týsdagur 5. november 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 212 - 5. november 2002
Nr. 212 - 5. november 2002
3
Leygardagin 2.
november frum-
framførdi Klaksvíkar
Sjónleikarafelag sjón-
leikin Frankenstein.
Ein sokallað svørt
farca, har ein ferð
eftir ferð fangaði seg
sjálvan í at flenna at
hendingum, sum ein
vanliga ikki verða
mettar at vera so
skemtiligar
SJÓNLEIKUR
Solby A. Eliasen
Undan frumframførsluni
sótu leikararnir og prátaðu
saman í sminkurúminum í
kjallaranum í mentanarhús-
inum Atlantis, har felagið
heldur til. Tað var ongin ivi
um, at nervarnir sótu sera
uttarlaga hjá teimum flestu.
Summi sótu ikki í friði eina
løtu, meðan onnur stóðu og
gjørdu seg til reiðar við
samanbitnum munni, sum
um tey av øllum alvi
royndu at krógva, hvussu
nógv stóð á.
Onkur hevði hug at lata
illa at, meðan onkur annar
helt fyri, at tey slettis ikki
vóru klár til at frumfram-
føra leikin.
Men hvussu var og ikki,
so byrjaði leikurin klokkan
fýra. Og lat tað verða sagt
beinanvegin, at tey vóru til-
reiðar at fara á pallin við
leikinum. Sum heild ein
sera væl spældur sjónleikur
við nógvum skemtiligum
hendingum og replikkum.
Tað seinna nakað sum um-
setarin av handritinum,
Andreas Justesen, eigur
stóran part av æruni fyri.
Leikurin byrjaði við at
eitt frásøgufólk trein á pall-
in og greiddi frá, hvar tey
vóru stødd, og hvat fór at
henda. Allan vegin gjøgn-
um leikin gekk so hetta frá-
søgufólkið aftur. Leiklutur-
in sum frásøgufólk skifti í
millum einar fýra av leikar-
unum, sum annars eisini
høvdu aðrar leiklutir. Hetta
var nakað, sum riggaði
avbera væl, men tó til tíðir
var tað sera ilt at fáa alt við,
sum tey søgdu. Tað komst
mest av, at tey tosaðu ov
títt. Men eisini tí, at til tíðir
hendi annað á pallinum,
meðan frásøgufólkið segði
frá.
Eitt annað, sum gjørdi at
hetta við frásøgufólkinum
riggaði so væl var, at
áskoðarin visti ongantíð,
hvør av teimum fýra fór at
koma fram at greiða frá, og
hvar tey fóru at koma
standa. Tey stóðu mitt á
pallinum, komu upp úr
gólvinum,
út
gjøgnum
ymsar av inngongdunum til
pallin og einaferð stóðu tey
eisini mitt í millum allar
áskoðararnar í salinum.
Frásøgufólkið var eisini
við í leikinum, soleiðis at
skilja at til tíðir so tosaðu
leikararnir
við
viðkomandi, sum um hann
ella hon var ein persónur í
leikinum sjálvum.
Høvuðsleiklutin
sum
Frankenstein hevur Jan
Gardar. Hann hevur drúgv-
ar royndir um sjónleikari og
hann kom sera væl frá sín-
um leikluti. Hann hevur
leikt við í nógvum skemti-
leikum, sum Klaksvíkar
Sjónleikarafelag
hevur
framført og hetta sást aftur í
hansara framførslu leygar-
dagin, sum var sera sann-
førandi.
Leiklutin sum skapning-
ur Frankensteins hevur
Adelborg Linklett. Hon
hevur verið nógv at sæð á
føroyskum leikpallum í
nógv, nógv ár, men ongan-
tíð hevur hon leikt ein tílík-
an leiklut áður. Hon kom
eisini sera væl frá síni
framførslu,
serliga
tá
skapningur ímóti endanum
av leikinum hittir skapara
sín aftur. Sera kensluborið
spælir hon leiklut sín sum
tann einsligi og avbera ljóti
skapningurin, sum ikki vil
gera nøkrum nakað ilt, men
bert
ynskir
at
verða
elskaður.
