leygardagur 2. november 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin Nr. 211 - 2. november 2002
halda so avgjørt, at tað koma
heilt onnur virði til sjóndar, tá
ein býr á einum smáplássi.
- Børnini hava fingið eyguni
upp fyri, at tað eru onnur ting til
enn passivt undirhald og tann
nýggjasti mótin. Og eg haldi, at
ein veruliga gevur sær stundir til
at hugsa um tilveruna á einum
smáplássi, sigur Rakul, sum
heldur at kvalitetstíð er nakað
tvætl, í øllum førum í hennara
familju, tí tað kunna tey ikki náa.
- Tað var sanniliga ikki altíð, at
tað passaði børnunum at gera
okkurt saman við mær ella
Ásmundi, bara tí at vit høvdu
stundir beint tá.
Tey positivu tekini um, at tað
gongur væl fyri familjuna í Svín-
oy, síggjast best aftur í børnun-
um. Teir elstu eru búnaðir so
nógv upp á tríggjar mánaðir,
millum annað tí teir eru slopnir
at royna ymiskt, sum teir aldrin
høvdu komið til í Havn. Tann
eina gentan, sum hevði verið eitt
sindur smásár, er glað og lívlig
nú. Fyri hana bleiv hetta eitt sera
gott upplivilsi, tí hon hevur
fingið eina hjartavinkonu, sum
búði á oynni áðrenn familjan
Guðjónsson kom. Og tey yngru
hava eisini víst seg at trívast sera
væl. Mathias, sum er 9 ár, treivst
ikki serliga væl í skúlanum í
Havn. Í dag er hann nógv huga-
ligari til skúlan. Svínoyar skúli
er cool, segði hann glaður, tá ein
vika var farin!
Rakul og Ásmundur viðganga,
at ein tann størsti brølarin í Havn
var, at børnini gingu í trimum
ymiskum skúlum.
Gott og minni gott
Men tað er ikki bara gott at
búgva í Svínoy. Tað eru tey bæði
foreldrini á einum máli um.
Ásmundur nevnir millum ann-
að tað lítla húsið, sum tey búgva
í.
- Hetta er ikki bert idyl, tað er
púra vist. Her má haldast ein
jarnharður disiplinur, um tað
yvirhøvur skal kunna lata seg
gera at búgva her. Men sjálvandi
kann næstan alt lata seg gera í
eitt ár. Men uppá longri sikt, eru
húsaviðurskiftini ikki nøktandi,
sigur hann.
- Børnini mugu læra at taka
upp eftir sær her, tí her ber heilt
einfalt ikki til at tveita runt við
klæðum, skóm, leikum og øðr-
um. Tey hava onki kamar sjálvi
her, so tey noyðast at halda tað
ruddiligt rundan um seg.
Tað tykist sum um Rakul og
Ásmundur eru fullgreið yvir, at
tey hava verið heppin í summar-
veðrinum í ár, og at tað liggur
ein annaðleiðis strævin vetur fyri
framman enn tey eru von við.
- Tað verður eitt privilegium at
sleppa at keða okkum. Tað gleða
vit okkum til, tí tað hava vit ikki
roynt enn, sigur Rakul skemt-
andi, men kortini er eitt spor av
álvara aftan fyri orðini.
Tí her er talan um foreldur,
sum bæði hava arbeitt fulla tíð
og havt stórt hús og sjey børn at
taka sær av, so tað er ei undur í,
um tey ikki hava havt stundir til
at keða seg.
Rakul sigur, at hon plagar at
skemta við børnunum og spyrja,
nær tey munnu fara at sleppa at
keða seg.
- Tá flenna tey bara at mær.
Men tað verður spennandi at
vita, hvat vit fara at finna upp á
teir longu dagarnar í januar,
februar og mars, sigur hon.
So seta tey skemt til síðis
aftur, og siga, at tey eru fullgreið
yvir, at tey fara at koma at kenna
til einsemi. Men tað síggja tey
sum eina avbjóðing.
