Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 212 - 5. november 2002 Nr. 212 - 5. november 2002 7 Í løtuni verður síðsta hond løgd á ábøt- urnar, sum skulu gerast á virkið og síðani skal Heilsu- frøðiliga Starvsstovan góðkenna tað FISKAARBEIÐI Áki Bertholdsen Hvalba: Nú kunnu hvalb- ingar av álvara síggja fram til, at arbeiði verður aftur á flakavirkinum í bygdini. Johan Páll Joensen, stjóri í felagnum, sum hevur keypt virkið, sigur at teir vóna, at tað verður í hesum mánaðinum, at arbeiði verður aftur á virkinum og væntandi fara tey at søkja eftir arbeiðsfólki í næstu framtíð. Í løtuni verður síðsta hond løgd á tær ábøtur, sum skulu gerast á virkið fyri at fáa tað góðkent og síðani skal Heilsufrøðiliga Starvs- stovan goðkenna tað. Tær ábøtur og broytingar, sum kravdust, hava verið rættiliga umfatandi. Up-p- runaliga var ætlanin at virk- ið skuldi verða klárt at taka ímóti fiski fyrsta septem- ber, men tað hevur drigið so langt út, at tað verður ikki klárt, fyrrenn nú. Nú virkið í Hvalba letur upp aftur, verður tað undir navninum Suðurís. Tað verður ein partur av sam- takinum, sum Johan Pall Joensen hevur saman við øðrum. Frammanundan eru Norðís á Eiði, Eysturís í Klaksvík, Vestís í Vágum í samtakinum, men nú kem- ur so eisini eisini Suðurís í Hvalba uppí. Byggir á fiskivinnuna á staðnum Johan Páll Joensen sigur, at tá ið virkið letur uppaftur, verður tað við grundarlagi í tí fiskivinnu, sum er í Hvalba frammanundan. Tað merkir, at virkið fer í mesta mun at taka ímóti fiskinum frá djúpvatns- trolarunum, eins og tað gjørdi frammanunfan. Sostatt fer virkið mest at taka ímóti kongafiski, svartkalva og upsa, sum skal skerast og seljast fryst og fekst. Hann sigur, at bátarnir fiska eini 5.000 tons um árið og, men at teir hava sett nøsina upp ímóti, at nýggja virkið í Hvalba skal taka ímóti 4.000 – 4.500 tonsum um árið. Nú er virkið í Hvalba frammanundan farið á heysin tvær ferðir, men tað ræðir teir ikki frá at byrja aftur av nýggjum. – Nei, tað høvdu vit ikki. Vit hava vónir um at tað skal bera til, ikki minst tí at virkið í Hvalba verður ein partur av einum samtaki, sum frammanundan telur eitt virki í Klaksvík, eitt á Eiði og eitt í Sørvági og so nú, eitt virki í Hvalba afturat. – At tað eru fleiri virki í samtakinum, gevur tað okkum nógvar fyrimunir, sum gera raksturin bíligari. – Eitt nú kunnu vit keypa fisk og vørur og tilfar í felag, vit kunnu hava felags sølu o.s.fr. Hann sigur, at nú fleiri virki eru, er tað eisini lætt- ari at keypa heilar lastir og so at føra fiskin ímillum virkini at virka, so at hvørt virkið verður spesialiserað til virka ávís fiskasløg. Klaksvíkingar og hvalbingar Tað er eitt felag hjá Johan páll Joensen, sum eigur helvtina av virkinum í Hvalba. Hina helvtina eiga hvalbingar, við teimum báðum trolarunum Steintór og Niels Paula, Arbeiðs- mannafelagnum og Ar- beiðskvinnufelagnum, á odda. Í sambandi við virkið nú letur upp aftur, er eitt ognarfelag stovnað. Hetta felagið eitur »Flakavirkið í Hvalba« og tað felagið eig- ur bygningarnar og annars tær ognir, sum eru í virkin- um. Men síðani er eitt annað felag stovnað, sum eitur »Suðurís« og sum skal standa fyri sjálvum rakstr- inum og sum leigar ognirn- ar frá Flakavirkinum í Hvalba til endamálið. Hvalbingar og Klaksvík- ingar eiga hvør sína helvt í báðum feløguum. Johan Páll Joensen sigur, at virkið kostaði tríggjar milliónir at keypa, men partapeningurin í feløgun- um, sum eiga og skulu reka tað, er útvið