Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-02, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. november 2002síða 27

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 2. november 2002 53 Lívsins Orð Tim 5 verður í dag kl. 17.30. Barnamøti verður í dag kl. 17.15. Sunnudagin kl. 10.30 Møti við Dávid Bech. Mánadagin kl. 20.00 Ung- dómsmøti. Soli Deo Gloria Hóskvøldið kl. 20.00 Ung- dómsmøti. Sunnudagin kl. 14.00 Sunnu- dagsskúli, kl. 18.00 Møti við Magnus og Miu Simonsen. Mánakvøldið kl. 20.00 Alpha skeið og bønarmøti. Getsemane, Klaksvík Mikukvøldið kl. 20.00 Bønar- møti. Fríggjakvøldið kl. 20.00 Ung- dómsmøti. Sunnudagin kl. 14.00 Sunnu- dagsskúli og kl. 18.00 Møti. Tú ert hjartaliga vælkomin. Betania, Skopun Leygardagin kl. 15.00 Fam- iljumøti. Sunnudagin kl. 11.00 Mor- gunmøti v/ Leif og Susanne Madsen, kl. 18.00 Evangeliskt møti v/ Leif og Susanne Madsen. Mikudagin kl. 20.00 Bønar- møti. Øll eru vælkomin. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 14.00 Sunnu- dagsskúli, kl. 17.30 Bøn og lovsongur. Kl. 18.00 Møti. Innsavnan til húsið. Mikukvøldið kl. 20.00 Bíbliutími. Øll eru vælkomin. Aglow, Sandoy Alment møti verður í Sólarris í Húsavík leygardagin kl. 20.00 við vitjan úr Kenya av trúboðaraparinum Susanne og Leif Madsen. Allar kvinnur og menn eru hjartaliga væl- komin. Prestagarðurin á Tvøroyri Eldrasamkoma verður í prestagarðinum mánadagin 2. nov. frá kl. 16.00 til 17.30. Um onkur ikki veit sær flutning, ber til at siga frá í prestagarðinum á tlf. 371047. Øll áhugað eru vælkomin at vera við. Aglow, Suðuroy Møti verður leygardagin kl. 20.00 í Café One Way, allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar. Frelsunarherurin, Vágur Árasølan leygardagin er útsett til mánadagin kl. 19.00 í Framtíðini. Sunnudagin kl. 14.00 Sunnu- dagsskúli, kl. 19.00 Møti, Elisabeth og Sámal Jákup Joensen luttaka. Øll eru væl- komin. Missiónshúsið á Tvøroyri Ungdómsmøti við Niels Jacob Nielsen, trúboðara verður leygarkvøldið kl. 20.00. Sunnudagin fara børnini í kirkju kl. 11.00, kl. 18.00 Møti við N. J. Nielsen, trúboðara. Bønarmøti verður hálvan tíma áðrenn møti. Innsavnan verður til húsið. Øll eru hjartaliga vælkomin. Føroyahúsið Sunnudagin 10. nov. kl. 17.00 verður evangeliskt møti í Føroyahúsinum, Vesterbro- gade 17A, Keypmannahavn. Andrew Berghamar kemur at tala. Á skránni verður eisini felagssangur, sangframførsla og annað. Aftaná verður ókeypis drekkamuður. Øll eru hjartaliga vælkomin. Dagtilhaldið í Vági er opið hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15.00-18.00. Øll kunnu vera við. Dagtilhaldið Fløvin kemur saman mánadag- fríggjadag kl. 15.00-18.00 í húsunum hjá Kongshavnar Kvinnufelag. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 212380. Kennir tú føroying í Keypmannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórshavn tlf. 319630/61655400. