leygardagur 14. desember 1985síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 143 — 14. desember 1985
Við borð Marcus Sitticusar á Hellbrunn
på
tann brúdleypsveitslan, sum hildin
varð her í juni 1944. Gretl, systur
Evu Braun, sum jú var hjákona
Adolf Hitlers, skuldi giftast við SS-
Gruppenfúhrer Herman Fegelein,
sambandsheryvirmadur Himmlers
vid førarahøvudsborgina. Eva, rom-
antisk av lyndi, sum visti, at hon
ongantíð fór at fáa nakra brúdleyps
veitslu, strongdi á sín elskaða Adolf
um at gera veitslu fyri Gretl. Men der
Fúhrer, sum var tann »litillåtadi«
maðurin, læt Martin Bormann hetta
upp í hendi. Og Bormann læt sær ikki
siga tvær ferðir. Fyrst var veitsla
hildin í húsi hansara niðri á Obersalz-
berg í tveir dagar, og síðan varð farið
niðan á Kehlstein, har hildið var
áfram í tríggjar dagar afturat. Og
har gingu stórar negdir av mati og
drekka. Men alt hetta forðaði ikki
fyri at Hitler, í teimum allarseinastu
krigsdøgunum, læt svágin taka av
degum sum ein hund, uttan rættar-
viðgerð og dóm.
Húsið á Kehlstein er nú ogn
„Deutches Alpenvereins«, sum rekur
eina glæsiliga matstovu her. Her er
gott pláss á toppinum, og her var ein
ómetalig negd av turistum, tá vit
vóru har. Og alt hetta stóra virksemi,
sum hevur so nógv fólk í arbeiði, er
grundað á tehúsið hjá Adolf Hitler
Komin um markið til Eysturríki
aftur, á veg heim til Wallersee, vitja
vit slottið Hallbrunn, ið liggur einar
10 km sunnanfyri Salzburg
Eins og Habsburgararnir bygdu
bæði nógv og stórt í Wien og Inns-
bruck, so er tað bygging erkabisk-
upanna, sum setur sín dam á Salz-
burg. Teir hevdu stórt politiskt vald,
og vildu reiðiliga bera av hverjum
eðrum í at byggja og seta vápna-
merki teirra á bygningarnar. Og
fólkið skuldi gjalda, og vildu tey ikki
tað, so nýttu hesir tænarar Harrans
harðskap og hóttu við vápnum
Tað var Marcus Sitticus, sum
bygdi Hellbrunn. Hann kom til
valdið sum fúrsti og erkabiskupur í
Salzburg, í 1612, eftir at hann, við
snildum, hevði fingið skyldmannin
Wolf Dietrich von Raitenau rendan
úr bispastólinum. Men hevði hann
ákært Wolf Dietrich fyri siðloysi, so
var hann sjálvur ikki betri. Slottið
Altenau, sum Wolf Dietrich læt
byggja til unnustu sína, Salomu, gav
hann navnið Mirabell, eftir einari av
egnu hjákonum sínum, og Hellbrunn
læt hann byggja til eina.
Hellbrunn er yndisligt, heilt merkt
av italskum byggistíli, og tað var
italiumaðurin Santiano Solari, sum
eisini bygdi dómkirkjuna í Salzburg
sum var byggimeistari her. Men tað
sum Hellbrunn er serliga kent fyri,
eru øll vatnspølini og alt tað vatn-
kynstrið, sum her er. Vit gjørdu ein
túr, við »guide«, gjønum vatnspølini
Nogvir vakrir, grunnir hylar vóru,
har sílini gingu tøtt, og allastaðni
standmyndir av gudum, sagkongum,
leyvum og eðrum djórum, sum alt
goysti vatn. Fleiri staðir eru handtek
sum »guidin« nú, og á Marcus Sitti-
cusar døgum vatnmeistari hansara,
kundi gera nýtslu av. Tí, sum man
gongur, standa knappliga tjúkkar
vatnstrálur upp úr flísunum beint
framman fyri einum. Men tað stutt-
ligasta er tó fúrstaborðið. Í parkini er
eitt marmorborð, við 9 marmor-
krakkum uttanum, 4 uppá hverja
síðu og ein við endan, har bispur
sjálvur sat. Tá hann hevði gestir, var
ofta etið við hetta borðið. Dúgliga
varð drukkið, og tá gestirnir høvdu
fingið kenning, gav bispur vatn-
meistaranum eitt lítið tekin. Og upp
úr ellum stólunum stóðu vatnstrálir,
beint upp undir afturpartarnar á
gestunum. Men stórurin hjá bispi
var sjálvandi turrur. Og ikki kundu
gestirnir reisa seg, teir máttu sita, til
bispur sjálvur hevði reist seg, og
blivu sjálvandi dýggjvátir, og helst
edrúir. Vit vóru komin upp í eitt
ferðalag av italiumonnum, og guidin
greiddi frá, at tað var nakað spenn-
andi við hesum borðinum, og um ikki
onkur hevði hug at seta seg, og tað
gjørdu fleir, og kløkk gjerdust tey
eisini, og har vóru bæði róp og |
látur, tá vatnið stóð uppundir aftur-
partarnar.
Í parkini er eisini eitt helli við
yndisligum fuglasangi, ein urga, sum
spælir barokkan tónleik og eitt mek-
aniskt teatur, alt gongur við vatni,
og virkar eins væl og á Marcus Sitti-
cusar degum. Sjálvur doyði hann í
1619, bert 45 ára gamal og aftaná 7
ára stjórnartíð, á Hellbrunn, sum
hann hevði so stóran tokka til, og
hann er jarðaður í dómkirkjuni í Salz-
burg.
Framhald
frælsi
javnaður
breðralag |
— við nýggjum útvarps- og
sjónvarpsískoyti
— hvønn leygardag
Hetta er sjålvstødugt blað við eykaliti,
ið tygum fáa ókeypis við hvgrjum
leygardags-sosiali.
Takið blaðið út, og lesið um útvarps- og
sjónvarpssendingarnar fyri alla vikuna.
Í hesum sambandi bjóða vit teimum, sum frammanundan
ikki halda Tíðindablaðið Sosialin, at halda blaðið.
— tibet: i LER ir
-—
Á Ja! Ég tekni meg sum haldara av
Tíðindablaðnum SOSIALINUM fyri jan. /86
ársfjórðing og fái ókeypis 3 ferðir um
tey blød, ið eftir eru at koma í ár
— vikuna
Navn
Bústaður
Box 76 =
-— 3800 Tórshavn =
Kannað posthúsinum
' | | fi x
Viktor Tlýttatatad | 8
[|
1igLIrern
Lystiliga prentar
| estra ]
i Gøtu, tlf. 41085
Service
á Frælsinum, tlf. 1 2112
3800 Tórshavn
Vit gera hvat vit kunna
og kunna tað vit gera