týsdagur 5. november 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 212 - 5. november 2002
17
Hóast tær máttu vera
Soley Mikkelsen fyri-
uttan, so reistist VÍF í
Klaksvík, tá tær
seinasta korterið
runnu frá Stjørnuni í
einum annars jøvnum
dysti
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Seinnu árini hava tað júst
verið VÍF og Stjørnan, sum
hava myndað oddin í før-
oyskum kvinnuhondbólti,
men í ár tykist okkurt at
vera broytt í so máta.
Stjørnan hevur als ikki
sama fólk at taka av, sum
fyri trimum árum síðani
gjørdu tær til besta liðið í
landinum, og tó at nógv
aftur í ár roknaðu VÍF sum
favoritt undan kappingini,
so hava úrslitini víst, at tær
í øllum førum ikki skulu
rokna við at fáa serliga lætt
spæl í ár.
Longu tvær ferðir hetta
árið hava tær tapt lands-
kappingardyst, og tað er
sum so meira, enn tær hava
tapt seinatu tvey árini, og tí
var talan í nógvar mátar um
ein avgerandi dyst fyri VÍF,
skuldi sambandið við oddin
ikki slitna fullkomuliga.
Uttan Sóley
Tí var tað helst eisini ein
dyggur smeitur, at VÍF
mátti vera ein av mest týð-
andi leikanum fyriuttan, tá
Sóley Mikkelsen ikki sá
seg føra fyri at spæla, og í
staðin mátti taka sæti við
síðuna av Daniel og Ioanau
Rápa á beinkinum. Undir
øllum umstøðum gjørdi
hetta fortreytirnar verri
undan dystinum, og leingi
var eisini líkt til, at Stjørn-
an skuldi geva VÍF ein heilt
skarpan gang.
Somikið hart spentar
vóru vestmannakvinnurnar,
at fyrstu trý korterini var
millum lítil og eingin mun-
ur á liðunum. Serliga í fyrra
hálvleiki tóktis tað heldur
so, at Stjørnan var við
yvirlutan, men VÍF slepti
ongan tíð takinum, og í
seinna gav hetta at bíta.
Venjingarstøðan hjá gest-
unum var snøgt sagt eitt vet
betri enn hjá heimaliðnum,
og so við og við fánaði
spælið hjá Stjørnuni. Agne
Masenaite megnaði ikki
einsamøll at standa ímóti
trýstinum, og so skrædnaði
seinastu løtuna, tá VÍF eitt
langt skifti skoraði átta
ferðir, meðan Stjørnan bert
fekk eitt mál.
Sostatt fekk VÍF loksins
aftur ein sigur á kontina,
men enn tykjast tær ikki
sannførandi í stríðnum um
heiðursmerki.
Hinvegin
sýndi avrikið, at venjing-
arstøðan hjá leikarunum er
um at vera har, sum hon
eigur at vera, og júst hetta
hevur seinnu árini verið ein
av høvuðsorsøkunum fyri
góðu avrikunum. Hvørt
hetta so er nóg mikið til ein
sess heilt frammi í oddin-
um, er fyribils ein ósvar-
aður spurningur, og partvíst
verður hesin kanska svar-
aður, tá tær um eina viku
taka ímóti Kyndli í einum
dysti, sum longu nú er farin
at líkjast einum fyribils far-
væl til eitt av teimum lið-
um, sum undan kappingini
vórðu roknað sum eitt gott
boð til ein oddasess.
Her verður tað neyvan, at
Stjørnan fer at halda til,
men hóast tað, so hevur
liðið higartil sýnt, at tær
væl kunnu spæla upp til tey
sterkastu liðini. Enn hevur
úrtøkan tó ikki verið til
fleiri enn trý stig, men
halda tær á fram við sama
treysti, so er einki at ivast í,
at stigini so líðandi fara at
koma, og higartil hevur
talan verið um ein javna
kapping, so tað er kanska
ikki heilt óhugsandi, at tær
fara at ota seg longur upp á
stigatalvuna, sum árið líður.
