leygardagur 7. desember 1985síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 22 tíðindablaðið B | F | | | | | | | i | ] Nr. 140 — 7. desember 1985
v/Johs. A. Næs
„Men tá ið Johannes i fangahúsinum
frætti um verk Krists, tá sendi hann
boð við lærusveinum sínum, og læt
siga vid hann: „Ert tú tann, ið koma
skal, ella eiga vit at vænta ein ann-
an?« Og Jesus svaraði og segði við
teir: „Farið og berið Jóhannesi boð
um tað, sum tit hoyra og síggja:
Blind fáa sjón og lamin ganga,
spitelsk verða rein og deyv hoyra og
deyð rísa upp og fátækum verða
gleðiboð borin. Og sælur er tann, ið
ongan meinboga fær av mær.“
(Matt. 11, 2—6).
Tú hevur kanska ongantíð sæð ein kongatik-
ara í búri. Men áh, at síggja henda oyði-
markakongin, sum einaferð átti eina enda-
leysa jagaravídd við tí fría hega himli yvir
sær, — og nú, aftur og fram, aftur og fram,
uttan hvíld aftur og fram í hesum tronga
búri. Hetta er ein mynd av tí mæta prædiku-
manninum har úti í oyðimerkini — hann,
sum er hin stersti av kvinnubernum. Eina-
ferð fylktist menniskju í túsundtali um
hann, nú var hann gloymdur, goymdur,
leinkjaður, einsamallur í myrkri.
Hver ert tú, sum torir at dema henda
mann, sjálvt um ivi og freistingar funnu veg
til hansara? Men tú hevur loyvi at læra av
honum.
Munur er á tíðum. Í summum tíðum, tá ið
tú ert fríur, og eydnan er við, tá er lætt at
trúgva. Men aðrar tíðir er svárt at trúgva, tí
tú kennir teg leinkjaðan, einsamallan og
sviknan.
Ger tá sum Jóhannes. Send álítandi boð til
meistaran sjálvan. Lat kærar vinir bera boð
ímillum teg og hann. Og hann vil ikki siga
tær nakað nýtt, hann vil siga tær tað, sum tú
visti frammanundan — sum tú visti, men
sum tú ikki trúði. Og tú vilt tá ganga í teg
sjálvan og iðra teg um, at tú kundi lata teg
forarga um hann. Tú vilt tá aftur fáa frið-
Gudstænastur 2. sunnudag í advent
Havnar kirkja: Hans J. Joensen, altargongd. Skrifta-
mál kl. 10,40.
Vesturkirkjan: Hegni Poulsen kl. 11,00.
Kaldbak: Axel Tórgarð.
Argir: Bønnelycke, deyvaprestur, kl. 17,00, altargongd
Kollafjørdur: Jåkup Magnussen, altargongd.
Nordskåli: Emil Olsen kl. 12,00, altargongd.
Æðuvík: Jákup Kass kl. 11,00.
Lambi: Jákup Kass kl. 17,00.
Geta: Torkil Beder, altargongd.
Skúlin í Skálafirði: Petur Petersen kl. 12,00.
Klaksvík: Elsa Funding kl. 11,00, altargongd.
Hvannasund: Elsa Funding kl. 17,00.
Beur: David Johannesen kl. 12,00.
Hestur: Kjartan Mørkøre.
Hvalba: Birgitte Johannesen kl. 12,00, barnagudstæn-
asta. Talvan gongur til frama fyri sunnudagsskulan.
Hov: Bjarni Bæk kl. 12,00.
Evangeliska Røddin
Føroyska sendingin frå Trans World Radio, Monte
Carlo hoyrist hvørt månakvøld kl. 21,45 GMT å millum-
bylgju 205 m. (1466 kHz).
Månakvøldid 9. desember talar Pætur Hansen, evni:
Blindleiki, sangur: Kvartett og kór úr Betesda.
Fundarrød í »Filadelfia« i Gøtu
Fundir eru i kvøld kl. 20,00 og sunnudagin kl. 16,00 og
kl. 20,00.
Talarar verða Poul Johan Djurhuus, Páll á Lakjuni,
Jógvan Páll Sevdal, Hjerleif Vang, Svenning av Lofti
og aðrir.
Eysturoyarsangkórið, sangbólkur úr Eysturoynni,
sangbólkur úr Klaksvík og Alex Bærendsen syngja.
30. november fingu
Torgerð og Eyðun
Hansen, Norðragetu,
ein son.
