týsdagur 17. desember 1985síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 144 — 17. desember 1985
frustrerandi uppliving á tann hátt. at
tu verit um ål sum her er at Tinna,
men dagarnir eru bert alt ov fåir
Í Melk. á tí staðnum har nú tað
ótrúliga benediktinarkleystrið Stift
Melk liggur. lå um tað mundið, tå
okkara tíðarrokning byrjar. ein sterk
ur rómverskur skansi, Namare kall
aður. og sunnari åarbakki av Donau
var tann fasti verjugarður, sum rón
verjar hildu seg til. Igjøgnum dalin
her fóru hetjurnar úr Nibelungenlied
á veg til og úr Húnalandi, henda veg
komu fólkaferðingarnar, tær heilagu
krossferðirnar, og her ferðaðust
handilsfólk. Uppi á fjallarødini báðu-
megin ánna sært tú tær
harímillum teirru
veldugu
borgtoftirnar
kendastu í Eysturríki og millum tær
djarvast bygdu í Europa, Burg Agg-
stein, sum vit eisini vitjaðu
Stift Melk
Frá gistingarhúsi okkara vóru tað
10 kn kovra til Melk, eftir
% P k
Ti KU í
N i Fr
insa! N VIÐ
sa vit u Jarferðir K
hild (Guðrun) til Hunalands. Ti
steðgur gjørdur á ferðini í Melk, sum
tá æt Medeliche, og har var veitslu-
hald. Nú setur kleystrið sín stóra
dám á býin. Tað liggur á einari høvd,
sera sjónskt, tætt oman ímóti Donau.
Og her lá longu áðrenn ár 900 eitt
kleystur. Tann fyrsta fúrsta- og keis-
araættin í Eysturríki, Babenbergar-
nir, ið hevdu valdið i útvið 300 år, til
ættin dyðin út um ár 1270, hevði
leingi sæti í Melk, og vóru sera gávu-
mildir móti kleystrinum, sum fekk
nógva jerð frá teimum.
Kleystrið er benediktinarkleystur.
Tað var tann heilagi Benedikt frá
Nursia, sum livdi frá ár 480 til 542,
sum stovnaði henda ordan, hvers
motto er: bið og arbeið. Sjálvur bú-
settist hann á fjallionum Monte
Cassino, í Italia, har hann læt byggja
eitt kleystur, og har hann liggur griv-
in. Tann seguliga áhugaði vil óiva
minnst, at um Monte Cassino fóru
harðir bardagar fram undir seinna
heimsbardaga, millum týskarar og
teir Sameindu. Kleystrið var lagt í
sor, men er síðan uppaftur bygt.
Tað kleystrið, sum nú liggur her,
var bygt í árunum 1702 til 1738, og
tað var ein kendur byggimeistari, frá
barokkini, Jacob Prandtauer, sum
gjørdi uppskot til og stóð fyri bygg-
ingini av hesum velduga kleystri, eitt
av teimum fínastu barokko listaverk-
unum í Europa. Aftaná eina rundferð
gjøgnum hetta listaverk, stendur tu
undrandi við tankan um ta list, sum
mannaheili hevur kunnað verið
inspireraður til, og sum hendur hava
kunnað formað. Kleystrið er líka liv-
andi í dag, sum tað nakrantíð hevur
verið. Mottoið: bið og arbeið, verður
framvegis fylgt. 27 prestar eru
knýttir at kleystrinum. Tað andaliga
arbeiðið og sálarumsorganin verða
tikin sera álvarsamt, og tann nógva
jørdin krevur, at prestarnir eisini eru
dugnaligir búnaðarmenn.
Vit vóru eina rundferð við „guide“,
her ein ung kvinna. Kleystur-
bygningurin er 320 m langur. Tað eru
tvær paralellar lonir, og ímillum
hesar lonirnar stendur kirkjan, sum
bæði uttan og innan er eitt undur-
I Diirnstein
verk av barokkum kynstri, i hvørjum
einkultluti. A ferð okkara ganga vit
gjøgnum »Kaisergang«, ein 196 m
langur gangur, har mílningar hanga
av allari keisarareðini, frá tí fyrsta
babenbergaranum, Leopold I, seinast
i 900-åra talinum, og til seinasta
habsburgarin, Karl, sum måtti siga
trúnuna frá sær í 1918.
