týsdagur 10. desember 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
pm
Svartkjaftur
og
bytishandil
HETTA er tann tidin, tå sam-
ráðingar um sínámillum fiski-
veidirættindi millum lond eru um
at vera lidnar. Føroyar hava sam-
ráðst vid EEC og vid Sovjet
samveldið og hava hesar sam-
ráðingar gingið væl. Stødid er ikki
nógv broytt sammett við verandi
ár.
NÚ standa so samráðingar við
norðmenn fyri. Héskvøldid í hesi
vikuni kenna vit kanska úrslitið
av hesum samráðingunum.
Føroyingar eru farnir rættiliga
manssterkir til Noregs at sam-
ráðast og bendir hetta á, at stórur
dentur verður lagdur á at fáa eina
góða avtalu. Her verður so bæði
hugsað um at sleppa at fiska av
sovjettisku toskakvotuni inni í
norskum øki og um møguleikan
at økja um dagatalið hjá okkara
skipum, sum veiða rækjur við
Svalbard.
EITT fiskaslag, sum vit føroyingar
higartil hava brúkt í býti við
annan fisk, er svartkjafturin.
Eingin ivi er um, at vit við at geva
ødrum svartkjaft hava fingið ann-
an fisk istadin, sum hevur havt
stóran tydning fyri útlfutn-
ingsvirði okkara. Men spurn-
ingurin er nú, um ikki júst svart-
kjafturin verður ov bíliga latin
sum býti við annan fisk!
LØGMAÐUR Og fiskimálaráð-
harri okkara sigur við Sosialin í
dag, at gongdin er tann, at svart-
kjafturin nú verður virðismettur
meira í býtinum við annan fisk
enn fyrr.
HETTA er bert at fegnast um,
men spurningurin er, um hetta er
nóg mikið. Vit loyva okkum at iv-
ast. Tí tað eru so ómetaliga nógv
tons av svartkjafti, sum vit lata
aðrar tjóðir veiða á okkara sjógki.
Einans russar kunnu fiska oman-
fyri 100.000 tons av svartkjafti.
| Utgevari:
Abyrgdarbladstjori:
Fyritaksstjóri:
Blaðfólk:
Ljósmyndari:
Uppseting:
Prent:
oddagrein
TAD er spurningurin um at bruka
svartkjaftin til dyra matvøru, sum
kollveltir øllum pråtinum um
bytisfisk við aðrar. Vit vita, at tað
ber til at gera svartkjaftin til bæði
flak og fars, og nú er so kimið
fram: at júst svartkjafturin er sera
vælegnaður til at gera til surimi,
sum er råvøra til dýrari verur so
sum crab-stick 0.1.
UM stutta tid fer fyrsta virki av
sinum slag i Europa undir fram-
leidslu i Kollafirdi. Tad skal gera
surimiúrdráttir og brúka svart-
kjaft sum råvøru. Tað er heilt
greitt, at við hesum virkinum fær
svartkjaftur sum býtisfiskur eitt
heilt annað virði. Spurningurin er
so, um vit longu áttu at havt okt
býtisvirði á svarkjafti, ella um tað
er rætt fyrst at gera tað tá sam-
ráðingarnar vera fyri 1987!
TAÐ hava verið raddir frammi
um, at vit føroyingar, við at lata
ødrum allan hendan svartkjaftin
so »biliga« eru ørir í høvdinum.
Hetta kunnu vit so tjakast um fyri
og ímóti. Lat okkum í hvussu so
er nú brúka royndirnar á Blue
North í Kollafirði umfrmat tær
umborð á okkara egnu svart-
kjaftaskipum sum grundarlag at
meta um týdningin av at býta
svartkjaft við aðrar, soleiðis sum
vit gera tað í dag.
FØROYINGAR eiga sjálvir at
fiska allan tann svartkjaft vit eru
førir fyri, og tí er glediligt at skip
verða utgjørd til júst hesa veið-
ina. Á tann hátt kunnu vit so vón-
andi eisini minka um trýstið á
aðrar fiskastovnar. Spurningurin
um at býta svartkjaft við aðrar og
sjálvir at veiða hann til matna eru
nær tengdir saman. Nú vit av álv-
ara fara undir at veiða svartkjaft
til matna, eiga ivt eisini av álvara
at umhugsa, hvussu nógvan
svartkjaft vit hava ráð at lata
ødrum og til hvønn pris!
»Svikaprofetarnir«
Av og å hoyrast sekterist-
ar tosa um »lygi-« ella
»svikaprofetar« í sam-
bandi við trúarligar um-
steður, sum ikki passa væl
inn í viðkomandi hug-
myndafreðiligu skipan.
Jesus Kristus nýtti
orðið og greiddi frá, at
mangir svikaprofetar
skuldu stíga fram í
Hansara navni og gera
undur. Eisini segði Hann,
at træið skal kennast av
fruktunum, t.e. hverji úr-
slit hava teir ymisku, ið
virka sum hirðar, at vísa?
Hvussu er árinið á við-
haldsfólkið? Hvat verður
dentur mest lagdur á, við
eðrum orðum, hverjar eru
fruktirnar av ellum teim-
um profetum, sum í dag
koma fram í navninum
Jesus, sýna stór tekin,
siga seg kunna lekja og
enntá sett á stovn »mirak-
ul-miðsteðir<(!)? Avleið-
ingarnar eru sum vituligt
enn meiri spjaðing innan
kristindómin, men tað
vandamiklasta er, at alt
skilagott fólk og ungdóm-
ar, ið vilja hugsa sjálv-
stødugt, venda ellum
bakið, sum hevur við
átrúna at gera, tí tað
verður í teirra eygum at
sammeta við svartastu fá-
kunnu og býttheit.
