Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 212 • týsdagur • 5. november 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Eftir at Fótbólts- sambandið hevur kært, sigur UEFA ætla sær at økja krøvini, soleiðis at trygdin verður størri fyri, at tað í framtíðini verð- ur búleikast undir góðum umstøðum, tá altjóða undankapp- ingar verða spældar UNGLINGA- LANDSLIÐINI Jóannes Hansen Foreldur og onnur avvarð- andi, sum í framtíðini fara at senda gentur og dreingir við unglingalandsliðunum í fótbólti til EM undankapp- ingar úti í heiminum, nýtast ikki at hava ampa av, um nú umstøðurnar fara at vera soleiðis, at trygd verður fyri reinføri, hita og mati. Eftir at U–19 landsliðið var komið aftur úr Georgia næstsíðsta mánadag, sendi Fótbóltssamband Føroya bræv við kæru til UEFA, har víst varð á serliga vána- ligu umstøðurnar, sum før- oyska liðið hevði havt í Tblisi í Georgia í næst- síðstu viku. Kæran Í brævinum verður ná- greiniliga víst á, hvussu umstøðurnar vóru: gisting- arhúsið var skitið, og tað luktaði illa. Har var ikki nóg mikið til matna til spælarar og hini í føroyska ferðalagnum. Har var eing- in hiti í rúmunum, og tað hevði við sær, at føroying- arnir svóvu í klæðum. Har vóru eingi rúm til uppihald og fundir. Føroyska ferða- lagið varð biðið um ikki at fara út fyri dyr uttan í fylgi við løgregluni, tí talan var um kriminelt øki. Víðari verður greitt frá í brævinum frá FSF til UEFA, at føroyski ferða- leiðarin, Børge B. Hansen, mánadagin eftir at føroy- ingarnir vóru komnir til Tblisi sunnudagin, heitti á franska UEFA umboðs- mannin um at koma á gist- ingarhúsið fyri at fáa viður- skiftini í rættlag. Hann kom, og tað eydnaðist at betra um umstøðurnar, men tær vóru á ongan hátt nøkt- andi, og tær vórðu als ikki á tí støðinum, sum tað eigur at verða roknað við, at tær eru í sambandi við tílíkar kappingar. Fótbóltssambandið vísir á, at tað er fullkomuliga órímuligt, at spælarar, sum tað verður roknað við skulu vísa sítt ítarsta á vøllinum, skulu ganga svangir, kaldir, illa til passar og harvið ikki í sinniligari javnvág. FSF spyr, hvat tað er, sum hevur verið og verður gjørt við ungu fólkini. Víst verður harafturat á, at samlaða útreiðslurnar, sum UEFA hevur lagt út fyri føroyska ferðalagið, vóru 450 túsund krónur. FSF verður skuld- skrivað fyri ein stóran part av útreiðslunum. Harafturat hevur FSF í sambandi við fyrireikingarnar rindað venjaralønir, fyri venjingar- legur og ymiskt annað. – Vit kunnu ikki liva við hesum, og vit kunnu ikki rokna við, at foreldur í framtíðini fara at lata teirra børn spæla á landsliðnum, um møguleiki er fyri, at tey aftur enda í sovornum um- støðum, sigur FSF, sum staðiliga heitir á UEFA um at gera nakað við hetta. Nógv strangari krøv UEFA var ikki óvitandi um ótespuligu umstøðurnar, sum føroyska ferðalagið í Tblisi búleikaðist undir. Avrit av kærunum til georgiska fótbóltssam- bandið varð sent til UEFA. Sum sagt so varð sera beinleiðis orðaða brævið sent til UEFA og aðalskriv- aran Gerhard Aigner mána- dagin í síðstu viku, og UEFA legðist ikki á boðini. Mikudagin og hósdagin í síðstu viku varð fundur á høvuðsstøðini hjá UEFA í Lyon við aðalskrivararnar í fjúrtan teimum minstu fót- bóltssambondunum í Eur- opa. Millum teirra eru eis- ini fótbóltstjóðir sum Norð- urírland, Wales og Ísland, og Ísak Mikladal, aðal- skrivari í FSF var eisini á fundinum. – Eg kendi tað, sum um kæran hjá okkum var kom- in á rætta staðið og í røttum tíma. Allir UEFA stjórarnir við aðalskrivaranum Ger- hard Aigner úr Týsklandi á odda vóru á fundinum, og teir tóku málið, sum vit høvdu kært um, upp. Teir