týsdagur 17. desember 1985síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Kønigsee
Tá eg gekk í realskúla í Vági, fyrst í
40-árunum, var tað millum tey longu
stykkini, vit lósu í týskbókini eitt
stykki: Eine Winterreise an den
Kønigsee, ið hugtók meg so, at eg
ongantíð gloymdi tað aftur. Tað var
helst tann vakri, poetiski málburð-
urin, ið nýttur var til at lýsa ta stór-
fingnu náttúruna, sum gjerdi, at
hetta festi seg, og at tað gjørdist til
eitt ynski um einaferð at vitja hetta
stað.
So vit gera einaferð enn túrin um
markið til Berchtesgaden, til Kønig-
see, sum er stutt frá Obersalzberg.
T.d. gjørdi Adolf Hitler ofta túrin til
gongu, frá dýrd síni á Obersalzberg
gjøgnum hálendið til St. Bartoloma,
vid Konigsee.
Vit koma til bygdina Kønigsee,
sum liggur við norðara enda av vatn-
inum, sum er 8 km langt, um 2 km
breitt og 240 m, har tað er djúpast.
Tað er vatnið og sjáldsama umhvervi
tess, tikið undir einum, sum hevur
gjørt staðið tiltikið fyri sin vakur-
leika.
Eins og vit her í Feroyum hava
sagnir knyttar at okkara mest
markantu landslagseyðkennum, eitt
nú Risin og Kellingin, soleiðis eisini
her. Upp frá vatninum rísur tað 2800
m hega fjallið Watzmann, og stutt
frá tí eitt annað heldur lægri Frau
Watzmann, og eisini 7 tindar. Segnin
sigur, at í fyrndini var tað ein kongur
Watzmann av navni, sum við svein-
um sínum reið um í landinum, og við
grimdarhuga rændi og myrdi sakleys
menniskju. Men tá gjørdust gudarnir
Niels Juel Nolsee heldur
her fram við síni áhuga-
verdu ferðafrásegn úr Eyst-
tíðindablaðið
Melk, kleystrið
vreiðir, og revsing teirra raktu hann,
drotning hansara og sjey synir teirra,
sum ell stirnaðu til stein, og tað eru
fjøllini, vit síggja. Men blóð teirra
rann oman í Kønigsee, niður á dýpið,
og tað er tað, sum gevur vatninum
sín ódámliga, dimma lit úti á dýp-
inum, sigur pátrúgvin.
Um vit komu her í teirru býttisligu
vón at njóta kvirru saman við vakur-
leikanum, so verða vit vónsvikin. Tí
eisini her koyrir »turistmaskinan«
við fullum snúningstali. Vit komu
her ein sunnudag, av fagrasta veðri,
allir handlar opnir, og negd av turist-
um. Við henda endan av vatninum
vóru fleiri bryggjur, og haðani fóru
alla tíðina bátar. Hesir bátar vóru av
skapi, sum ferðamannabátar á deyða-
vatni ofta eru: innilokaðir, við
nógvum glasi, átekir bussum. Her
sigldu 18 tílíkir bátar, alla tíðina á
ferð. Vit fara í ein, og tann 2'/2 tíma
langi túrurin runt vatnið byrjar. Og
komin at sita her, eru endiliga
stundir at leggja til merkis, hvussu
vakurt her er. Á longum strekkjum
rísa fjallaveggirnir steyrrætt upp úr
vatninum, aðrastaðni gongur tann
tætti skógarveksturin heilt oman til
vatnið. Eitt ávíst stað við vatnið er
tiltikid fyri sítt bergmál. Båturin
leggur stilt, skiparin tekur eina kor-
nett fram, fer til ein glugga og blæsir
nakrar tónar upp móti fjallinum.
Letu seinni kemur eitt hugtakandi
fulltónað samljóð aftur úr erva.
Vit koma til tað einasta staðið runt
vatnið, har ein oyra er: St.
