týsdagur 5. november 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 212 - 5. november 2002
21
Einki er at ivast í, at
útlendsku leikararnir
hava havt sína ávirk-
an á KÍF, men venj-
arin heldur tó, at liðið
er annað og meira
enn tað
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Sigurin hjá KÍF á VÍF var
hin fyrsti hjá liðnum í hes-
um kappingarárinum, og
hann júst skuldi koma móti
vestmenningunum,
man
uttan iva kennast fløvandi
hjá teimum reyðu.
Ein av broytingunum á
liðnum nú í seinastuni er
sjálvandi, at liðið nú telir
tríggjar sera góðar út-
lendskar
leikarar,
men
venjarin, Kári Durhuus, vil
ikki einvíst geva hesum
æruna fyri vendini, sum nú
tykist vera íkomin.
- Tað sigur seg sjálvt, at
hetta eru góðir leikarar, og
serstakliga er tað gott, at vit
nú hava fingið meira
skotstyrki. Har hevur Eddie
verið alt ov einsamallur hjá
okkum, og nú hóttanin eis-
ini kemur aðra staðni frá,
gevur tað hinum leikar-
unum betri pláss at spæla á,
heldur hann.
Og Kári ivast heldur ikki
í, at KÍF í løtuni hevur eitt
lið, sum er ført fyri at gagn-
nýta tað pláss, sum nýggju
leikararnir hava givið.
- Eg havi alla tíðina sagt,
at vit hava nógvar góðar
leikarar.
Hondbóltsliga
standa vit okkum sera væl,
men sum sagt, so hevur
skotstyrkin resta. Nøkur
tekin vóru at síggja móti
Kyndli seinast, men ta
ferðina kendu vit ikki
hvønn annan nóg væl. Í dag
var nógv lættari at vera á
beinkinum í so máta, tí
betri tú kennir leikararnar,
lættari hevur tú við at taka
røttu avgerðirnar.
- Og so skalt heldur ikki
gloymast, at vit hava tveir
sera góðar málverjarar, so
alt í alt haldi eg, at vit hava
eitt gott lið í ár, og so er
spurningurin bara, hvussu
langt tað røkkur, heldur
KÍF-venjarin at enda.
Kollfirðingar fingu
fyrstu stigini á árin-
um, tá teir uppiborið
vunnu á tvífaldu før-
oyameistarunum úr
Vestmanna
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Longu undan dystinum
vóru greið tekin um, at KÍF
hevði møguleika at gera
nakað álvarsligt við VÍF.
Kollfirðingar høvdu móti
Kyndli fyuri viku síðani
tríggjar nýggjar útlendskar
leikarar í hópinum, og hesir
sýndu tá, at teir so avgjørt
verða góður fongur hjá
liðnum.
Hartil hevði VÍF í sínum
lag fýra landsliðsleikarar
við í teimum trimum dyst-
unum á júst lidnu grønl-
andsferðini, og hartil er
Sámal Joensen framvegis
skaddur.
Gekk javnt á
Um hetta var nøkur um-
bering, ber illa til at siga,
men undir øllum umstøð-
um stóð skjótt greitt, at VÍF
so avgjørt ikki fekk nakað
sum helst forerandi í dyst-
inum.
Kollfirðingarnir
vóru
tendraðir frá fyrsta bríksli.
Damir byrjaði alt fyri eitt at
prógva, at hann helst ætlar
sær toppskjútta-heitið í
hesum kappingarárinum,
og umframt málini, sum
hetta kastar av sær, so
tykist tað eisini hava givið
hinum á liðnum betri róð
yvir sítt spæl.
Vestmenningar svaraðu
tó alla tíðina aftur, men tó
at teir fleiri ferðir komu til
skot, so var Óla Kristian í
nógvum førum fyri teim-
um, og yvir høvur tykist
hann hava ætlanir um at
prógva, at nýggi útlendski
málverjin so avgjørt ikki
bara skal koma á plássið
uttan víðari. Heldur ikki
hóast hann hevur status
sum
fyrrverandi
U-21
heimsmeistari.
Ídni gav úrslit
Seinna
hálvleik
mundi
dystargongdin vera á leið
hin sama. Kollfirðingarnir
hildu alla tíðina nevið
framman fyri mótstøðuna,
men
hóast
ferðamøðin
mundi vera størri hjá vest-
menningunum, so fylgdu
teir alla tíðina við. Ella sagt
øðrvísi, so fylgdi Ingi
Olsen alla tíðina við. Sum
so ofta fyrr, so tók hann
tungu árbyrgdina á seg, tá
tað stóð á, og tað var eisini
um reppið, at hetta var nóg
mikið.
Men tað var tað ikki.
Fyrst og fremst tí kollfirð-
ingarnir nú stríddust sum
úlvar á skóg. Teir høvdu
sigurin í eygsjón, og uttan
náði av nøkrum sum helst
slag korydu teir á VÍF. Um-
framt stórspælið frá Damir
fór hin útlendski útleikarin,
Mirko Milinkovic, nú at
gera um seg. Enn er hann
ikki heilt innspædlur á lið-
num, men sum hann sletti
bóltin bæði út á vengirnar
og inn á strikuna skulu
viðleikararnir bert læra at
skilja mongu duldu send-
ingar hansara, áðrenn koll-
firðingar fara at fáa fulla
nyttu burturúr.