nevndu tað ikki ítøkiliga, men tað varð undirstrikað, at ætlanin hjá UEFA var at gera greiðar og strangar rætningslinjur fyri, hvørji krøvini eru til uppihald, mat og umstøður annars til plássini, har undankapping- ar av tí slagnum, sum yngru landsliðini hjá okkum taka lut í, verða hildnar í fram- tíðini, sigur Ísak Mikladal, sum ásannar, at tað var neyðugt hjá teimum at kæra: – Vit kunnu ikki standa model til, at ungdómarnir, sum føroysk foreldur sýna okkum álit at hava við á sovornar ferðir, búleikast og liva undir sovornum um- støðum, sum tær, ið U–19 landsliðið upplivdi í Georgia. Vónandi verður avleiðingin av brævinum, sum vit hava sent, at sovorðið ongantíð aftur fer at koma fyri, sigur Ísak Mikladal. – Tað er ivaleyst einki at ivast í, tíverri, at onnur áður hava verið úti fyri tí, sum okkara vóru úti fyri hesa ferð. So verður tosað og murrað um vánaligar um- støður, men tá ið eingin ítøkilig skrivlig frágreiðing um tað, sum hevur gingið fyri seg, verður send rætta viðkomandi, so verður einki meiri gjørt. Viðhvørt skal ein spaki kallast ein spaki fyri rætta viðkom- andi. Tað gjørdu vit yvirfyri UEFA hesa ferð. Mín fatan er, at teir vóru hjartans fegnir um brævið, og um vit við tí kunnu vera við til at tryggja øllum europeisk- um unglingalandsliðum sømilig kor í framtíðini, so er nógv vunnið. So verður tað líka mikið, hvat teir í Georgia kanska halda um okkum í Føroyum, heldur Ísak Mikladal. Ferðin til Georgia fær eftirspæl – Vit kunnu ikki standa model til, at ungdómarnir, sum føroysk foreldur sýna okkum álit at hava við á sovornar ferðir, búleikast og liva undir sovornum umstøðum, sum tær, ið U–19 landsliðið upplivdi í Georgia, sigur Ísak Mikladal millum annað um føroysku kæruna, sum eftir øllum at døma fær viðhald frá UEFA 15 14 Nr. 212 - 5. november 2002 Mortan Hentze Í teimum fyrstu summar- mánaðinum í ár, fekk ein í Dimmalætting fleiri ferðir høvi at lesa um, hvussu ein stórur partur av tí elsta før- oyska sjónvarpstilfarinum hjá SVF liggur í vanrøkt og forferst. "Hetta er bæði synd og skomm, og her skal okkurt munagott gerast sum skjót- ast" vóru øll samd um, sum úttalaðu seg um málið. Mær vitandi er einki munagott gjørt enn, og tað er spell, tí kringvarpstilfar og annað talgilt (elektron- iskt) tilfar er ein sannur fongur fyri tey, sum granska og hava áhuga í føroyskari samtíðarsøgu, og ikki minst ein gullpottur fyri komandi ættarlið, ið ynskja at kunna seg um og granska í samtíð okkara. Tíverri er nógv av tí elsta føroyska kringvarpstilfar- inum longu fari fyri skeyt- ið, hugsa bara um øll tey yvirspældu bondini hjá Útvarpi Føroya, og sum fyrr nevnt eru eisini at part- ar av føroyska sjónvarps- tilfarinum á veg inn í gloymskunar søgu. Vit hava stutt sagt sjofla okkum ein stóran part av tjóðararvi okkara burtur, og tað tykist sum hetta skilið ótarnað sleppur at halda áfram. Farið er farið, men hví standa vit í hesi støðuni ? Í løgtingslóg um kringvarp v.m., kann hetta lesast: § 15. Útvarp Føroya hevur skyldu til at goyma upptøkur av øllum sendingum í minsta lagi í 3 mánaðir… § 27. Sjónvarp Føroya hevur skyldu til at goyma upptøkur av øllum send- ingum í minsta lagi í 3 mánaðir… Soleiðis er støðan í dag - tað eru Úf og Svf, sum av sínum eintingum velja, hvat kringvarpstilfar skal goym- ast og hvat skal gloymast. Úf og Svf hava nógvar týdningarmiklar uppgávur, men sum hesi "lógarbrot- ini" vísa, er uppgáva teirra ikki at agera tjóðgripasavn og tað eiga teir heldur ikki gera. Í einum notati frá Lands- skjalasavninum, "Uppskot til løgtingslóg um bóka- søvn" verður skrivað: "Viðvíkjandi Útvarpi og Sjónvarpi: Sum er er einki, ið tryggjar, at framleitt tilfar hjá ÚF og SVF verður varðveitt. Stovnarnir hava tó sjálvsagdan áhuga í, at hetta tilfar verður goymt fyri at tryggja tað sum grundtilfar, men einki er, ið tryggjar øðrum nýtslu og atgongd. Her skal reglan um upprunarætt og ogn hjá journalistum og framleið- arum sjálvandi eisini havast í huga. LSS hevur við lógini um LSS trygd fyri, at umsitingarligi parturin verður varðveittur og lýst- ur, men sama ger seg ikki galdandi fyri program- partin." Men hvør eigur so at varðveita programpartin av tí føroyskt kringvarps- tilfarinum og tryggja m.a. granskarum atgongd til hetta tilfarið? Vit eiga eina lóg, sum ikki verður tikin fyri fult, hvørki av mentamálaráð- num ella av okkara Løg- tingi: "LØGTINGSLÓG UM BÓKASØVN" Í henni stendur m.a. § 23. Skylduavhendingin er partur av støðinum undir okkara felags tjóðminnum. Avhendingin skal tryggja, at vitanin um føroyska mentan, søgu og føroyskt samfelagslív verður varð- veitt til gagns fyri gransk- ing og almenningin yvir- høvur…. § 24. Av øllum verkum, útgivnum í Føroyum, skulu avhendast 4 ókeypis eintøk til Landsbókasavnið. Skyldan er galdandi uttan mun til í ella á hvørjum miðli verkið fyriliggur. Sólaarklár tala, lógin til varðveitslu av kringvarps- tilfari fyriliggur. Stovnurin, ið eigur at varðveita pro- grampartin av tilfarinum hjá SVF, ÚF og hinum útvarpsrásinum, og gera at hetta tilfari atgongiligt, er Føroya Landsbókasavn. Men hví hevur so Føroya Landsbókasavn ikki eina einasta hyllametur av kringvarpstilfari ? Svarið er, at hesin parturin, sum so mangir aðrir av Løgtingslógini um Bóka- søvn, liggur steindeyður. Landsins mynduleikar tykjast ikki at hava nakað søguligt medvit og hava ikki játtað Landsbókasavn- inum tann neyðuga peningi fyri at seta hendan partin av lógini í verk, men tað, at peningajáttanir og lógar- krøv ikki eru náttúrligir fylgisneytar, tá tað snýr seg um føroyskt lógarsmíð, er jú einki ókent fyribrigdi. Hvussu tryggja vit so í framtíðini tað føroyska kringvarpstilfarið ? Svarið er, at landsins mynd- uleikar skulu bara taka "Løgtingslógina um bóka- søvn" í álvara, og játta Landsbókasavninum ta evarska lítlu upphædd á komandi løgtingsfíggjar- lóg, sum krevst fyri at farast kann í gongd við at varðveita hendan týdning- armikla partin av tjóðararvi okkara. Hetta ljóðar kanska í so simpult, men længere er den ikke. Hvussu gera tey í øðrum londum ? Í grannalondum okkara standa bókasøvnini eisini fyri varðveitslu av kring- varpstilfari, og hetta er í dag vanlig parksis í londum kring allan heim. Tað er ikki heilt tilvildarligt at so er, tað finnast nemligani eitt ótal av grundum til at bókasøvnini standa fyri hesum arbeiðinum. Ein grund av mongum er, at tá man snakkar um at varð- veita og útbreiða verk á bókasøvnum, so er tað fyrst og fremmst innihald, man hugsar um, og ikki í hvørj- um miðli eitt verk liggur í. Bókin er bara ein av mongum miðlaberum á bókasøvnunum í dag, kringvarpstilfar er ein annar. Ein onnur grund til at tjóðbókasøvnini avheinta kringvarpstilfar er, at tað er lítil trygd í, at einans stovnarnir sjálvir goyma sítt tilfar - hugsa tær - hvis tað kom eldur í SVF í morgin, hvat høvdu vit ikki mist av tilfari, sum hevur alstóran týdning bæði fyri sam- og eftirtíð okkara ?. Sum Rasmus Effersøe segði: "Latið ei søguna doyggja, goymið hana so væl, í dreingja sinni og moyggja hon mikið útrætta skal" Við vón um, at ikki bara okkurt, men at tað rætta verður gjørt í hesum málinum. Álvur Kirke Sjúrður Skaale skrivar grein, sum hann kallar "Lógin skal verja tey samkyndu" í blaðnum Fregnir fríggjadagin. Í