Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 212 - 5. november 2002 Nr. 212 - 5. november 2002 13 Í kreppuárunum kom ein lóg, ið sambært táverandi samgongu eigur lívið í Elektron, tí vandi var fyri, at tænasturnar, sum Elektron veitti, fóru at verða fluttar av landinum. Lógin, ið var protektionistisk, er seinni vorðin broytt til tað verra. Tað er sera týdningarmikið, at man minnist, hví Løgtingið samtykti hetta av fyrstani tíð. Tað var fyri at bjarga arbeiðsplássum í ringastu krepputíðum. Í dag vilja fá innan fíggjarheimin viðganga, at vandin fyri at einki virksemi var eftir á Elektron, var reellur, hóast lítil ivi man verða um tað, tá man sá remb- ingarnar innan føroyska fíggjarheimin. Undir øllum umstøðum vildi tað verið harmiligt, um ein lóg, ið einaferð hjálpti Elektron, nú í einari forverraðari útgávu skal gerast eitt haft um beinið á sama stovni. Nevndarformaðurin í Elektron, ið eisini er stjóri í Føroya Banka, hevði eina áhugaverda viðmerking í leygardagsbløðunum, ið reisir nakrar viðkomandi spurningar. Kann landstýrismaðurin í lógarmálum loyva sær at fara inn í eitt mál, har umsitingin hevur givið loyvi, bert tí, at hann heldur at loyvið ikki átti at verið givið útfrá sínari egnu alternativari tulking av lógini? Loyvið, ið Elektron fekk frá Dátueftirlitinum, var givið í tráð við galdandi løgtingslóg. At landstýris- maðurin nú ætlar sær at koma við eini kunngerð, ið skal presisera hansara vilja, aftaná at Dátueftirlitið hevur givið loyvi í tráð við galdandi lóggávu, er demokratiskt ivasamt. Um landstýrismaðurin ætlar sær at broyta nakað, so eigur hann at fara í tingið við einum lógaruppskoti, heldur enn nú at koma við einari kunngerð. Vit hava eitt annað mál, ið kann dragast fram sum ein paralellur til hetta mál. Navnalóggávan bleiv broytt herfyri, móti viljanum hjá Høgna Hoydal landstýris- manni í lógarmálum. Høgni Hoydal ger so eftir hetta eina kunngerð, ið sambært fleiri tinglimum ikki er í tráð við vilja løgtingsins í málinum, men heldur ein roynd at fremja sína egnu hugsan. Um hetta er rætt, so kennir landstýrismaðurin ikki sítt pláss mótvegis Løgtinginum. Eingin yvir og eingin við síðirnar av Føroya Løgtingi. Soleiðis eigur tað at verða, eisini um landstýris- maðurin á økinum eitur Høgni Hoydal. Hvør veit? Kanska hevur Høgni Hoydal grein í sínum máli, men hann eigur undir øllum umstøðum yvir- bevísa tingið um hetta. Ein løgtingsviðgerð, har parta- politikkur er ein náttúrligur partur, er tað rætta forumið, um Høgni Hoydal ætlar sær, at gera nakað við reglur viðvíkjandi Dátueftirliti. Partapolitikkur tryggjar, at øll sjónarmið koma fram, hóast onkur kanska heldur, at tað var nógv lættari, um alt vit búði í einum høvdi ella einum flokki. DAGSINS MEINING Sosialurin Eingin yvir og eingin við síðirnar av VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jógvan við Keldu løgtingsmaður av ST- borgini í New York Árliga verða í Trygdarráð- num gjørdar einar 80 samtyktir, sum eru tengdar at friði. Ikki færri enn 30 av hesum ganga afur á hvørj- um ári. - Serliga áhugamál og samskifti millum lond gera, at lættari er at fáa tær á pappírið enn at fremja tær í verki. Tá ikki færri enn 191 limalond