hósdagur 19. desember 1985síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Niels
| Juel
| her
fram
Frå Mayerling til Sarajevo
Umframt ta túsund ára longu søgu,
sum knýtir seg at Wachau-ekinum,
og tey sjónligu prógv, sum eru fyri
henni, so er eisini her eitt minnisstað,
sum knýtir seg at seguni í okkara
old, og sum kunna minna okkum á
tær milliónir av mannalívum, sum
vórðu týnd undir fyrra heimsbar-
daga. Tað er tí við ærufrykt, at tú
trínur inn á hetta halga stað, grav-
hellina undir lítlu slotskirkjuni við
slottið Artstetten, tí har standa kist-
urnar við Franz Ferdinand, trún-
fylgjara, og kqnu hansara, Sophie
von Hohenberg, sum vórðu myrd í
Sarajevo í 1914.
Tað er eitt neyvt samband millum
hendingarnar í Mayerling í 1889, tá
trúnfylgjarin Rudolf, einasti sonur
Franz Josephs, keisara, tók seg av
degum bert 31 ára gamal, og sorgar-
leikin í Sarajevo. Habsburgska keis-
araríkið var stórt, sett saman av
londum, sum bæði í tungumáli og
lyndi vóru so ymisk, at tey ikki
kundu stýrast á einaræðisligan hátt
frá Wien. Hetta vildi gamli keisarin
ikki skilja, Rudolf skilti tað til fulnar,
strongdi á at fáa londunum meira
sjálvsræði, men keisarin vildi ikki
hoyra um slíkt. Rudolf var vónbrot-
in, og aðrar trupulleikar hevði hann
eisini, og tey tóku lívið av sær, hann
og bert 17 ára gamla elskarinna
hansara, Maria Vetsera, á veiðislott-
inum Mayerling, í januar 1889.
Systkinabarn hansara Franz Ferdi-
nand, sum tá gjerdist trúnfylgjari,
hevði ikki so liberalar áskoðanir sum
Rudolf, og hann duldi ikki fyri, at tå
Nolsee heldur
við síni áhuga-
verdu ferðafrásegn úr Eyst- |
urríki.
tíðindablaðið
*Artstetten
hann kom til valdið, so vildi hann
knýta londini á Balkan enn tættari at
Wien. Tað, sum hendi í Sarajevo,
kom tí ikki óvæntað. Onkur segu-
maður heldur enntá, at stjórnin í
Wien visti, at morðroynd fór at verða
framd móti trúnfylgjaraparinum,
men keisarin læt tey álíkavæl fara.
Franz Ferdinand var vorðin ein trup-
ulleiki fyri hann, av tí at hann, eftir
teirri ómetaligu habsburgsku virðis-
metingini, hevði gift seg við einari
kvinnu, sum var langt undir hansara
egnu stætt, sjálvt um hon var av
aðalsætt, og herð vóru krevini, ið
vórðu sett honum, áðrenn hann slapp
at giftast, og ómenniskjanslig tann
viðferð kona hansara fekk av habs-
burgska »hierarkinum«.
Dyrnar vórðu bókstavliga
stongdar fyri henni. Sophie, sum tá
hon giftist trúnfylgjaranum, fekk
heitið fúrstinna av Hohenberg, fekk
ikki loyvi at búgva á Hofburg, bú-
staður keisaraættarinnar í Wien, ikki
loyvi at taka lut í familjuveitslum,
ikki loyvi at nýta teir vognar, sum
hoyrdu til hovið, eisini vóru hovlosj-
urnar í sjónleikarahúsinum stongdar
fyri henni. Tá tey vóru í Wien, og tá
búðu á Belvedere, tá bleiv vaktar-
haldið beinanvegin tikið burtur, so
skjótt Franz Ferdinand fór at ferð-
ast, og bert hon var eftir. Og sjálv-
andi mátti hann, áðrenn hann tók við
sum trúnfylgjari, frásiga sær rættin
hjá børnum teirra til trúnuna. Og so
hjartaleyst var, at tá tey trý bernini
blivu faðir- og móðurleys á so ræðu-
ligan hátt, tað elsta ikki 14 ár, tá
varð alment kunngjert, at tey hoyrdu
ikki við til ta habsburgsku ættina
Men hjúnalag teirra var sera
eydnuríkt kortini, (tey giftust år
1900, og bert hennara ætt tók lut í
brúdleypsdegurðanum), og børnini
vóru trý, ein dóttir, Sophie, og tveir
synir, Ernst og Maximilian. Sjálvt
um tey mistu meginpartin av ognum
teirra, aftaná 1918, tær vórðu ognar-
tiknar, so komu synirnir sær tó væl
fram, Maximilian gjerdist dr. ju. og
Ernst verkfreðingur. Báðir vórðu teir
settir í konsentratiónslegur Adolf
Hitlers longu í 1938, og Ernst doyði í
1954, bert 52 ára gamal, orsakað av
fylgjunum. Sophie giftist eisini, og
hon livir enn, sum einkja, í Salzburg,
84 ára gomul.