- Vit fara eisini at nýta ein part
av vetrinum til at finna útav, hvat
vit skulu gera, tá hetta árið er
farið aftur um bak. Vit ætla at
finna útav á hvønn hátt familjan
kann venda styrkt og ment aftur
til Havnar og royna at føra eitt
familjulív, sum er hóskandi til
okkara krøv og tørv sigur Rakul,
sum er vís í, at tað munnu vera
aðrar familjur, sum hava verið
ella eru í somu trongu skóm,
sum tey sjálvi vóru í.
- Tað hevði verið super, um
eini fimm barnafamiljur komu til
Svínoyar afturat, heldur Ás-
mundur fyri og vísir á, at tað ber
til at búgva her um ein kann
arbeiða um internetið.
Ferðasambandinum lata tey
ikki so væl at. Tey hugsa serliga
um, at um tey skula ørindi av
oynni, so noyðast tey sum oftast
at yvirnátta í Klaksvík ella aðra-
staðni. Og tað, at ongin lækni er
í bygdini er nakað, sum tey halda
er avbera keðiligt eisini, tí tað er
ikki bara sum at siga tað. Um
brádligur tørvur er á lækna, so
verður sjúklingurin fluttur við
tyrluni. So her hevur tyrlan so
heilt givið sín postiva leiklut
Tey greiða frá, at til konfirma-
tiónina hjá dreingjunum, sum var
herfyri, høvdu tey skrivað alt
upp, sum tey skuldu hava, men
tá so alt kom til alt, tá stóðu tey
og manglaðu pipar.
- Tað eru slík einkul ting, ein
ikki hugsar um, tí ein er so vanur
við bara at kunna fara og keypa
tað onkrastaðni, sigur Ásmund
og leggur so aftur at, at í Svínoy
er ein jú noyddur at leggja alt
betur til rættis, tí logistikkurin í
Svínoy er øðrvísi enn í Havn.
At enda vísa tey eisini á, at tey
hvør sum ein hava givið avkall
upp á nógv. Børnini hava givið
avkall upp á skúla, vinir og
frítíðarítriv. Og tað hevur óivað
ikki verið so lætt fyri tey kortini,
men Ásmundur og Rakul royna
at læra tey, at tey mugu vera góð
hvørt við annað, tí tey hava bert
hvønn annan at spæla við.
- Vit høvdu ikki bara flutt
soleiðis uttan víðari. Tað er púra
vist. Vit vóru her og hugdu eftir
húsinum, og fingu greiði á, hvat
vit komu at hava brúk fyri, um
alt skuldi kunna ganga hjá
okkum. Og tá vit høvdu skrivað
okkum alt niður, settu vit okkum
í samband við ein góðan vin í
Danmark, sum kom upp í ein
heilan mánaða at hjálpa okkum
at gera klárt í húsinum. Uttan
hansara hjálp hevði hetta als ikki
kunnað latið seg gjørt, siga tey
bæði við ein munn.
- Tey flestu, vit tosaðu við um
at flyta til Svínoyar, vóru sera
positiv, tey hildu tað vera stutt-
ligt, øðrvísi og gott. Tað vóru
bert tvey fólk sum hildu okkum
vera púra ør, og tað løgna í tí er,
at nevniliga hesi bæði fólkini
vóru uppvaksin á útoyggj, siga
Ásmundur og Rakul, sum eru á
einum máli um, at tá foreldrini
eru positivt innstillað fyri
nøkrum, so ávirkar tað eisini
børnini. Og tá alt kemur til alt,
so verður tað helst hetta eina árið
í Svínoy, sum kemur at standa
fremst í minninum hjá børnun-
um, tá tey verða vaksin.
Familjan Guðjónsson trívist sera væl í Svínoy
Framhald av síðu 7
Familjan flutti til Svínoyar við sjey børnum, hundinum Perla og tveimum hamstarum, sum í dag hava sjey ungar
Sosialurin Nr. 211 - 2. november 2002
9
Urd Johannesen
Flogferðin higar (Århus — Stan-
sted) var absolut á bíligasta hátt,
einans 170 kr. við Ryanair, eitt
írskt flogfelag, sum er kent fyri
bíligar ferðaseðlar og onga
tænastu, t.d. er eingin matur
umborð og alt drekkandi kostar.