í ST skulu geva til kennar teirra støðu til so mong mál og viðurskifti, samstundis sum tey eru við til at avgera so mangar lagnur, sigur tað seg sjálvt, at drúgvt arbeiði og dygt diplomatiskt tev skal til. Skulu 15 lond í Trygdar- ráðnum semjast um mál av týdningi fyri heimsfriðin og forða fyri, at álopsætlanir ikki verða framdar í verki, er gott at hava ávís felags- mál. - Skal ein samtykt veruliga hava ávirkan og virka við megi í Trygdar- ráðnum, er umráðandi, at samtyktin er einmæld, ella so gott sum einmæld. - Sjálvandi alt eftir hvønn serstakan týdning hon hevur. EITT STERKT EVROPA Sum fyrr nevnt, er USA nógv sterkasti limurin í ST og hevur meira enn helm~ingin av vápna- og hermegini. Landið er tí eitt nátúrligt oddaland. Men hóast tað hevur víst seg, at stendur Evropeiska Sam- veldið sum ein maður, hevur hetta skapt respekt, og hini londini hava lurtað. At torført er at fremja mál, hóast samtyktir, er sjón fyri søgn. Árliga verða í Trygdar- ráðnum gjørdar einar 80 samtyktir, sum tengdar eru at friði. Av hesum ganga meiri enn 30 aftur árliga, tí hóast hetta eru samtyktir, er eitt og annað sum forðar fyri, at tær verða framdar. Tað kunnu vera samskifti millum ávís lond. Serlig áhugamál millum londini gera seg eisini galdandi. Sum so ofta verður sagt, er tað so ómetaliga nógv lættari at fáa nakað niður á pappírið, enn at fáa málið framt í verki. NÓGV MÁL + FÁ ÚRSLIT Hyggja vit at ráðsstevnum, sum hava verið í navni Sameindu Tjóða um eitt nú mannarættindi, útbúgving- ar, fremmandahatur, mannarættindi til bústað, burðardygga menning, einar 17 í tali bert seinastu 10 árini má ásannast, hóast framgongd á ymsum økj- um, at langt er á mál. - Ómetaliga langt, tí sum sagt verður millum ST- limir: "Nógv mál - men fá úrslit". NØKUR FRAMBROT Eisini er trupult at fáa londini at játta meiri pening til tilafturskomin lond, sum møguliga kundu givið aftur til heimssamfelagið, um menningin varð meiri opin- ber. Í dag síggja vit eitt nú, at privatu íløgurnar í Kina frá kapitalistiskum londum sum t.d. USA, Taiwan, Hongkong og øðrum, hava gjørt, at Kina nú letur pening til triðja heimin. VIÐFEVND FRIÐARVARÐVEITANDI ÁTØK At fáa Evropeiska Sam- veldið samt, úr norði í suður, hevur eisini víst seg at verið trupult. - Eisini í hesum risa-felagsskapi er so stórur munur á áhuga- málum. Vit hava nú seinastu tíðina sæð, hvussu ES- londini, Bretland og Frakland í ósemju hava rikið egin áhugamál í sam- band við Irak. Tá Sameindu Tjóðir vórðu settar á stovn í 1945, hevði eingin roknað við, at so stór orka, sum seinastu árini hevur verið brúkt, fór til friðarvarðveitandi átøk, vápna-og hermegi. Tað er tí umráðandi, at lond innan felsgsskapin - so mong sum gjørligt - finna saman í størri og færri bólkum. Her hevur seinastu árini verið tikið fram av lima- londum í ST, at tað Evro- peiska Samveldið stendur samt, verður lurtað, og tala tey við eini rødd, fáast fleiri mál framd í Sameindu Tjóðum. Einum samdum ES verður lurtað eftir í ST Petur Dahl Nolsøe Vágur 112----31 14 48----- Hevur tú stolið bátin....... ....? Tormóður var skjótur at svara, at tað vóru bygdar- menn, sum høvdu vakt tað kvøldið, seksæringurin "Ingun" rendi á land á