Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 212 - 5. november 2002 Nr. 212 - 5. november 2002 11 Fyrsti føroyingur til gongu í sjey kilometra hædd: Tað var harðari enn eg væntaði Hósmorgunin 24. oktober setti 27 ára gamli vestmenning- urin Johnny Joensen føturnar upp á tindin á fjallinum Baruntse, sum liggur 7.129 metrar yvir havinum. – Tað var ein heilt ótrúlig kensla at standa har uppi, sigur hann FJALLAKLINTRING Hilmar Jan Hansen Tað var ikki farið at lýsa hósmorgunin 24. oktober, tá Johnny og hini í ferða- lagnum fóru í holt við síðstu 300 metrarnar upp á tindin á fjallinum Baruntse. – Vit fóru úr leguni hjá okkum klokkan eitt korter til fimm henda morgunin, og klokkan hálvgum átta vóru eg og tveir av danskar- unum komnir upp á sjálvan tindin á Baruntse, greiðir Johnny Joensen frá í tele- fonini úr New Delhi í India, nú hann aftur er á heimleið. – At standa so høgt uppi og hyggja út yvir øll hini høgu fjøllini, ið eru har, er ein ótrúlig kensla. Tú sært allar hesar tindarnar og alt Himalaya, og tað kann næstan ikki lýsast í orðum, so flott tað er. Og allíkavæl sær alt út, sum tað er líka. Tað bleiv bara ein lítil løta uppi á tindinum, og Johnny heldur, at teir mundu ikki steðga haruppi stórt meira enn einar fimm minuttir. – Eg hevði føroyskt flagg við í ryggsekkinum, sum eg so pakkaði mær út at hava við á myndini, vit tóku har- uppi. Men tað var líka við, at eg ikki legði í at fáa tikið nakra mynd, tí tað var so øgiliga kalt, at fingrarnir frystu, so skjótt man fór úr handskunum, sigur hann. – Tað er bara tað, at tú noyðist at taka eina mynd, tá tú ert komin so høgt upp, og tí var einki annað at gera, enn at bíta frostið í seg og fáa gjørt tað, sum gerast skal. Í ferðalagnum var Johnny einsamallur føroyingur saman við ellivu danskar- um, og aftrat sær høvdu teir so fingið 35 berarar, ið fylgdu teimum allan vegin hesar tríggjar vikurnar uppi á fjallinum. Av teimum tólv, ið høvdu tindin á Baruntse sum mál, vóru tað bara átta, sum gjøgnumførdu allan vegin upp á teir 7.129 metrarnar. Hjá hinum vantaðu 300 metrar í at røkka tindinum_ Trupulleikar – Sum heild gekst alt sera væl, og á vegnum upp høvdu vit ongar sum helst trupulleikar. Verri var, tá vit skuldu omanaftur, tí tá kom óveður á okkum við nógv- um vindi og frosti, sigur hann. – Veðrið var alla tíðina ótrúliga skiftandi, og frá at vera sól og klárt, kundi tað tíggju minuttir seinni vera vindur og toka, so tú næst- an ikki sást fram um nøs- ina. Luftin er sera tunn í hes- ari hæddini, og Johnny sig- ur, at tað var øgiliga hart, tá ein noyddist at anda bæði skjótt og djúpt, samstundis sum tað ráddi um at koma víðari alla tíðina. – Tá tú ert í hesi hæddini, er hvør einasti metur og hvørt einasta stig eitt tungt tak at taka, sigur hann. Størstu trupulleikarnir á vegnum omanaftur vóru, at alt frysti hjá teimum, so teir eitt nú ikki fingu drukkið tað vatn, teir skuldu. – Vit skuldu royna at drekka fimm litrar av vatni um dagin, men tað bar slettis ikki til á ferðini om- anaftur, og tí gjørdust tey flestu av okkum sjúk. Eg var eisini sjúkur, so tað var ikki akkurát so stuttligt, sum eg hevði vónað, greiðir Johnny frá. – Men oman komu vit so í øllum góðum, og tey flestu komu skjótt fyri seg. Kortini hevur tann eini danskarin framvegis frost í fingrunum, sjálvt um ein heil vika er gingin. Tað gongur kortini framá hjá honum, so hann man fara at koma fyri seg aftur heilt skjótt. Upp og niður Áðrenn tað nakrantíð kom so langt, sum at sjálvur tindurin var fyri framman, høvdu teir gingið upp og niður í tríggjar vikur, fyri at fáa stilla kroppin inn til ta krevjandi uppgávuna, ið serliga síðsti teinurin er. – Tá vit komu til Nepal, komu vit fyrst til høvuðs- staðin Katmandu, men hildu so leiðina fram til bygdina Lukla, ið liggur