leygardagur 7. desember 1985síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
.
SN
IVALEYST HEVUR HANN altíð verið
morgunmaður. Ber ikki til at hugsa sær
hann — smårennandi niðan igjøgnum ánna,
fyri dag, i kálvskinnskóm, meðan silini
smúgva gjøgnum meskar av morgungulli?
Seinni — tilkomin — hevur hann staðið í
hæddum ivaleyst, hann tekti hurðar, vind
eygu, ryggás, vindskeiðir, onkustaðni skap-
ilsið av einari altan. Hann krympaði eyguni
saman. Sást einki lívsbragd nakrastaðni ? So
líðandi blánaði havsbrúgvin, eldurin kóln-
aði, har komu skýbeklar ríðandi, dimmbláir,
við gyltum rondum. Húsini hvurvu. Har sat
hann — tómhentur og við sakni í sálini.
Dagarnir gingu. Húsini gjørdust týðiligari
og týðiligari. Tey vóru væl sterri, enn hann
hevði hildið, vóru mest at kalla eini aðalshús,
fyri ikki at siga slott — vid kvistum, nógvum
smáum útleingjum, útbygningum og úthús-
um.
Ein dagin hendi tað, sum hann leingi hevði
bíðað eftir. Hann sá ein mann nakað niðan
fyri húsini, niðri í sjóvarmálanum, fara spák-
andi við kvirru í huganum, draga fótin dovis-
liga fram við krossfiskum, gjøgnum slýggj
og vitunyrur.
— Hvør ert tå ? spurdi hann.
— Eg eiti Theodor.
— Og hvat gert tú?
— Á, eg veit ikki. Mangt og hvat. Skrivi og
yrki. Mest um likkur og slavtoku. Onkuntíð
eisini um ein skjórutan hest.
— Býrt tú einsamallur í hasum stóru hús-
unum ?
— Nei, vit eru fleiri. Her búgva...
Men tá kom ein stórur bláur eingil, við
svelum veingjum, og fór avstað við tí gylta
degninginum og ellum farmi hansara.
Forbannað !
Men morgunin eftir var Theodor aftur har.
Blíður og tíðindafróður. — Vit frísar eru ann-
ars ikki bara blíðir, tað áttu tit at vita, av
royndum. Men eftirsum tað var tú...
So fór Theodor at siga frá. Í húsunum búði
ein hópur av fólki. Hvør hevði sítt kamar.
Nekur fá hevdu rúmliga íbúð, teirra millum
ein italiumaður og tveir grikkar, mannfólk
og konufólk, maðurin var blindur. Hvussu
tey itu, sum búðu har? Har búðu Robert og
Hans Andrias og Olav og Fríðrikur og Hans
PN ” på
Dø or rund
Adolph og Heinrich. Har búðu eisini fleiri
konufólk. Ovast uppi búði ein, ið æt Maria
(hann sá hana nú, hon stóð úti á altanini og
hongdi seingjarklæðir út, ein teppibukari
sást við síðuna av henni).
— Men...vit hava viðhvert trupulleikar,
Tad var ikki so gott
Nei, hevði ikki Maria onkuntíð komið og
tikið í herðatoppin á teimum, so veit eg
ikki...
Nú kom tann blái eingilin, klæddur í
dekkan gjóstur, og spilti spælið.
Samreðurnar við Theodor hildu fram teir
komandi dagarnar. Brátt sá hann, at Theod-
or hevði rætt. Slottið var ikki manntómt.
Har var lív. Gongd. Prát. Stákan. Sangur.
Hann gjerdist meira og meira forvitin. Hann
sá teir fyri sær, Janus og Francois, í tí bleiku
lýsingini — bítskar og nasasíðar, sitandi yvir
av hverjum eðrum, sum tvær skrámutar ern-
ir. Sum frá leiði vildi hann ikki missa eitt ein-
asta hevi til at skoða fólkaferðina úti undir
havsbrúnni. Sum tey vóru langt burturi, hasi
fólkini — sum bern, sædd langt burturi,
handan á, niðri í onkrum djúpum dali. Og
kortini, sum tey vóru nær — tað sýntist, sum
kundi hann toygt seg eftir teimum, um hann
bara...
— Hví kemur tú ikki út at heilsa upp á okk-
um ? spurdi Theodor ein dagin.
Hann bar seg undan. Visti ikki, um hann
hættaði sær. Var smæðin til.
— Er tað Janus, tú firnast? Eg skal siga
tær, tað er sjáldan, hann er so illur í sær.
Vanliga er hýrurin góður. Og tá hann fer á
dansiskeið, er ovfarakæti á honum.
— Dansiskeid?
— Ja, Sapfo undirvisir i dansi i einum urta-
garði nakað sunnan fyri húsini. Janus er
altíð fastur fúsur. Gleðir seg sum eitt barn
hverja ferð. Eg skal siga tær, tú átti at
komið og vitjað okkum. Sært tú, vit kenna
teg. Hava onkuntíð tosað um teg.
