leygardagur 14. desember 1985síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
Eitt ljós
/
á
gøtu mini
v/ Johs. A. Næs
„Teir, ið á Harran líta, eru sum Zions
fjall, ið ikki vikast um ævir; fastur
hann stendur sum Jerúsalem, id fjøll
eru uttan um; og Harrin um fólk sítt
er nú og um allar ævir.«
(SI. 125, 1—2)
Hvørt virki, hvør borg er hetta ikki? Sterkt
og óvikandi sum Zions fjall, har templið og
borg Dåvids var. — Æviga 6vikandi stendur
hin kristni, sum litur å Gud. Guds vernd er
um hann, sum fjøllini eru um Jerusalem, ja,
Harrin sjálvur, sum hevur jerð og himmal í
síni hond, er um hann, og er um øll, ið seta lit
sína til Guds. Og harafturat koma Harrans
einglar, sum eru sterkar hetjur, ið ganga
Guds boð, og standa umkring teir, ið óttast
Gud. (Sl. 34, 8).
Tá ið heimsins herhevdingar seta lít sína
til virki og herar sínar, skal hin kristni tá
ikki seta lít sína til Harrans megi og góðsku,
sum er um hann allar vegir? Skal hin kristni
óttast ?
Á, hevdu vit eygu til at sæð, hver er um
tey trúgvandi! Vit hevdu sæð fjell, sum
eingin megi úr Helviti kann skúgva til viks.
Vit hevdu sæð eina borg, eitt virki, sum fær
Sátan at óttast. Tí í teim trúgvandi býr
Harrin. Hver kann vinna á tí hjarta, í
hverjum hin hægsi býr? Hver kann vinna á
tí virki, sum Gud sjálvur, hin almáttugi,
setir vernd um, og einglar hansara standa
umkring?
Kæru vinir, tå ið ótti herjar á tykkum, tå
ið Sátan vil ræða tykkum, og tá ið fíggind-
arnir hótta tykku, tá gloymi ikki tann, sum
er í tykkum, og sum er sterri enn tann, sum
er í heiminum (1. Johs. 4, 4).
Tann 7 des. í ár
fylti stóra skald
okkara Christian
Matras 85 ár.
Hevur tú hug at fagna Christiani —
og gleða teg sjálvan ?
So er Steikarahúsið við Drotning
Gásafót — meistaraliga týðing
hansara — tann rætta jólagávan.
Orð og Løg
Gudstænastur 3. sunnudag i advent
Havnar kirkja: Axel Tórgarð. Kl. 15 verður barna- og
familjuguðstænasta við Hans J. Joensen.
Vesturkirkjan: Kjartan Mørkøre, altargongd
Landssjúkrahúsið: Høgni Poulsen
Hviianes: Hans J. Joensen kl. 11.00
Vestmanna: Martin R. Jacobsen kl. 12.00
Eidi: Emil Olsen kl. 11.00, altargongd. Talvan gongur til
frama fyri kirkjuna.
Fuglafjørdur: Torkil Beder
Skáli: Peter Petersen kl. 11.00
Glyvrar: Jåkup Kass kl. 11.00, altargongd
Sandavågur: David Johannesen kl. 11.00
Skopun: Jåkup R. Hansen kl. 12.00
Famien: Ejvind Vilhelm kl. 12.00, altargongd
Øravik: Jonsvein Bech kl. 12.00
Vágur: Bjarni Bæk kl. 11.00, altargongd
Gideon, Vestmanna
Ungdómsmetini halda fram i dag kl. 20.00 og sunnu-
dagin kl. 19.00. Simun Pætur å Torkilsheyggi, Birgir
Poulsen, Poul Færø og aðrir tala.
Fólk úr Klaksvík og Eysturoynni syngja.
Norea Radio Danmark
Millumbylgja 1467 kHz kl. 19.30 — 19.45.
Mánadagin: »En Søn er os givet!<
Henning B. Mikkelsen luttekur.
