leygardagur 7. desember 1985síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
|
|
|
|
al
Nr. 140 — 7 desember 1985
OO: OO IL ILL
doyði, áðrenn málið var komið til veruli
gerð. Christian hevði soleiðis stóran arv at varð-
veita og tungar byrðar at lyfta. Hyggja vit at tí
langa listanum yvir vísindalig avrik gjøgnum 50-
60 ár, sæst, at hann hevur ikki grivið talentirnar
niður, sum hann fekk í so ríkiligt mál
Síðst í 1950-unum kom tann hugsanin fram, at
nú var tíðin komin til at fáa upp á fetur ein vís-
indaligan stovn í Feroyum, sum skuldi vera karm-
ur um útbúgving og gransking í feroyskum í
Feroyum. Serliga var tað Hanus Debes Joensen
landslækni, sum var forsprákari og fekk gjørt
hugsanina um hægri feroyskan lesnað til veru-
leika. Landsstýrið játtaði pengarnar, og í 1962
varð Fróðskaparsetur Feroya sett á stovn. Hetta
varð gjørt við Christiani í tonkunum. I 1965 fóru
boð eftir honum, og hann varð settur sum profess-
ari i føroyskum. Og skjótt fór at síggjast eftir.
Mangt var óliðugt, og nógv skuldi arbeiðast upp
úr ongum. Kortini haldi eg, at tað ber til at siga,
at við Fróðskaparsetrinum kom eitt nýtt tíðar-
skeið í førovskum mentanarlívi, ja, at føroyskt
samfelagsliv styrktist. A sin stillføra hátt og við
sínum ómetaliga kunnleika og fakliga autoriteti
gav hann ungum fólkum kveiking og trúgv.
Við Fróðskaparsetrinum var hornasteinurin
lagdur undir ein lærdan háskúla. Í 1973 varð
Mortan Nolsøe boðsendur at koma frå universi
tetinum í Oslo at undirvísa í fólkaminnum. Hugs
anin um eitt feroyskt universitet er ikki framd i
verki enn, men viljin er til staðar og trúgvin, og
bara tað er ikki so lítið hjá einum fólki, sur fta
KA taði í egt
+
í TE
% r
í gt Í i
runi, er å fakfolkum, sum kunnu standa fyri ut
bugvingini beint nu, men hetta eigur eisini at fara
at laga seg til tað besta, er politiskur vilji til
staðar
Í okkara tíð er tað meira neyðugt at hugla um
mentanina hjá smáum tjóðum, sum eru hóttar av
tyning, enn fyrr, tá ið tær fingu livað í frið og
náðum. Í dag er neyðugt at ekja um kunnskapir
og vitan og at styrkja viljan til egið andslív. Men
hetta verða førovingar at gera sjålvir, tí tað er
eingin annar, sum kennir ábyrgd fyri teimum
greinunum. Feroyingar mugu sjálvir kanna og
granska tær serføroysku ítjóðskaparligu) lær-
dómsgreinirnar og byggja upp lærdan lestur í
teimum. Aftrat feroyskum máli og bókmentum
kann nevnast feroysk sega, musikkur, samfelags-
viðurskiftir, fólkaminnir og kvæðir. Tær almennu
greinirnar, og tá serliga innan matematiskar-nat-
úr-vísindaligar greinir, er tað bíligari og lættari at
lesa aðrastaðni. Men nýggjar greinir troka á.
Datagreinunum, oljugreinunum og ellum tí, ið
kostar nógvar pengar, eiga feroyingar at bíða við.
Ikki øll skilja hetta, men hetta eru beiskar
royndir, sum fólk í eðrum londum hava gjert, tá ið
tey sleptu teimum humanistisku greinunum upp
á fjall og stongdu fyri egnum mentanarkeldum. Í
so máta hava feroyingar nógv at vinna inn aftur.
Tey komandi árini verða avgerandi fyri, hverja
leið feroyingar velja. Teir teknologisku nyttu-
poetarnir eiga altíð sínar sangarar, og teir kosta
pengar, nógvar pengar.