Adelborg og Jan hava
ivaleyst teir størstu leiklut-
irnar í leikinum, men hini
átta eiga so sanniliga eisini
sín part. Nøkur nýggj andlit
vóru at síggja, og tey stóðu
seg væl í millum hini meira
royndu. Uttan at taka nakað
frá hinum leikarunum, so
var ein leikari, sum skaraði
framum. Tað var Jacobina
Joensen, sum leikti tæn-
astugentan Justine. Hon var
sera sannførandi í sínum
leikluti og tað tyktist sum,
um hon var sera væl fyri.
Jacobina hevur spælt við í
fleiri leikum hjá Klaksvíkar
Sjónleikarafelag
seinnu
árini.
Pallurin er sera væl upp-
bygdur. Nakað sum hevur
stóran týdning í einum leiki
sum hesin, tí tað eru so
mong pallskiftir. Fyri pall-
smiðinum stóðu leikstjórin
sjálvur, Jákup Veyhe og
Bjarni Ziska Dahl, sum eis-
ini leikti við.
Búnarnar
høvdu
Per
Johannessen
og
Hasla
Olsen seymað. Tað mest
spennandi undan leikinum
var uttan iva at síggja,
hvussu skapningur kom at
síggja út. Og uttan at koma
ov nær inn á útsjóndina hjá
honum, so kann sigast, at
tað sanniliga ikki var nøkur
vøkur sjón. Men samstun-
dis vísti framførslan hjá
Adelborg Linklett tann inn-
ara vakurleikan hjá skapn-
inginum, sum so ger at
áskoðarin fær samkenslu
við honum.
Frankenstein
er
ein
skemtileikur, men við álv-
ara aftanfyri kortini. Ferð
eftir ferð sótu áskoðararnir
og flentu í kíki at støðum
og hendingum, tað vanliga
ikki verður flent at. Men
leikararnir megnaðu til
fulnar at spæla soleiðis, at
ein ikki veruliga hugsaði
um, hvat tað bleiv flent at.
Endin av leikinum er tað
týðuligasta tekinið um, at
talan her er um svart skemt.
Aftaná frumframførsluna
var tað eitt heilt øðrvísi
huglag í sminkurúminum.
Nú valdaði ikki svart-
skygni, men heldur merkt-
ist lættin hjá leikarunum
sera væl. Áskoðararnir lótu
sera væl at framførsluni, og
hóast onkur mistøk vóru og
trupulleikar við ljósviður-
skiftinum í fyrra partinum,
so var tað avgjørt ikki nak-
að, sum áskoðararnir løgdu
til merkis.
Eisini leikstjórin Jákup
Veyhe var avbera væl nøgd-
ur við framførsluna.
– Hetta hevur verið sera
strævið at koma ígjøgnum
– men tað gekk væl í dag,
so tað er bara at fegnast um,
segði hann beint eftir fram-
førsluna.
Frankenstein
verður
sýndur í Klaksvík komandi
vikurnar og seinni verður
so eisini farið út at ferðast
við leikinum.
Frankenstein:
Svart skemt í Klaksvík
Adelborg Linklett og Jan
Gardar í leiklutunum sum
Skapningurin og dr.
Frankenstein
Tøkk
Øllum tykkum, sum gleddu meg á 75 ára
degi mínum við blómum, fjarritum, upp-
ringingum, gávum og sum gjørdu mær
dagin í Gøtubrá 2. nov. so hugnaligan takki
eg hjartaliga.
Heilsan
Helga Strømsten, Norðragøta
FRAMSÝNING
Í hesi vikuni sýnir lista-
maðurin Rasmus Rasmus-
sen fram 16 nýggjar mynd-
ir við klippmotivum serliga
úr Havn. Framsýningin er á
torginum
í
SMS
og
Rasmus
er
sjálvur
hjástaddur, meðan sýnt
verður fram.
