Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-12-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. desember 1985síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Christian Matras 85 ár Granskar Tann 7. des. fyllir skaldið og vísindamaðurin Christi- an Matras 85 ár. Mong eru tey, sum vilja minnast hann henda dagin og senda hon- um heilsanir og góð ynski. I kki nógvum árum síð gav Chr. Matras 10gvum londum líka úr Japan til Irlands, úr Rumenia og Tjekkoslovakia til Ítalia og Póllands Samstundis hevur hann leitað longri og longri inn í sítt egna móðurmál og hevur skrivað føroyskan skaldskap, sum ikki smæðist burtur ímillum tað besta, ið skrivað er. Hetta vísir, hvussu vítt hann fevnir, hesin føroyski yrkjarin og granskarin, sum gjøgnum eitt langt lív hevur verið tann fremsti talsmaðurin fyri heimland sítt. Christian hevur djúpar retur í heimligari grund, men hann hevur altíð litið úteftir. Tað ber til at venda einum orði við, sum varð sagt um eitt norskt skald, sum báði var jaðarsbúgvi og europeari, og siga at Christian Matras er báði føroyingur og europeari. Í ellum sínum verki hevur hann verið við til at gera heimlandið sterri. Altíð bar hann heimbygd- ina í huganum, sjálvt í tíðum, tá ið summir hildu slíkar tankar vera provinsiellar ella chauvinistisk- ar. Tað vóru eisini tey, sum ikki vistu ella vildu vita av, at langt har úti í havinum búði eitt serligt norðurlendskt fólk. Eisini tað norska Stórtingið gloymdi tað. Ofta bar tað seg at, sum tað helt, at Føroyar vóru ein danskur landspartur, men løg tingið er eldri enn báði Fólkating og Stórting og kann sessast teimum við lið og javnmeta seg við hvat lóggávuting tað skal vera Christan er feddur á Viðareiði, har sum endaleysa havið og hegur himmal eru næst grannar. Her búðu útróðrarmenn og bendur, sun í sínum dagliga yrki altíð hevdu deyðan við lið men ongastaðni kennir tú sterkari enn her stóru kvirruna. Viðareiði er ein friðarblettur jerð, sum Christian ofta hevur yrkt um. Tað er nóg mikið at nevna tvær av yrkingum hansara »Neytakonur« og »Dimmid«, yrkingar sum høvdu verið tiknar upp i anthologiir um alla verðina, um tær vóru yrktar á einum máli, id rakk longri enn til »dine lebers aande«, sum Henrik Wergeland tók til. Tad var heimbygdin, sum gjørdi Christian til skald. Har fekk hann ein kunnleika um livid og um deyðan og um allar teir umrådandi lutir í til- veruni, sum hann síðan tók við sær sum viðferi, tá ið hann fór út í verðina og så heimbygdina i endur- glæmuni. Samstundis fann hann djúpari og djúp- ari inn í móðurmál sítt og líkasum noyddi fram úr tí teir innastu loynidómar. Í skaldskapi hansara varð feroyskt mál skapað av nýggjum. Men tú man eisini hoyra tey gomlu kvæðini alda aftanfyri og sær tær stórbæru myndirnar og hoyrir tónan av miðeld, tí eingin feroyingur fær slitið seg leysan frá teimum. Kvæðini liva og eru tann grundvøllur, sum føroysk siðmenning byggir á, tíðindablaðið Nr. 140 — 7. desember 1985 ja, sum er bandið millum gamalt og nýtt. Tað var í kvæðunum, at tað forna málið varð hildið uppi. Men nútíðarskaldini skuldu víðari. Og her er ser- liga at nevna Christian Matras og Janus Djur- huus. Teir nýskapaðu feroyskan skaldskap á forn- ari grund og lótu tankar úr okkara tíð í tað gamla málið sum eingin undan teimum. Teir finnu orð fyri