hósdagur 12. desember 1985síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 142 — 12. desember 1985
har liggur »Riesen-Rundgemalde«
Hetta er ein stórur, rundur bygn-
ingur, innan er hann allur ein hell, og
allur veggurin runt er ein risamåin-
ingur uppá 1000 fermetrar, sum
sýnir hendingarnar í tí stóra bar-
dagaárinum 1809, tá tyrilar, við
Andreas Hofer á odda, høvdu 4 hern-
aðarligar samanbrestir við franska
herin og Napoleon á Bergisel, í út
synningshorninum av Innsbruck.
Húsið og málningurin vóru gjerd í
1895
Ein kemur inn í húsið og upp á ein
rundan pall, í miðjari hell, og skal
ímynda sær, at ein stendur á Bergi
sel, har sum Hofer stóð, tá hann
leiddi bardagarnar móti fransum
Tad, sum man sær, er Innsbruck í
1809, og målningurin sýnir bardagar
nar so út í æsir, so livandi, at ein
kundi havt hug at rokkið yvir og
nortið við, at sannfert seg um, at tað
alíka væl ikki var livandi, men bert
nyndir. Har var tíverri ikki loyvi at
nvta tototól
olarum, og vóru riknir út a
andspartinum, og aftaná tað var tal
it Andreas Hofer tók
urg. og haðani stýrdi hann Tyrol
Men aftanå Osigurin í bardagar
ið Wagram, mátti Franz Il, kei
aka við friðartreytum N 1poleouns, og
a. frásiga sær landspartin T
um skuldi leggjast til Bayern. N
ndi Andreas Hofer ikki binda frið
longur, hann kallaði landsmenn sínar
undir vápn aftur. Tað kom aftur til
ein samanbrest við Bergisel, í novem
ber 1809, men hesaferð vóru tyrolar
við undirlutan, Andreas Hofer mátt
flyggja, goymdi seg í 2 mánaðir, til
ein av egnu landsmonnum hansara
fyri pening, greiddi fransum frá, hvar
hann goymdi seg. Hann var tikin,
førdur til Mantua, og Napoleon gav
strong boð um, at hann skuldi takast
av degum. Til fánýtis vónaði Hofer
at keisari hansara í Wien skuldi
bjarga honum, men tá henda vón
brast, fór hann reystliga í deyðan
Hann var skotin 10. febr. 1810, 42
ára gamal
Frá Rundgemálde koyra vit við
lunnavogninum allan býin, til enda
stødina í útsynningshorninum av
býnum og fara niðan á Bergisel.
Beinleiðis nakað fjall er tað ikki, eitt
lágt fjall kann tað kanska kallast
Men vit væntaðu tað útsýni, sum
Andreas Hofer hevði, tá hann stóð
her og leiddi bardagan móti fransum,
so verða vit vónsvikin. Tí her, sum
allastaðni her um leiðir, er ein væl-
signaður skógarvekstur. Men á
einum bera í skóginum stendur ein
stór standmynd av hetjuni, kransar
og tyssi av livandi blómum liggja
frammanfyri, og á beranum stendur
eisini ein stórur bygningur: >Tyroler
Kaiserjagermuseum«, har ergrynna
er av lutum frå krigssøgu Tyrols
gjøgnum tidirnar, og frammanfyri
húsið, millum nútímans skotvåpn,
sum granatvarparar, stendur ein av
kanónunum frá Magenta, býur í
Norðuritalia, har harður bardagi var
millum eysturríkarar og fransar í
1859.
Nýtt og gamalt metist á Bergisel.
Vit ganga longur niðan á hevdina og
koma til skíðhoppbreytina, sum nýtt
var til olympisku vetrarleikirnar,
sum hildnir vóru í Innsbruck í 1964
og 1976. Her stendur eisini, sera
sjónligt, symbolið fyri leikirnar, teir
5 ringarnir, men her við 2 skálum til
olympiska eldin. Og tað er fólkið í
tíðindablaðið
Innsbruck stolt av, at tey kundu vera
vertir fyri leikunum tvær ferðir, við
so stuttum millumbili. Ætlanin var,
at vetrarleikirnir skuldu vera í Den-
ver í USA í 1976. Men býráðið í Inns-
bruck frætti, at teir har helst vildu
sleppa undan og bjóðaði sær so at
vera vertir einaferð afturat.