seks milliónir. Men nú virkið stendur klárt at taka ímóti fiski, stendur tað teimum í um- leið 10 milliónum. Virkisleiðari á virkinum verður Jens Sofus Thomsen úr Hvalba og væntandi fara eini 40-50 fólk at arbeiða á virkinum. Fakfeløg, sum til- samans umboða næstan allar løntakarar í landinum, krevja nú, at útgjaldið úr ALS skal hækka og at tað, sum inngjaldið lækkar, skal koma løntakaranum sjálvum til góðar ARBEIÐSLOYSIS- SKIPANIN Áki Bertholdsen Tey, sum eru arbeiðsleys, skulu nú fáa 80% av eini vanligari arbeiðsmannaløn úr ALS. Samstundis skal tað, sum løntakarar spara við at inngjaldið lækkar niður í 0,5% av lønini, ikki takast til onnur endamál, men koma løntakarunum sjálvum til góðar. Hetta hava fakfeløg, sum umboða næstan allan tann føroyska arbeiðsmarknaðin samtykt. Hósdagin høvdu fakfel- øgini, sum eru umboðað í ALS stýrinum, kallað sam- an til fundar at viðgera støðuna í ALS. Tað er serliga nú eftir at Stýrið hevur gjørt av at lækka inngjaldið í skipan- ina, at málið verður tikið upp, tí samstundis hava politikarar róð framundir, at tað, sum fólk spara við hesum, skal brúkast til at fíggjað ein betri barnsburð- argrunn við. Men tað mótmæla tey umleið 20 fakfeløgini, sum vóru umboðað á fundinum hósdagin. Verða tey ymsu lokalfeløgini hjá Føroya Arbeiðarafelag tald við, vóru tey kanska 40 fakfel- øg, ella fleiri, umboðað, og kravið frá fakfeløgunum er nú sent stýrinum fyri ALS, politikarunum og fjølmiðl- unum. Ingbeborg Vinther, sum sjálv umboðar fakfeløgini í í stýrinum fyri ALS sigur, at tey hava arbeitt í meiri enn eitt ár fyri at fáa út- gjaldið úr ALS til at hækka upp í 80% av eini vanligari arbeiðsmannaløn. Fakfeløgini hava trý um- boð av sjey í ALS og og veit ikki, um samtyktin, sum nú er gjørd í fakfeløg- unum, fer at broyta støð- una, tí feløgini eru í minni- luta. – Tað hevur eisini verið frammi, at skal útgjaldið hækka, skal tíðin, sum fólk kunnu vera í ALS, eisini lækkast. – Men tað sigur seg sjálvt, at vit kunnu ikki ganga við til at gera skipan- ina verri, sigur Ingeborg Vinther. Hon sigur, at tað, sum feløgini vilja, er, at skipan- in skal batna. – Tað hevur alla tíðina verið semja um, at tá ið tíð- irnar batna, skal skipanin eisini gerast betri.Men tað er ikki hent, hóast tíðirnar nú eru so góðar sum ongan- tíð áður. – At koyra fólk skjótari úr skipanini, er ikki tað at koyra fólk skjótari úr henni, leggur hon afturat. Hon væntar ikki, at møguleikin fyri at gera skipanina betri, eru góðir, soleiðis sum stýrið er mannað. – Men so hava vit møgu- leika at fara tann politiska vegin og ávirka løgtings- menn til at gera skipanina betri. – Væntar tú, at tit fáa ein meiriluta í løgtinginum at ganga ímóti meirilutanum í stýrinum? – Tað veit eg ikki, men duga politikarar ikki at síggja tað rímiliga í, at eis- ini vanligi løntakarin skal fáa lut í framgongdini í samfelagnum, veit eg onki, sigur Ingeborg Vinther. Tó vísir hon á, at bæði fakfeløg og arbeiðsgevarar eru samdir um, at tað, sum fólk spara við at gjaldið lækkar, skal ikki takast til barnsburðargrunn, ella til onnur endamál, men skal koma løntakarunum til góðar. Arbeiði aftur á flakavirkinum í Hvalba í hesum mánaðinum Fakfeløg krevja betri sømdir úr ALS Fakfeløgini hava kravt, at útgjaldið úr ALS skal hækka upp í 80% av eini vanligari arbeiðsmannaløn, men Ingeborg Vinther, væntar ikki, at tað verður lætt, soleiðis sum styrið er mannað. Men so mugu politikarar taka avgerðina fyri stýrið, heldur hon Ein tyrla stóð tilbúgv- in