hósdagur 19. desember 1985síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 145 — 19. desember 1985
Sarkofagar Franz Ferdinands og frú, á Artstetten
ð.r1 S
her til ikra lermannavenjing
Bosnien m endaðu við einari vit
an Sarajevo. Framvið farleiðin
gjøgnum býin, har túrur teirra gekk,
stóðu 6 mans, hver við sínum morð
vápni. Einum teirra eydnaðist tað at
tveita eina hondbumbu, sum tó ikki
gjørdi trúnfylgjaraparinum nakran
skaða, men seinasta manni eydnaðist
tað, við einari skammbyrsu, at lata
einans tvey skot av, og Franz Ferdi-
nand og Sophie doyðu á staðnum
Tað var Franz Ferdinand greitt, at
dyrnar til Kapuzinergruft í Wien,
gravhellini hjá keisaraættini, fóru at
vera stongdar fyri konu hansara, og
tí læt hann í 1906 innrætta gravstað
teirra, undir slotskirkjuni.
Vit fara út aftur av slottinum og
inn í kirkjuna. Har eru í erva 3 losjur,
við beinleiðis atgongd frá slottinum,
hagani tey kundu-koma til gudstæn-
astuna. Kirkjan hevur nógvar listar-
ligar lutir, sum Franz Ferdinand, ið
var skilagóður savnari av list, hevur
útvegað kirkjuni. Og frá kirkjuni
fóru vit so endiliga niðurundir til
gruftina. Vit vóru tey einastu har tá.
Ein kona kom við lykli og læt upp, og
vit fóru inn í eina breiða gongd til eitt
rúm, við nekrum beinkjum og krusi-
fiksum, eitt kapell, men sera einfalt,
og har stóðu báðir sarkofagarnir,
aftanfyri eitt rimaverk. Vit hava eis-
ini einaferð verið í Kapuzinergruft í
Wien, har standa 144 sarkofagar,
sum goyma hesa navnframu ætt.
Men seguliga kennist henda letan,
frammanfyri báðum kistunum her,
nógv sterri og hugtakandi enn tann í
Kapuzinergruft, tað skuldi tá líka
verið frammanfyri sarkofaginum hjá
Rudolf, sum doyði fyri egnari hond í
Mayerling, ella frammanfyri tóma
plássinum, har sarkofagurin hjá
hertoganum av Reichstadt, sonur
Napoleons og Mariu Ouisu, stóð, til
hann í 1941, eftir boðum Adolf
tíðindablaðið
Innar, mer fyri nKran iv teimun
eisini hevur elvt sorg
Aftaná hetta var sega hússins
Habsburg stutt. Tann ungi Karl, tá
27 ár, gamli keisarin var abbabeiggi
hansara, gjørdist trúnfylgjari. Men
gamli helt enn teymarnar í hond,
sjálvt um hann nú var 84 ár, og
hálvavegna senilur. Skyldfólk síni
hevði hann sæð detta sum gras
uttanum seg: Bróðurin Maximilian,
keisari av Mexiko, avrættaður har í
1867, sonurin Rudolf fall fyri egnari
hond í 1889, kona hansara, tann til-
tikið vakra Elisabeth, var stungin til
deyðis í 1897, og bróðursonurin
Franz Ferdinand myrdur í 1914.
Einki at ivast i, at gamli kendi seg
einsamallan, og húsið Habsburg
skinklaði illa, tí rembingarnar vóru
óferar av teimum 10 ymisku tjóð-
skaparbólkunum, sum myndaðu dup-
ultmonarkiið.
Uppgávan sum var legd á herðar
Karls, tá gamli keisarin doyði í 1916,
86 ára gamal, var ikki til at loysa.
Hann sat eitt 2 ára skeið. Í 1918
fingu ell hjálondini teirra frælsi, Karl
mátti siga trúnuna frá sær og fara av
Schønbrunn, og við orðunum: Harra
Habsburg, hýruvognurin bidar«, sum
eitt av starvsfólkunum boðaðu
honum frá, tann dagin, tey stóðu til
reiðar at fara av slottinum, fór eitt
næstan 800 ára gamalt dynasti í søg-
una.
Karl var bert 35 ár, tá hann doyði,
men kona hansara, Zita, livir enn, í
Spaniu, 94 ára gomul.
Framhald
Marie-Louise, erkahertúginna av Eysturríki
Síða 13