Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-12-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 1985síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Bartolomá við Kønigsee bygdu sær borgir, nakrir fyri at verja seg, men aðrir fyri, frá borgum teirra at gera seg inn á skipaferðsluna á Donau og ræna. Á hesum strekki kki minni enn 6 toftir, og tað at fleiri av teimum standa Ii enn, ti sum el liður í land gu, verða stórar upphæddir nú r va 5 { £ He < gg £ ftir, Wolt gg og g 1. Og 3 K DKK ið } KK 1 teknis Su 1 ” mM rd har. Vinstrumegin Donau Wachau-økinum, liggja 4 borgtoftir, kendast av teimum er Durnstein, har enski kongurin, Richard Leyvu- hjarta, i sini tid sat fangin, og um tad eru søgurnar langar. Men ófriðurin og rånsmannavirk- semið her i økinum tók reiduliga ferð å seg, tå tann bayernska adalættin Kueringer fekk fotafesti her. Hetta vóru dugnaligir menn, sum komu her stutt fyri ár 1100, og sum skjótt vistu at gera seg nyttugar hjá teimum babenbergsku landafúrst- unum, sum afturfyri góvu teimum stór ekir og rættin til at krevja av- gjald av allari skipaferðslu á Donau. Um ár 1100 bygdu teir borgina Agg- stein og ár 1130 til 1140 Dúrnstein, og í 300 ár høvdu teir ræði i Wachau. Men tað var ikki nokk, at teir fingu avgjald av skipaferðsluni. Teir spentu ketu tverturum Donau, og gjørdu seg inn á og rændu handils- skipini. So um 1230 gjerdist hetta einum av babenbergarfúrstunum, sum jú høvdu givið teimum teirra rættindi, ovmikið. Hann fylti lastina á einum handilsskipi, sum skuldi av avgjaldsstaðið við Dúrnstein, við vápnaðum monnum. Tá so ráns- mannariddarin gjørdi seg inn á skipið, var hann tikin, báðar borgir- nar vóru oyðilagdar, men so var hann latin leysur og fekk rovini aftur. Vit vitja uppi á Aggstein ein dagin. Hon liggur í 320 m hædd yvir Donau. Vit koyra nakrar km eystureftir frá gistingarhúsi okkara, framvið ánni, og so gongur ein smalur, sera brattur vegur niðan til borgina. Nakað niðan- komin seta vit bilin og ganga so tað, sum eftir er. Skógurin er so tættur, at vit ganga mest sum í hálvaskýming, sjálvt um tað er bjert sól omanfyri. Borgin liggur í einari ótrúligari legu. Út úr teirru brettu fjallasíðuni stingur ein nasi, um 120 m langur og 20 til 30 m breiður. Tað er steyrrætt berg til tær tríggjar síðurnar og bert tilgongd frå tí eina endanum. Á hesum nasa liggur borgin, bygd ytst út á reðina til allar 3 síður. Veggirnir ru ongastaðni minni enn 2 m tjúkkir Kurenringer-greivarnir sum vedu hana um år 1100, hildu hana 1 Omegui 1 t taka vid vapna- vegi. Og tó er hon 4 ferðir i síni tid rðin k sett og tikin, og søgu menn undrast á, hvussu tað er hent tí ongastaðni í tí ríkiliga. skrivliga til farinum, sum finst, sæst at hon er tikin við vápnamegi. Hildið verður, at tað einans kann vera hent við at borgmanningin, vegna kringseting, er svøltad til at geva seg yvir. Heruppi vóru ikki nógvir turistar, tann dagin vit vóru har. Vit koma inn í tann langa, smala borggarðin. Tak er sjálvandi einki nú, men veggirnir standa so hegir til báðar síður, og her er nú ein selubúð í garðinum. Her standa eisini 2 kassar við glasi yvir. Har eru uppmátingar og tekningar av borgioni, gjørdar av einum kendum borggranskara, fyrst í hesi eld, og hann hevur eisini her gjert uppskot til, hvussu hann heldur hana hava