Dysturin í tølum
Stjørnan-VÍF 16-20 (7-7)
Málskjúttar
Stjørnan: Danijela Ercevic
6(2), Natasja Stamencovic
6(2), Una Olsen 2, Súsanna
Hansen 1, Jastrid Gullak-
sen 1, Gunnvør Isaksen 1
VÍF: Jacklin Durhuus 8(2),
Nicoleta Radu 4(1), Hertha
Simonsen 3, Fríða Marjun-
ardóttir 3(1), Nikolina Eyð-
bjørnsdóttir 1, Jóna Jógv-
ansdóttir 1
Brotskøst: Stjørnan 6, VÍF
6
Útvísingar: Stjørnan 3, VÍF
3
Dómarar úr StÍF: Alex-
ander Johansen & Marian
Cirliganescu
Kyndil fekk væntaða
sigurin á H71, men
spælið var langt ífrá
nakað, sum sannførdi
um, at talan helst var
um eitt av oddaliðun-
um í hesum kapping-
arárinum
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Hoyvíkingar
vóru
illa
sperdir, tá teir sunudagin
komu í Ítróttarhøllina á
Hálsi. Tveir av mest týð-
andi leikarunum hjá lið-
num, Bárður Brimvík og
Halgir Dahl-Olesen, skudlu
koma við sunnudagsflog-
farinum,
men
vánaliga
veðrið viðførdi, at teir báðir
ikki vóru tøkir til dystin.
Var Kyndil favorittur
undan hesum, so gjørdist
leikluturin ikki minni eftir
hetta, og tó at alt tóktist
ganga sum ætlað fyrstu
løtuna, so máttu teir grønu
tó ásanna, at sigurin kemur
ikki av sær sjálvum.
Argaðu leingi
Eftir eina heldur ógvusliga
byrjan frá teimum grønu so
var tað nevnliga so, at
hovyíkingarnir leingi arg-
aðu Kyndil. Við kontantum
verjuspælið royndu teir at
steðga kyndilsleikarunum,
áðrenn støðurnar gjørdust
alt ov vandamiklar, fyri
síðani at dúva upp á kontra-
álopini. Og tá teir hjá
Kyndli als ikki tóktust hava
fatað, at teir kundu verða
noyddir at stríðast fyri stig-
unum, so vóru hoyvíkingar
brádliga við aftur í dystin-
um.
At Kyndil illneitaðist inn
á hetta, kom eisini til
sjóndar, tá Hanus Jensen
fekk reyða kortið fyri at
gera seg inn á Jákup á Borg
beint fyri steðgin, men
samstundis var hetta helst
nakað, sum fekk teir grønu
at ásanna, at teir máttu taka
annað skinn um bak.
Í øllum førum var talan
um heilt øðrvísi dyst, tá
liðini komu útaftur. Kyndil
var nú spælstýrandi alt fyri
eitt, og tó at tlaan ongan tíð
um gjørdist um nakra nið-
urspæling av mótstøðuni,
so framdu teir ikki sama
mistakið aftur. Sigurin varð
koyrdur heim uttan stór-
vegis trupulleikar, og so-
leiðis er Kyndil framvegis
við í oddastríðnum.
Skal meira til
Tað er tó eingin loyna, at
annað og betri spæl skal til,
um Kyndil skal gera sær
vónir um at halda fast um
hesa støðu. Longu miku-
dagin skulu teir aftur í
eldin, tá staðið er Vest-
manna og mótstøðuliðið er
eitt sært VÍF lið, sum longu
nú hevur tapt tvær ferðir, og
sum ivaleyst fer at leggja
nógv fyri í royndunum at
forða triðja tapinum.
Dysturin í tølum:
Kyndil-H71 28-21 (12-12)
Málskjúttar:
Kyndil:
Finnur Hansson
8(1), Jacob Jónsson 6(1),
Rúni Mohr 3, Ken Zacha-
riasen 3, Regin Johannesen
3(1), Hanus Jensen 2, Heini
Bendtsen 2, Høgni Klein 1
H71:
Johnny
Djurhuss
7(3), Niels Viggo Niclasen
7, Jákup á Borg 2, Anfinn
N. Debes 2, Høgni M.
Joensen 1
Brotskøst: Kyndil 6, H71 3
Útvísingar: Kyndil 2, H71
3
Diskvalifikatión: Kyndil 1
(beinleiðis reytt)
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi
Mortensen & Kári Hansen.
