Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-12-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Milller Telefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Tørvur | barnanna SUM KUNNUGT hevur Tórshavnar býráð samtykt at seta serstaka barnaans- ingarskipan á stovn fyri børn, sum íkki í løtuni sleppa í verandi barnagarð- ar og vøggustovur ella sum ikki kunnu sleppa í komm- unala dagrøkt. HENDA ÆTLAN, ið gongur undir »Gundadalsprojekt- iða hevur vakt ótta og ótryggleika hjá foreldrum og avvarðandi — eitt nú við, at fyrsti partur av ætlanini verður framdur í einari gamlari timburbarakk við lítlum og ongum hentleik- um. Heldur ikki eldsvandin kann í hesum sambandi undirmetast. AFTURAT HESUM kemur so hetta, at tað ikki tykist vera ætlan býráðsins, at børnini skulu vera undir eftirliti av fólki við pedagog- iskari útbúgving. SAMBÆRT LÓGINI um Barnaforsorg skal øll skipað ansing av børnum fara fram samsvarandi hesa lóg og | tær kunngerðir, sum fylgja | av hesari lóg. Gundadals- | projektid er eftir øllum ti, | sum fyriliggur, ikki í sam- | svar við nevndu lóg og gald- | andi reglur. SUM UNDANFØRSLU fyri Gundadalsprojektinum hev- ur Tórshavnar byråd ført fram tvær høvudsgrundir: at Sosialstýrið ikki vil geva fleiri dagstovnaloyvi og at barnaansingin verður so kostnaðarlítil, sum til ber. Tørvur barnanna tykist telja ógvuliga lítið í hesum sam- anhangi. Tað er tí av stórum týdningi, at almenningurin fær trygd fyri, at eingin ólóglig skipan verður sett í verk og at tað verður upp- klárað, um tað orsakað av danska Sosialstýrinum íkki ber til at nakta tørvin á lóg- ligari og forsvarligari al- mennari barnaansing í Før- oyum. TANN HARDRENDA sam- gonga, sum nú ræður i Tórs- havnar býráð, tykist vera avgjørd um at seta hesa á- byrgdarleysu ætlan í verk. Hetta kann ikki góðtakast og hesin harðrendi og barnafíggindaligi = meirluti má steðgast í síni kynisku ætlan. HETTA KANN BERT verða gjørt við, at landsstýrið leggur uppí og verður málið ti reist á løgtingi ein av teim fyrstu døgunum. jd Nr. 144 2404 Yviri við Strond 5 - 3800 Tórshavn - Box 1302 - tif. 11077 Nú ber aftur til at fáa tilfar úr føroyskum gróti P/f Faroe-Stone Itd. er stovnað við tí endamáli, at fram- leiða og selja verur úr føroyskum gróti. 17. desember 1985 Vit gera eitt nú køksbordplåtur, vindeygakarmar, gólvflís- ar, veggjaplátur, trappusteinar, trappuflísar, brotflísar og sjálvandi eisini gravsteinar og gravkantar. Hava tygum eitthvert í huganum, setið tygum so í sam- band við okkum, og vit geva tygum fegin eitt tilboð. Tann rætta jólagávan til børnini G. W. ÞÓRGARÐ Sverrisgeta, tlf. 12043, postboks 117, Tórshavn 5 Í Í ! Í