Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. november 2002síða 18

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 2. november 2002 35 10 Sosialurin Nr. 211 - 2. november 2002 Støðugt færri rottu- og hesta- halar í teim norsku skúlagørð- unum bera boð um, at heystið er gamalt. Í Noregi er lúsin vorðin ein sonn landaplága, og heystið er hásesongin fyri hes- um óboðnu, ópopuleru og blóðsúgvandi verunum. Við tað, at lúsin tolir flestu kemikaliir, verða saksarnir hvestir, og hárlongdin á teim norsku barnahøvdunum støðugt styttri um hesa tíðina. Loppurnar eru meira popu- lerar. Nærum hvør norskur skúli hevur egið hornorkestur, og hesi skipa á hvørjum vári og heysti fyri loppumarknað, har gamalt skrambul fyri onkur, fær nýggjan íblástur hjá onkrum øðrum. Peningurin, sum kemur inn, verður nýttur til at keypa nýggj ljóðfør fyri og til at fíggja ferðir og tón- leikalærarum. Loppuinntøk- urnar gera eisini, at limagjald- ið fyri hornblásturin verður lægri (1000-1500 kr), saman- borið við onnur frítíðarítriv. Avvarðandi at børnunum standa fyri øllum arbeiðinum í samband við loppumarknaðin, og tað er ein sjálvfylgja, at bæði mammur, pápar og systkin luttaka. Ommur og abbar at hornblásandi børnum eru eisini við í arbeiðnum, men tey eru sjálvboðin. Norðmenn eru nevniliga vanir við tað teir kalla "dugnad". Teir hava til dømis "høst- dugnad" og "vårdugnad" á skúlum og barnagørðum, har tey avvarðandi rudda upp, frisera runnar, mála, skifta sand í sandkassum osv. Loppumarknaður verður vanliga hildin leygardag og sunnudag, og bæði fimleikar- høll, skúlagarður og skúlastov- ur eru í brúki. Innsavningin av loppum byrjar seinnapart fríggjadag, og tá koyra last- bilar runt og heinta sekkir av klæðum, innbúgv og annað, sum fólk seta uttanfyri dyrnar. Loppurnar verða síðan sorter- aðar og koyrdar á ymiskar avdeilingar á skúlanum. Van- liga eru avdeilingar fyri klæðir, innbúgv, ítróttarútgerð, køksútgerð, bøkur og el-hent- leikar. Fínari loppur verða seldar á aksjón, og tá kann stemningurin gerast rættuliga høgur. Á onkrum loppumarkn- aði ber eisini til at fáa skift summardekkini út við vetrar- dekk. Í ár var eg fyrstu ferð við til at skipa fyri einum tílíkum loppumarknað, og eg má við- ganga, at tað var ein sonn fragd. Allir fyrireikararnir, smáir og stórir, arbeiddu so sveittin lak til langt út kvøld- ið, og øll vóru í góðum lag. Størsta upplivilsið varð tó at lata dyrnar upp. Tá var sannur ruðuleiki. Fólk streymaðu inn, onkur kastaði seg yvir onkra gamla kommodu og gamlar cowboybuksur og hosur fuku um oyruni. Í ár gav loppumarknaðurin 317.000 kr. í kassan hjá horn- orkestrinum. Hetta var enn eitt nýtt met. Eisini fyri Frels- unnarherin, sum fekk 68 sekk- ir av klæðum og 7 sekkir av skóm. Heystið er lúsa- og lopputíð TELDUBRÆVIÐ Frá: Turid Mørkøre, Oslo, turid.morkore@akvaforsk.nlh.no Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti SVÍNOYARFERÐ Solby A. Eliasen Koma til Hvannasund henda kalda mikumorgunin. Tað er ikki so nógvur vind- ur, men tað er sera kalt. Við keiina liggur Másin, og skiparin, Mogens Højsted stendur og prátar við nakrar sundamenn, tá tað verður rópt út gjøgnum stýrhús- rútin, at klokkan er tíggju minuttir yvir níggju. »Mogens, skalt tú ikki við?« »Ajú, lat meg bara koma við«, sigur skiparin flenn- andi og kemur skundisliga umborð. Og so verður lagt frá. - Tað verður ikki so galið í dag, sigur skiparin og fer upp í stýrhúsið. Ikki eru nógv ferðafólk í dag. Um eini seks ella átta. Og so er ein veðrur við eis- ini. Tað er ikki loyvt at flyta livandi seyð millum oyggj- arnar, og ein maður greiðir frá, at hetta er ein seyður, sum fjallmenninir ikki fingu til oynna dagin fyri, og at hann tí hevur staðið umborð á Másanum alla náttina. Nú skal hann so til Svínoyar. Standa úti og eygleiða ta stór- fingnu náttúruna. Ein bygd á eini aðrari oyggj kemur til sjóndar. Hvør man hon vera? Ein eldri maður sigur, at tað er Kirkja á Fugloynni. Tað er ikki frítt, at tað er pínligt at finna út av, hvussu illa tað er statt við heimstaðar- læruni. Sjógvurin øtlast So hvørt, sum tað verður siglt longur, byrjar tað at rulla meira og meira. Fleiri ferðir tekur skiparin frá, meðan vit fara upp á eina høga aldu fyri og aðra eftir. - Bíða nú, tað verður verri enn, sigur maðurin. - Men verið bara rólig, skipar- in siglir hóvliga, so tað verður ikki so ringt, leggur hann ugg- andi afturat. Kann ikki lata vera við at hugsa um hann mundi lesa and- litsbráið hjá mær, tá hann segði hetta seinna. Eftir at hava staðið í øllum hesum buldrinum eina løtu, har tað kennist, sum ein er í eini tuflu, sum bert verður tveitt aftur og fram millum aldurnar, byrjar ein so smátt við at venja seg við tað. Og tað verður lættari at standa. Í stýrhúsinum situr skip- arin, og ein maður stendur og hyggur út gjøgnum rútin. Har frammi í bátinum stendur veðrurin, sum fær nógvar karmar. Hvørja ferð báturin kemur niður í móti aldunum aftur, skola sjógv- ar inn, men tað letur ikki til at gera kríatúrinum nakað. Hann stendur í sama lag. Ikki eina tí einastu ferð sær tað út til, at hann fer at detta. Skiparin er prátingarsam- ur. Hann sigur millum ann- að, at Másin siglir alt ov seint. Tað tekur fimm korter at sigla inn á Víkina, meðan tað tekur trý inn á Eiði. Og so er veðrið sjálv- andi avgerandi fyri sigling- artíðina. Henda dagin mundi túrurin vara úti við hálvan annan tíma, tí neyð- ugt var at taka frá so ofta í teimum høgu aldunum undir Svínoyarlandinum. Stutt áðrenn bygdina, byrjar at batna. Tað rullar ikki so illa meira, og áðrenn ein veit av, verður lagt at á Víkini í Svínoy. Fleiri fólk eru komin oman til lendingina at taka ímóti Másanum. Ein maður sigur, at túrurin bleiv ikki so buldrutur sum væntað. Tað kenst gott at hava fast undir fótum aftur. Og túrurin heimaftur um kvøldið, hann verður ikki hugsað um, fyrr enn til ta tíð. Við Másanum til Svínoyar... Ein túrur við Másanum til Svínoyar kann vera einastandandi góður um summarið, men eisini tilsvarandi buldrutur, tá tað líður ímóti vetrinum Hvørja ferð Másin kemur niður í móti aftur aldunum, brýtur uppum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 35 34