin hevur einar tvær ferðir havt hann við eftir lýra við lykt í myrkrinum. Hann er eisini sloppin við til útróðrar og honum dámar serstakliga væl at fjeppast uppi í tí, sum menninir fáast við. - Svínoyingar hava tikið so væl ímóti okkum og børnunum. Tað skulu tey eiga. Vit hava eisini roynt tað, vit kunnu fyri at fella inn í bygdarlívið her og við góð- ari hjálp frá svínoyingum halda vit, at tað er eydnast okkum avbera væl, siga tey bæði. Rakul og Ásmund eru bilsin av skúlanum. Alt vísir seg at falla lættari. Hetta ger, at tað somuleiðis er vorðið so munandi lættari at gera skúlating við børnunum nú, enn tað var í Havn. Tá noyddust tey at seta seg við einum í senn og royna at fáa sum mest burturúr. Og var so ein, sum kravdi meira hjálp enn ein annar, so gekk tað út yvir onkran av hinum. - Tað var nakað, sum sleit upp á okkum. At vit ikki kundu seta so nógva tíð av til skúlatingini hjá øllum. Altíð var tað onkur, sum var við sviðusoð, men soleiðis vil tað altíð vera við sjey børnum. Í Svínoy ganga øll børnini í sama flokki. Tað vil siga, at skúlin er einflokkaður. Tey hava Ein óvanlig familja Ólavsøkuaftan í ár fluttu Ásmundur og Rakul Guðjónsson til Svínoyar við teirra sjey óvanliga tøttu børnum. Í samrøðu við Sosialin greiða tey frá tí góða og tí minni góða við at flyta úr Havn til Svínoyar, og hví tey valdu tað Elias og Dánial vórðu fermdir í Svínoyar kirkju 13. oktober Sosialurin Nr. 211 - 2. november 2002 7 øll somu tímatalvu, og tað er nakað, sum hevur víst seg at vera ein stórur fyrimunur. Ein kann tosa um felagslærugreinar, so sum landalæra, søga, lívfrøði, kristni og serlærugreinar sum rokning, enskt, týskt. Tá skúla- tingini skulu gerast í felagslæru- greinunum, so sessast øll um stovuborðið og so verða tey gjørd saman. Krøvini eru sjálv- andi størri til tann elsta enn tann yngsta. Og so sita tey og práta um tað og spyrja spurningar, alt eftir hvørjum støði børnini eru á. - Nú eru skúlatingini blivin til nakað, sum vit gera í felag sum ein familja, sigur Ásmundur og leggur afturat, at tey vóru slettis ikki greið yvir, at skúlin fór at vísa seg sum eitt so positivt tekin. Samansjóðing Børnini hjá Rakul og Ásmundi eru óvanliga tøtt. Elias er 14, Dánial er 13, Helgi og Monika eru 12, Mathias er 9 og tvíburar- nir eru seks. Tá Ásmundur og Rakul hittust, høvdu tey við sær hvør síni tvey og trý børn. Aft- urat fingu tey so tvíburarnar. Ásmundur sigur, at tað var tor- ført hjá børnunum at gerast systkin, tí alt hendi upp á so stutta tíð. Og alt hetta hevur sjálvandi gjørt sítt til, at tað hevur verið sera torført at sam- ansjóða teirra børn í mun til aðrar familjur, har børnini vaksa upp saman. Ásmundur vísir á, at tey við at flyta til Svínoyar høvdu vónað, at tey kundu samansjóða systk- inaflokkin meira enn tað var gjørligt í Havn. Børnini høvdu lyndi til at taka hvønn annan sum eina forðing fyri at ein sjálvur fekk sum mest og í Havnini, har tilboðini, vinir, frí- tíðarítriv, klæðir og so framvegis eru so margfald, var hetta kanska ein rímulig kensla at hava. Tað, at ein sjálvur ikki fekk tað ein vildi, var tí at hini eisini skuldi hava. Í Svínoy er støðan heilt annaðleiðis. Tilboðini eru nógv færri og tey byrja at fáa eina kenslu av at síggja hvønn annan sum ein vin, tí ongin annar er. - Henda gongdin verður spenn- andi at eygleiða, halda foreldrini. - Í Havn høvdu vit meira enn 5 ferðir so stóra gólvvídd sum nú og børnini høvdu hvør sítt kam- ar. Vit hugsaðu, at hetta var sak- in. Hetta var tað, sum vit ynsktu okkum, sigur Ásmundur. Men spurningurin er so, blivu børnini lukkuligari av at hava egið kamar? Tað