Glyvursnesi. Sjálvur veit eg at Tór- móður er úr Vágum og so- statt er hann eisini bygdar- maður. Men eg vil hava navnið á vakthavandi. Kristian Dahl var í fjølmiðlunum og royndi at verja seg á professionellan hátt- men hatta var ikki nóg gott!!!! MRCC støðin er sjálv- sagt ikki við í eini støðu sum hesari. Men handan røddin ið sigur, "hevur tú stolið bátin", tann røddin, hvør hon so enn er, skal aldrin aftur sleppa at svara neyðarkalli. Hon skal heilt einfalt koyrast frá !!!! Og eg meini tað!!! Hvar er trúvirðið????? Hans Birgir Hansen Mr. Big Tað er ongantíð í mínum hugaheimi framd nøkur burðardygg menning og burðardyggar verkætl- anir av nøkrum lands- og kommunalpolitik- arum, ið ikki hava tær neyðugu hugsjónir! Tað er heldur ikki fólk innan bankar, sparikassar, fíggingarstovnar, ið skapa nakra burðar- dygga menning og burð- ardyggar verkætlanir, sum støðan er kring landið og í Havn! Tað er komið mær fyri oyruni, at fólk innan bankar, sparikassar, fíggingarstovnar, hava lagt monnum fótin fyri at fáa fígging til oman fyri nevnda seinastu mongu árini í Havn! Tað sigur nógv um, hvussu slík fólk bera seg at innan fyri áðurnevndu stovnar, ið fremja eina grova diskriminatión ímóti nógvum viðskifta- fólkum, ið søktu um fíggjarligan stuðul! Tað skal verða víst til viðskiftafólkið hjá ALS & Almannastovuni, ið ikki fáa somu sømdir og viðgerð, sum vanligir lønmóttakarar av banka, sparikassa, fíggingar- fólki! Tað eru nógv væl- bjargað fólk í Føroyum, ið hava gott samband við banka, sparikassa, fíggingarfólk, ið spæla skrankapávar, ið síðani fingu kunnað familju, vinir og kenningar um slíkt! Tað er nógv burðar- dygg menning og burð- ardyggar verkætlanir, ið ein fær fíggjað við ein- um parti av miðal- pensjón, tá talan er um eins egnu fyritøku, við heimasíðu, úti á alnótini. Tað ber væl til at skapa fortreytir/grund- arlag fyri millióna fyri- tøku í Føroyum, tá ið hendan verður skipað heima við hús, ið ein fær kunna øll seriøs, virkis- fús, motiverað! Eg kenni fleiri, ið hava mist alt, ið eru byrjað heilt av nýggjum og hava vunnið alt aftur, uttan um bankar, spari- kassar, fíggingarstovnar, ið fingu skapt millión fyritøku! Eg kann siga tykkum, at tey njóta at liva lívið og náa sínar dreymar og fáa nýggjar vinir um allan heimin, við atliti til fleirtjóðað fyritøkur, ið ein kunnar áhugað! Eg fái kunna almenn- ingar um alternativar lívsmøguleikar í lesara- brævum í bløðunum og úti millum manna, í tí dagliga samskifti og kjaki á almennum støð- um! Eg fáist við slíkt, ið er ein partur av mínum livibreyði í dag. P.S.: Vitja heimasíðu www.faroeinn.com Marjus Dam løgtingsmaður Nú hall ver›ur á fíggj- arlógini, um ikki ógv- usligar sparingar ver›a framdar - kann ein seta spurningin, um føroy- ingar ikki vór›u lump- a›ir av loysingarsam- gonguni? Fíggjarlógaruppskoti›: • Onki verður gjørt við parkeringskatastrofuna við flogvøllin í ár, og ongin peningur er á fíggjarlógini komandi ár. • Gyltu lyftini um at út- byggja flogvøllin - "pen- ingurin var klárur" - hev- ur ongin hoyrt nakað um eftir valið. • 6 Milliónir kr eru til allar vegir til allar vegir í Føroyum. T.v.s. at nærum øll vegagerð steðgar upp. Neyðugt er at játta 40 