Men satt at siga saknaði eg nú
ikki tann matin, ein vanliga far
umborð á flogførum. Hinvegin
saknaði eg kensluna av at vera
kundi hjá einari fyritøku og tey
smílini og tað vinsemið, ein
vanliga møtir ókeypis aðrastaðni.
Eg hugsaði, at kanska Ryanair
gevur starvsfólkunum so lítla løn
(ja, onkunstaðni skulu tey spara.
. .), at tey kanska bara smílast í
frítíðini. Men eg kom til London
í øllum góðum, tungt lessað við
øllum tí viðføri heimanífrá, sum
eg helt vera alneyðugt at hava
við.
Tað tyktist, sum fleiri tóku
synd í mær, tá ið eg kom knoss-
andi úr tokinum frá flogvøllinum
og royndi at finna mær ein
leigubil at koyra meg til enda-
støðina, eitt sokallað Hall of
Residence, sum er at líkna við
eitt skúlaheim. Komin á rætta
stað fekk eg lyklar og annað,
sum gevur atgongd BERT til
okkum, ið búgva her, og her eru
nógvar reglugerðir fyri, hvussu
ein má búleikast, eingin óvið-
komandi sleppur inn (sigst) og
eingin gestur hevur atgongd
uttan saman við vertinum. Eg
læsti meg inn í íbúðina, tvs at
her eru 4 smá kømur, tvey wc
við bað og ein køkur at deila.
. . .loppulak
Tað einasta leysatilfar, ið møtti
mær á kamarinum, var eitt Mite
Proof Sheet, eitt lak, ið skal
halda møguligum loppum vekk
frá mínum sovandi korpus.
Hugsaði sjálvandi um, at trupul-
leikin óivað mátti vera til staðar,
síðani hetta var hitt einasta, ið
ein fær her, tá ið ein flytur inn.
Nei, forrestin, har var eisini ein
pakki við kunning frá skúlaheim-
inum, m.a. ein listi, sum eg
skuldi krossa av fyri at vita, um
alt var sum tað átti. Eg kundi
ikki lata vera við at hugsa, at
eftirsum einki er her, ikki ein
gongd knagar at hanga nakað
uppá, so er tað sikkurt tí, at fólk
við longum fingrum eisini búgva
her. Mín negativi hugsunarháttur
vitnar kanska um, at eg ikki
kendi meg heilt heima enn. Men
eisini var ymiskt annað, sum
skundaði undir kensluna, t.d. lá
ein lítil bóklingur um, hvussu ein
skuldi bera seg at, tá ið ein fór út
um kvøldarnar, og hárreisandi
dømi um, hvussu illa tað kundi
ganga, vóru prentað á permuna
("girl killed for her mobile") og
síðani lá eitt tilboð frá einum
tryggingarfelag. . .
At hetta er ein milliónbýur
merkir eisini, at tað er torført at
finna alt tað, sum ein hevur brúk
fyri, tá ið ein skal etablera seg
mitt inni í London. Fólk arbeiða
mitt í býnum, men búgva oftast
eitt sindur uttanfyri centrum og tí
eru forrætningar a la Maria Poul-
sen og Bónus ikki altíð nær-
hendis. So tá ið eg hevði gingið
aftur og fram her í grannalagnum
í ein hálvan dag, hevði tað
eydnast mær at finna okkurt
smávegis at eta og eta úr.
Tað er løgið, sum alt er annað-
leiðis, ikki minst maturin. Næst-
an alt er bjálvað í tupum, dósum,
t.d. kundi eg keypa ketchup í
tupu og mjólk í dunkum. At tað
eru nógv fólk, ið búleikast einsa-
møll og kanska arbeiða nógvar
tímar um dagin sæst aftur í tí
ørgrynnu av viðgjørdur mati til
ein ella maximum tveir persónar,
sum ein bara skal hita har heima.