halda Rakul og Ásmundur ikki. Tað vísti seg, at tey heldur enn at koma hvørjum øðrum við, sosialiseraðu seg í hvør sína ætt saman við sínum vinum - Tað tyktist okkum sum um børnini byrjaðu at verða einstak- lingar, sum treyðugt vildu taka lut í okkara familjulívi. So Rakul og Ásmundur byrj- aðu at hugsa um, at her var okk- urt galið. Og tey settu sær fyri at royna at gera okkurt fyri at sam- ansjóða familjuna meira. Øll høvdu tey altíð ov mikið at gera. Børnini gingu til ítrótt, musikkskúla, skótar og onnur ítriv, sum øll kravdu sína tíð. Tey greiða frá jólunum í fjør. - Øll børnini skuldu hvør sær til eina ørgrynnu av tiltøkum allan desembermánaða á tamb og vit foreldur skulu sjálvandi við allastaðni. Vit føldu okkum pett- að sundur. Og við einum ella tveimum børnum er tað helst fínt, men við sjey er tað ómeta- liga torført at fáa tað at bera til. Men vit royndu, tí vit vildu ikki skuffa børnini. Og so alt hitt resið aftur at. Keyp og annað, sum hoyrir jólunum til. - Tað endaði við, at vit sótu jólaaftan, tá steikin var í ovnin- um og jólatræið stóð so vakurt har við pynti og nógvum gávum undir, við eini kenslu av, at vit kláraðu tað heldur enn at njóta gleðina við tí. Og vit vóru so troytt, at ongin okkara orkaði at halda jólaaftan, greiðir Rakul frá. Tey høvdu eisini keypt okkurt jólaklipp, sum ætlanin var, at tey øll kundu seta seg niður við og hava eina hugnaløtu saman, men tað lá alt órørt aftan á høgtíðina. - Tá gjørdi eg av, at vit ikki skulu halda eini tílík jól aftur, tí tað bar ikki til hjá okkum. Sætt í bakspeglið kann eg ofta spyrja meg sjálva, hví vit ikki bara søgdu nei til alt. At vit ikki bara søgdu, vita tit hvat, ikki rokna við okkum, men tað kann vera, at vit koma til okkurt. Møguliga tað hevði bøtt eitt sindur um støðuna tá, sigur Rakul hugsunarsom. Henda familjan stríddist við at gera alt, sum vanligar familjur gera og samstundis gjørdist tað bert greiðari og greiðari, at her var ikki talan um eina vanliga familju. - Vit eru ein óvanlig familja, og nú ynskja vit eisini at verða sædd so. Tí vit hava viðgingið, at vit kunnu ikki alt. Tað ber stutt sagt ikki til. Úr Havn til Svínoyar Hví tað júst var Svínoy, tey valdu var ikki av tilvild. Pápi Rakul var svínoyingur, og Rakul sigur, at Svínoyarbygd var hennara "helle" sum barn. Hon elskaði at vitja í bygdini. - So tað var helst tað, at eg kendi eitt sindur til bygdina og havi skyldfólk her, sum gjørdi sítt til, at vit valdu Svínoy, sigur hon. Tað skuldi í øllum førum verða ein bygd, sum tað ikki bar til at koyra til Havnar upp á stutta tíð. Fyrstu ferð tey tosaðu um at flyta, søgdu teir elstu bart út nei, tað tímdu teir ikki. Men so høvdu teir tosað við ein havna- kúll, sum teir sóu sera nógv upp til, sum hevði búð í Svínoy. Og hann hevði sagt við teir, at Svín- oy er cool. Og tað lat til at vera nóg mikið. Aftan á tað, var tað ongin trupulleiki fyri tey, sum so. Tey vildu fegin royna tað, og tey hildu tað ikki vera flovisligt at siga fyri vinunum, at tey skuldu flyta til Svínoyar. - Tá tað skuldi so lítið til fyri at yvirtala tey, so kann tað ikki hava verið so ringt kortini, sigur Rakul. Og tað er stórur munur á at búgva í Svínoy við børnum og so í Havn. Í Svínoy eru ikki móta- handlar við nógvum merkis- vørum, sum kosta tað hvíta út úr eygunum, so klæðir tað keypa tey, tá tað er tørvur fyri tí. Bæði Rakul og Ásmundur Tá øll eru inni, kann tað tykjast trongligt í stovuni hjá Rakul og Ásmundi, men væl ber til kortini Tvíburarnir Sigrið og Guðrið vórðu trillaðar oman til lendingina at taka ímóti, tá Másin kom Framhald á síðu 8 C M Y K 31 30