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mánadagin 4. nov.: kl. 10 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 10-18 Vit hugsa um jólini kl. 14-18 Kortspæl, telving, bobspæl, dart og onnur spøl Tilmelding til døgurðan mikudagin tlf. 316491 Týsdagin 5. nov.: kl. 10-12 Vit baka til jóla kl. 10-11.30 Vit syngja saman við gestum frá Føroya Fólkaháskúla – Benny og Flemming Samuelsen. Øll eru hjartaliga vælkomin. kl. 15 Skúlabarnaferðin 1939. Helena Nattestad og Halda Olsen Mikudagin 6. nov.: kl. 10-13 Matgerð, Anne Grethe Harlou kl. 12 Døgurði. kl. 15 Sjá skránna í bløðunum Hósdagin 7. nov.: kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 10.30-17.00 Virka til jóla. kl. 14-17 Telduprát, Brandur Petersen Fríggjadagin 8. nov.: kl. 10-13 Matgerð, Anne Grethe Harlou kl. 12 Døgurði. kl. 13-17 Opið hús Vitjan av pensioneraðum sjúkrarøktarfrøðingum. Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg væl- komin. Spælistovan í Meinigheitshúsinum er opin frá kl. 9.00-12.00 mánadag, mikudag og hósdag fyri foreldrum við børnum uttan ansing. Frá felagnum Pinkubarnadeyði Vit hittast 2. leygardag í hvørjum mánað í Jákupsstovu í J. Patursonargøtu 24 í Havn. Nærri fæst at vita frá Annvør Nielsen tlf. 317261 ella Sólgerð Foldbo, tlf. 422184 Heilaskaðaráðgeving Spyr um alt innan heilaskaða. Fyri bæði heilaskadd, avvarð- andi og tey, ið arbeiða við afturvenjing. Sendið okkum eitt meyl til neozone@neozone.dk NeuroPlan, BellaVista, Bellevuevej 7, 2. tv., 2930 Klampenborg, Danmark. Tú kanst eisini ringja til: tlf. +45 39902665 (Jón) mobil: +45 24430903 (Jón) www.neozone.dk AA-fundir í Havn Reinsaríið, Tórsgøta 5: Roykfríur fundur í morgun kl. 9-10. Fundur verður í kvøld kl. 17-18 og sunnudagin kl. 11-12. Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~aa-fo/ AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygar- kvøld kl. 19.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri avvarðandi hjá alkoholikarum er hvørt týs- kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy/Vágur AA-fundur verður í Vágs skúla hvønn leygardag kl. 19. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu lækna- miðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19.00 og sunnudag kl. 15.00. Blái Krossur – Glyvrar bjóðar til eftirviðgerðarfund hvørt mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur – Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losj- uni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. ACA (Adult children anonymous). Fundur fyri tilkomin, ið eru uppvaksin í alkoholiskum ella dysfunktionellum familjum er hvørt leygarkvøld kl. 20.00- 21.30 í Reinsaríinum, Tórsgøta 5, Tórshavn. www.aca-danmark.dk. E-mail: acafaroeislands@hotmail.com Opin roykfríur fundur fyri øll áhugaði er hvønn sunnudag kl. 16.00-17.00, í Mariu- kirkjuni, Varðagøta 16. Náttarravnarnir í Tórshavn Tín stuðul ger mun! Blív lim- ur ella gang ein royndartúr. Ringið Carl 215570, Guðrið 220019, Hans Jákup 217818, Tone 261165, Ella 316261, Arni 222552 Føroya Heimavirkisfelag Postboks 1209 - 110 Tórs- havn. Teldupostur: fhf@craft.fo Heimasíða: www.craft.fo Felagið hevur ikki fasta skriv- stovutíð, men samband við felagið fæst við at ringja til formannin: Nigro Hermansen tlf. 314304 / fartlf. 288304. TILTØK BRÚDLEYP Leygardagin 16. november kl. 13.00 giftast í Fríðriks- kirkjuni Tóra Højgaard, Toftir og Hans Toftegaard, Fugla- fjørður. Veitslan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá seinast 2. november á tlf. 448222 ella 444237. Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033 Eysturoy: Leygardagin 2. nov.: Skála, tlf. 44 14 90 Sunnudagin 3. nov.: Eiði, tlf. 42 30 06 Norðoyggjar: Læknavaktin tlf. 458888 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): tlf. 371560 Suðuroy (suður): tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 13-14. Tlf. 314544. LÆKNAVAKTIR 53 52 Nr. 211 - 2. november 2002 FØÐINGAR 12. okt. fingu Elin Ewaldsdóttir Nielsen og William Hjelm Nielsen, Allerød, eina dóttur. Hon var 50 cm og vigaði 3300 gr. 19. okt. fingu Randi Ellingsgaard og Martin Frederiksen, Herfølge, ein son. Hann var 54 cm. og vigaði 4080 gr. 22. okt. fingu Elken Matras og Kenneth Neshamar, Fuglafjørður, eina dóttur, hon var 53 cm. og vigaði 3600 gr. 23. okt. fingu Miriam og Magnus Jensen, Hov, eina dóttur. Hon var 51 cm. og vigaði 3400 gr. 24. okt. fingu Kristín Baldvinsdóttir og Rókur Tummasarson, Argir, tvíburar – gentu og drong. Gentan var 48 cm. og vigaði 2300 gr. og drongurin var 51 cm. og vigaði 2730 gr. 25. okt. fingu Gunrid Reinert og Remy Hjaltalin á Kamarinum, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. og vigaði 4450 gr. 30. okt. fingu Heidi og Uni Nón, Fuglafjørður, ein son. Hann var 54 cm. og vigaði 3800 gr. 30. okt. fingu Arithra Nandy og Srikanya Nandi, Yviri við Strond 21, ein son. Hann var 52 cm. og vigaði 3550 gr. 30. okt. fingu Eyðgerð og Jógvan Kruse, Hósvík, eina dóttur. Hon var 48 cm. og vigaði 3050 gr. 31. okt. fingu Annika Niclasen og Peter Leon Loren- zen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. og vigaði 3400 gr. 31. okt. fingu Ella Olsen og Brian Pedersen, Nak- skov, ein son, ið eitur Peder Brianson Olsen. Hann var 55 cm. og vigaði 3500 gr. Allahalganna sunnudagur Gøta: kl. 12, Martin R. Jacobsen – Í Nes prestagjaldi gongur talvan fyri Einkjugrunnin Rituvík: kl. 11, Meinhard Bjartalíð Tvøroyri: kl. 11, altarg., Fámjin: kl. 17, altarg., Jónsvein Bech. Talvan gongur í báðum støðum fyri Einkjugrunnin Leiti: kl. 12, altarg., Marianne Telling Havnar kirkja: kl. 11, Bjarni Bæk. Talvan gongur fyri Einkjugrunnin Kl. 16.00 Minningargudstænasta fyri deyð børn, Inga Poulsen Dam Vesturkirkjan: kl. 11, Bergur D. Joensen Argir: kl. 11, altargongd, Sverri Steinhólm og Jens Lombert, KFS-skrivari Nólsoy: kl. 12.00, Sonja Klein. Talvan gongur fyri Einkjugrunnin Kaldbak: kl. 12.00 Henning Nielsen, altarg. Talvan gongur fyri Einkjugrunnin Norðskála: kl. 11.40 skriftamál, kl. 12.00 Messa (minningarhald) Funningur: kl. 17.00 Messa (minningarhald), Emil Olsen. Talvan gongur í øllum kirkjum í Eiðis prestagjaldi fyri Einkjugrunnin Sørvágur: kl. 12, altarg., David Johannesen Saksun: kl. 11.00, Inga Poulsen Dam Hósvík: kl. 12.00 Marjun Bæk. Í Vestmanna kirkju gongur talvan fyri Einkjugrunn Føroya Viðareiði: kl. 12.00 Elsa Funding. Í Norðoya eystara prestagjaldi gongur talvan fyri Einkjugrunnin Klaksvíkar Sjúkrahús: kl.10, Árnafjørður: kl. 12, altarg., Niels Pauli DAnielsen Christianskirkjan: kl. 11, Talvan gongur á middegi fyri Hjálpargrunnin kl. 16: minningargudst. fyri pinkubarnadeyð. Hans Eiler Hammer Norðoya Røktarheim: kl. 14.30, Elsa Funding Hov: kl. 11, Hvalba: kl. 12.30, Ólavur Ramussen Fuglafjørður: kl. 12, Uni Næs. Í Fuglafjarðar prestagjaldi gongur talvan fyri Einkjugrunnin Skúvoy: kl. 12, Jákup R. Hansen Hestur: kl. 12, Heri Joensen. Broytt kirkjutíð í Vágum: Komandi sunnudag (3. nov.) verður farið í kirkju kl. 12.00 í Sandavági, Miðvági, Sør- vági og Bø Aglow Tórshavn Aglowdagur verður leygar- dagin 9. nov. kl. 12.00 á Sjó- mansheiminum. Skráin: Døg- urði, lovsangur og undirvís- ing. Allar kvinnur eru væl- komnar. Tilmeld. í seinasta lagi hóskvøldið 7. nov. Tiltakið er ókeypis. Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11.00 Mor- gunmøti, kl. 18.00 Evangel. møti. Øll eru vælkomin. Frelsunarherurin, Tórshavn Møti sunnudagin kl. 11.00 og 18.00, Steindor Hjaltalin, Torbjørn Lágadal og fleiri luttaka. Sunnudagsskúli kl. 14.00 og børn kl. 17.30. Øll vælkomin. Mánadagin kl. 17.00 og 19.00 Skótamøti. Týsdagin kl. 17.00 og 20.00 Hornvenjing. Ebenezer Sunnudagin kl. 10.00 Breyð- bróting, kl. 12.00 Sunnudags- skúli, kl. 18.00 Evangel. møti har møtirøðin heldur áfram við evninum: Ábraham – trúarhetjan. Mikukvøldið kl. 20.00 byrja Samfelagsmøtini við bønar- haldi. Heimasíðan: www.ebenezer.fo Meinigheitin í Hoyvík uppi á Brekku 3 Mánadagin kl. 20.30 Bønar- møti. Sunnudagin kl. 11.00 Guds- tænasta, Jóna Jóhannesen, kl. 14.00 Sunnudagsskúli. Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 Mor- gunmøti, ímeðan er skipað barnaansing, kl. 12.00 Sunnu- dagsskúli og samstundis kl. 12.00 Møti, Gunnar Nielsen talar. Heimasíða www.hebron.fo Katólska kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 messa í Kerit. Leygardag kl. 11.30 Messa í Kerit. Sunnudag kl. 11.00 Hámessa við Biskup Lukas de Hovre í Mariukirkjuni. Aftaná verður kirkjukaffi. Sunnudagsskúli kl. 14.00. Meinigheitshúsið Leygarkvøldið kl. 19.30- 22.00 Juniorhugni fyri 6. flokk og eldri. Sunnudagin kl. 14.00 Sunnu- dagsskúli, kl. 18.00 Møti v. Jens Lomberg frá KFS. Filadelfia, Landavegur 22 Í kvøld kl. 20.00 Lov- sangsmøti. Í morgin kl. 11.00 Mor- gunmøti við Alex O’Campo, kl. 11.30 Barnagudstænasta, kl. 18.00 Lovsangsmøti. Mánakvøldið kl. 20.00 Bønar- skúlin. Møtiskráin hjá Filadelfia sæst á heimasíðu okkara: www.filadelfia.fo Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Sunnudagin kl. 14.00 Sunnu- dagsskúli og juniormøti. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13.00 Sunnu- dagsskúli, kl. 17.00 Møti. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15.00 í KFUK: Eldrasamkoman við Jústinus Ejdesgaard. Týsdagin kl. 17.00 í KFUK: Várgleði fyri børn. Saron, Vestmanna Sunnudagin kl. 18.00 Møti v/ innsetan av tænastu, Jón Miðberg talar. Mánadagin kl. 19.00 andakt á Eldrasambýlinum v/ Magnus Paula Johannesen. Telefonandaktin 424741. Vestmanna missiónshús Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 18.00 Møti. Missiónshúsið í Hvalvík Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 18.00 Møti við Edelborg Petersen, Haldars- vík. Øll eru hjartaliga væl- komin. Norðskála kirkja Kirkju- og missiónsvikan byrjar í morgin – allahalg- anna sunnudag – við skrifta- máli kl. 11.40, messu kl. 12.00 og heldur fram alla vik- una við gudstænastum og møtum. Mánakvøldið verður katekis- musgudstænasta kl. 20.00. Evni: Konfirmatións/ferming. Sjómanskvinnuringurin í Runavík kemur saman á sjómansheiminum mána- kvøldið kl. 19.30. Mint verður á jólapakkarnar til sjómenn- irnar. Allar kvinnur eru vælkomnar. Keldan, Skálafirði Fríggjakvøldið kl. 20.30 Vón fyri framman við hugna, vitnisburði og sangi, Margeir Toftegaard luttekur. Leygardagin kl. 17.30-19.30 juniorarbeiði fyri børn 3.