Rasmus
hevur
gott
myndaeyga og kann fáa
eina góða mynd burtur úr
støðum, sum vit dagliga
ganga fram við, men sum
vit slett ikki leggja merki
til. Tá hann so setir seg við
klippiborðið heima við hús
og setir seg at klippa
myndina út í alskyns litum
í pappíri, so kemur eitt
heilt annað lív yvir hana,
so fáa vit eitt kag inn í
listaheimin hjá Rasmus.
Rasmuss hevur tikist við
pappírsklipp í mong ár,
heilt aftur til einaferð fyrst
í áttatiárini og hann hevur
verið sera virkin. Hann
hevur havt framsýningar í
Smiðjuni, gjørt jólamerkir
fyri postverkið, jólakalend-
ara og ymiskar aðrar upp-
gávur. Rasmus er ein sera
nógv umbiðin listamaður.
16 klipp í SMS
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Sunnumorgunin um 4.30
tíðina varð løgreglan boð-
send til Húsarhaldsskúlan í
Klaksvík. Talan var um ein
rút, sum var brotnaður av tí
nógva vindinum um viku-
skiftið.
Á veg heimeftir aftur
kom politiið fram á ein bar-
daga á vegnum. Tað vóru
sundamenn
og
klaks-
víkingar, sum vóru farnir
til hendurs og lógu og
bóltaðust bæði á vegi og á
gongubreyt.
Bardagi á vegnum
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Sunnumorgunin varð ein
bilførari tikin í Kollafirði á
veg til Havnar. Hann varð
biðin um at blása í alko-
metrið og vísti tað 3,01‰.
Bilførarin verður tí ákærd-
ur fyri spirituskoyring.
Annars verður sagt av
politistøðini í Havn, at
ógvuliga friðarligt hevur
verið ógvuliga friðarligt.
Somuleiðis verður sagt frá
restini av landinum, at
friðarligt hevur verið um
vikuskiftið.
Tikin fyri rúsdrekkakoyring
Týskvøldið fór glas-
trevjabáturin, Lamba-
nes, á land á Mjóva-
nesi. Talan ar um eitt
rættiliga álvarsligt
óhapp, men teir báðir
menninir, ið við vóru,
vóru ávirkaðir av
rúsdrekka
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Teir báðir menninir, ið
vóru við Lambanesi, sum
týskvøldið fór á land á
Mjóvanesi, vóru ávirkaðir
av rúsdrekka. Hetta vísir
alkoroyndin hjá løgregl-
uni.
– Teir báðir menninir,
vórðu testaðir fyri rús-
drekka, og alkometrið vísti
ov nógv, sigur vakthavandi
á politistøðini í Havn.
Hvussu nógv »ov nógv«
er, vildi vakthavandi tó
ikki gera greitt. Sak verður
skrivað um málið, og
menninir verða ákærdir
fyri brot á sjólógina.
Vakthavandi vildi heldur
onki siga um hetta var
møguliga
orsøkin
til
óhappið.
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Í gjár fór løgreglan undir
tær stóru ferðslukanning-
arnar, sum verða nú í
november. Ferðslukanning-
arnar byrjaðu í gjár og
halda áfram í 14 dagar.
– Kanningarnar verða
gjørdar um alt landið. Bæði
á nátt og á degi og tíðliga
um
morgunin,
sigur
vakthavandi á politistøðini
í Runavík.
Talan er um tær so-
nevndu paragraff 13 kann-
ingarnar.
– Ferð, dekk, ljós – alt
verður kannað. Men um
fólk koyra, sum tey skulu,
so hava tey onki at verða
bangin fyri.
Menninir vóru fullir
Nú byrjað ferðslukanningarnar
C
M
Y
K
3
2