Norsku sendingarnar eru hvenn dag kl. 8.00 á stutt-
bylgju, 31 metra-bandinum (9,6 M Hz).
Evangeliska Reddin
Feroyska sendingin frá Trans World Radio, Monte
Carlo hoyrist hvert mánakveld kl. 21.45 GMT á millum-
bylgju 205 m. (1466 kHz).
Mánakveldið 16/12 talar Kári Kjælnes.
Evni: Eina aðru ferð
Sangur; Ólavur á Váli og Sangbreður.
Feðingardagur
Sunnudagin 15. des. verð-
ur Dánjal av Rana, Trong-
isvági, 60 ár.
Stáldragarar
primaðir
£4
VESTMANNA
TIMBURHANDIL
3860 Vestmanna
Telefon 24170
14. desember 1985
Nr. 143
Sokallaður
Sonevndur
Hesi bæði orðini, sonevndur og sokallaaður, vóru
neyvan segd fyri eini 15-20 árum síðani. Nú eru
tey so vanlig at hoyra og lesa, at tey gera føroysk-
um máli mikið ógagn. At tey eru tikin úr fremm-
andum máli er ikki at ivast i.
Í dag er tann sokallaða løgmansrødan til við-
gerðar. Ein politikari segði soleiðis. Nógv onnur
munnu hava sagt soleiðis, og nógv hava skrivað
soleiðis.
Tann reðan, ið legmaður heldur á ólavseku,
verður nevnd legmansreðan, og er nóg mikið at
siga: Í dag er løgmansrødan til viðgerðar.
Ein prædikumaður tók soleiðis til: Hin sokall-
aði heilagi andin kom yvir ápostlarnar.
Heilagi andin er ein og einans ein. Óneyðugt
skuldi verið at sagt sokallaði heilagi andin.
Fiskurin var ein sonevndur silvurkalvi, stóð
skrivað.
Fiskurin var ein silvurkalvi, skuldi blaðmaðurin
havt skrivað. Fiskurin eitur silvurkalvi.
Menn talaðu um útróður. Ein maður segði tá:
»Kletturin Svarti, sum vit siga, var Yti.« Í aðrari
bygd nevndu tey klettin við eðrum navni, tí segði
maðurin soleiðis.
Onkur, ið hugsa á donskum hevði óivað sagt:
»Tann sokallaði Kletturin Svarti var ýti.=
Hesin maðurin var úr teirri tíðini, tá ið feroy-
ingar flestir hugsaðu á føroyskum.
Eitt jarðarstykki stóð lýst til selu, tá stóð í
blaðnum :
Jerð til selu
Tað sokallaða Hanusargerði í (so stóð navnið á
bygdini) er til selu.
Nóg mikið mundi verið at skrivað: Hanusar-
gerði í (so navnið á bygdini) er til solu. Og soleiðis
siga tey, ið duga at málbera seg
Ikki er haldandi telur á ellum teimum demum,
sum sokallaður og sonevndur verða segd og
skrivað, og í ellum førum gagnar tað feroyskum
máli best ikki at nevna hesi orðini. Annadhvørt
bara fáa tey burtur, ella siga tað eðrvísi
Lækna-
vaktirnar
Tórshavn: Kaj Kalls-
berg, tlf. 13150, leyg-
ardag og Alvur av
Kåk, tlf. 12557,
sunnudag.
Eysturoy: Andreas
Petersen, tlf. 41086,
leygardag og Sverri
Lamhauge, tlf.
48016, sunnudag.
Norðuroyggjar:
Steingrímur Weihe,
tlf. 55300
Vágar: Tlf. 32413
Suduroy (nordur): Tlf
71560
Suduroy (sudur): Tlf
73030
Vælkomið
lítla barn
6. desember fingu Lis
Klein Olsen og Finn-
ur Reinert, Tórshavn,
eina dóttur.
9. desember fingu
Hanna Maria og Jó-
han Hans Niclasen,
Miðvági, eina dóttur.