-7. fl. Leygarkvøldið einki opið hús vegna felags lovsongs- vikuskiftið í Filadelfia, bussur fer frá Kelduni. Sunnudagin kl. 17.00 Møti við Paula Høj, barnamøti kl. 17.00. Vælkomin í Kelduna www.keldan.fo Meinigheitshúsið á Skála Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 19.00 Møti við Reimund Langgaard. Lovsongsbólkur luttekur. Aftaná verður drekka og hugnaløta. Innsamling til húsið. Elim, Søldarfjørður Sunnudagin kl. 12.00 Breyð- bróting og sunnudagsskúli, kl. 18.00 Evangel. møti. Mikukvøldið kl. 20.00 Bønar- møti. Øll eru hjartaliga væl- komin. Gøta Ungdómsmøti verður í kirkjukjallaranum í kvøld kl. 20.00. Frits Thomsen verður við. Øll eru vælkomin. Gøta Týsdagin kl. 20.00 Glyvra- Hanusars húsi, bibeltime: 1. Kor. 12 v. Peter O. K. Olof- son. Thabor, Fuglafjørður Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 18.00 Møti og kl. 21.00 Ungdómsmøti. ANDLÁT 23.10 Katrina Johannesen á Skála, 80 ár. 25.10 Ásvør Ranghamar, Norðagøta, 68 ár. Reidar Samuelsen, Tórshavn, 74 ár. Jens Edvard Jensen av Hellunum, 85 ár. 27.10 Einar Mohr ættaður úr Fuglafirði, búsitandi í Ánunum, 79 ár. Rigmor Skála, Tórshavn, 85 ár. Anna Dalsgaard, Tórshavn, 64 ár. Richard Lamhauge, Lamba, 81 ár 28.10 Hans Ottosen, Haldórsvík, 64 ár Emmely Nolsøe, Tórshavn, 84 ár 30.10 Elisa Hammer, fødd Ellingsgaard, av Eiði, 87 ár TILTØK EITT LJÓS Á GØTU MÍNI »So satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær!« Matt. 25,40 Vit siga, at Gud er kærleiki, og tað er hann, ófatiligur kærleiki. Vit kunna og megna ikki at grunda út dýpið av kærleika hansara. Ja, hesin kærleiki rakk út á Golgata, hann læt lív av kærleika til heimin. Og hesin kærleiki er til øll, sum vilja hava lut í honum. Jesu deyði og uppreisn eru vitni um Guds kærleika til okkum menniskju. Men vit eiga at siga eitt annað, og tað er, at heimurin, vit liva í, tystir eftir kærleika og tolsemi. Skulu vit sum kristin verða trúverdug, so mega vit eisini liva kærleikans lív millum medmenniskju okkara. Vit liva ikki á himni enn, vit liva her og nú. Og her og nú skulu vit bera Guds kærleika víðari til næstan. Menniskju vilja fáa lut í Guds náði og kærleika. Tað er onkur, sum hevur sagt, at vit eru Guds hendur í heiminum. Vit eru sett inn í henda heim, fyri at vit skulu virka her í trúskapi. Vit skulu liva her og nú og ikki gloyma foldarlív, uppgávur og skyldur okkara. Vit tæna Gudi við at tæna lívinum og næstanum. Tað er trúskap ella ótrúskap okkara í hesum lívi, sum vit skulu svara fyri á dómadegi. Gerðir okkara fylgja okkum, so leingi vit liva. Uttanum lívið og næstan sleppa vit ikki. Gerningar okkara eru okkara vitnisburður. Gud krevur av okkum kristnu kærleika, tolsemi og rættvísi. Hann krevur av okkum, at vit eru trúverdug og sonn. Her og nú verður opinberað, hvørjum harra vit tæna, Gudi ella mammon. Kennir tú títt kall? Ja, men liva so lívið í tænastu fyri øðrum! Amen David Johannesen Olivia fekk eina lítlasystir tann 14.1.02 og hon eitur Annika. Foreldrini eru Stig Persson og Tórunn Asgeirsdóttir. 75 ÁR Týsdagin 29. oktober fylti Helga Strømsten, Norðragøta, 75 ár. Dagurin verður hildin í dag leygardagin 2. nov. í Gøtubrá í Gøtugjógv kl. 19.00. C M Y K 52