Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-12-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 1985síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 141 — 10. desember 1985 tíðindablaðið Sosialráðgevarafelag Feroya hevur á aðalfundi hin 6 desember 1985 vidgjørt ta sera ófantaligu viðferð, sosialráðgevarar hava fingið a: Tórshavnar Býráð. Fyri okkum sær tað út sum um, at Tórshavnar býráð hevur framt »justitsdråp« ímóti fyrrverandi leiðara á sosialu deildini. Viðferðin, hann hevur fingið, gongur ímóti ellum grundreglum og siðvenjing í viðurskiftunum millum arbeiðsgevarar og starvsfólk í framkomnum londum. So grovt, at hetta má vera eindemi her á landi. Tá ið somu býráðspolitikarar innstilla eitt á einum fundi, fyri í sama andadrátti at gera tað mótsetta á næsta fundi, skilja vit tað ikki ødrvisi enn at hetta var fyri at forða honum í at fáa tíð at gera vart við seg millum fundirnar. Somuleiðis er tað óhoyrt, at deildarleiðarar verða hildrir heilt uttan fyri mál, sum náttúrliga hoyra undir deildina, eitt nú álitið um barna- ansing. Man orsøkin vera, at nevndu fakfólk kunnu tarna høpisleysu til- tøkunum hjá Havnar kommunu við at vísa á fylgjurnar av tiltøkunum. Mótsatt einaveldi skuldi okkara demokratiska skipan tryggja okkum, at vit ikki verða útihýst vegna útbúgving, arbeiðseki ella polit- iskan lit. Í $ 74 í grundlógini stendur, at vallar avmarkingar í frælsari atgongd til líka rætt til størv verða avtiknar«. Hóast grundlógin hevur verið galdandi, eisini í Føroyum, í 136 ár, tykist tað ikki hava rinið við í Tórshavnar býráð. Tað tykist sum Tórshavnar býráð skýggjar fak- fólk, sum sosialráðgevarar og pædagogar, tá fólk verða sett í leiðandi størv. Eins og grundlógin verður barnaforsorgarlógin skúgvað til viks. Felagið kennir seg skelkað og mótmælir inniliga. SOSIALRÁÐGEVARAFELAG FØROYA „Framviða Í Sosialinum nr. 139 hevur Jan samreðu við Ernst Hansen. Hesin verður spurdur, um tað yvir- hevur fer at bera til hjá Sølbjørn Jacobsen, Åge Davidsen og Ernst Han- sen at samarbeida, tå ger- andisdagurin byrjar aftur å telefonverkinum? Svarið er: >Tað er so upp til hvenn einstakan at meta um og virka fyri. Spurningurin er so, um allir erú menn at lata hetta fara >framvið bordinum«. Um so er, at nakað skal fara »fram við bordinum« so kann tað ikki skiljast annarleiðir, enn at »tele- fonverksskútan-< skjytur á (bakkar). Kanska er ára- lagið blivið so vánaligt har umborð, at nakrir rógva og aðrir skjóta á og at teir, ið skjóta á. hava yvirvág- ina. Sami málburður hoyrd- Marjun Sigurðsdóttir formaður ist eisini frá fiskivinnu- tinginum, sum var í Norðurlandahúsinum. Hans Mortensen læt eisini nakað fara >fram við borð- inum<. Tá var talan um fisk og skip. „Men lat tað fara „aftur við bordinum«. Gott áralag. gunna Jarnbrotið Du Tommy du Tommy hvad sigur du nu. Har Hans Brækjern ej været det store skud. Sagt blev at Hans ville have Ernst forføjet. Vi synes der er nogen der har løjet. Nu begynder I skrivere på en ny polemik. Vi synes det dufter af dansk erotik. Dit stålstive brækjern vi tilbage må legge. Lunt i Kong Niels'es høje alkove. Der gør det vist sin beste gavn. I dronningens forførende favn. Du Tommy du Tommy hvem skulle det tro. At du ud i Færø kom til at bo. Der hvor danernes piske så mangen smeldte. Står JARNBROTIÐ nu i færingers hånde. Semja Síða 7 Tad veldst um eyguni ið siggja Tad er rætt, sum byråds formaðurin Poul Michel sen sigur, at tað veldst um eyguni, ið siggja, tá ið eitt verk skal skoðast, men tað veldst sanniliga eisini um, hvert eyguni síggja alt verkið. Tá ið havnarfólk skulu skoða býráðsverkið, og standa og kóla igjøgnum býráðs- gluggan, so síggja tey bara eitt fitt bláoygt snýð og hvussu enn toyggja seg. so er bara tað sama fitta bláoygda snýðið at tekkja. Sama er um tidindafolk hava okkurt at spyrja um, so er tað altið sama tunga, ið mælir. Henda tunga er ógvuliga ógreið. Hon sigur altíð, at eg meti ella vil aðrir meta, og at meta merkir jú at vurdera ætla um — gita. Har- umframt kemur, at kanska og meguliga er í eðrum hverjum setningi. Hver er so orsekin til at so er? Jú orsekin er hon, at býráðsformaðurin hev- ur tikið talifrælsi frá politikarunum og starvs- fólkunum í býráðnum. Hann hevur noktað teim- um at úttala seg um tað, ið