Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-12-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. desember 1985síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

skuldi vera at koyra eftir Grossglock- ner-vegnum, ein av vakrastu og mest undrunarverdu fjallavegum i Europa, sum gongur frå Salzburgar- landinum, har hann byrjar i 750 m. hædd, upp um Alpurnar, har hann kemur i hæddina vid 2510 m. og nidur aftur å låglendi sunnanfyri, i landspartinum Kårnten. Men uppliv- ingin á hesum túri kom ikki reiðiliga at standa í mun til meðina. Túrurin var 300 km langur, og vit høvdu eitt sindur av trupulleikum við bilinum. Vit hevdu koyrt um 25 km eftir Grossglockner-vegnum, og vóru komin upp í 1700 m hædd, tá vit fingu trupulleikar og máttu venda við. Men har var ein ræðulig ferðsla báðar vegir. Grossglockner-vegurin var bygdur í árunum 1930-35, tey ringu árini millum heimsbardagarnar, og tað var verkfrødingurin Ernst Wallack, feddur í Wien í 1887, sum stóð fyri bæði projektering og útstinging av hesum vegi, sum hevur eitt meðalhall uppá 12%, 120 promillu, og tað var sera bratt. Uppi á fjallinum, við munnan av eðrum av teimum báðum stuttu bergholunum á hesum vegi, stendur ein minnisvarði av honum, og ein minnispláta yvir teir 11 arbeiðsmenninar, sum lótu lív undir byggingini. Tað er heilt sjáldsamt, so væl vegurin fellur inn í tað sera bratta lendið. Hárnálsnaringarnar eru um 35 í tali og eru talmerktar, so tú á korti gjella kann fylgja við, hvussu langt, tú ert komin, og í hverjari snaring er merkt hædd yvir havið. Eins og við vegnum til Brenner, var her kravt endurgjald, og her var dýrt. Uppi í 2500 m hædd, har vegurin eisini kemur tí 3700 m hega fjallinum Grossglockner næst, liggur eitt stórt gistingarhús, Franz Josephs Haus, við einum parkeringseki til 1000 bilar. Og tað var ein serligur dámur yvir summarsesongini í ár, við tað, at tað í ár eru 50 ár, síðan vegurin var tikin í nýtslu. Veðrið var sera gott tann dagin, vit vóru har, yvir 30 hitastig, men við tað, at vit ikki fingu ta fullu uppliv- ing av túrinum hesaferð, so eiga vit tíðindablaðið nakað eftir at uppliva eina aðru ferð. Obersaltzberg Gistingarhús okkara var bert 15 km frá markinura til Tyskland. Hinu- megin markið er landsparturin Bay- ern, við Berchtesgaden, eitt landslag, sum er nakað av tí yndisligasta, ein kann uppliva. I Berchtesgaden liggur Obersalzberg, sum er eitt há- lendi, og har er ein bygd við sama navni. Har fóru vit ein dagin at vitja. Obersalzberg var ein lítillátaður út- jaðari av Týsklandi, til tað í miðjum 20-árunum fekk seguligan, ja heims- seguligan týdning. Tað byrjaði við, at Adolf Hitler leigaði sær eini hús her í 1925. Aftanda miseydnaðu kvettroyndina í Búrgerbraúkaller i Minchen í 1923, var hann settur fastur og sat í Landsberg-fongslinum einar 12 mánaðir, og livdi har sum ein greivi, og har skrivaði hann fyrsta part av »Mein Kampf«. Tað gjørdist hart stríð millum teir eftirverandi leiðararnar í flokkinum, meðan hann sat, og útaftur komin læt hann teir bert stríðast víðari eina tíð og leigaði sær húsið >Haus Wachenfeld< á Obersalzberg, har tað var bæði friðarligt og vakurt, við hugtakandi útsýni til tey høgu fjøllini i Berchtes- gaden. Hann keypti so húsið í 1929 fyri inntekurnar, hann fekk við søluni av »Mein Kampf«, og í 1936 var tað umbygt og munandi víðkað og kom at eita Berghof. Og her