Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-12-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 1985síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 útgávudag til jóla. Vit venda okkum higani og fara til gongu gjøgnum getuna, og koma í hinum endanum å henni til sigurs- bogan (Triumphforte), hetta stóra bygningsverk, sum fyllir getuna í allari síni breidd Tað var, sum áður nevnt, í 1765 at Maria Theresia gjerdi av, at brúd- leypið hjá næstelsta soni hennara, Leopold, við einari spanskari prin- sessu, skuldi haldast í Innsbruck. Og fólkið var til reiðar, tey vildu gjarna vera við til at gera veitslu, og býurin skuldi gjalda. Men tey vildu gleða landsmóðurina enn meira. Í skundi fóru teir undir at byggja henda sigurs- ella heiðursboga, sum alt tað keisarliga fylgið skuldi koma igjøgn- um, tá tey komu til býin. Bogin bleiv eisini liðugur til tíðina. Og tað gjørdist rættiligur veitsludagur i Innsbruck. Alt var so yndisligt, brúður og brúðgómur vóru so ung bæði, bert 18 ár. Og alt var yndisligt, líka til brúdleypsdegurðin var etin, og tey ungu skuldu fara til songar, brúdleypsnáttina. Leopold hevði ofta ringan maga, og nú gjerdi tað reiði- liga um seg, so nógv, at hann, eftir ráðum læknans, svav einsamallur ta náttina. Og tað gingu fýra dagar, áðrenn kamarsgenturnar kundu siga frá, at nú hevði brúðgómurin verið náttina yvir í kamarinum hjá brúð- rini. Men tað var eitt fylgi, sum hevði sorgina við sær, tá tey, aftaná veitsludagarnar, fóru gjegnum heiðursbogan, aftur til Wien. Tí undir brúdleypsveitsluni var tað, at keisarin fekk hjartatilburð, og doyði. Aftaná ein hendingaríkan dag í Innsbruck, fóru vit til gongu niðan Í summar var Niels Juel Nolsee á ferð gjøgnum Eysturríki og fekk hann nógv burturúr. Hann hevur skrivað hugleiðingar um hesa ferð, ið vit - at prenta í blaðnum hvenn aftur til gistingarhús okkara, uppi á fjallasíðuni. Vit fóru eftir einari av gongubrúgvunum um Inn, og so niðan brattlendið, eftir einari getu gjøgnum tann tætta skógin. Og á vegnum niðan komu vit til ein nokk so sjáldsaman djóragarð, »Alpen- zoo«, sum liggur í brattlendinum. Her eru um 100 djórasleg, og einans djór, sum liva ella hava livað í tí alpinska fjallaheiminum, tí nógv av teimum eru týnd og liva nú bert her. Men eitt sera stórt vandni skal til at fáa djór, sum hava livað í upp til 3000 m hædd, til at trívast, og enntá nerast, so langt niðri, sum hesin djóragarður lá. Andreas Hofer Vit, sum gingu í realskúla síðst í 30- árunum og nakað av krígsárunum, og m.a. hevdu týskt, vit minnast nokk enn nakað av teimum vekru, týsku sangunum, sum vit sungu tá. Í realskúlanum í Vági var ið hvussu so er sungið. Vit sungu »Lorelei«, »Annchen von Tharau«, »Oh Tannen- baum«, »In einem kúhlen Grunde«, og vit sungu sangin um Andreas Hofer. Og segan um hann var júst ein sovorðin, sum talaði til barnahug- flogið: hetjan, sum bardist fyri landi sínum, móti einari stórari, hernaðar- ligari yvirvág, sum tó vann nógvar sigrar, men sum at enda, á skammi- ligan hátt, var svikin og tikin av degum. Og í Innsbruck eru nógvir minnisvarðar settir honum. Vit fara ein dagin, við tannhjóls- breytini, oman til býin, at leita upp nakrar av hesum minnisvarðum. Og júst har, sum tannhjólsbreytin endar, á sunnara áarbakka av Inn, Rundgemálde Vegakervi í Innsbruck Nr. 142 12. desember 1985 $ 3 å