sæð út, tá hon stóð heil uppi. Vit fara gjøgnum borggarðin, og har hann endar, upp gjøgnum einar hegar trætrappur, til háborgina. Og her hevur borgharrin búð. Tí her eru búðrúm og eitt kapell. Gjøgnum eitt op í vegginum koma vit út á ein svala, sum hongur út yvir avgrund- ina. Og her er frálíkt útsýni yvir Donaudalin, og hiðani hava teir kunnað sæð skipini koma eftir ánni, og so gjørt seg til reiðar at ræna. Hesin svalin ber navnið »Rosengårt- lein«, tann litli rósuhavin. Søgnin sigur, at ut å henda svala tveitti ein av borgharrunum fangar sinar. Og her sótu teir so, ti hvørki slapst upp ella niður, til teir svøltadu til deyðis, um teir ikki styttu um pínuna og lupu útav, í avgrundina. Úti á hesum svala hitti eg ein annan vitjandi, hann var týskari og jarðfreðingur. Og meðan konurnar hjá okkum stóðu innanfyri, har tað var meira trygt, og royndi at skilja hvenn annan á eingilskum, fingu vit eitt longri prát úti á svalanum. Hann kendi, sum jarðfreðingur, væl til Diirnstein Aggstein føroysk viðurskifti. Tað var ein hugnalig leta tá vit, niðuraftur komin í borggarðin, sótu eina letu við eitt borð og nutu okkurt úr útseluni, meðan sólin so bjerg stavaði niður millum teir hegu veggirnar. Ein situr tá og hugsar um tann ótta, sum mundi vera á teim hundraðtals menniskjum, sum fyrst í 1600-ára talinum goymdu seg heruppi, undan teimum ræðslum, sum 30-åra kríggið førdi vid sær, og samanber tað við løtuna nú. Seinnapartin henda sama dag fara vit at vitja Dúrnstein, sum liggur í sunnara enda av Donaudalinum, og hinumegin ánna. Og henda túrin gjørdu vit við skipi. Umframt farma- flutning, er her ein veldug ferðsla av ferðamannaskipum á ánni. Líka frá Passau, á markinum millum Eystur- ríki og Týskland, og heilt út í Svarta- havið sigla hesi skip. Men vit skuldu ikki so langt. Tað eru atløgubryggjur við ell tey hugnaligu småplåssini omaneftir, og vit fóru umborð beint niðanfyri, har vit búðu. Einastaðni umborð stóð, at henda ferja tók 500 ferðafólk, og hon var fullsett. Túrurin oman til Dúrnstein tók 1 tíma, men niðanaftur 2'/2 tíma, tí tá er mót- streymur. Sega Dirnstein er gomul. Prógv eru fyri, at her hava longu búð fólk 3000 ár f. Kr. Men reiðiliga tekur segan ikki við, fyrr enn teir áður um- reddu Kurenringer-harrarnir, úr Bay- ern, bygdu borgina, sum eisini eitur Diirnstein, á einari hevd upp frá Donau, og niðri við ánna er eitt inn- krevjingarstað, haðani avgjald var tikið frá skipaferðsluni, og uttan um tað vaks so býurin. Vit koma til atløgubryggjuna. Her setur tann stóra kirkjan beinanvegin sín dám á myndina. Kirkjan er væl kend og nógv vitjað, og er eitt sera vakurt demi uppá bygging í barokkum sniði. Kirkjan er ein partur av tí kleystr- inum, sum liggur her, Augustiner Chorherrenstift Dúrnstein. Myndin sýnir betur enn orð, hvat fyri ein opinbering av list, henda kirkja er innan. Vit síggja einki av býnum, her vit standa við bryggjuna. Men vit ganga so igjøgnum eina langa, myrka, innilokaða gongd, upp einar brattar, slitnar steintrappur, og knappliga koma vit út í ljósi0ð aftur. Og tað er púra vist, at her kennir ein seg settan nógv hundrað ár aftur í tíðina. Geturnar eru sera smalar og steinsettar, og húsini í gomlum sniði. Tað er ófera romantiskt hetta og kanska er tað júst tað, sum hevur 17. desember 1985 LLR EA M5 WI + % bu