týsdagur 5. november 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 212 - 5. november 2002
Nr. 212 - 5. november 2002
5
Vetrarmótin 2002/03
MÓTAFRAMSÝNING
Myndir: Jens Kristian Vang
Hóskvøldið var stór móta-
sýning uppi á Hotel Føroy-
um. Tað var Miðbýarfelag-
ið, ið stóð fyri.
Heilt fitt av fólki var
komið saman at síggja, hvat
boð Miðbýarfelagið hevði
til vetrarmótan í ár. Handl-
arnir í miðbýnum vístu
fram klæðir bæði til ung og
gomul, og mótasýningin var
heilt vist bæði áhugaverd og
fjølbroytt.
VINNINGUR
Hilmar Jan Hansen
Tá danski samferðslumála-
ráðharrin Flemming Han-
sen herfyri læt nýggja mot-
orvegin millum Brønder-
slev og Hjørring upp,
gjørdi ein sjey ára gomul
føroysk genta kvetti.
Hjørdis Maria Dagfins-
dóttir, dóttir Ann Heðins-
dóttir Mortensen úr Havn
og Dagfinn Joensen úr
Klaksvík, vann tær 5.000
krónurnar, ið vóru vinning-
urin í einari internetkapp-
ing, sum norðurjútska amt-
ið skipaði fyri.
Á sínari heimasíðu vildi
amtið hava fólk at gita,
hvørjar býir hesin nýggi
teinurin bant saman, og har
var Hjørdis Maria millum
tey yvir túsund, ið svaraðu
spurninginum rætt.
Í lutakastinum millum øll
hesi kom hennara navn upp
úr posanum, og so var sjey
ára gamla gentan, ið saman
við foreldrunum býr í Aal-
borg, brádliga 5.000 krónur
ríkari.
Sjálvur amtsborgmeist-
arin Orla Hav handaði
henni kekkin við øllum
pengunum, og harumframt
fekk hon eisini ein køku-
mann, sum hon og tvey ára
gamla lítlasystirin Cathar-
ina skjótt gjørdu enda á.
Umframt at greiða at-
kvøðu, kundu øll tey luttak-
andi í kappingini eisini
skriva eina lítla viðmerking
til, hvønn týdning tað
hevði, at motorvegur nú
kom millum Brønderslev
og Hjørring, og har skrivaði
Hjørdis Maria, at »tað er
blivið betur hjá øllum teim-
um, sum koyra í Norðurjút-
landi«.
Enn hevur Hjørdis Maria
ikki tikið avgerð um,
hvussu tær 5.000 krónurnar
skulu brúkast, men í øllum
førum fer hon at keypa sær
eina nýggja súkklu kom-
andi summar, og so heldur
hon eisini, at lítlasystir skal
fáa eitt sindur burtur av tí
stóra vinninginum.
Hjørdis Maria gitti rætt
og vann 5.000 krónur
Norðurjútski amtsborgmeistarin Orla Hav handar sjey ára
gomlu Hjørdis Mariu Dagfinsdóttir kekkin við teimum 5.000
krónunum
Klaksvíkar kommuna
fær í næstum nýggja
eldsløkkibil. Bilurin
er av merkinum
Scania og er
innrættaður soleiðis,
at hann gongur
gjøgnum tunnlarnar
norður um fjall
ELDSLØKKING
Rúna Sivertsen
Nýggi
eldsløkkibilurin,
sum Klaksvíkar Kommuna
hevur býlagt, kostar 1,5
mill. kr. Bilurin tekur 2
tons.
Steinbjørn
Jacobsen,
borgarstjóri, sigur við Sosi-
alin, at bilurin, sum er ætl-
aður at økja um trygdina
hjá borgararnum í komm-
ununi, eisini er ein fyrireik-
ing til trygdina í samband
við undirsjóartunnilin.
Sum er, hava vit 4 bilar,
og 16 menn eru tengdir at
sløkkiliðstøðini.
Í løtuni samráðist Klaks-
víkar
Kommuna
við
grannakommunurnar um
samstarv í samband við
eldsløkking.
Ein av sløkkiliðsmonn-
unum
hjá
Klaksvíkar
Kommunu, Bárður Klakk-
stein, hevur gjørt eina sera
áhugaverda
heimasíðu,
sum kallast, BkFiresite.
Her finnur tú nærum alt,
sum hevur við eld og eld-
sløkking at gera; bruna-
lógir, fyrstahjálp, neyð-
støða og m.a.
Adressan
er:
http://heima.olivant.fo/~l_s
_d/bkfiresite_v2.0/
Kári Kjælnes er leiðari
fyri sløkkiliðnum í Klaks-
vík.
Nýggjur eldsløkkibilur
til Klaksvíkar
Nýggi bilurin avmyndaður uttan fyri verksmiðjuna í lítla býnum Flogby í Svøríki, har
eldsløkkiliðsbilar verða tilevnaðir
Mynd: Klaksvíkar Kommuna
C
M
Y
K
5
4