Christian hevur fingist við tey flestu evnir inn-
an feroyska humanistiska gransking, og tá ser-
liga við gransking, sum leggur hevuðsdentin á
mál og bókasegu, mentan og tjóðlív. I yrkingum
sínum hevur hann brotið upp úr nýggjum. Fyrsta
vísindaliga verk hansara var tann feroyska-
danska orðabókin (1928), sum teir báðir Mads A.
»
rmåddu at
urin annar førovingur hevði megnað
um fleiri hevdu roynt. Henda orðabókin setti sær
spor. Eingin dugir væl at siga ella fata, hvat hon
fekk at týða fyri feroyskt mál. Her funnu fólk síni
egnu orð og egnan málburð, og tað fekk tey at
leita eftir meira. Seinni er orðabókin komin í
nýggjari útgávu, og eisini er eitt eykabind komið,
sum Jóhan Hendrik W. Poulsen hevur gjert.
Innan fyri etymologi og orðalæru hevur Christian
granskað keltisk orð í føroyskum og harvi funnið
fram á og kortlagt gamlar mentanarfarleiðir.
Tann norrena tíðin hevur eisini staðið hjartað
hansara nær. Her ber m.a. til at nevna ritgerð
hansara um staðanevnini í Norðoyggjum. Hon er
eitt dygdarverk. Johs. Brendum-Nielsen profess-
ari segði mær einaferð frá, hvussu høgt hann
metti hesa bók. Her vóru ikki bara bústaðir og
nevn úr nútíðini kortlegd og kannaði. Burtur úr
bókini kundi tú lesa, hvussu landið varð bygt, tá
ið norðmenn komu hagar fyri meira enn túsund
árum síðan. Nevnini livdu framvegis.
Eg fari eisini at nevna eina lítillátna bók, sum
Christian skrivaði i tøkum tíma. Hann hevur for-
talt, at hon bleiv til eftir einum sumri. Í »Føroysk-
ari bøkmentasøgu«, 1935, sigur hann frá feroysk-
um bókmentum og kvæðum alt ífrá Kirkjubear-
steininum og fram til samtíðina. Á góðum
hundrað blaðsíðum fær hann ruddað upp í
mongum, sum fyrr var óruddiligt og ógreitt, og
hann gevur kvæðunum ta rúmd, tey av rættum
iga, tå ið førovskar bókment g bók ir
Við hesi lítlu bók la al
II
Janus Djurhuus var fyrsta stóra skaldið i Feroy
um í nyggjari tíð. Christian er tann næsti. Hver
laðar aftrat eðrum. Hevdu teir skrivað á onkrum
heimsmåli, høvdu teir farið um øll landamørk. I
løtuni arbeiðir Christian við eini utgåvu av øllum
yrkingunum hjå Janusi, og hon fer at visa, hvat
skald hann var.
Christian gav fyrsta yrkingasavn sitt ut i 1926,
sum týðiliga segði, at her kom eitt nytt skald. Eg
veit ikki um eg fari skeivur, men eg haldi meg
líkasum hoyra tónan frá Olav Aukrust. Eg hugsi,
at hann var meira sum ein kveikjari enn sum fyri-
mynd hjá Christiani. Síðan komu onnur yrkinga-
søvn (i 1933 og 1940), sum grundfestu ta stødu,
hann hevði fingið sum skald. Hann hevur skrivað
í hundraðatali av yrkingum og umsetingum fram
til henda dag. Skaldskapurin fellur í ymiskar
bólkar. Tað eru tíðir. tá ið hann mestsum ikki
hevur yrkt eina reglu. Fremstu yrkingar hansara
eru blivnar til í 1930-árunum, men eisini eftir at
hann flutti til Feroyar at verða, hevur hann yrkt.
Fyri fáum árum síðan fór Christian igjøgnum alt,
sum hann hevði yrkt, og skipaði tað til eina heild-
arútgávu, og har kunnu vit síggja, hvat skald
hann er.