til Berghof mátti tá mangur týðandi politikari fara sína tungu ferð. Ne- ville Chamerlain var her. Og eystur- ríkski forsetin Schussnig og tjekko- slovakiski forsetin Hacha vóru í 1938 boðsendir at koma her, og vóru í orðum so illa viðfarnir av Hitler, at teir vóru heilt skakaðir. Sama árið hersetti Hitler bæði londini, men eingin talaði. Aftaná at nazistarnir komu til valdið í 1933, tók byggingin av Ober- salzberg reiðiliga ferð á seg. Tað hendi tað, at samtakið av týskum ídnaði, harundir vápnaverksmiðjir, samdust um at stovna ein grunn sum eina gávu til Hitler, harí teir inn- goldu pening í mun til tað arbeiði, teir gjørdu fyri statin. »Die Adolf Hitler Spende der deutchen Indu- strie« kallaðist hesin grunnur. Tað gjørdist heilt ævintýrligt. Her flovmdu milliønitnar í stødugum streymi í grunnin. Hitler kundi taka ímóti og nýttist ongum at svara fyri tað. Men hann vildi ikki beinleiðis hava nakað at gera við grunnin sjálv- ur, tí hann var jó fólkakanslari, segði hann, og mátti vera í leiklutinum sum tann lítillátaði maðurin, og har- til roknaði hann seg sum listamann, og sum slíkur hátt hevjaður yvir slíkt sum pening, sum jú bert bant hugflogið. Men allahandamaður hansara, Martin Bormann, fekk henda grunn at umsita, og nú gjerdist eitt ófert byggivirksemi á fjallinum, og Bormann var eina- veldisharri fyri ellum, sum fór fram har. Har vóru bygd hús til nógvar av nazi-oddamonnunum, kasernir til alla ta vaktmanning, sum skuldi ansa hesum virðismiklu monnum, bygn- ingar til fyrisitiong og hotellir til eir teir nógvu gestir, sum har komu. Tað ber væl til at hugsa sær, at hetta vóru góð og meiningsfylt ár, bæði fyri tey, sum búðu á fjallinum og týska fólkið yvirhevur, so sum Albert Speer nevnir í sínum endur- minningum. Ødrvisi kundi tað ikki fatast, aftaná tey ræðuligu infla- tións- og arbeiðsloysisárini í 20-ár- unum og fyrst í 30-árunum, við 7,5 mió. arbeiðsleysum í 1931, men bert /2 mió. í 1937. Albert Speer búði sjálvur á Obersalzberg. Hann var tá arkitektur hjá Hitler, og der Fúhrer vildi altíð hava hann nærhendis, fyri at kunna fylgja við ellum teimum stóru projektunum, sum Speer tekn- aði fyri hann, og sum skuldi fáa allar heimsins verandi, stóru bygningar til at fána burtur. Men á Obersalzberg var dúgliga bygt. Martin Bormann helt ikki frið. Sjálvt á háveturstíð, í frostveðri var stoypt, við upphitaðum betongi. Men so tey bæði seinastu krígsárir.i, tá fór hann at grava seg niður, at spreingja út bumbuskýli í staðin, ti nú gjørdist fíggindin meira naskur. Og segan um tey 20 árini, nazi-elitan livdi sítt sorg- leysa lív har á fjallinum, er sera spennandi og áhugaverd. Men tað stutta av tí langa er so tað, at henda sæla vardi ikki við. Hon fór í seguna, eins og túsundsársríkið fór tað. Tann 25. apríl 1945 lá tað „heilaga fjallið“, sum Obersalzberg ofta var nevnt av trúgvum floks- limum, í bjartari sól, og allir bygning- ar sóust týðiliga móti tí hvíta kav- anum, tí nú var einki eftir av teim kemisku evnunum, sum teir tey 2 seinastu árini hevdu nýtt til at gera toku við, fyri at fjala toppin. Tá flugu 318 bretsk flogfør yvir fjallið og tveittu bumbur. Og skaðin var sera stórur. Har var nógv fólk tá. Úr Berlin var meginparturin av teimum, sum høvdu nakað at siga, flýdd hig- artil. Teir »prominentastu« persónar- nir, sum eftir vóru í ferarabunkar- anum undir Ríkiskanseliinum í Berlin, vóru