milliónir komandi ár. • Gásadalstunnil steðgar upp. • Norðoyatunnil er ikki á fíggjarlógini komandi ár. • Onki er sett av til djúp- havn í Vági • Vegagerðin til Velbastað steðgar upp nú. • Fiskivinnuskúlin, ið fekk annan bygning, áðrenn valið, fær onki. • Skattalættin, ið er hart tiltrongdur, kann bert gevast, smb Karstin Han- sen, við at niðurbinda lønmóttakarar í alla framtíð - hóast lønarlagið er lægri í Føroyum enn í grannalondunum, ar- beiðsvikan longri, eins og skatturin NÓGV hægri. • Ellisheim og heimarøkt skulu nú skerja munandi í ár. Og helst eisini kom- andi árini. Tey eldru skulu nú ofrast fyri loys- ingina. • Bíðilistarnin á sjúkrahús- unum vaksa, tí sparast skal. Tey sjúku skulu nú ofrast. • Útjaðaraøkispolitikkurin er fyribils eitt kontór - í Tórshavn - ímeðan kem- ur samgongan við upp- skoti um at hækka ferðaseðlaprísirnar. Orsøkin er risaskerjingin av blokkinum, ið teir søgdu, at ongin fór at merkja til, tíbolkkurin var settur inn á bók. Alt var og er lygn. Føroyingar verða nú ofraðir fyri loysing. Undar- ligt, at Landabankastjóri, búskaparráð og aðrir, ið ikki vildu at oljuavgjaldi kundi avtakast (60 mill kr) - onki søgdu um vandan við at minka blokkin (366,4 mill kr um árið). Føroyingar sleptir á fjall: Onki trúgvi eg uppá at løgmaður mátti á fjall í ár. Í ár rann løgmaður ikki eftir seyði, men fyrst og fremst undan fíggjarlógini. Á so mangan hátt kunnu vit siga, at loysingarsam- gongan hevur slept føroy- ingum uppá fjall. Ongin stýring, onki skil. Lygnin drívir verkið. Loysing merkir skerda vælferð: Hví ikki viðganga, at loys- ing merkir skerda vælferð. Tí tað er veruleikin. Vit byrja nú aftur at merkja "skvampini av kreppuni", sum Herman Oskarson málber seg. Myrk skýggj eru fyri framman orsakað av loys- ingarpolitikki. Vælferðin verður hótt hjá landsmonnum og kvinnum okkara- orsaka av loysing. Sambandsfólk vilja byggja land upp - Einar tryggar Føroyar fyri øll. Fyri at tryggja Føroyar, má loysingin avhøvdast. Og lygnin. VIÐMERKINGAR Lygnin – eitt politiskt amboð? Vilhelm Johannesen Í farnu viku viðgjørdi løg- tingið uppskotið til fíggjar- lóg fyri 2003. Umrøðan, sum byrjaði kl. 10.00 fyrra- partin týsdagin, endaði ikki fyrr enn umleið kl. 21.00 hóskvøldið. Fíggjarlógar- uppskotið er nú beint í fíggjarnevndina. Undir umrøðuni hevur javnaðarflokkurin ásannað, at almannaøkið, herundir eldrarøktin, heilsu-málini og játtanin til útbúgving og gransking hava fingið hægri raðfesting á hesum uppskotinum, enn talan hevur verið um tey seinastu árini. Men hesi økini hava verið og eru framvegis aft- urúrsigld. Um javnaðar- flokkurin hevði verið í samgongu, og harvið havt møguleika fyri at seta síni fingramerki á fíggjarlógar- uppskotið, høvdu fleiri játtanir á hesum økjum ver- ið hægri. Undir umrøðuni hava umboð javnaðarfloksins víst á, at framlagda fíggjar- lógaruppskotið als ikki er liðugt, men at talan er um eitt ávegisuppskot, sum er lagt fyri løgtingið og síðan beint í fíggjar-nevndina, soleiðis at nevndin til sína tíð kann fáa skil á málinum. Vit hoyra landsstýrismenn og løgtingsmenn úr sam- gonguni siga, at full polit- isk semja er um, at 32,5 mió. kr. skulu játtast til fasta sambandið um