— Um meg. Tað var ikki langt frá, at hann
rodnaði. Hvussu ber tað til?
— Ja, tú eigur at vera errin, tí vit eru eitt
kræsið fólkaslag. Viðhvert hittast vit á fundi
í gullsalinum, har italiumaðurin og tann
blindi grikkin borðreiða við nektar og
ambrosia. Har verða yrkjarar — menn og
-
—O onkrum kamari á tridju ella fjórðu hædd í segði Theodor. Hann sá knappliga hugsunar-
' einum studentabýlingi og hugt niður á eina samur út, næstan stúrin.
+ — fremmanda steinseting. Meðan teir fyrstu — Hvussu tá?
.". mjólkavognarnir fara skramblandi igjøgnum — Her býr ein, ið eitur Janus. Vit kennast A
.. geturnar, og rómurin av vesandi drykkju- ikki so væl, og Gud veit, eg skal ikki siga Zz
2 monnum (summir eru vinmenn og lands- nakað ringt um nakran. Vanliga er hann
= menn hansara!) so líðandi kyrrast niðri- frynmtligur, næstan hugnaligur. Men so... 7
>? — undir, tekur hann pípuna, guvar tvær ferðir, viðhvert... 2.
pE hugsunarsamur, og fer til arbeidis. Vidhvørt ?
Oy Seinni tå hann var heimafturkomin og Ja, tað er sum oftast, tá ið hann er JÁ
nógvir av vinmonnum og javnaldrum hans- saman við Francois, sært tú, teir plaga at .-
ara farnir undir flag — sat hann og hugdi út í drekka saman, og so, út á náttina, fara teir at
havsbrúnna. Likkurnar flagsa morgun- reypa, Francois rósar sær av at hava búð á
elskar. Urt og fenaður leska seg vid tøgn Sans-Souci. so kallar Janus hann konga
] [ að nobb, soleiðis sita teir, og eitt yrðið elur tað
S " ið s ta. báðir hava verið í fongsli og báðir
3 va KK! a K ) V ið erd, og sc eir og € s
yaði pí gulli up; er ið hevdi tað ve Ig g Drekk er
ekju! ål S KA 3 £
fars H di. H verð Ama 3 6 11
var einki at ; I Ss sk Opg
ra homadi tey € 1), og S n I Christian Matras
Morgunin eftir vóru tey aftur har. Nú Móti morgni?
sóust tey tydiligari, ein long lon, í fleiri fara teir til hendurs
kvinnur mettir
hvussu so er tvær ferðir hava hoyrt títt navn
nevnt. Aðru ferðina var tað Fríðrikur, sum
rósti týðingini Hjá tær, o Drottin, er daga-
skeið. — Dekan fari, segði hann, eg skal siga
tær tað, hatta ljóðar hábærsligari enn mín
egna yrking. Hinu ferðina var tað Jeppi —
hann, sum plagar at liggja og sóla sær í tí
síða, súsandi grasinum vestan fyri húsini —
sum, tá hann umreddi yrkingina um havran,
tók til tína týðing og serstakliga hetta erind-
ið, sum hann bar upp fyri hinum:
Og eg minnist meg
Kaldir skallar fáa ei fatur á,
at eg eri lerkaljóð á strá,
livsins ljóðfall skirt i summarflog,
meir enn muumatur, grønt í trog.
Skal rætt vera rætt, fekk Theodor ikki bor-
ið seinasta orðið í seinastu reglu upp, tí nú
sveiptist havsbrúgvin í eitt blátt sler, ið var
prikkut av lodnum, makliga fallandi kava-
flykrum. Men tað gjerdi einki, tí hetta dugdi
hann uttanat. Og har sat hann, við einum
fløva í barminum og bankandi hjarta.
Hví kemur tú ikki út at heilsa upp á okk-
um ? Hesi orðini hugsaði hann nógv um, tey
eltu hann allan dagin. Út — har vinir og
javnaldrar — og skyldfólk, kundi ein kanska
sagt — sita og leska seg við gudanna
ambrosia. Ut — har loftað verður við gull-
orðum árla og síðla. Út — har dagurin eigur
ein ungdóm, sum eingi orð endurskapa.
Eg kundi hugsað mær, at ein fagran dag
fer hann raggandi oman til strandar. Har
flýtur ein bátur. Hann otar seg inn í rongina
har afturi, skjýtur frá og dregur bátstogið
inn. Og meðan sólin brandar á blídliga
skvatlandi aldum, damlar hann úteftir — rer
eftir eini glitrandi gullspong út ímóti slott-
inum í havsbrúnni, hvers ljómi stendur sum
eitt geisandi bál um allan eysturhimmalin.
A A—
KRR NORN
- .
..
st... 8. A sas