Christian hevur gjert eina ta stytstu yrkingina,
eg kenni:
Fallin
og stongin lá eftir.
Yrkingin sigur eina langa søgu um fleyginga-
mannin, sum fall i bjørgunum, og einans stongin
lá eftir og segði frá vanlukkuni, sum hend var.
Styttri ber ikki til at siga eina segu. Fá orð, men
við innihaldi sum forteliur meira enn orð fyri hon-
teirra var »Ilitt blinda iiðið<. Hetta er fy
erindi
Ganga fram i myrkri
all tey blindu
Ganga ymsar leiðir
eftir lyndi
Eingi hóma miðið.
fram berg ganga
so fer blinda liðið
vegin langa.
Hon er yrkt í Keypmannahavn, Christian var
bara 19 ára gamal. Sjálvur roknar hann hana sum
eina av sínum bestu. Hann sigur frá sær sjálvum,
einum einsamellum førovingi í teirri blindu
donsku fólkarúgvuni í stórbýnum.
Christian er bestur, tá ið hann bindur tanka og
natúruppliving saman. Hann eigur myndaskap-
andi evnir sum fáur. Hann yrkir um tað, hann
sjálvur hevur sætt og upplivað innanífrá. Eg
hugsi, at tann langa leiðin á brúgvasteinunum í
Keypmannahavn, har hann gekk, stirdur í sálini,
og varð háðaður, tí hann ikki dugdi at leggja
føroyingin í sær av og at gloyma klettarnar og
heiðarnar heima, har sum hann kendi seg trygg-
an, vakti skaldið í honum. Og skaldskapurin
hevur fylgt honum gjøgnum eitt langt lív. Tað er
at gera Christian ov lítlan at taka orðið >
graniskaldsKapur« upp á tungu, men Kortini t
x
k
1
Christian er urmælingur sum umsetari av fremm
andum skaldskapi ur mongum londum. Stór
prosaverk eftir Jonathan Swift, Voltaire, Anatole
France, Albert Camus og Jørgen-Frantz Jacobsen
hevur hann feroyskað. Tað skuldi tókst ein
ómegulig uppgáva at flyta Barbaru yvir í
føroyskt mál, eina bók sum flestir feroyingar
hevdu lisið frammanundan á donskum. Men hjá
Christiani bar til. Bókin hevur fingið ein sannari
og heimligari dám, enn hon hevði á donskum, tí
tað er um feroysk viðurskiftir hon fortelur, og tað
eru førovingar, sum tosa.
Nakað av tí fyrsta, sum Christian fór at royna
at umseta, vóru Kingo-sálmarnir. Í eldir hevði
Kingo verið mest sungna sálmaskaldið hjá
førovingum, og til sálmarnar høvdu førovingar
fingið síni egnu fråbrigdi av teimum gomlu leg-
unum. Við Kingo fóru teir á fetur á morgni. og við
Kingo fóru teir at leggja seg á kveldi. Í kirkjuni
ráddi Kingo. Kingo hevdu teir altíð á munni.
Sámal Joensen Mikines hoyrdi Kingo fyri sær, tá
ið hann skapaði sínar máttmiklastu myndir úr
føroyskum fólkalívi, eitt nú tá ið hann lýsir
grindadrápið, har menninir standa sum mann-
garður upp móti logandi himli. Tað bleiv ein upp-
gáva hjá Christiani at lata Kingo tala málið hjá
hesum fólki. Christian gjerdist ongantíð liðugur
við Kingo. Ár um ár stríddist hann við málburð
og orðalag, tí hann helt seg ikki hava funnið tað
rætta. Tað bíbilska orðalagið »i Abrahams skød«
bleiv umsíðir eftir 40 árum til „við Ábrahams
knæ«. Her kann eisini verða nevnt, at Christian er
við i nevndini, sum legði sálmabókina til rættis i
1950-unum, 400 ár aftan á at lutherskur sálma-
—