Í einasta flogbólts-
dystinum í meist-
aradeildini um
vikuskiftið vann ÍF
tryggan sigur á
Fleyr
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Illveðrið
sunnudagin
viðførdi, at bert ein
flogbóltsdystur
varð
leiktur sunnudagin. Hes-
in var millum Fleyr og
ÍF, har útiliðið ikki hevði
fyri neyðini at sigla til
dystin, og tó at tað helst
hevur verið nakað ill-
fýsið á vegnum, so tókt-
ist hetta á ongan hátt at
nerva fuglfirðingarnar,
sum greitt greiddu sína
skyldu móti Fleyr.
Sum tað kundi roknast
við, so var alla tíðina
munur á teimum báðum
liðunum, sum hava lagt
seg í hvør sín enda á
stigatalvuni, og tó at
Fleyr royndi at muta
ímóti, so var mótstøðan
snøgt sagt alt ov sterk.
Sum sagt, so viðførdi
illveðrið, at allir hinir
dystirnir í meistara-
deildunum máttu útset-
ast. Ein dystur skuldi
vera í Havn millum
kvinnuliðini hjá KÍF og
TB, og í Klaksvík skuldi
Mjølnir
spæla
móti
Drátti.
Somuleiðis
skuldu menninir hjá
Mjølni og SÍ, men nú
má FBF so finna nýggja
dagfesting
til
hesar
tríggjar dystirnar.
Fleyr - ÍF 0 - 3 (15-25)(17-25)(17-25):
Einasta úrslitið
Kyndil-H71 28-21 (12-12):
Trupul favoritt-sigur
Stjørnan-VÍF 16-20 (7-7):
So kom gongd á VÍF
Jacklin Durhuus tók leiklutin sum málskjútti á seg, tá VÍF
loksins reisti seg og fekk fulla úrtku í trupla útidystinum í
Klaksvík
Mynd: Álvur Haraldsen
Lingi hevði H71 got ttak á og argaði Kyndil, men í seinna
hálvleiki kom munurin millum liðini til sjóndar, so Kyndil
fekk koyrt ein hóast alt tryggan sigur heim
Mynd: Álvur Haraldsen
17
16
Nr. 212 - 5. november 2002
Í einum spennandi
dysti í Ítróttarhøllini
á Hálsi vóru vágs-
kvinnurnar tað lítla
pettið kaldari, sum
gjørdi, at tær aftur
hesa ferð fingu fulla
úrtøku
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
VB er framvegis oddaliðið
í bestu føroysku kvinnu-
deildini í hondbólti, og enn
hava tær fult stigatal. So-
mikið einføld er niður-
støðan eftir dystin millum
Kyndil og VB.
Tað varð annars tosað um
undan dystinum, at hetta
helst kundi gerast ein av
teimum heilt truplu hjá VB,
og tó at hetta eisini helt
stikk í so máta, so megnaðu
tær enn einaferð at fáa fulla
úrtøku.
Tað tóktist annars longu
frá byrjan greitt, at VB
undir ongum umstøðum
skuldi rokna við nøkrum
løttum dysti. Kyndil hevði
veruliga gjørt seg til, nú
oddaliðið kom á vitjan. Í
mun til tapið fyri Tjaldr-
inum v´rou bæði Annika
Ljósstein og Annika Thom-
sen nú aftur tøkar – hóast
hetta ikki var upprunaliga
ætlanin – og so hevði liðið
nú loksins fingið jugoslav-
isku Sonju Smiljic til
landið.
Hjá VB var støðan hin-
vegin tann sama, sum hon
var fyri einari viku síðani.
Arnleyg Hjelm er fram-
vegis ikki tøk, og tað
merkir so, at størri partur
av byrðuni verður løgd á
aðrar leikarar. Eitt nú á
Mary og Eyðbritt Krosslá,
sum annars als ikki høvdu
ætlanir um at spæla í ár.
