týsdagur 5. november 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 212 - 5. november 2002
19
18
Nr. 212 - 5. november 2002
Fimleikurin stóð í
sentrum, men uttan
um hetta var talan
um fýra stórfingnar
framførslur, tá
Fimleikafagnaðurin
varð framførdur fyri
fullsettum hølum í
Norðurlandahúsinum
FIMLEIKUR
orð:Jákup Mørk
myndir: Álvur Haraldsen
Á havsins botni dag og nátt
har er so góður friður. So-
leiðis er tað í øllum førum í
sanginum um stórhvala-
gildið, men friðurin var úti,
tá fimleikafagnaðurin varð
hildin í Norðurlandahúsin-
um.
Fjølbroyttar verur
Evnið at lýsa hesa ferð var
nevnliga havbotnurin, og
tað er einki at taka seg aftur
í, at tey fýra luttakandi fe-
løgini høvdu lagt stóra orku
í, soleiðis at evnið kundi
lýsast á bestan hátt.
Krabbar,
ternumurtar,
igulker, kavarar, havfrýr og
so sjálvandi stórhvalurin
vóru sjálvsøgd evni í fram-
sýningunum, sum eisini
rúmaðu eina rúgvu av
øðrum ímyndum, umframt
– sjálvandi – fimleikin,
sum jú var sentrum í øllum
framførslunum.
Tá dómararnir um hálv-
gum átta tíðina sunnu-
kvøldið høvdu gjørt sína
niðurstøðu, var tað Støkk,
sum stóð eftir sum vinnari.
Hetta var sum so eisini
uppiborið,
men
størsti
vinnarin av øllum var uttan
iva fimleikurin. Eina staðni
millum 300 og 400 luttak-
arar vóru til tiltakið, og
saman framdu tey eitt show
av teimum heilt stóru. At
lýsa framførslurnar í orð-
um, vildi helst verið ein alt
ov rúgvusmikil uppgáva, og
tí má tað sigast at vera stórt
spell, at Sjónvarpið ikki er
til staðar til eina slíka
hending. Ein hending, har
Sjónvarpið er einasti miðil-
in, sum til fulnar kann lýsa
framførslurnar, soleiðis at
hyggjarin
onkursvegna
kann verða drigin við í
hendingarnar
og
søgu-
gongdina.
Fýra sjónleikir
Tí tað vóru nevnliga í veru-
leikanum fýra sjónleikir,
sum
vórðu
framførdir.
Hvørt av teimum fýra fe-
løgunum hevði gjørt sína
egnu søgu, sum tey so
royndu at lýsa við rørslum,
ljóði og ljósi. Onkrar teirra
vóru dramatiskar, aðrar
meira ævintýrakendar með-
an upp aftur aðrar vóru
meira ein staðfesting av
evninum. At lívið á hav-
botninum er fjølbroyttari,
enn vit aloftast geva okkum
far um.
Júst hetta fjølbroytni í
framførslunum var eisini
nakað, sum dómarapanelið
legði stóran dent á, tá tey at
enda skuldu boða frá, hvør
vinnarin var. Hyggjararnir
ferðaðust í ein tíma úr
einum heimi í annan, tó at
evnið alla tíðina var hitt
sama.
Skal nakað takast frá í
samlaðu avrikunum, so má
Fimleikashow í Norðurlandahúsinum
tað tó vera, at hóast fjøl-
broyttar framførslur, so
gerst tað kanska í so eins-
táttað hjá áskoðarunum, tá
fjórða og seinasta liðið fyri
fjórðu ferð gevur ímyndina
av tarabløðum, krabbum
ella stórhvalum. Tað fær
kanska valla verið øðrvísi,
tá kappingin er skipað, sum
hon er, og tó at tað helst
vildi gjørt uppgávuna hjá
dómarunum enn torførari,
so kundi tað verið stuttligt,
um líknandi tiltak kundi
verið fyriskipað við einum
sjálvvaldum evni fyri hvørt
fimleikafelagið sær.