Tað ræður um at dema
sjålvstødugt og óheft:
rundveltingin er syrgilig.
Visan er nå meir enn hålv-
kvæðin, og lúðrarnir hava
langt síðani ljóðað, uttan
at tað er hoyrt fyri berum
dómadagsdundri. Orða-
flokkaposin við innmat-
inum kommunisma, ate-
isma o.a. stendur í bak-
heilanum undir liðini á
vanæru, ájavnt hugsanini
um at lata materialismuna
fara. Gullkålvadansurin
gongur so listiliga, megin-
parturin treður hann,
meðan nekur rekast aftur
og fram bólkanna millum,
púra erkymlað og úti at
koyra kensluliga. Undir
snerki og ræðsluslignum
gálvi trummast skuldar-
tyngd lívsavnoktan
saman við eyðmýkjandi
barnsligheit upp á fólk, ið
sekir skilning og andligt
fótafesti, ikki so sjáldan
gjøgnum frekar ábyrgdar-
tekur, líkar brotsmanna-
avhoyringum.
Offrini loyva sær lítið og
einki persónligt frælsi og
noyða seg at spæla „góð“ í
meðsomum sjónleiki, oft-
ani orsakað av hóttan um
fordøming og glatan,
snildisliga loynd í eygna-
bráum umvendarans, sum
kortini eisini dugir at
blæsa í neyðgrátifloytuna
og sláa sentimental-
streingir. Tað tykist eins
og tey flestu sum frá líður
fella til atferðarmynstur,
ið hóskar, gerast kanska á
ein hátt væl í egn við
»frelsuna«. Vanlukkuliga
verður tað vani at fjantast
við álvarsmál.
Hetta hevur við sær
stórt innari trýst, og tí
hendir m.a. tað, at fólk við
„góðum vitnisburði“ á
uttanlandsferðum dettur
útí. Trýst elur jú mót-
trýst, ikki so legið, tað
kemur fyri, at einhver fer
vút í synd« eftir at hava
verið trúgvur metigangari
— teir sálarligu trupulleik-
arnir eru ikki smávegis.
Sovorðið undirgraving-
arvirksemi ætlaði Kristus
ongantíð, ei heldur, at
krossfestingin skuldi nýt-
ast til gáloysiskodda v.m.
Nei, meiningin við kristin-
dóminum og yvirhevur
øllum átrúna var tvørtur-
ímóti, at han skuldi bera
andligar fruktir til gagns
fyri alla mannaættina, t.d.
semju, rættvísi, miskunn-
semi, toleransu, alsk til
allar menniskjur uttan
mun til trúgv, húðarlit
o.s.fr.
Eru hesar fruktirnar at
siggja hjå ti sekteriska
kristindóminum ? Kristus
gav okkum standardin at
meta við, latið okkum
nýta hann at skilja burtur
ektaða trúgv frá óektað-
ari.
Verður Evangeliið lisið
uttan tulkingarbrillurnar
hjá onkrum, ið seinni
hevur fingið leiðslu
kristindómsins, sæst bein-
an vegin, at talan er um at
upplýsa og læra fólk um
lógir, tilveran inniheldur.
At kenna hesar lógirnar er
sera avgerandi, fyri at
kunna vita nakað um ting,
sum bera í sær eydnu og
fyri at sleppa undan at
gera mistek, ið kunnu fera
til óeydnusemi.
Talsmenn sekterism-
unnar boða als ikki frá
hesum ómetaliga týðandi
Orði, tó teir ditta sær at
sleingja um seg og sepla
við málberingum úr
terminologi Bíbliunnar
(serliga Paulusar). Tann
køvandi hondin rekkur al-
samt styttri, og mesnið
grynnir ikki, tíbetur, hó-
ast spurningurin er nokk-
so áhugaverdur, men
dekkkur, hverji ítekilig
mál, tað roynir at inna,
hverjum grundarlagið, tað
hvílir á, hverjum steði, tað
liggur á og, ikki minst,
hver ávirkanin er sam-
felagsliga.
Búði Tyril
Brennistød
å Sandvikarhjalla
Til Tórshavnar
Heilsunevnd
co. Landfutin
3800 Tórshavn.
Viðvíkjandi brennisteð á
Sandvíkarhjalla.
Næsta treyt í loyvi
tykkara til brennistødina,
dagfest 13. juni 1984,
sigur:
»Herudover er tilladel-
sen betinget af, at for-
brændingsanlæggets
kvalitet altid er i overens-
stemmelse med de streng-
este miljøkrav, landene i
Norden nu stiller og i
fremtiden vil stille til saa-
danne«.
I samband við hesa
treyt vilja vit gera vart
við:
At Tórshavnar komm-
una longu nú brýtur givna
loyvið, við at byggja nú,
hóast harðasta umhverv-
iskrav >i Norden<, nevni-
liga tað svenska sigur:
>Totalstopp fyri bygg-
ing av brennistoðum
meðan kannað verður fyri
nýggjum krevum til rusk-
burturbeining.«
heldur
tu
ikki
Ut frå hesum rokna vit
við at Heilsunevndin
syrgir fyri at nevnda treyt
verður hildin.
Við heilsan
Borgaranevndin ímóti
brennisteð á Sand-
vikarhjalla
v/ Marjun Simonsen,
Gardavegi, Hoyvik