Og tað var eisini Kyndil,
sum
setti
dagsskránna
fyrstu løtuna. Kanska var
spælið eitt sindur trilvandi
hjá báðum pørtum fyrstu
løtuna. Liðini tóktust hava
stóra virðing fyri hvørjum
øðrum, og størsti denturin
varð lagdur á verjuspælið,
fyri síðani at dúva upp á
kontra, og hesum hevði VB
betri hepni við, men tá glið
so kom á spælið, so var tað
Kyndil, sum legði fyri.
Kanska spældi liðið sínar
bestu tíggju minuttir í ár
miðskeiðis í fyrra hálvleiki,
og fýra mál á rað togaðu
tær fram um VB, áðrenn
eitt time-out frá beinkinum
fekk oddaliðið upp aftur á
rættkjøl.
Og so byrjaði VB aftur at
toga. Eins og tað hevur
verið gjørt í hinum dystun-
um, so vóru tað serliga tær
báðar, Daiva og Reda, sum
spælið koyrdi uppá, men
hóast
hesar
vóru
alt-
dominerandi í málskjóting-
ini, so hoyrir tað eisini við
til søguna, at hinar á lið-
num hildu seg 100% til av-
ráddu spæliætlanina. Gjøg-
numbrotini vóru nógv í tali,
og var tað ikki fyri eina sera
væl leikandi Fríðu Petersen
í málinum, so var VB
leiðslan helst væl meira enn
tey trý málini, sum vóru á
muni í steðginum.
Loynivápnið mundi
riggað
Í seinna hálvleiki var leingi
líkt til, at nú skuldi VB
koyra sigurin heim uttan
stórvegis
toks.
Kyndil
royndi nú í størrio mun at
ansa eftir teimum báðum
útlendsku, men tað var
misjavnt, hvussu væl hetta
eydnaðist. Ikki minst tí
Reda men teljast millum
gjøgnumbrotssterkastu
leikararnar í landinum, eins
og Daiva hevur eitt sera
lúmskt skot. Heldur ikki tá
tær eina løtu vóru tvær í
yvirtali megnaði Kyndil at
seta nóg nógv trýst á, og so
við og við fánaði dirvið,
sum annars tóktist stórt
fyrstu løtuna eftir steðgin.
Javnt og samt økti VB
um minin, og tá hálvleikur-
in var um at vera hálv-
runnin, tóktist alt mest sum
avgjørt, men so gjørdi
Kyndils-venjarin av at nýta
sítt seinasta vápn.
Jugoslaviska
Sonja
Smiljic kundi helst ynskt
sær eina betri byrjan upp á
Føroya-ferð sína, enn hana
hon fekk um Leirvíksfjørð
sunnumorgunin, men hóast
hetta, so sýndi hon mest
sum alt fyri eitt, at hon
helst fer at gerast góður
fongur hjá Kyndli. Tríggjar
ferðir á rað sendi hon bóltin
í meskarnar, og so var
Kyndil brádliga við aftur í
dystinum.
VB royndi tó at svara aft-
ur, men spenningurin vardi
allan dystin. Fimm minuttir
fyri leiklok hevði Kyndil
minkað niður í eitt mál. VB
svaraði aftur, men tá Reda
so fekk reyða kortið fyri at
hava provokera dómaran,
sá brádliga svart út, men jús
tí røttu løtuni progvaði hin
Daiva akkurát hvat mál-
verjar eru til fyri. Fram til
tá hevði hon eins og vant
staðið ein góðan dyst, men
tá tað so veruliga stóð á,
togaði hon veruliga stór-
spælið fram. Tvey brots-
køst á rað vórðu brend frá
Kyndli, umframt at aðrar
bjargingar vórðu togaðar
fram, og so gjørdi tað hóast
alt einki, at VB ikki skoraði
hesar
tríggjar
seinastu
minuttirnar. Kyndil slapp
ikki at teimum, og tá sein-
asta bríkslið hevði ljóðað,
var fagnaðurin skilligur.
Enn ein trupul dystur hevði
kastað fult av sær, og
framvegis er VB á odda við
fullum stigatali.
