týsdagur 10. desember 1985síða 24
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — !vamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara
Vit eru til reiðar!
drógu eina linu
í friðarspurninginum
Eggjaðu friðarrersluni til at halda fram í arbeiðinum fyri
at gera Norðurlond kjarnorkuvåpnafri
Sjåldan hava føroyskir
politikarar ur fyra ym-
iskum flokkum verid so
samdir, sum Jógvan
Sundstein úr Fólkaflokk-
inum. Jóannes Dalsgaard
úr Javnaðarflokkinum,
Asbjern Joensen úr Sjálv-
stýrisflokkinum og Er-
lendur Patursson úr Tjóð-
veldisflokkinum vóru á
norðurlendsku ting-
mannarådstevnuni í Keyp-
mannahavn og tosadu um
Norðurlond sum kjarn-
orkuvápnafrítt umveldi.
Eftir ráðstevnuna var
fundur í feroysku hel-
unum í Keypmannahavn.
Útisetar fyri friði høvdu
biðið politikararnar og
umboð fyri friðarrersluna
i Feroyum um at koma á
fund at siga sína hugsan
um Feroyar og Norður-
lond sum kjarnorkuvápna-
frítt umveldi. Nøkur og 40
fólk vóru á hesum fundi, ið
fór fram í sátt og semju.
Útisetar fyri friði eru al-
tíð við, tá sterri friðar-
tiltøk eru i Danmark, har
teir bera fram føroysku
sjónarmiðini.
Jóannes Dalsgaard legði
fyri við at greiða frá or-
sekini til, at donsku parta-
menn hansara tóku stig til
norðurlendsku friðarráð-
stevnuna. At fáa øll
Norðurlond kjarnorku-
våpnafri hevur ikki so
stóran trygdarpolitiskan
týdning. Í einum kjarn-
orkuvápnabardaga finst
eingin verja, eingin yvir-
livir. Aftan fyri ynski hjá
Norðurlondum um at
verða kjarnorkuvápnafrí
liggur eingin hóttan. Til-
takið er ætlað moralskt, at
seta hol á ístíðina, sum
hongur yvir heiminum í
dag. segði Jóannes Dals-
gaard. — Og fyri at fáa
oraðskiftið í gongd aftur.
Okkum til gagns
— Eg var ógvuliga fegin
um, at vit feroyingarnir á
ráðstevnuni við einum
undantaki drógu eina línu.
Úr Feroyahelunum í Rosenborggade fóru Útisetar fyri friði oman til r
áðstevnuna at
vera saman við eðrum norðurlendskum friðarfólkum
Tað er okkum til gangs, at
vit hava tosað sum við
eini redd, segði Erlendur
Patursson (Undantakið,
hann sipaði til, var løg-
tingsmadurin Adolf Han-
sen, sum eisini taladi im
óti samtyktini hjá Føroya
Løgtingi um at lysa Før-
oyar sum kjarnorku-
vápnafrítt umveldi).
Erlendur Patursson
helt, at ráðstevnan eisini
var úrslit av tí arbeiði og
orðaskifti, sum hevur
verið í Nordurlandaråd-
num, har Erlendur Paturs-
son eisini sjálvur fleiri
ferðir hevur reist friðar-
spurningin. Fyri nekrum
árum síðan bar einki til,
men nú er komið so langt,
at ráðstevna hevur verið.
Erlendur Patursson vænt-
aði, at okkurt fór at spyrj-
ast burtur úr.
Åsbjørn Joensen tosaði
um, at vit ell liva í vónini
um, at kjarnorkuvápn
ongantíð verða brúkt
aftur.
— Tá vit ell halda, at
kjarnorkuvápnum hava
vit ikki brúk fyri, og at vit
eiga at sleppa okkum av
við tey, so var tað rímiligt
Framhald á síðu 16
Meðan ráðstevnan var á Christiansborg, hildu friðar-
fólk fund uttanfyri borgina. Her eru tveir av feroysku
Útisetunum fyri friði, sum vóru við á fundinum
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Hesin høgguslokkurin er sjey metrar langur. Nú
verður hann goymdur á Náttúrugripasavninum
| Tað var ikki nekur
heilt vanlig sjón, sum
menninir umborð á
Magnus Heinason sóu,
tá teir í farnu viku tóku
trolið inn. Í trolinum
var einki minni enn ein
sjey metrar stórur
høgguslokkur. Hetta er
rættiliga óvanligt um
okkara leiðir. Tvær
reisir áður hava menn
tó fingið so stóran
høgguslekk undir Før-
oyum.
Magnus
}
togaði á
Munkagrunninum á
200-300 metra dýpi
Jákup Sverre Joensen,
fiskifrødingur sigur, at
hetta er annað slag,
enn tað vit vanliga fáa
inni á firðunum. Hann
heldur ikki, at nógv er
til av hesum heggu-
slokkinum.
Høgguslokkurin
verður nú lagdur i
ávísa vætu og
goymdur á Náttúru-
gripasavninum.
Foreldrafundir
um barnaansing
Mikukvøldid hava foreldrarådini á hverjum dag-
stovni sær í Havnar kommunu fund. Fundirnir
verða um tað álit um barnaansing, sum Tórs-
havnar býráð samtykti fyri nekrum mánaðum
síðan, og sum ætlanin er fyri ein part skal koma í
gildi longu eftir nýggjár.