í 2.700 metra hædd. Haðani skuldu vit so byrja sjálva ferðina upp, sigur Johnny. – Næstu tríggjar vikurnar gingu vit so upp og niður alla tíðina. Upp á 4.000 metrar og niður á 3.000 metrar, upp á 5.000 metrar og niðuarftur á 4.000 metr- ar. Teir ellivu danskararnir, ið vóru við í ferðalagnum, vóru heilt ovfarnir av at ganga upp á hæddir og nið- ur í dalar alla tíðina, men Johnny helt ikki, at hetta var nakað serligt: – Fyri mítt viðkomandi kendist meginparturin av allari gonguni ikki øðrvísi, enn tað er at ganga heima í Føroyum. So tað var ikki frítt, at eg meira ella minni keddi meg, meðan eg bíð- aði eftir tí, ið alt snúði seg um – at koma upp á sjálvan tindin, sigur hann. Við ferðini upp á 7.129 metra høga tindin á fjallinum Baruntse, hevur 27 ára gamli vestmenningurin rokkið einum máli, hann hevði sett sær: At vera fyrsti føroy- ingur til gongu í meira enn sjey kilometra hædd Tað er nógv meira krevjandi at koma upp á heimsins hægsta fjall, enn tað var at koma upp á Baruntse. Og har- aftrat er tað eisini nógvar ferðir dýrari. Tí ivast Johnny eitt sindur í, hvussu tað verður við Mount Everest FJALLAKLINTRING Hilmar Jan Hansen Eftir at hava verið uppi á 7.129 metra høga fjalli- num Baruntse, er 27 ára gamli vestmenningurin Johnny Joensen farin at ivast í, um hann eisini skal leggja seg eftir at koma upp á tindin á heimsins hægsta fjalli, Mount Everest. Teir, ið leiddu Johnny og teir ellivu danskarar- nar á ferðini upp á Bar- untse, kenna eitt sindur til viðurskiftini, tá tað snýr seg um at koma upp á Mount Everest, og tað er frá teimum, at Johnny hevur fingið at vita, hvussu trupult tað kann vera at sleppa framat. – Fyri tað fyrsta krevst nakað nógv meira fyri at røkka tindinum á Mount Everest, og tað er sum heild ein nógv strævnari ferð, ið setur munandi størri krøv til tann, ið roynir tað, sigur Johnny. – Og so er tað prísurin eisini. Tað kostar eina hálva millión krónur at sleppa upp á Mount Ever- est, so tað er einar seks ella sjey ferðir dýrari, enn henda ferðin hjá mær upp á Baruntse var tað. Tað er ymist, ið ger, at tað er nógv dýrari at sleppa upp á heimsins hægsta fjall, enn tað er at sleppa upp á hini fjøllini rundanum, ið eru næstan líka høg. Trot á leiðarum Millum annað sigur Johnny, at ringt er at fáa fatur á ferðaleiðarum, og at teir tøku eru ikki fleiri í tali enn so, at teir kunnu teljast á aðrari hondini. – Sum eg havi skilt tað, er høvuðsferðaleiðarin skoti, og umframt hann eru tað bara nakrir heilt fáir, ið fáast við at leiða fólk upp á Mount Ever- est, sigur hann. – Tað er eisini tað, at teir fara ikki upp hagar við fólki fyri ein og hvønn prís, tí tað er jú ikki sørt vandamikið at gera ferðina upp á heims- ins hægsta fjall. Tú skalt í grundini vera heppin fyri at sleppa upp í part, tá ferðir verða gjørdar upp á Mount Everest. Við tíðini er tað eisini blivið nógv meira sjáld- samt, at ferðir verða gjørdar upp á heimsins hægsta fjall, sum er málið hjá nógvum av heimsins fjallaklintrarum, og tí er ikki óvanligt, at teir royndu ferðaleiðararnir aftra seg sum longst, áðr- enn teir játta at leiða ferð- andi upp á tindin yvir øll- um tindum. Skal hetta lata seg gera hjá Johnny, soleiðis sum hann upprunaliga ætlaði tað, noyðist hann at brynja seg við nógvum toli, eins og hann verður noyddur at rigga til í nógv longri tíð, enn hann gjørdi hesa ferð. Tekur tvey ár Og tíðin er eisini nakað, ið fær Johnny at ivast, tí meðan fyrireikingarnar at koma upp á Baruntse tóku nakrar mánaðir, tek- ur tað vanliga eini tvey ár at fyrireika seg til ferðina upp á Mount Everest. – Hetta skal ikki skilj- ast, sum at eg havi givið upp, tí tað havi eg ikki. Men eg dugi bara at síggja, at tað verður sera kostnaðarmikið at røkka hesum málinum, og so er spurningurin, um tað let- ur seg