Vit koma so gjøgnum tey høli, sum
utgjørd eru til at vísa fram, og sum
lysa søgu og virki kleystursins. Sum
so mangt annað kleystur og borg her
i landinum, so hevur hetta kleystrid
eisini sini »Kaiserzimmer«, har keis-
arin hevur bud, tå hann vitjadi. Og
eitt »Napoleonzimmer« vantar
heldur ikki. Sjålvt um Napoleon kom
her til Eysturriki sum ein rånsmadur,
so greidir tann unga daman okkum
frå, at hann er ein av teimum
»prominentastu« persónum, sum
hava vitjað kleystrið. Tann 10. nov.
1805 kom hann framvið her, vestani-
frá, í vogni við 8 hestum spentum
fyri. Abbatin tók ímóti honum á
hevuðstrappuni, í fullum ornati, og
helt eina fagnaðarreðu fyri honum á
latíni, og Napoleon búði nakrar dagar
í kleystrinum.
Búskaparliga grundarlag kleystur-
sins byggir á 3 virkistættir: land-
búnað, skógarrakstur og ferða-
mannavitjan. Til kleystrið hoyra
2800 ha av jerð, og benediktinar-
munkarnir eru óferir búnaðarmenn.
Nógvir turistar vitja her, í 1984 var
talið nakað yvir 300.000, og tey
leggja væl av peningi eftir seg á
staðnum. Kleystrið rekur eisini ein
studentaskúla í hølum sínum, ny- og
gamalmálslig linja, við 500 næming-
um. Harav verða so nakrir tiknir
burturav og sendir til ávísar lærdar
háskúlar, til akademiska útbúgving.
við einum framtíðar virki innan bene-
diktinarordanin fyri eyga.
Vit koma út á ein veldugan svala,
síggja haðani beint niður í Donau, og
fara so inn á bókasavnið. Benediktin-
arordanin hevur gjert nógv vart við
seg á tí bókmentaliga ekinum. Í
kleystrum teirra eru savnað úrslit av
vísindarligum og serliga humanist-
iskum arbeiði gjøgnum øldirnar. Vit
eru í einum stórum høli, bókaryggur
við bókarygg allar veggirnar runt. Í
hesum heli standa 16.000 bind, og
tað eru 5 høli til av somu stødd, ti
samlaða bókatal kleystursins er uppá
umleið 100.000 bind. Harafturat eiga
teir um 2000 handrit frá 9. til 15. eld
og 850 bind frá teirri tíðini, prent-
kynstrið var funnið upp, og tað var
um ár 1500. Hetta er millum tey
sterstu kleysturbókasevn í Europ -.
Eg havi lisið onkustaðni, at teir eisini
áttu eina Gutenberg-bíbil, og tær eru
virðismiklar. Men aftaná seinna
heimsbardaga, tá kleystrinum terv-
aði nógvar ábetur, var henda bíbil
seld, fyri at fáa fíggjað umvælingar-
nar.
Mønigsee
Síðsta vitjan á rundferðini var í
kirkjuni, sum er so ómetaliga vakurt
og sterkt prýdd, við arkitektoniskum
einkultlutum og veggja- og lofts-
málningum, sum er so egið fyri
barokkina. Myndin sigur betur enn
orð frá, hvat vit sóu.
Hetta var ein uppliving, vit seint
gloyma, og her kundi man gingið í
dagar, og allað tíðina funnið nakað
nýtt.
Borgtoftir á hverjum tindi
Økid Wachau, hetta um 30 km langa
strekkið, har Donau fer igjøgnum ein
tronga, Donaudalin, kann av sonnum
sigast at vera eitt kjarnuøki í europe-
iskari søgu. Henda veg fór øll ferðsla,
bædi eftir landi og eftir ånni, millum
Norðureuropa, Meðalhavið og Mið-
eystur. Ófriðarligt var, so at teir,
sum hevdu lensharrarættindi her,
mm