Og at enda, so gav ídna
og stríðsfúsna KÍF avrikið
eisini úrslit. Vestmenningar
megnaðu snøgt sagt ikki at
fylgja við í longdini. Óla
Kristian gjørdist bara betri
og betri fyri hvørt minutt í
seinna hálvleiki, og hava
vestmenningarnir
havt
marruna av honum mána-
náttina, so er einki forgjørt
í tí. Og mest sum hvørja
ferð ein bjarging varð
framd, vórðu vestmenn-
ingar revsaðir fyri mis-
takið, soleiðis at heima-
sigurin gjørdist alt meira
sjónligur. Og tá seinasta
bríkslið ljóðaði, so var
seinasti ivin langt síðani
burturbeindur. KÍF hevði
ikki bert vunnið fyrsta sig-
urin á árinum. Teir høvdu
bast tvífaldu meistarunum
úr VÍF, og kanska enn
týdningarmiklari, so høvdu
teir prógvað fyri sær sjálv-
um, at teir eisini skulu
roknast uppí, tá gitingar um
úrslit verða gjørdar fram-
yvir.
Dysturin í tølum
KÍF-VÍF 30-25 (13-12)
Málskjúttar
KÍF: Damir Oros 14, Rógvi
Weihe 4, Vagnur Johanne-
sen 3, Mirko Milinkovic 3,
Kristian Madsen 2, Regin
Petersen 2, Petur Martin
Poulsen 2
VÍF: Ingi Olsen 10, John
Zachariasen 5, Piti Negru
3, Ólavur Brimnes 3, Áki
Olsen 2, Agnar Joensen 1,
Áki G. Olsen 1
Útvísingar: KÍF 5, VÍF 1
Diskvalifikatión:
KÍF 1
(3X2 minuttir)
Dómarar úr Neistanum:
Kristian Johansen & Sámal
Hansen
Nú eru fýra stig
fram til næst-
fremsta plássið,
sum felagið hjá Atla
Gregersen situr á
DANMARK
1. DEILD
Jóannes Hansen
Christian Høgni Jacob-
sen var sunnudagin ein-
asta føroyska íslettið í
næstbestu donsku deild-
ini. Randers Freja var
sera sannførandi, tá ið
teir sendu botnliðið úr
HIK aftur til Keyp-
mannahavnar við 4–0
tapi. Men Atli Gregersen
var ikki á liðnum hjá
Randers Freja, sum er
næstfremst og harvið á
uppflytingarplássi.
Johan B. Hansen og
Horsens
skuldu
ikki
spæla fyrrenn í gjár-
kvøldið, tá ið teir skuldu
fáa vitjan av FC Aarhus.
Vejle var í Odense og
vitjaði B1909. Í fimmti,
seksti og sjeyti árunum
vóru hesi bæði feløgini
við til at mynda toppin í
donskum fótbólti, og tað
vóru altíð nógvir áskoð-
arar á Odense stadion, tá
hesi liðini hittust. Nú eru
feløgini
í
næstbestu
deildini, tað verður ikki
spælt á fínasta vøllinum í
fjónska høvuðsstaðnum,
og áhugin millum áskoð-
ararnar er ikki so stórur,
sum hann onkuntíð hevur
verið.
Christian Høgni Jacob-
sen var allar 90 minutt-
irnar á vongverjanum í
høgru hjá Vejle, sum
vann 3–1. Men teir í
Vejle fingu ein skelk,
áðrenn teir fingu høvdið
fyri seg. Bara 24 sekund
vóru farin, tá B1909
legði seg á odda. Í 13.
minutti javnaði Peter
Degn eftir hornaspark.
Vejle hevði bóltin nógv
størsta partin av tíðini,
teir høvdu nógvar mál-
møguleikar, men teir
fingu ikki mál aftur,
fyrrenn tað restaðu 20 og
seks minuttir. Málskjútt-
ar vóru Chris Sørensen
og Jerry Brown.
Sigurin í Odense bar
við sær, at Vejle lyfti seg
fram á fimta plássið.
Tvey tey bestu flyta upp í
superliguna.
Herfølge er framvegis
sannførandi
oddalið.
Hesa ferð høvdu teir
vitjan av hinum árstals-
felagnum
í
Odense,
B1913, og Herfølge vann
4–0.
Frem kiksaði næstsíðst
á heimavølli ímóti Rand-
ers Freja. Leygardagin
var eingin slingur í
valsinum. Valby liðið var
á Tingbjerg stadion, og
teir
vundu
burturúr
Brønshøj, sum legði rygg
til 5–0 tap.
Skjold ger framvegis
danska
fótbóltsheimin
ovfarnan. Hesa ferð var
uppgávan ikki so torfør.
