týsdagur 5. november 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 212 - 5. november 2002
Nr. 212 - 5. november 2002
9
– Tað er óheppið, at
eg sum landsverk-
frøðingur og byggi-
harri eisini havi evstu
ábyrgdina av Bruna-
umsjón Landsins, ið
er eftirlitismyndug-
leikin. Tað sigur
Oyvindur Brimnes,
sum tekur undir við,
at ábyrgdin av Bruna-
umsjónini verður
flutt aðrastaðni.
Politiska avgerðin um
at flyta ábyrgdina er
longu tikin, og
arbeiðsbólkur kannar
í løtuni, hvar ábyrgd-
in av stovninum eigur
at liggja í framtíðini
GEGNI
Jón Brian Hvidtfeldt
Oyvindur Brimnes, lands-
verkfrøðingur, tekur fult
undir við ætlanunum at
flyta ábyrgdina av Bruna-
umsjón
Landsins
frá
Landsverkfrøðinginum.
Hann vísir á, at tað kann
vera óheppið, at hann sum
landsverkfrøðingur,
tvs.
byggiharri, eisini hevur
evstu ábyrgd av Brunaum-
sjónini, tvs. myndugleikan-
um, ið skal hava góðkenna
og hava eftirlit við trygdini
av projektunum hjá Lands-
verkfrøðinginum.
– Tað kann vera óheppið,
at eg sum byggiharri eisini
havi ábyrgdina av myndug-
leikanum, ið góðkennir
trygdina – har kann eg fáa
ein gegnistrupulleika, sigur
Oyvindur Brimnes, lands-
verkfrøðingur.
Vágatunnilin einki
eindømi
Umframt at vera landsverk-
frøðingur og harvið eisini
ovasti myndugleiki hjá
Brunaumsjónini, er Oyv-
indur Brimnes nevndarlim-
ur í P/F Vágatunnilin.
Hóast hann eisini er nevnd-
arlimur í partafelagnum,
sum stendur fyri undirsjóv-
artunnlinum, so metir Oyv-
indur Brimnes ikki, at tað í
sær sjálvum kann geva hon-
um
gegnistrupulleikar.
Hann metir ikki mun vera
á, hvørt Landsverkfrøðing-
urin situr í nevndini í einum
partafelag, sum skal byggja
ein tunnil, heldur enn at
Landsverkførðingurin
sjálvur stendur fyri arbeið-
inum at gera ein tunnil.
Í
løgtingslógini
fyri
Vágatunnilin stendur, at
Landsverkfrøðingurin skal
góðkenna
tunnilsverk-
ætlanina, áðrenn arbeiðið
verður sett í verk, og eisini
skal stovnurin hava eftirlit
við, at arbeiðið verður gjørt
í samsvar við góðkendu
ætlanina. Tí heldur Oyvind-
ur Brimnes tað vera ein
sjálvsagdur lutur, at lands-
verkfrøðingurin er umboð-
aður í nevndini í partafel-
agnum, sum stendur fyri
arbeiðinum at gera Vága-
tunnilin.
Oyvindur Brimnes vísir
á, at gegnistrupulleikin
liggur í, at hann eisini er
ovasti fyri Brunaumsjón-
ina. Hann sigur seg skilja,
um fólk seta spurnartekin
við leiklutin hjá sær, tá
hann í næstum sum ovasti
fyri Brunaumsjónina skal
góðkenna trygdina í undir-
sjóvartunnlinum.
– Eg eri greiður yvir, at
mín støða skjótt kann elva
til
illgitingar
millum
manna, og at spurnartekin
kunnu vera sett við gegnið
hjá mær. Men eg meti ikki,
at gegnistrupulleikin hjá
mær er størri í samband við
góðkenningina av Vága-
tunnlinum enn tá eg til
dømis skal góðkenna ein
annan tunnil, ið Landsverk-
frøðingurin sjálvur hevur
staðið fyri, sigur Oyvindur
Brimnes.