Vit fara ein dagin at vitja Art-
stetten. Koyra frá gistingarhúsi okk-
ara, vestureftir móti Melk, yvir um
Donau, eftir einari breiðari brugv, og
so víðari vestureftir á norðaru síðu,
snara so beint norðureftir, og leiðin
gongur nokk so bratt upp einar 4 km,
og so eru vit við bygdarlagið Art-
stetten og slottið av sama navni.
Hetta var tað minsta av teimum 3
slottunum, sum vóru persónliga ogn
Franz Ferdinands. Veðrið var sera
gott henda dagin, sól og bláur himm-
al, og vakurt er slottið, sum tað
liggur har, burtur frá bygdarlagnum,
við tøttum skógarvekstri uttanum.
A slottinum er bygd upp ein fest
framsýning, sum gjella lýsir allar
partar av lívi Franz Ferdinands. Vit
keypa ein bokling, vegvísara, og við
honum í hondini byrjar ferðin
gjøgnum tey høli, sum goyma fram-
sýningina, og ervar vísa, hvenn veg
Nr. 145 — 19. desember 1985
skal. Longu í slotsgarðinum
gangast
standa 3 opnir bilar, sum vóru ogn
trúnfylgjarans. Og annars lýsir fram-
sýningin hann sum veiðimann, sum
ferðamann, heryvirmann, sum pápa,
góðseigara, savnara, politikara, og at
enda verður lýst morðið í Sarajevo
Hann var ein maður, sum hevði nógv
um at vera. T.d. ferðaðist hann nógv,
í Ruslandi, Europa, og í 1982-93 jerð-
ina runt. Og hann var ein góður rit-
hevundur, sum skrivaði fleiri bøkur,
grundaðar á ferðir sínar. Her kann
verða lagt afturat, at framsýningin
lýsir eisini Rudolf, sum var so fram-
urskarandi, og sum alt tað, so ymiskt
samansetta habsburgska dupult-
monarkiið, setti álit sítt á, sum tann
maður, ið kundi finna eina brúkliga
loysn á trupulleikunum.
Vit ganga runt, og í teimum ym-
isku rúmunum lesa vit ymiskt, sum
har hongur innrammað, tikið burtur
úr tí, sum Franz Ferdinand hevur
sagt ella skrivað. Einastaðni máttu
vit steðga á. Kundi eitt tílíkt suff frá
einari píndari sál koma frá fólki, sum
livdi í allari hesari dýrd, vit sóu uttan
um okkum? Har stóð: >Die Habs-
burgerkrone ist eina Dúrnekrone,
und niemand, der nicht in sie hinein-
geboren ist, soll nach sie verlangen«.
Hetta segði hann i 1908, og tað kan
umsetast soleiðis: »Habsburgar-
krúnan er ein tornakrúna, og eingin,
sum ikki var føddur til hana, skuldi
longst eftir henni«.
Huglagið er ikki sert dapurt, ein
gongur her. Øll henda dyrd, og nú
liggja tey bæði har, niðri undir slott-
inum, so brádliga tikin burtur frá tí