í Hetlandi mána- náttina at koma manningini umborð á Clare til hjálpar, men eingin maður fór av skipinum. Um 11- tíðina gjáramorgunin hevði Smyril Line ikki havt beinleiðis sam- band við skipið, tí samskiftisútgerðin virkar ikki, men eftir øllum at døma hevur manningin tað gott eftir umstøðunum. – Avrátt verður nú, hvagar skipið skal sleipast, sigur Kári Durhuus á Smyril Line ILLVEÐUR Vilmund Jacobsen Fyrrapartin í gjár visti fjøl- miðlaráðgevin hjá Smyril Line, Kári Durhuus, ikki nágreiniliga at siga, hvussu støðan var umborð á farma- skipinum, Clare, sum seinnapartin sunnudagin fekk ein stóran sjógv í ill- veðrinum, einar 90 fjórð- ingar í ein landnyrðing úr Peter Head. Veðrið var ringt á leiðini, einar 20-25 metrar um sekundið av landsynningi eystri og í løtunum uppí 30 metrar um sekundið. Aldan var millum 6 og 7 metrar høg. Kári sigur, at tað hevur ikki eydnast Smyril Line at fáa samband við skipið, tí samskiftisútgerðin virkar ikki. Einasta samskifti, skipið hevur havt, hevur verið WHF’urin, og hann hoyrist ikki so langan veg. Sum skilst, er tað ikki fyrr enn sleipibáturin, Bal- der Viking úr Aberdeen, kom á staðið stutt fyri mid- nátt sunnukvøldið, at Smy- ril Line umvegis MRCC í Føroyum fekk nakað serligt at vita um, hvussu støðan var umborð á Clare. »Total black out« – Alt bendir á, at sjógvurin, sum Clare hevur fingið, hevur elvt til maskinskaðan og hevur gjørt brúgvaút- gerðina óvirknað. Hugs- andi er tí, at rútar eru farnir á brúnni, og at sjógvur er komin at tólunum, men hetta hava vit ikki fingið váttað enn, sigur hann. Kári veit at siga, at Clare fekk tað, sum rópt verður, »total black out«, har einki virkar, hvørki maskinur ella tól. – Bæði høvuðsmotorur og ljósmotorar steðgaðu, sigur hann. Eftir at sjógvurin hevði rakt Clare, og maskinur og tól vórðu vorðin óvirkin, sendi skipið út neyðarkall. Tvey oljuhjálparskip komu á staðið og lógu har, til sleipibáturin, Balder Viking, var á leiðini stutt fyri midnátt sunnukvøldið. Veðrið var framvegis ringt, men nakað eftir mid- nátt eydnaðist manningini á Balduri at fáa fýra trossar umborð, sum skulu nýtast til sleip. Tá ið vit tosaðu við Kára Durhuus gjáramorgunin um 11-tíðina, var sleipingin ikki byrjað. – Eg veit ikki rættiliga, hví sleipingin ikki er byrj- að, men eg trúgvi, at tað hevur nakað við veðrið at gera, og hvagar best er at fara við skipinum, soleiðis sum líkindini eru. Tyrla tilbúgvin Sum skilst, hevur støðan hjá manningini umborð á Clare ikki verið nakað ser- lig í øllum illveðrinum, tí mánanáttina stóð ein tyrla tilbúgvin í Hetlandi at koma manningini til hjálp- ar, um tað skuldi verið neyðugt. Tá ið skipið hevði fingið sjógvin, var vandi fyri, at tað kundi reka á ein bori- pall, sum var einar 10 fjórð- ingar burturi, men tann vandin er av, nú trossar eru umborð á Clare, og sleipi- bátur og onnur skip eru á leiðini. Spurdur, um nakar mans- skaði hendi, tá ið skipið fekk sjógvin, sigur Kári, at tað heldur hann ikki. – Vit hava ikki havt bein- leiðis samband við skipið enn, men manningin er framvegis øll umborð, og soleiðis sum vit hava skilt, veit eftir umstøðunum væl við hjá teimum øllum, sigur hann. 18 mans eru umborð á Clare, sum var á veg til Danmarkar. Farmurin er 63 trailarar. Skipari er føroy- ingurin, Dánjal Lydersen. Allir hinir av manningini eru úr Litavia. Clare fekk sjógv og »total black out« Farmaskipið, Clare, hevur eftir øllum at døma fingið ein rættiligan »umgang« í illveðrinum millum londini