almenniskjaligum tonkum, sum bóru boð til oll. Vit fáa eina sovorðna sterka kenslu av saman- hangi og endurnýggjan, tá ið feroyingar danska g kveða tey gomlu kvæðini, ella rættari liva við í teimum, og so beint aftaná syngja Janus ella "hristian. Her er eingin mannamunur. Tú hoyrir, it foroysk mentan er ein og óbrotin og ikki stívn ð í formum Tá ið Christian vaks upp, vóru eingir hægri skálar i Føroyum. Tey ið vildu nema sær lærdóm, másu til Danmarkar. Hagar var langt. Ein foroyskur ungdómur skuldi igjøgnum eina heila umskapan, áðrenn hann var komin so langt, at hann stóð við brævinum í hondini upp á, at hann var bókliga útlærdur. Christian varð sendur á kostskúla í Sore. 14-15 ára gamal var hann bara. Sorø var ein staður við mongum gomlum minnum men honum segdu tey einki. Honum longdist bara heimaftur, og hann stundaði eftir at sleppa burtur úr sjabbinum, sum ikki hevði tað sum æt at gera við hansara egnu mentan og siðmenning. Tann ungi drongurin var ein fremmandur í verðini. Hann fekk bara staðfest og innprentað, at hann var føroyingur og kundi ikki skapa seg um til okkurt annað og ganga í fremmandum klæð- um. Ikki var hann tann fyrsti, og ei heldur var hann tann síðsti feroyingurin, sum lærdi seg sjálvan at kenna undir fremmandum himli og á óheimligari jerð. Hann bleiv feroyingur á ein nýggjan og inniligari hátt. Tað gongur ein sega um tann unga studenta- skuladreingin, sum skuldi skriva stil. Stilurin æt: »En Aa i mit Moderland«. Ætlanin var, at teir skuldu skriva um Gudenå i Jutlandi. Christian tók soleiðis til orða: »I mit Moderland hvor min Moder aldrig har været.« Tað sigst, at tað var um reppið, at hesin ungu viðareiðisdrongurin varð rendur úr skúlanum. Hann vísti ikki ta rættu virðingina, hverki fyri »moderland« ella »fædre- land«, tó at hann ikki segði annað enn sum sann- heit var. Er segan sonn, er tað í lagi, og er hon tað ikki, so er tað eisini í lagi, tí hon kundi verið tað Christian las síðan á universitetinum í Keyp mannahavn, sum einaferð í tíðini eisini hevði verið universitetið hjá norðmonnum og íslending- um. Her tók hann magistaraprógv (í 1928) og gjerdist doktari (i 1933). Síðan fór hann heim til Feroyar. Hann ritstýrdi VARÐANUM, hesum fjøltåttada mentanartíðarritinum. Í tí prentaði hann fleiri týðingar úr eðrum málum, og royndi og leitaði eftir, hvussu langt hansara feroyska móðurmál kundi bera. Og her útintu Christian og tey, hann arbeiddi saman við, stórt verk við at menna og mýkja málið. Hann fór aftur til Dan- markar og gjørdist lektari í føroyskum máli og mentan á universitetinum í Keypmannahavn og soleiðis fyrsti universitetslærarin í feroyskum. Fyrst varð hann settur sum lektari (1936), seinni varð hann docentur (1942) og til seinast professari (1952). Nú fekk hann hevi at halda fram við tí gerningi, sum slóðbrótarar hevdu gjert undan honum, alt síðan feroyingar gjerdust tilvitandi um seg sjálvar. Vit kunnu nevna menn sum Svabo, Schreter, Hammershaimb og dr. Jakobsen, sum doyði frá lívsverki sínum, áðrenn tað var fullført. Hann sum leitaði fram leivdirnar av tí norrena málinum í Hetlandi og savnaði tilfar til orðabekur, ið fyrst vórðu givnar út eftir deyða- dag hansara. Her kann verða skoytt uppí, at Tor- leiv Hannaas professari í Bergen sekti Stór- tingið um at fáa dr. Jakobsen settan sum profess- —— s 5