Hann ásannar, at hann
sum nevndarlimur í P/F
Vágatunnilin kann koma
undir trýst frá restina av
nevndini um at gera sína
ávirkan galdandi í Bruna-
umsjónini, so tunnilin ikki
verður seinkaður av hesi
orsøk.
– Sum eitt hugsað dømi
kundi tað verið tilfeldið, at
eg í nevndini í P/F Vága-
tunnilin bleiv trýstur til at
góðkenna tunnilin áðrenn
10. desember, av tí at eg nú
eisini eri ovasti fyri Bruna-
umsjónini. Men har má eg
vísa á trygdarkrøvini, ið
eru sett til tunnilin. Kunnu
ávís krøv ikki lúkast áðrenn
tunnilin skal lata upp, so
skal P/F Vágatunnilin vísa
á aðrar trygdarætlanir, sum
viga upp ímóti upprunaligu
krøvunum,
so
samlaða
trygdin ikki gerst verri.
Annars verður tunnilin ikki
góðkendur, sigur Oyvindur
Brimnes.
Hann
leggur
afturat, at hann í tí dagliga í
minst møguligan mun legg-
ur seg út í arbeiðið hjá
Brunaumsjónini, men av tí
at hann hevur evstu ábyrgd-
ina, noyðist hann at fylgja
við arbeiðinum, og hann
sær eisini úrskurðirnar,
sum leiðarin fyri Brunaum-
sjónina kemur til.
– So leingi eg sum lands-
verkfrøðingur havi ábyrgd-
ina av Brunaumsjónini, má
eg royna at arbeiða eftir
míni bestu sannføring, og
annars leggja meg so lítið
sum gjørligt út í arbeiðið
hjá Brunaumsjónini, sigur
Oyvindur Brimnes.
Ábyrgdin flytast
Tað tykist greitt, at sjónar-
miðini hjá Oyvindi Brim-
nes skjótt fara at síggjast
aftur. Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður, ið varir
av Landsverkfrøðinginum,
hevur tikið avgerð um at
Brunaumsjón
Landsins
skal loysast frá Landsverk-
frøðinginum, so ella so.
Í løtuni situr ein bólkur
og arbeiðir við spurningin-
um um, hvat skal vera av
Brunaumsjónini í framtíð-
ini. Sjey-manna bólkurin er
mannaður við fólki frá
Løgmansskrivstovuni,
Vinnumálaráðnum,
um-
framt at leiðararnir og
starvsfólkaumboð
fyri
Brunaumsjónina og Ar-
beiðseftirlitið eru við.
Hjørdis Gaard, fulltrúi, ið
umboðar Vinnumálaráðið í
bólkinum, sigur, at arbeitt
verður við tveimum ymsum
loysnum. Antin at skipa
Brunaumsjónina í ein sjálv-
støðugan stovn, ella at
leggja
Brunaumsjónina
saman við øðrum stovni.
Bólkurin skal sum so ikki
koma við nøkrum tilmæli
til landsstýrismannin, men
heldur lýsa fyrimunir og
vansar við báðum loysnum.
Hjørdis Gaard sigur, at um-
framt møguleikan at skipa
Brunaumsjónina sum sjálv-
støðugan stovn, leysan av
Landsverkfrøðinginum, so
verður eisini arbeitt við
møguleikanum at leggja
saman Brunaumsjónina og
Arbeiðseftirlitið. Hon legg-
ur afturat, at ein møgulig
samantvinnan av Brunaum-
sjónini og Arbeiðseftirlitin-
um bara kann gerast ein
góð loysn, um undirtøka er
fyri tí á stovnunum báðum,
og m.a. tí eru báðir stovnar
umboðaðir í arbeiðsbólkin-
um.
Arbeiðsbólkurin hevur
sum so onga tíðarfreist
fingið fyri, nær tey skulu
lata landsstýrismanninum
sína frágreiðing, ið skal
lýsa fyrimunir og vansar
við báðum møguleikum.