seinnapartin sunnudagin ARBEIÐSVANLUKKUR Vilmund Jacobsen Tað er ikki bara farmaskip- ið, Clare, ið siglir fyri Smy- ril Line, sum hevur verið rakt av herviliga illveðrin- um í Norðsjónum um viku- skiftið. Ein trailari, sum varð sendur við Norrønu til Ler- wick í Hetlandi og skuldi flytast víðari við skipi hjá Norse Island Ferries, fór í havið av í illveðrinum, sum eisini rakti Norse-skipið. Ein annar trailari, sum eis- ini var komin við Norrønu og skuldi flytast víðari við sama skipi, mundi farið sama veg. Deyðsvanlukkur Men illveðrið, sum eisini hevur gjørt um seg uppi á landi í Hetlandi, hevur ikki bara kostað materiell virðir. Tvær arbeiðsvanlukkur raktu eisini hetlendska fólkið sunnudagin. Hetta veit BBC at siga. Ein maður, sum var í ferð við at binda eitt farmaskip til bryggju í Lerwick, fekk ein lut av einum spæli í høvdið og doyði. Stutt eftir hesa syndar- ligu vanlukku, doyði eisini ein annar maður umborð á einum øðrum skipi, tá ið teir vóru í ferð við at leggja til bryggju í Lerwick. So, hetta hevur verið ein stórur smeitur í Hetlandi, har umstøðurnar kunnu samanberast við umstøð- urnar her heima hjá okkum. Illveðrið kostaði tvey mannalív í Hetlandi NEYÐHJÁLP Vilmund Jacobsen Kári Durhuus, fjøl- miðlaráðgevi á Smyril Line, sigur, at samskift- ið, sum felagið hevur havt við sjóbjargingar- støðina, MRCC Tórs- havn, nú farmaskipið, Clare, hevur rikist í ill- veðrinum í Norðsjónum, hevur verið sera gott. – Vit hava einki bein- leiðis samband havt við skipið, síðan sjógvurin rakti seinnapartin sunnudagin, tí samskift- isútgerðin virkar ikki. Clare hevur bara havt WHF’in til samskifti, og hann hoyrist ikki so langan veg. Kári sigur, at MRCC Tórshavn hevur havt neyvt samband við MRCC í Aberdeen, og føroyska sjóbjargingar- støðin hevur alla tíðina kunnað Smyril Line um gongdina. – Vit eru sera væl nøgd við hesa kunning, sum eg haldi hevur virk- að fyrimyndarliga, nú ikki slepst í beinleiðis samband við skipið, sigur Kári Durhuus. Samskifti við MRCC Tórshavn fyrimyndarligt Soleiðis greiðir skiparin á Clare, Dánjal Lydersen, frá um brotasjógv- in, ið rakti Clare beint frammaná ILLVEÐUR Vilmund Jacobsen Beint fyri dead-line í gjár, hevði fjølmiðlaráð- gevin hjá Smyril Line, Kári Durhuus, fingið eina frágreiðing frá skiparanum umborð á Clare, Dánjali Lydersen, sum er einsamallur før- oyingur umborð á farmaskipinum, ið hevur rikist í illveðrinum í Norðsjónum síðan seinnapartin sunnudag- in. Dánjal sigur, at skipið fekk ein stóran sjógv beint frammaná, sum breyt tveir stórar rútar á brúnni og fylti 3/4 av brúnni við sjógvi. – Eg og 2. stýrimaður vóru á brúnni, tá ið sjógvurin rakti, og vit fingu akkurát stundir at blaka okkum niður á dúrkið, áðrenn brúgva- rútarnir fóru. Høvdu vit ikki kastað okkum nið- ur, vóru vit deyðir á staðnum, sigur skiparin. Skiparin vísir á, at sjógvurin var óvanliga ringur, og at hann ong- antíð hevur sæð slíkt áður. – Vit sigldu við »stýri- ferð«, tá ið sjógvurin rakti okkum kl. 14.00 seinnapartin sunnudag- in, leggur hann aftrat. Sum skilst, fór sjógv- urin aftureftir øllum skipinum. Clare misti toppljósið og masturin, har radarin situr, fekk minni skaða. Onkur gelendari boygn- að eisini umborð. Maskinan steðgaði og ljósmotorurin við. Tískil misti skipið allan streym. – Vit sendu út neyðar- kall, tí vandi var fyri, at lastin skeyt seg, og at vit fór at reka á boripallin, sigur skiparin, Dánjal Lydersen. »Deyðir á staðnum, um vit ikki kastaðu okkum niður« C M Y K 7 6