Hitler og Gebbels, sum vildu taka endan her, og við »hetju- deyða< teirra har, ódeyðuliggera seg sjálvar. Nú er einki eftir av nazistisku fyrndardýrdini å Obersalzberg. Berghof, húsið hjá Hitler, sum fekk stóran skaða av bumbingini í 1945, stóð til 1952, tá tað var heilt sprongt burtur. Men her er nú nógv onnur Nr. 143 — 14. desember 1985 bygging, sum er grundað á teirri stóru negd av ferðafólki, sum kemur her at síggja tað mest áhugaverda, og tað dýrasta av ollum teimum pro- jektum, Martin Bormann hevði fyri, Kehlsteinhaus, ella Hitlerhaus, sum tann enn verður kallað, uppi á fjalla- tindinum Kehlstein, í einari hædd av 1840 m. Kehlstein er ein fjallatoppur uppi yvir Obersalzberg, og so bratt er niðan á sjálvan tindin, at sjálvt vand- ir klintrarar hevdu trupult við at klára túrin. Har uppi skuldi eitt hús byggjast, gjørdi Martin Bormann av, ætlad sum ein fødingardagsgåva til der Fiihrer å 50-åra fødingardegi hansara i 1939. Og Bormann før til verka å våri 1936, og tå alt var lidugt á heysti 1938 kostaði tað, umroknað til dagsins virði um 200 mió. kr. Men hann hevði jú ein ótemandi grunn at oysa av. Vit gera túrin niðan á Kehlstein, og fara í ein av teimum serbygdu buss- unum, sum koyra niðan har. Vegurin, bygdur samstundis sum húsið, gong- ur av parkerinsekinum á Obersalz- berg og endar á einum stórum park- eringseki, undir toppininum á Kehl- stein. Her sleppa eingir privatir bilar niðan, bummur er fyri harniðir. Bert bussarnir, 12 í tali, koyra henda, kann man gott siga, vandamikla vegin, sum er 7 km. langur og liggur á einari hill, skotin inn í fjallasíðuna, og tað er mangastaðni sera høgt niður. Tað eru 6 stutt berghol á veg- num. Komin niðan, verður farið av parkeringsekinum har gjøgnum eitt berghol, 130 m. inn í fjallið, har vit koma inn í eina rúmliga hell. Og alt hetta, eins og bergholini á vegnum niðan, er klætt við vekrum, hegdum gróti. Úr hellini í fjallinum fara vit inn í eina stóra lyftu, sera vekur inn- an og tann sama, sum nýtt varð á døgum Hitlers. Lyftin gongur so 125 m upp, og vit stíga út í eina hell í hús- inum á toppinum, við stórum vind- eygum og hugtakandi útsýni yvir fjøllini, og landslagið niðanfyri. Hetta stendur alt í óbroyttum líki frá krígsárunum av. Ofta gekk Hitler aftaná degurða niðri á Berghof, við hóskandi fylgi, tann langa túrin niðan her, har te varð drukkið. Her uppi, segði hann, í hesum velduga fjallaheimi, vórðu tær stóru avgerðirnar tiknar, og her hevði hann sínar visiónir um, hvussu heimsríkið skuldi skipast. Ætlanir Wilhelms, keisara, høvdu fevnt ov víða. Ætlanir keisarans um einaræði á hevunum fóru til botns, saman við Hochseeflotte í Scapa Flow, og dreymurin um vittfevnandi hjá- landaveldi vóru eisini fyri ongum. Sjálvur vildi hann Hitler, í fyrsta um- fari, lata sær lynda tað »Lebens- raum«, sum hann vildi vinna fólki sínum í Ruslandi. Sum fráleið, dámdi Hitler einki at koma niðan í Kehlstein. Tað var bæði tann trelsligi vegurin niðan, og so tann óhugnaliga lyftin langt upp igjøgnum fjallið. Men Martin Bormann gjerdi ístaðin ofta túrin, tá hann hevði fingið fatur á onkrum kvinnuligum skrivara niðri á Ober- salzberg, til eitt ástarævintýr her- uppi, tí her órógvaði eingin hann. Tó visti kona hansara alt hetta, men hon var sjáldsama tolin. Mangar vóru veitslurnar í ovfara- kæti hildnar heruppi. Tann, sum flestar segurnar gingu um, var óivað SO R ar ude