Men Hjørdis Gaard sigur,
at arbeitt verður við málin-
um, og tí væntar hon ikki,
at meira enn nakrir fáir
mánaðir fara at ganga, til
arbeiðsbólkurin er liðugur
við sítt arbeiði. Í síðsta
enda verður tað uppgávan
hjá landsstýrismanninum at
taka støðu til, hvørja loysn
hann velur fyri Brunaum-
sjónina.
Ein góð loysn
Oyvindur Brimnes heldur
tað vera eina góða loysn, at
myndugleikin yvir Bruna-
umsjónini verður loystur
frá landsverkfrøðinginum.
– At Brunaumsjónin ligg-
ur undir landsverkfrøðing-
inum er ein trupulleiki, ikki
bara í samband við Vága-
tunnilin, men í samband
við øll arbeiði hjá lands-
verkfrøðinginum, ið krevja
eina
trygdargóðkenning
ella góðkenda tilbúgvingar-
ætlan,
sigur
Oyvindur
Brimnes.
Brunaumsjónin gevur Oyvindi
gegnistrupulleikar
– Eg haldi tað vera óheppið, at eg sum landsverkfrøðingur
eisini havi ábyrgdina av Brunaumsjónini. Tað gevur
gegnistrupulleikar, ikki bara í samband við arbeiðið við
Vágatunnlinum, men í samband við øll arbeiði hjá
landsverkfrøðinginum, sum krevja góðkenning frá
Brunaumsjónini, sigur Oyvindur Brimnes. Hann fegnast tí
um, at Brunaumsjónin eftir øllum at døma verður flutt frá
Landsverkfrøðinginum innan stutta tíð
– Síggja vit burtur
flúgvingini í sam-
bandi við oljuboring-
arnar, so er talan um
ein stóran vøkstur í
ferðafólkatalinum,
sigur Finnbogi
Niclasen, flogvallar-
stjóri
HAGTØL
Heri á Rógvi
Hugurin at ferðast flogveg-
is bilar einki í Føroyum í
hesum døgum. Hetta vísa
nýggjastu hagtølini frá
Vága Floghavn.
Frá 1. januar í ár til 31.
oktober ferðaðust 138.230
fólk um flogvøllin. Hetta
eru 1,1% færri fólk enn fyri
somu tíggju mánaðir í
2001.
Hesin negativi vøksturin
skal eisini síggjast í ljósin-
um av, at 2001 var í alstóran
mun merkt av royndarbor-
ingunum á føroyskum øki.
Hetta økti munandi um tal-
ið av ferðandi. Serliga tí, at
hvør ferðandi ferðaðist
fleiri ferðir, og munaði tí-
skil rættiliga væl í samlaðu
hagtølunum.
– Síggja vit burtur flúgv-
ingini í sambandi við olju-
boringarnar, so er talan um
ein stóran vøkstur í ferða-
fólkatalinum, sigur Finn-
bogi Niclasen, flogvallar-
stjóri.
Hetta sæst einabest í
september og oktober í ár.
Tá vóru boringar við at
vera lidnar í fjør.
Í september var vøksturin í
ferðafólkatalinum 9,1% og
í oktober var vøksturin
7,1% í mun til í fjør.
Summarmánaðirnir vóru
heldur slakari í ár enn í fjør,
men gongdin tykist nú at
vera vend. Heldur verandi
gongd fram, so kann hugs-
ast, at samlaða talið gerst
størri enn í fjør.
Flogvallarstjórin
sigur
um gongdina higartil í ár, at
hon er, sum hann hevði
roknað við.
Hann vísir á, at teir bæði
í ár og í fjør hava sæð, at
kampagnuprísirnir hjá flog-
feløgunum gera mun.
– Vit sóu eitt nú í fjør, at
nógv fleiri fólk fóru til
Danmarkar at halda jól hjá
næstringum orsakað av
bíligu ferðaseðlaprísunum,
sigur Finnbogi Niclasen.