fer fram innan býráðs- gátt. Tað er bert hann sjálvur, ið hevur rætt at bera nakað fram fyri al- menningin. Tá ið so er, tey so hvussu sonn er tá myndin, ið kemur til sjóndar? Talifrælsið er okkum tryggjað í grundlógini, men hon verður ikki góð- tikin av býráðsformann- inum. Eru so aðrar lógir og fyriskipanir. ið ikki verða lýddar? Eftir mínari fatan avgjørt ja. Eg skal vidganga, at tað ikki altid er so lætt at vera bæði ein politiskur — og umsitingarligur leiðari samstundis. Mær tykir, at tann umsitingarligi leiðarin altíð dvínir fyri tí politiska og tá er vandi á ferð, tá ið mannagongdin ikki verður fylgd, tí tá kann lættliga svik koma uppi. Tað er eitt ófrávíkiligt krav til ein byrådsfor- mann, at hann fylgir mannagongdini. Ger hann tað so? Ikki i øllum forum — nei. Í $6 í reglugerð um fyrisitingina av kommun- alu viðurskiftunum í Tórs- havnar kommunu stendur í 1. petti, at býráðsfor- maðurin ansar eftir, at samtyktir býráðsins verða framdar. Allar byråds- samtyktir = verða ikki framdar. I 87 í reglugerðini og í 2. petti stendur, at býráðsformaðurin hevur eftirlit við, at mál. ið krevja býráðsins avgerð verða legd fyri byrådid við ummælum Sjálvt um ummæli eru gjørd og innstilling til by- ráðið frá kompetentari nevnd, so koma ikki all mál á býráðsborð til við- vr PE saman møguilgum gerðar Sosiala- og menta- málanevndin Tá ið nevndarfundir eru fyrireikaðir, so hava eg og formaðurin altid fingið frið at gjørt skránna ótarnaðir. Men nú er vend komin í Ongin skrá verður send út til limirna,r fyrrenn triumviratið — býráðsformaðurin by- rådsskrivarin og byråds- verkfrødingurin hava góð- kent skrånna fyrst. Gjøgnumgongdin av upp- skotinum til skránna ella vrakaraeftirlitid — kann bert fara fram í deg- verdatimanum friggjadag. Hver hevur givið teim- um henda myndugleika? Tann góðkenda skráin verður so skrivað friggja- dag seinnapart og send limunum. Mánamorgunin byrja fundirnir, tann fyrri kl. 9.00 og tann seinni kl. 11.00. Hetta merkir, at nevndarlimirnir ongan møguleika hava fyri at seta seg inn í nakað mál áðrenn fundin, og tá ið so er, tá er fólkastýrið hótt. At Lisbeth Petersen og Jan Christiansen sum for- menn lata sær lynda at fáa boð frá 3. harrum, sum als ikki umsita ella stjórna menta- og sosialmál — sí Kommunulógina og reglu- gerðina, mugu tey sjálvi taka ábyrgdina av, men hjá mær gjørdust arbeiðs- umsteðurnar av hesi orsøk ómeguligar. Fólk kunnu jú sjálvi hugsa sær til um slík viðurskifti, ið eg havi nevnt, kunnu kallast diktatorisk ella ei; men ið hvussu so er kunnu tey ikki bera heitið demokrat- it nevndirnar stjórna pE it býráðsformaðurin hev Ni eiga tidinda ið hava t.d venda ur eftirlit fólk og onnur við onkran spurning skúlunum, at sær til formannin í menta målanevndini Jan Christi- ansen, ti hann er formadur i ti nevnd, ið stjórnar skúlunum Somuleiðis er, tá ið tað snýr seg um sosialmál, tá eigur fólk at venda sær til Lisbeth Petersen, ti hon er formaður í tí nevnd, sum stjórnar sosial málum. Eg hugsi sjálvsagt um við politisk mál, tí hinar spurningarnar menta- mál og sosialmál kann umsitingin siålvsagt altid svara. Eg vóni, at fólk hava fingið eyguni upp fyri, at tað veldst um eyguni, ið síggja og at tey hava eyguni við sær í okkara litla samfelag og at tey spyrja meira enn á einum stað, so ikki alt er ein long innantóm einatala, meðan øll umsitingin fer úr spónalagnum og syndrast sundur. Sum Niklas hjá Pena segði á sinni, at nú kunnu tit kanska halda, at tað er so synd í mær, men sann- leikin er, at tað er líka so synd í nærum ellum sum arbeiða í umsitingini. Tekniska deild er, um ikki jardløgd, so tó beinskerd. 5 mans fóru í helunum á hverjum eðrum. Agang- urin á líkningardeildina er øgiligur og byggi- og by- arskipanardeildin er ikki sloppin snikkaleys heldur. Tað er bara okkara deild, ið nú átti tern. At enda skal eg nevna, at tað vóru ikki júst míni orð — diktatur og dikta- torisk, men eg nevndi einaveldi og eg havi samanborið stýrið í Havn- ar kommunu við eitt óupplýst einaveldi. Poul Johs. Johansen Fundur um astma og ovurviðkvæmi Leygarkvøldid kl. 19 verður fundur í fundarhøllini á Landssjúkrahúsinum. Jón á Steig, lækni, greiðir frá astma og ovurviðkvæmissjúkum, og filmurin »Næstin — eitt menniskja« verður vistur. Føroya Astma- og Allergifelag