Tá eg umsíðir fór undir at gera
mína fyrstu máltíð, varð tað eitt
samsurium at vatndeyvum/deyð-
um? spagetti (hevði gloymt at
keypa salt..) ’al dente’ uttan
fyllu, tí eg hevði eisini gloymt at
keypa ein dósaopnara til tær
flongdu tomatirnar og tunfiskin.
Ikki nógv annað at gera enn at
fara í song, tí her var einki sjón-
varp, ongin fløguspælari og
ongin bók, og hini trý, sum eg
skuldi búgva saman við, vóru
ikki komin enn, so her var bert
eg í einum farvileysum kamari á
einum plastik anti-loppulaki, tí
seingjarklæðini vóru send
frammanundan og lógu trygt og
gott í einum kufferti hjá einum
vini í hinum endanum av
London.
Meðan eg royndi at sovna var
ikki sørt, at eg ynskti, at lopp-ur-
nar dugdu at tosa ella um ikki
annað kundu rura meg í blund.
. . .abs(urd)
Viskistykkir kunnu eisini nýtast
til hondklæði. Hetta ásannaði eg,
tá ið eg morgunin eftir fór í bað
vælvitandi at hondkløðini lógu í
sama kufferti sum seingjarklæð-
ini. Eg hevði keypt 3 viskistykkir
í einum pakka dagin fyri og hetta
kom væl við, eitt til hvørja
región. Hóast eingin var her at
taka mynd og ’foreviga’ meg við
skúlatasku á bakinum, so kendi
eg meg ikki sørt sum ein næm-
ing á veg í skúla á fyrsta sinni.
At eita Urd í einum fremmanda-
landi er ikki heilt lætt, einamest
fyri hini, sum mær faktisk tókti
synd í, tá ið tey royndu at rulla
tunguna á rættan hátt og úttala
navnið meðan tey allarhelst
ynsktu, at tey ongantíð høvdu
spurt, hvussu eg æt. Eg fann
útav, at lættast var, um eg bað tey
siga ’absurd’ og taka teir 3 fyrstu
bókstavirnar vekk.
Sum einasti skandinavi henda
dagin, kendi eg meg eitt sindur
’out of place’, tí fólk, tá ið tey
hittast fyrstu ferð, heilt automat-
iskt hava tað við at leita saman
við teirra sameindu, teirra egnu
tjóðarfelagum, og her vóru fleiri
úr Italia, Hellas, Japan, Korea,
Onglandi. At koma úr Føroyum
fær tey flestu at kenna skomm, tí
antin royna tey at lata sum um
tey vita, hvar tað er (og ræðslan
fyri at verða avslørað fær tey
skjótt at ’mingla’ víðari til tann
næsta) ella eisini viðganga tey
rodnandi, at tey als ikki vita,
hvar oyggjarnar eru. Helt, at
kanska tann eina gentan úr
Eysturríki visti um Føroyar
eftirsum vit fingu alla verðina á
gos, tá ið vit vunnu á teimum í
fótbólti. Men nei, heldur ikki
hon, og eg havi valt at tiga við
hesum. . .enn, tað verður kanska
ein ’jokari’ einaferð til eitt seinni
høvi.
Bert tann eina úr Onglandi
kendi til Føroyar. . . "men vit
fara ikki at tosa um hvalaveiðu á
hesum sinni" var hennara inn-
gangsbøn.
. . .ensk fyrisiting
Áðrenn eg kom higar, hevur
nógv samskifti verið aftur og
fram millum meg og lærustovn-
in, og tað hevur undrað meg,
hvussu ofta eg havi útfylt oyði-
bløð, ið øll skulu hava svar uppá
teir somu spurningarnar, og eg
bleiv ikki minni yvirraskað, tá ið
eg, komin á rætta staðið, aftur
skuldi til at útfylla onnur oyði-
bløð við júst somu spurningum.