Talið av fráferðum og
komum fyrstu tíggju mán-
aðirnar í ár var 4.476. Aftur
her merkist vantandi olju-
flúgvingin í ár. Talið av frá-
ferðum og komum er
nevniliga
minkað
við
11,1% ella við 557 fráferð-
um og komum í mun til
sama tíðarskeið í fjør.
Postur og farmur
Minni ferðandi gevur aloft-
ast pláss til meira post og
farm. Oktober setti eisini
met í so máta. 59,9 tons av
posti vórðu flogin í okto-
ber, og hetta er tað mesta
fyri nakran mánað í ár.
Samanlagt eru 511 tons av
posti flutt um flogvøllin í
Vágum. Hetta er ein vøkst-
ur áljóðandi 7,5% í áður-
nevnda tíðarskeiðií mun til
í fjør.
Hóast talið av farmi gjør-
dist tað næst mesta fyri
nakran mánað í ár í okto-
ber, so fer framvegis ein
stór minking fram á hesum
økinum í mun til í fjør.
Samanlagt 294,8 tons av
farmi eru flutt um flogvøll-
in í ár, og minkingin í mun
til í fjør er higartil 7,9%.
Vøkstur í ferðafólkatali
Líkt er til, at ferðahugurin
flogvegis stendur við og
veksur
– Nýggja GjaldSkip-
anin hjá Elektron er
ikki í tráð við lógina,
staðfestir Høgni
Hoydal, landsstýris-
maður í lógarmálum.
Í løtuni verður arbeitt
við einari nýggjari
kunngerð um per-
sónsupplýsingar, men
hendan loyvir heldur
ikki nýggju Gjald-
Skipanini. KT-felagið
kallar ætlanirnar eina
hóttan móti rættar-
trygdini
GJALDSKIPAN
Heri á Rógvi
Høgni Hoydal, landsstýris-
maður í lógarmálum, ger
púra greitt, at nýggju
GjaldSkipanin hjá Elektron
ikki er í tráð við galdandi
lóggávu.
Nýggi gjaldskipanin er
gjørd
í
samstarvi
við
danska stovnin PBS, og ein
fittur partur av føroyska
vinnulívinum er longu farin
at nýta hesa skipanina.
Skipanin hevur eisini verið
dýr hjá Elektron at fram-
leiða.
Bæði nevndarformaðurin
í Elektron, Jørn Astrup
Hansen, og stjórin fyri
Elektron, Niels Christian
Nolsøe, góvu í síðstu viku
sína stóru misnøgd til
kennar. Teir kendu tað sum
um, at teir høvdu fingið øll
neyðug loyvi frá Dátueftir-
litinum. Báðir tveir undrað-
ust stórliga á, at málið nú
væntandi fer eina aðra
vend.
Kristian Magnussen hev-
ur sent Høgna Hoydal ein
skrivligan fyrispurning um
sama evni.
Kjarnin í málinum er løg-
tingslóg nr. 73 frá 8. mai
2001 um viðgerð av per-
sónsupplýsingum. Hendan
lóg kom í gildi á nýggjárin-
um.
Grein eitt er soljóðandi:
»Lógin hevur til endamáls
at tryggja persónsvernd
hins einstaka, tá persóns-
upplýsingar
verða
við-
gjørdar, soleiðis at persóns-
upplýsingar
verða
við-
gjørdar við virðing fyri tí
persónliga frælsinum og
heimafriðinum og grundað
á persónsupplýsingar við
høgari góðsku.«
Púra greitt
– Løgtingið hevur samtykt
eina lóg, sum er púra greið.
Tað er hana, vit fylgja. Eg
dugi ikki at síggja, hví tað
verður so nógv tosað um
hana nú. Vit skulu fylgja
hesari eins og øðrum av
landsins
lógum,
sigur
Høgni Hoydal.