Leir- víksfjørð, at peningur skal játtast sjónvarpinum, at 8 mió. kr. skulu játtast post- verkinum o. s. fr. Men hesar upphæddirnar eru als ikki við á framlagda fíggj- arlógaruppskotinum. Á samferðsluøkinum eru ongar játtanir til nýggjar verkætlanir. Umframt fasta sambandið um Leirvíks- fjørð, kunnu vit nevna tunnilsgerðir millum Øra- vík og Hov, millum Húsvík og Dal og millum Haldars- vík og Tjørnuvík. Nakrar smærri upphæddir eru settar av við tí fyri eyga, at niðurtóna nøkur arbeiði, sum eru í gongd. Talan er um at útseta liðugtgerina av Gásadalstunnlinum, liðugt- gerina av vegastrekkinum millum Vág og Lopra, av vegastrekkinum millum Gomlurætt og Tórshavn og vegagerðina millum Skála- botn og Strendur. Á sam- ferðsluøkinum virkar landsstýrismaðurin í vinnu- málum nú sum ein avtøku- stjóri. Samstundis kunnu vit staðfesta, at játtanin til løgmansskrivstovuna og aðalstýrini, økist ár um ár. Í 1998 var samlaði kostnað- urin av landsumsitingini 53,8 mió. kr. Sambært upp- skotinum til fíggjarlóg fyri 2003 verður kostnaðurin 137,9 mió. kr. næsta ár. Talið á fulltíðarstørvum í landsumsitingini øk-ist við rúkandi ferð og er nú komið upp á 330 heil- tíðarstørv. Alt verður gjørt fyri at sita við valdin-um. Fyri at fáa politisku kabal- ina at ganga upp eftir løg- tingsvalið í 1998 varð talið á landsstýris-monnum økt út sjey upp í átta. Hetta gjørdi at vit fingu eitt nýtt aðalstýri. Eftir valið í 2002 varð talið av landsstýris- monnum økt úr átta upp í níggju. Og vit fingu aftur eitt nýtt aðalstýri. Á eldraøkinum er stórur tørvur á íløgum í ellis- og røktarheim, í eldrasambýli og í eldraíbúður. Á heilsu- økinum eru íløgur at gera, eitt nú á landssjúkrahúsin- um, á Klaksvíkar Sjúkra- húsi í heilsumiðstøðir o. s. fr. Á útbúgvingarøkinum tosa vit um fleiri skúladepl- ar. Vit tosa um skúladepul- in við Marknagilsvegin í Havn, um skúladepulin í Klaksvík, um Fiskivinnu- skúlan í Vestmanna, um Lista- og Handverkara- skúlan á Sandi, um mið- námsskúla í Suðuroy o.s. fr. Sjúkrasytraskúli Føroya skal hava nýggj høli og Heilsuskúli Føroya á Tvøroyri, sum higartil bert klekir sjúkrahjálparar og heima-hjálparar, skuldi helst eisini givið tilboð um útbúgving til heilsuatstøð- arum. Tað, sum sermerkir upp~skotið til fíggjarlóg fyri 2003, er, at heildar- veitingin úr ríkiskassanum frá 1. januar í ár varð skerd við 366 mió. kr., uttan at føroyska samfelagið hevur aðrar inntøkur at seta í- staðin, og at hetta varð gjørt áðrenn samfelagið er nógv væl útbygt á eldraøkinum, á heilsuøkinum, á útbúgv- ingarøkinum og á sam- ferðsluøkinum. Nú kenna vit so sviðan av skerdu heildarveitingini. Skerd heildarveiting - sperd fíggj- arlóg. Skerd heildarveiting – sperd fíggjarlóg Burðardygg menn- ing & verkætlanir! TÍÐINDASKRIV Nývalda ráðið fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, hevði sín fyrsta fund mikudagin. Á fundinum skipaði nevndin seg soleiðis: Rúna Sivertsen úr Klaksvík er formaður. Steinbjørn í Lambanum úr Fuglafirði, er næst- formaður. Hini í ráðnum eru: Ove Fredriksen, Jógvan Mortensen og Emily Petersen Tey eru øll úr Klaks- vík Tiltakslimir eru: Agnar á Dul úr Klaksvík og Elenora Reines av Viðareiði. Nýtt sjúkrahúsráð C M Y K 13 12