Tað var eisini tá, at tann týska
gentan, Silvia Sommerlath, sum var
»hostess« við leikirnar, varð ófert
jagstrað av blaðmonnum, tí hon sást
nú ofta saman við svenska kong-
inum
Uppi á fjallinum er eitt frálíkt út-
sýni. Serliga hugtekur tað okkum at
síggja útflættingarnar í stóra vega
kervinum stutt hidani, við brúm í 3
hæddum, har Brenner Autobahn
byrjar og fær samband við vegirnar
sum koma úr fleiri hornum av
Europa
Brenner Autobahn
id okkara í Innsbruck er farir g
t KU 3 MaizD OU
m l; RT eidina sud í
pp 3r 1
hr 1DrUCK€ Hetta '
r k. ha A pp
um gongur suðureftir og uppett
nóti Brennerskarðinum, og leiðina
suðureftir kovra vit eftir landsvegn
( g ku koða he
eid K neðr
1 eg kkið i 3
HT Eekniskt eit a KS
verk skt sera væleydnað
Sjálvt fleiri førum í hesi
bygging hevði lætt munandi um
arbeiðið at gjørt berghol. so hava teir
hildið seg heilt frá hesum. fyri at tey
ferðandi alla tíðina kunnu vera undir
fríum lofti og njóta tað vakra lands
lagið. Tað er tí á hesum 37 km langa
strekki, frá Innsbruck og til Brenner
heilar 70 brúgvar, við einari longd
íalt uppá góðar 10 km. Tann longsta
er Lueg-Brúcke, uppá 1840 m, av
skapi sum eitt S, sum fellur á undur-
baran hátt inn í lendið, hon fer
ígjegnum, og tann næstlongsta er
tann djarva, og helst eisini heims
kenda Europa-Briicke, sum í 190 m
hædd fer tvertur um Wipptal. Tann
longsta súlan á brúnni er 181 m heg
og tað longsta spennið er 190 m. Og
hetta spennið er ein stálkassadrag-
ari, sum er 7 m hegur og 10 m
breiður. Brúgvin er íalt 22 m breið.
Ferðslan er vaksin ófert gjøgnum
árini. Í 1968, sum var fyrsta árið alt
strekkið var í nýtslu, fóru 1,9 mió. ak-
fer um gjaldstaðið á Europa-Brúcke,
og í 1983 var hetta tai vaksið til 8,4
mió. Og stersta ferðslutal higartil
eru, fyri eitt samdøgur, 54.000 akfør.
Og tá gjald skal krevjast, og ferðslan
kann vera so ógvislig, so skal av-
greiðslan ganga skjótt fyri seg á av-
gjaldsstaðnum. Beint sunnan fyri
brúnna, har gjaldstaðið er, er tí vega-
breiddin víðkað til 100 m, og har eru
22 básar, sum akferini kunnu koyra
igjøgnum og gjalda. Løgiå var tað ti,
ta løtuna tå vit komu um gjaldstaðið,
ein sunnumorgun í besta veðri, at tå
vóru vit einasti bilur, sum var av-
greiddur.
Ein risabygging sum Brenner-
Autobahn krevur stóra fígging.
Eysturríkski staturin og landsparta-
stjórnin í Tyrol gjerdi tí eitt parta-
felag til at byggja og reka vegin, og
samstundis var kunngjert, at av-
gjald fór at verða kravt. Hesar 37 km
av vegi komu at kosta 1,4 mia. kr.,
ella 38 mió. kr. fyri hvenn kilometur,
Standmynd Andreas Hofers á Bergesel
Europabriicke
3 ferðir so nógv sum fyri ein kilo-
metur í slættlendi, og hetta var í
1968. Men so stórar eru inntekurnar,
at teir vænta, at partafelagið er leyst
av allari skuld seinast í 80-árunum.
Síða 11