Landsstyrismaðurin
heldur tað vera ein spurn-
ing um grundleggjandi
trygd fyri hin einstaka.
– Tá tosað verður pen-
ingastovnarnar – her hugsi
eg ikki bara um Elektron –
er tað týdningarmesta, at
tað er ein grundleggjandi
trygd hjá føroyingum, at
upplýsingar
um
teirra
kontoir, persónsupplýsing-
ar og aðrir upplýsingar
verða varðveittir í Føroy-
um. Tað merkir ikki, at tú
ikki gjalda rokningar í út-
landinum. Tað er hetta,
málið snýr seg um, sigur
Høgni Hoydal.
Nógva
skrivingin
og
orðaljóðið um evni í sein-
astuni metir Høgni Hoydal
mest av øllum sum trýst frá
áhugabólkum, og hann sig-
ur seg ikki ætla út í kjak við
teir um evni.
Høgni Hoydal og hansara
fólk í løgmálaráðnum ar-
beiða í løtuni við einari
nýggjari kunngerð, sum
skal setast í gildi í sam-
bandi við lógina um per-
sónsupplýsingar.
Hetta
kunngerð skal gera tað
meira greitt, hvat lógin
inniber. Kunngerðin fer so
avgjørt heldur ikki at loyva
Elektron at nýta nýggju
gjaldskipanina.
Høgni Hoydal ætlar sær
at á fund við m.a. Elektron
um kunngerðin, soleiðis at
tey sleppa at síggja kunn-
gerðina, áðrenn hon verður
sett í gildi.
Rættartrygd
KT-felagið, sum m.a. hevur
Elektron sum lim, og for-
maðurin í felagnum starv-
ast eisini hjá Elektron, hev-
ur sent Høgna Hoydal og
Bjarna Djurholm, lands-
stýrismanni í vinnumálum,
eitt skriv, har víst verður á
teirra ónøgd við umsiting-
ini av lógini um persóns-
upplýsingar.
KT-felagið nevnir m.a. í
skrivinum, at málið er farið
av kós, og teir siga seg
rokna við, at verandi polit-
ikkur á økinum kann gerast
álvarsliga tyngjandi fyri
KT-vinnuna.
Eisini nýta teir rættiliga
hvassorðað orðaljóð í støð-
um í skrivinum.
– Eftir okkara tykki er tað
er ein hóttan ímóti rættar-
trygdini, tá løgtingið setir
lógir í verk, sum skerja
virksemið hjá ávísum fyri-
tøkum ella skipanum. Í hes-
um føri kann tað, hóast tað
neyvan var ætlanin, skerja
møguleikarnar hjá føroysku
KT-vinnuni í framtíðini,
skrivar altso KT-felagið.
Hesum er Høgni Hoydal
tó ikki samdir við.
– Tað er júst øvugt. Vit
hava gjørt okkara EDV-
lóggávu tíðarhóskandi, og
tað var eisini eitt samt løg-
ting, ið tók undir við lógini.
Hetta varð eisini gjørt í tráð
við tað, at vit liva í einum
samanbundnum
heimi.
Løgtingið
hevur
talað
greitt, og øll mugu halda
løgtingslógirnar,
sigur
Høgni Hoydal.
Eisini tað almenna má
halda lógina. Høgni Hoydal
veit at siga, at tað almenna
eisini má gera nakrar broyt-
ingar.
Sum heild hevur lands-
stýrismaðurin ilt við at
skilja, hví tað nú er komið
eitt alment kjak um evni.
Elektron má hálsa um
Høgni Hoydal ætlar ikki at lata seg ávirka av tí nógva rokinum
um lógina persónsupplýsingar. Lógin stendur við, og ein nýggj
skal gera lógina enn meira greiða
Landsstýrismaðurin í
lógarmálum góðtekur ikki
nýggju GjaldSkipanina hjá
Elektron. Tað er tó óvist,
hvørjar fylgjur hetta fær fyri
Elektron.
C
M
Y
K
9
8