1. desember fingu
Asbjerg Jacobsen,
Glyvrar og Magnus
Hansen, Hósvík, ein
son.
2. desember fingu
Kaja Maria Olsen,
Runavík og Jan
Joensen, Fuglafjerð-
ur, eina dóttur.
25. november fingu
arins sælu í sinn, tí Guds gamla náði aftur
varð nýggj fyri teg.
Læknavaktirnar
Torshavn:Annika Ol-
sen, tlf. 177 00, leyg-
ardag og Andor Ellef-
sen, tlf. 122 33.
sunnudag.
Eysturoy: Petur
Reinert, tlf. 23 106,
leygardag og Magnus
á Stongunum, tlf.
23 006, sunnudag.
Norðuroyggjar: Jasp-
ur Petersen, tlf.
5 64 00.
Vágar: TIf. 32 413.
Suðuroy (norður): Tlf.
71 560.
Suðuroy (suður): Tlf.
73 030.
Tannlæknavakt,
Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst
í dag og í morgin kl.
13.00—14.00. Tlf.
145 44.
Halldis Johannesen
og Ingi Stefansson,
Tórshavn, eina dótt-
ur.
28. november fingu
Mariann Knudsen og
Finnur Olsen, Tórs-
havn, eina dóttur.
29. november fingu
Anna og Elibert
Djurhuus, Strendur,
ein son.
29. november fingu
Terji Thomsen og
Jonna Jergensen,
Kollafjørdur eina
dóttur.
3. desember fingu
Leila og Max Høj-
gaard, Toftir, ein
son.
4. desember fingu
Ansa og Jákup Elias-
sen, Fuglafjerður, ein
son.
4. desember fingu
Rúna Steensen, Tórs-
havn, og Jens Olsen,
Kollafjørdur, eina
dóttur.
5. desember fingu
Jóhanna & Heðin Ol-
sen, Haldórsvík, ein
son.
Summi orð koma undir ta vanlagnu, at tey verða
bend skeivt, hóast einki skuldi verið at ivast í,
hvussu ið orðið skal verða bent.
Sálmur og í fleirtali sálmar hava feroyingar
sagt, tí sálmar hava vit sungið í eldir, og vit hava
tikið til bæði úr sálmi og sálmum, og ikki sum
sagt verður úr sálma.
Hoyra vit fólk tala á metum, í útvarpinum, í
sjónvarpinum, og prest á prædikastólinum, er
ógvuliga sjáldan at hoyra hetta orðið bent rætt.
Victor Danielsen og Jákup Dahl hava báðir um-
sett Bíbliuna, og báðir siga teir sálmar — 3. sálm-
ur. Vit hava bara umsetingarnar hjá teimum
báðum. Bæði Victor Danielsen og Jákup Dahl
dugdu at málbera seg. At benda dugdu teir eisini.
Latum okkum siga sum teir, tá ið vit tala um sálm
og sálmar, og benda, sum teir bendu.
Hetta er ein góður sálmur. Sálmurin er góður.
Vit sungu ein sálm. Sálmin sungu vit.
Soleiðis stendur í einum sálmi. Í sálminum
stendur.
Í hversfalli í eintali verður orðið lítið og einki
brúkt.
Óbundið eitur tað sálms, bundið sálmsins.
Teir eru góðir sálmar. Sálmarnir eru góðir.
Vit sungu tveir sálmar. Sálmarnar báðar sungu
vit.
Tað stendur í sálmum. Sálmum stendur tað í.
Bókin eitur Sálmabókin. Sálmanna bók.
Soleiðis, sum her er undirstrikað, skulu vit
benda orðið, sálmur.
Sv.T.
Góðskueftirlitsfólk
Søkt verður eftir 2 góðskueftirlitsfólkum til
góðskueftirlit úti á flakavirkjunum.
Arbeiðsokini eru Tórshavn og Suðuroy, og
roknast má við, at viðkomandi skal búgva á ar-
beidsøkjunum.
Skrivlig umsókn skal sendast
Att.: Nils Sorensen
FAROE
ÆP L/F Føroya Fiskasøla
SEA FOOD
3800 TORSHAVN - 14960
it |
Tað verður við hesum kunngjert fyri ætt og
vinum, at elskaða kona og móðir okkara
HANNA DALSGAARD
andaðist sunnudagin tann 2. desember av
ferðsluvanlukku.
Jarðarferðin verður úr Ørslev kirkju tys-
dagin tann 10. desember kl. 13,00.
Tórur, Hjerdis, Árni
Beinta Marianna, Gunnver Linda
og Virgar