Eg ímyndaði mær, at tær teldu-
leysu skrivstovurnar máttu verða
á tambi við ringbindum við
øllum upplýsingunum. Sjálvsagt
var hetta ikki veruleikin, men
allíkavæl virkaði ensk fyrisiting
stirvin og gomuldags samanborið
við okkara. Helt eisini, at tað var
eitt sindur tvørligt, at vit næm-
ingar á einum sera vælkendum
lærustovni innan ’management’
(leiðslu og fyrisiting) máttu nýta
ein hálvan dag í einari kø fyri at
verða skrásett. Ei undur í, at
onglendingar eru verðinsmeist-
arar í at standa í kø. Tá ið tað
umsíður varð mín túrur at verða
skrásett, stóð eg knappliga yvir-
fyri einum løgnum trupulleika.
Eg var skrásett sum ES lesandi
og ikki ’overseas’(tvs øll uttan-
fyri ES), eins og eg minst 10
ferðir havi kunnað um á oman-
fyri nevndu oyðibløðum. Mað-
urin hinumegin borðið hugdi
undarliga at mær, tá ið eg segði
við hann, at eg átti at gjalda
meira enn skrivað var á pappír-
inum, tí eg hevði søkt sum
føroyingur og Føroyar vóru ikki
limir í ES. Hetta skapti eitt
sindur av turbulensi rundanum
meg, eingin visti hvat og hvussu,
og eg endaði so aftast í køini
aftur, meðan trupulleikin varð
kannaður á rætta stað. Eingin
loysn var tó funnin, so eg eri nú
skrásett sum ES-lesandi, væl at
merkja móti mínum vilja. "Tú er
ein sera erligur persónur" vóru
seinastu orðini til mín, tá ið eg
umsíður slapp at reisa meg frá
borðinum. Aja, hugsaði eg, so lat
tað vera mín skriftstavur, meðan
eg sendi ein tanka til Karstin
Hansen, tí eg nú hevði spart
landskassanum helmingin av tí,
sum eg veruliga átti at kosta.
. . .komin heim var eg so
vælsignað fegin um mítt lítla
kamar, ja sjálvt mítt fitta loppu-
lak, tí nógvir av mínum skúla-
felagum høvdu einki stað at
búgva í og nýttu tað mesta av
tíðini at leita eftir íbúð. Tað er
gott at fáa reviderað sína smølu
og forkelaðu tankagongd við-
hvørt, bert spell, at tað má ganga
út yvir hini, áðrenn ein sær,
hvussu heppin ein veruliga er. At
loppurnar doyggja í hunguri í
mínari matrassu má bara verða
harvið. Heilt erligt.
Á loppulaki í London
Tað er nakað heilt annað at koma til London fyri at ‘etablera’ seg enn sum áður
at koma higar í arbeiðsørindum. Eg upplivi býin annaðleiðis og kanska ikki so
fyrikomandi, sum eg annars havi hildið, tá ið eg havi vitjað í styttri tíðarskeið
FØROYSK LIST
Leygardagin í komandi viku
letur framsýning upp í Galleri
27 í Kristian Augusts gate 7 í
Oslo við føroysku listakvinnuni
Rannvá Konoy. Framsýningin
er í sambandi við útnorðurdag-
arnar, sum eitt nú Norsk-Fær-
øysk Lag skipar fyri. Fram-
sýningin er opin til 1. des.
Hetta er fyrstu ferð, at Rann-
vá Konoy, sum hevur fingið
listarliga útbúgving í London,
sýnir fram list sína í Noregi.
Hon hevur fingið sera góð
ummæli, serliga hevur tað vakt
ans, at hon hevur fingið góð
ummæli frá viðurkendum
bretskum ummælarum.
Hálvan november spælir
føroyski bólkurin Aldubáran
klassiskan og fólkasligan
tónleik í Oslo. Tey eru á ferð
runt um í Norðurlondum í
døgunum 7. til 17. nov. Á
ferðini í Noregi fara tey eitt nú
at spæla verk eftir Sunnleif
Rasmussen, sum fekk Tónleika-
virðisløn Norðurlandaráðsins í
ár.
Rannvá og Aldubáran í Oslo
C
M
Y
K
33
32