greinini verður m.a. sagt, at Gallup setti m.a. henda spurning: "Í Føroy- um er við lóg bannað at diskriminera fólk vegna kyn, rasu ella religión. Skal henda lóg eisini um- fata tey, ið eru samkynd?" Heili 65 % svaraðu ja, 17 % søgdu nei, og 18 % vistu ikki. Sagt verður, at henda lóg er smíðað fyri at verja minnilutar. Eg hugsaði so, hvørjar minnilutar skal lógin verja? Nevnda grein svarar sjálv spurninginum: kyn, rasu ella religión, og so verður skoytt uppí: samkynd. Kyn: Til eru bara tvey kyn, og hvørki teirra kann sigast at vera ein minniluti. Bæði eru so nøkurlunda javnt umboðaði! Rasa: Í Føroyum eru t.d. myrk fólk ein minniluti, men eg havi ongatíð hoyrt um, at tey ikki hava somu rættindi sum øll onnur. Religión: Samb. lóg, hava vit trúar- frælsi í Føroyum, - við ávísum undantøkum. Tað er eingin trupuleiki at hava og dýrka eina og hvørja religión, - eisini "kristnu" religiónina. Men, tá onkur loyvir sær at taka kristindómin, Jesus Kristus og Bibli- una, bókstaviliga, verður hann við tað sama kallaður fundamental- istur - í negativum týdn- ingi! Er ætlanin at verja ein minniluta, so kunnu vit staðfesta, at lógin als ikki virkar á hesum øki! Samkynd: Verandi lóg umfatar ikki tey samkyndu. Vit kunnu staðfesta, at tey sokallaðu samkyndu, eru ein lítil minniluti. Men tá sagt verður í yvir- lýsingini til frama fyri sam- kynt parlag: "Vit ásanna, at tey sam- kyndu Í Føroyum alt ov leingi hava verið ein minni- luti sum hevur fingið eina mannminkandi viðferð í tí føroyska samfelagnum. Tey samkyndu hava ikki kunnað vart seg fyri mismuni og happing og hava eisini ofta verið fyri hatursálopum. Samkyndir føroyingar hava tí verið noyddir at flyta av landinum fyri at sleppa at liva eina virðiliga tilveru. Hetta er ein stór skerjing í frælsinum hjá teimum samkyndu og ikki minst hjá familjum teirra - heilt van- ligum føroyskum familjum - sum hava "mist" síni sam- kyndu børn. Tey samkyndu, sum av ymiskum orsøkum ikki hava megnað at funnið sær friðskjól uttanlands, hava livað í Føroyum undir støð- ugari hóttan og niður- gering. Hetta kann als ikki góðtakast í einum sivili- seraðum og demokratiskum samfelagi, sum byggir á humanistiska siðvenju." Her verður sagt, at tey so- kallaðu samkyndu hava fingið mannminkandi viðferð hava ikki kunnað vart seg fyri mismuni og happing hava ofta verið fyri hatursálopum. stór skerjing í frælsinum familjurnar hava "mist" síni samkyndu børn. Tey, sum ikki hava funnið sær friðskjól uttanlands hava livað undir støðugari hóttan og niðurgerðing. Tað kann ikki bera til, at hetta er allur sannleikin. Eg loyvi mær at pá- standa, at hetta eru leysir pástandir! Ella í minsta lagið, er ov nógv gjørt av. Høpisleys lóg Eg má hava loyvi at spyrja: Um eg ikki hoyri til eitt minniluta kyn Um eg ikki hoyri til eina minniluta rasu Um eg ikki hoyri til eina minniluta religión Um eg ikki eri samkyndur Er so loyt at happa meg ? Ella: Er loyvt at happa meg fyri alt annað?, bara ikki vegna kyn, rasu ella religión ? Eg havi hoyrt um happ- ing í skúlunum. Er tað loyvt ? Tað kann ikki vera rætt, at gera serlógir, so tað ikki er loyvt at diskriminera fólk vegna kyn, rasu, religión ella kynslig frávik. Hvat so við øllum hinum. Tey, sum hava okkurt annað brek, t.d. er onkur lámur, onkur hevur fátæk foreldur, onkur er ov klæn- ur, onkur er ov feitur o.s.fr. Skulu øll verjast við serlógum, verður listin langur. Nei, hatta kann ikki vera rætti vegurin at ganga. Øll eiga at vera líka fyri lógini. Serlógir, lógir fyri ávísar bólkar, gera bert støðuna fløktari! VIÐMERKINGAR Kringvarp, gransking og tjóðararvur Diskriminering C M Y K 14