gera at fáa fatur á so nógvum pengum, ið skulu til, sigur Johnny Joensen. – Í grundini havi eg eis- ini havt eina frálíka upp- living, nú eg havi verið í hæddum, sum eru oman fyri teir 7.000 metrarnar, so kanska eri eg fyri ein part mettaður av tí. Eg skal kortini ikki taka munnin ov fullan og av- skriva Mount Everest beinanvegin, men at tað er ein heilt onnur upp- gáva, havi eg ið hvussu er funnið útav, nú eg havi verið í Nepal. Johnny ivingarsamur um Mount Everest Tað er dýrt at sleppa upp á Mount Everest. Hálva milli- ón hevur Johnnu fingið at vita, og nú umhugsar hann, hvørt hetta verður gjørligt Mynd: Jens Kristian Vang – At standa so høgt uppi og hyggja út yvir øll hini høgu fjøllini, ið eru har, er ein ótrúlig kensla. Tú sært allar hesar tindarnar og alt Himalaya, og tað kann næst- an ikki lýsast í orðum, so flott tað er, sigur Johnny um upplivingina, tá hann stóð uppi á Baruntse Á veg oman aftur kom nógvur kuldi á ferðalagi, og millum annað fekk ein dani frostskaða í fingrarnar – Men sjálvandi er hetta ein partur av tí heila, tí vit lógu í legum høgt uppi, gingu so longur upp og omanaftur at sova, so kroppurin kundi venja seg við tað at vera í hæddini. Hetta var nú ikki tann mest spennandi parturin av tí, men hetta hoyrir nokk bara til. Hesar tríggjar vikurnar var alla tíðina kalt. Ta einu náttina máldi Johnny 15 kuldastig inni í tjaldinum, og tann eina dagin var so kalt, at teir blivu liggjandi í soviposunum í samfullar sekstan tímar. Harðari enn væntað Á vegnum niðan kom ferðalagið hjá Johnny og teimum at fylgjast meira og minni við einum japansk- um ferðalag. Tað vil siga, at ferðaløg- ini skiftust um at yvirhála hvørt annað. – Men japanararnir vóru ikki so hepnir, tí stormur kom á teir, og teir mistu tjøldini hjá sær í illveðri, sigur hann. – Í so máta hepnaðist bet- ur hjá okkum, tí vit mistu einki. Tað einasta, ið kom tvørt fyri hjá okkum á allari ferðini, var kuldin á veg omanaftur, sum gjørdi sítt til, at allir blivu sjúkir. Sum heilt heldur Johnny, at hóast hann hevði fyri- reikað seg væl undan frá- ferðini, gjørdist tann allar- síðsti teinurin á ferðini nið- an á tindin á Baruntse mun- andi harðari enn væntað. – Serliga er tað hetta, at tú kanst hava ilt við at fáa luft, er sera hart. Tá talan er um Baruntse, verður ilt- fløskur ikki brúktar, so tú mást vera øgiliga væl fyri, skalt tú klára teg í hesari hæddini, sigur hann. – Til tíðir var tað soleiðis, at tú kláraði næstan ikki at anda, samstundis sum tú skuldi taka kropslig tøk. Tað var øgiliga hart, men eg kláraði tað kortini. Rokkið málinum Við ferðini upp á 7.129 metra høga tindin á fjalli- num Baruntse, hevur 27 ára gamli vestmenningurin rokkið einum máli, hann hevði sett sær: At vera fyrsti føroyingur til gongu í meira enn sjey kilometra hædd. Til stuttleika kann nevn- ast, at hetta er sama hædd- in, sum ein systir hansara arbeiðir í, tá hon er flog- terna við Atlantic Airways! Samstundis hevur Johnny nú verið so høgt uppi, sum kravt verður, um tú skalt hava nakran kjans, tá talan er um ferðir upp á Mount Everest við sínum 8.848 metrum, hóast tað í aðrar mátar er sera torført at sleppa upp í part har. Eitt annað var so eisini, at undan ferðini til Bar- untse høvdu fleiri ávarað hann um, at eitt var at koma upp á Baruntse, man at ein annar vandi kundi vera, at tað sigst vera so ófriðarligt í Nepal. – Tað merktu vit kortini einki til, tí hóast tú sást her- menn allastaðni, so var annars alt friðarligt. Vit merktu hvørki eitt ella ann- að til, at ófriður var í landi- num, sigur Johnny Joensen. – Samanumtikið gekk ferðin væl, øll sum hon var, og eg havi ið hvussu er fingið eina uppliving fyri lívið. Nú er Johnny so á heim- leið, og gongst eftir ætlan, verður hann aftur í Føroy- um fríggjadagin. C M Y K 11 10