Bartoloma. Her liggur enn, í ellum
sínum prýði, tað kapellið og tann
veiðusmátta, sum teir fúrstaligu
próstarnir í Berchtesgaden lótu
byggja fyrst í 1700-ára talinum. Her
leggur báturin at, fólk fara upp á
land, tí her er etingarstað. Frá tí, at
kapellid er bygt, og fram igjøgnum
tíðirnar, hevur nógv ferðing verið,
eitt nú pílagrímsferðir við báti út til
Bartolomá, frá bygdini Kønigsee. Og
tað eru einar 3-4 km. Og sum rímuligt
var í einari myrkari tíð, kyknaðu upp
sagnir um óskiljandi hendingar, sum
vóru teimum fyri, sum gjerdu túrin
eftir vatninum, framvið teimum
myrku, brettu fjallaveggjunum Falk-
ensteinswand og Breitenwand, út til
Bartolomá. Og óhugnaligt kendist
tað, tá tey komu út á dýpið, har vatn-
ið hevði so dimman lit, tí tað var
blóðið av Watzmann, kongi, og
familju hansara, sum nú standa
teirra ævigu vakt yvir Kønigsee, sum
aldaði harniðri.
Vit leggja frá bryggju aftur og
sigla nú til tann sunnara endan av
vatninum. Og nú gerst kvirt, eisini
umborð, tí ell eru hugtikin av vakur-
leikanum, og vatnið er so sjáldsama
reint og klárt, her smalkast tað eisini,
og fjøllini og tann rætti skógarvekst-
urin eru tætt inni á okkum. Eg kom
her at hugsa um tann óhugnaliga
skógardeyðan í Suðurtýsklandi. Í
sunnara enda av vatninum er eisini
ein bryggja, har nekur fara upp á
land, og vit sigla fram við hinari lang-
síðuni av vatninum heimaftur. Allan-
vegin ræður kvirran, og tað er sum at
vakna úr vekrum dreymi, tá vit
koma aftur til atløgubryggjuna og
meldurin, har vit byrjaðu.
Tá vit ganga niðan aftur getuna til
parkeringsekið, var mær enn einaferð
hyggjandi afturum bak, yvir tað
vakra vatnið, og mær runnu í huga
nøkur orð ur søguni >Eine Winter-
reise an der Konigsee«, sum í umset-
ing ljóða soleiðis: Verið hjarta og
hond við gleði ogn nútíðarinnar, tí
henni tervar tey, sum tað liggur á
fold enn mangur dýrgripur frá goml-
um degum, sum ævigt er ogn teirra,
sum einaferð funnu hann.
Við Donau
Okkara 10 dagar við Wallersee gingu
skjótt. Vóru tað ikki útferðirnar, ja
so bert spákaðu vit í vakra umhverv-
inum nærhendis gistingarhúsið, og
tað var av fagrasta veðri hvenn dag.
Men so gekk túrurin víðari til sein-
asta staðið, vit skuldu búgva á:
»Pension Lechner« í lítlu bygdini
Aggsbach-Dorf, vid Donau. Tad var
eitt strekki uppå um 250 km, eftir
autobananum, frå Salzburg til hetta
stadid, midskeidis millum Linz og
Wien.
Og stadid lå å einum strekki, har
landslagið er evnað sum ein dalur,
sum Donau rennur igjøgnum. Hetta
strekki er einar 30 km langt. Í vest-
ara enda liggur býurin Melk, í eyst-
ara enda Krems, báðir sera seguligir
býir. Økid verður kallað Wachau og
eisini Nibelungengau, tí tað hevur
stóran leiklut í tí aldargamla, kenda
hetjukvæðinum Nibelungenlied.
Hetta er eitt kjarnuøki, ikki bert í
eysturríkskari, men eisini í europe-
iskari søgu, ein stór avbjóðing fyri
tann seguliga áhugaða, men eisini ein
desember 1985