Týðandi dygdir
Og tað er sumt, sum bendir
á, at VB í ár ætlar sær at
roynast drúgvari á tindin-
um, enn tær ofta hava gjørt
áður. Stríðsviljan hava tær
altíð havt, og hann er einki
minkaður í so máta.
At tær framvegis megna
ferðmiklan kontrahondbólt
– sum ofta hevur verið
teirra vørumerki – fekk
Kyndil so sanniliga eisini at
kenna, og so tykist liðið í ár
at hava funnnið júst tann
týdningarmikla neyvleikan
í avgerndi løtunum. Júst
hesin eginleiki hevur ann-
ars verið nakað, sum VB
hevur saknað seinnu árini,
har liðið mest sum hvørja
ferð dró styttra stráðið í
jøvnum uppgerðum. Nú
tykist vent í so máta. VÍF,
Neistin og Kyndil eru øll
koppað í tøttum dystum,
har seinastu løturnar hava
verið avgerandi. Ein dygd,
sum kann vísa seg at verða
gull verd, men enn er
kanska dekan ov tíðliga at
staðfesta slíkt. Fyri fyrst
ræður tað dystin móti StIF,
har VB má vera Redu fyri
uttan, men við vanliga
stríðsviljanum hjá liðnum,
so er hendan forðingin
heldur ikki nakað, sum
kann ræða.
Dysturin í tølum:
Kyndil-VB 25-27 (12-15):
Málskjúttar:
Kyndil: Ileana Manolescu
5, Heidi Maria Akselsen 5,
Lotte Sørensen 5(2), Sonja
Smiljic 3, Annika Thomsen
3, Marjun Tróndarson 2,
Ann Hansen 2
VB: Daiva Toumaite 13(3),
Reda Kurkaliskiene(1) 10,
Laila Jespersen 2, Eyðbritt
Krosslá 1, Eydis Kjærbo 1
Brotskøst: Kyndil 5, VB 7
Útvísingar: Kyndil 3, VB 5
Diskvalifikatión:
VB 1
(beinleiðis reytt)
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi
Mortensen & Kári Hansen
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál mál munur stig
1 VB
5
5 - 0 - 0
122
99
23
10
2 VÍF
5
3 - 0 - 2
117 104
13
6
3 Neistin
5
2 - 1 - 2
99
97
2
5
4 Kyndil
5
2 - 0 - 3
132 123
9
4
5 StÍF
4
2 - 0 - 2
101 110
-9
4
6 Stjørnan 5
1 - 1 - 3
96 105
-9
3
7 Tjaldur
5
1 - 0 - 4
102 131
-29
2
1. Deild menn
vunnin tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál mál munur stig
1 Neistin
5
4 - 0 - 1
141 122
19
8
2 VÍF
5
3 - 0 - 2
149 124
25
6
3 Kyndil
4
3 - 0 - 1
118
99
19
6
4 StÍF
4
3 - 0 - 1
120 104
16
6
5 H71
5
2 - 0 - 3
115 132
-17
4
6 KÍF
4
1 - 0 - 3
90 101
-11
2
7 Tjaldur
5
0 - 0 - 5
119 170
-51
0
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 TB
3
2 - 1
8
4
4
4
2 Dráttur 2
2 - 0
6
3
3
4
3 Mjølnir 3
2 - 1
7
5
2
4
4 ÍF
2
1 - 1
5
5
0
2
5 KÍF
2
0 - 2
2
6
-4
0
6 Fleyr
2
0 - 2
1
6
-5
0
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 ÍF
3
3 - 0
9
0
9
6
2 Fram
2
1 - 1
4
3
1
2
3 Mjølnir 2
1 - 1
3
4
-1
2
4 SÍ
3
1 - 2
3
6
-3
2
5 Fleyr
2
0 - 2
0
6
-6
0
Kyndil-VB 23-25 (12-15):
VB tók av møguleikanum
Hóast Kyndil serliga í seinna hálvleiki royndi at ansa betur eftir útlendsku leikarunum hjá VB, so eydnaðist hetta ongantíð, og
serliga høvdu tær grønu ilt við at halda kviku og gjøgnumbrotssterku Redu Kurkaliskiene frá málskjótingini
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
16