Fimleikurin í sentrum
Sum nevnt, so gjørdist tað
Støkk úr Runavík, sum
varð kosin sum vinnari. Tað
var helst eisini alla tíðina
væntandi, at vinnarin for at
gerast annað av størru
feløgunum, har spennið í
íðkarunum er væl størri enn
hjá teimum báðum smærru,
Flog og Ljósinum. Men tó
at spennið var somikið
stórt, so var størsta plussið
hjá Støkk ivaleyst, at tey
megnaðu at hava eina javna
søgugongd, har tú lættl og
ruddiliga
varð
førdur
ígjøgnum leikin, uttan at tú
nakran tíð var í iva um, júst
hvat gekk fyri seg.
Og so hevði Støkk helst
eisini størstu elementini av
fimleiki í sínari framførslu.
Fimleikurin var jú sjálv-
sagda sentrumið í døming-
ini, og tó at visuellu effekt-
irnar vóru kraftigari hjá eitt
nú Havnar Fimleikafelag,
so høvdu hesar effektir og
ymsu hjálpitólini alla tíðina
eitt fimleikaligt endamál
hjá Støkk. Og so mundu tey
eisini vinna nakað við ljóð-
valinum, har tey millum
annað høvdu eina nýggja
samanseting av tónunum
frá stórhvalagildinum,
Men tað vóru so avgjørt
ikki bert tey stóru feløgini,
sum høvdu æru av tiltakin-
um. Tó at framførslurnar
hjá hinum báðum restaðu
spennið, sum stóru feløgini
hava, so prígvaðu eisini tey,
at við rætta hugfloginum
ber eisini til at røkka heilt
langt. Ævintýra kendi leik-
urin hjá Flogi leiddi áskoð-
ararnar mest sum droym-
andi ígjøgnum korterið,
sum framførslurnar vardu,
og blaðungu fimleikararnir
og leiðararnir hjá Ljósinum
impneraðu eisini við sínari
kompleksu samanseting av
havbotninum. Ein saman-
seting, har tey sum tey
einastu, eisini høvdu givið
gætur, at havbotnurin er
annað enn tað lív, sum har
er. Eitt nú at menniskjan
sjálv er við til at seta sín
dám á hetta við eitt nú
undirsjóvartunnlum.
Sum sagt, so var tað tó
fimleikurin, sum gjøgnum-
gangandi stóð í sentrum, og
tað var eisini fimleikurin,
sum stóð sum stóri vinn-
arin, tá alt var av. Áskoð-
ararnir fingu sjón fyri søgn,
at vit í Føroyum hava eitt
ríkt fimleikalív, har rúm er
fyri øllum, og tað er væl
eisini tað, sum er fremsta
fortreytin fyri einum slík-
um tiltaki.
Sum vera man, so endaði Stórhvalagildið hjá Støkk við einari veitslu við eitt
skipsvrak, sum her verður ímyndað, meðan dansurin gongur lystiliga í
bakgrundini
Á ferðini á havbotinum hittu hesir froskenninir havfrýr
Hvalir eru sjálvandi millum týdningarmestu verurnar í havinum, og hetta var eisini ein gjøgnumgangandi partur
í øllum framførslunum
Visuellu effektirnar vóru nógvar, tá fjølbroytta lívið á havsins botni skuldi lýsast
Ternumurtarnir fingu sjálvsagt eisini loyvi at spæla sær við botnin. Her er tað
partur av framførsluni hjá Støkk
Nógv var eisini gjørt burtur úr búnunum hjá ymsu liðunum, og ikki minst
var tað imponerandi, hvussu skjótt 100 íðkarar kundu skifta ham
At mannaárinini á jarðarklótuna – og sjálvandi eisini havbotnin – ikki altíð er av tí góða, gav Havnar
Fimleikafelag eina kraftiga ímynd av, tá stórt trol varð drigið eftir havbotninum og oyddi alt lív, sum har var
Og fram um alt, so var
fimleikurin í
hásætinum
C
M
Y
K
18