Felagið á Eysturbrúgv
vitjaði í Hvidovre, har
skilið er vánaligt. Gest-
irnir vunnu 3–1, og
Hvidovre tykist vera á
veg niður úr næstbestu
deildini.
Ølstykke legði bragd-
liga fyri, eftir at teir í
summar við Henrik Lar-
sen sum venjara fluttu
upp í næstbestu deildina.
Benny Johansen, sum í
vár næstan varð før-
oyskur landsliðsvenjari,
er venjari, og tað hevur
ikki hilnast væl síðstu
ferðirnar. Hesa ferð taptu
teir á heimavølli 2–0
ímóti Fredericia.
Í fimtanda umfarinum
skal Vejle ikki spæla
fyrrenn mánadagin. Tá
fara teir at fáa vitjan av
Randers Freja.
Tað hevur leingi ljóð-
að, at Vejle og Horsens
ætlaðu at leggja bestu
liðini saman, soleiðis at
vánirnar at sleppa upp í
part í superliguni skuldu
gerast størri. Nú er tað
greitt, at í hesum umfar-
inum verður einki burt-
urúr ætlanunum um sam-
anlegging. Eingin vil
vera høvuðsstuðul fyri ta
upphæddina, sum feløg-
ini hava mett er neyðug.
Vejle gjørdi
eitt lop
KÍF-VÍF 30-25 (13-12):
So kom KÍF ígongd
Vit hava eitt gott lið
- Eg havi alla tíðina sagt, at
vit hava nógvar góðar
leikarar, men okkum hevur
vantað skotstyrki, heldur
Kári Durhuus
Mynd: Álvur Haraldsen
Leingi var Ingi Olsen einsamallur um at stríðast móti væl
leikandi kollfirðingunum, men í longdini megnaði heldur ikki
hann at standa ímóti áhaldandi trýstinum frá KÍF
Mynd: Álvur Haraldsen
21
20
Nr. 212 - 5. november 2002
Nýggja felagið hjá Jón
Róa Jacobsen hevði í
Århus seks spælarar á
liðnum, sum eru 22 ár
og yngri, og tað varð
mett at vera ov mikið
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Tað gongst einki serligt hjá
Brøndby, sum er nýggja
føroyska felagið í super-
liguni. Leygardagin vóru
teir í Århus, har heimaliðið,
sum hevur skinklað nógv
seinasta mánaðin, vann
2–1. Tað var málleyst, inntil
eitt korter var eftir. So fekk
meginparturin av teimum
12.535 áskoðarunum nakað
at fegnast um. Tom Christ-
ensen stútaði heimaliðið
framum, og fimm minuttir
fyri leiklok skoraði Mortan
Poulsen til 2–0, eftir at
veteranurin í Brøndby mál-
inum,
Mogens
Krogh,
hevði tveitt bóltin út til
hansara. Í síðstu løtu mink-
aði verjuspælarin, Per Niel-
sen, um munin.
Nú hevur Michael Laud-
rup verið venjari í Brøndby
í 100 dagar. Í politikki
plaga teir at meta um
avrikini, tá ið nýggj stjórn
hevur sitið við valdinum í
100 dagar. Í Danmark meta
fjølmiðlarnir í hesum døg-
um um avrikið hjá kendasta
danska fótbóltsspælaranum
nakrantíð, nú hann hevur
verið venjari í 100 dagar.
Hóast Brøndby er á fjórða
plássinum, so verður ikki
mett, at Brøndby hevur
verið sannførandi, og tað
eru teir, sum meta, at um
ikki talan var um júst
Michael Laudrup, so hevði
hann verið evni at fáa
sekkin.
Men aðrir vísa á, at
Laudrup er við at byggja
nýtt lið í Brøndby, og at tað
krevur sína tíð. Leygar-
dagin vóru seks spælarar á
Brøndby liðnum í Århus,
sum eru 22 ár og yngri. Tað
varð mett, at ov nógvir vóru
ov moyrir. Kanska ikki
bestu fyritreytirnar hjá Jón
Róa Jacobsen at sleppa upp
í part, tí hann er jú bara 19
ára gamal, men tað man
vera lítið at ivast í, at HB
leigusveinurin í Brøndby
fer at fáa møguleikan.
Hesa ferð var Michael
Laudrup serliga misnøgdur
við álopspartin, sum hann
ikki helt hava verið nóg
hvassan. Hann metti tað
vera ov vánaligt, at tað bara
var ein verjuspælari, sum
megnaði at skora.
Fjarstøðan vaks
Sannførandi FCK sigurin í
Parkini
gjørdist
eyka
kærkomin hjá Toda Jónsson
og teimum, tí umframt heil-
kiksarin hjá Brøndby, so
meiri enn hálvkiksaði Es-
bjerg, sum hevur verið
næstfremst.
Esbjerg hevði vitjan av
Silkeborg, sum Viggo Jen-
sen venur. Hann var venjari
í Esbjerg undan summ-
arsteðginum. Heimaliðið
legði seg á odda, og teir
sendu tríggjar ferðir í
stólpan. Men tað eydnaðist
Silkeborg at javna til 1–1.
AaB hevði tapt tríggjar
teir seinastu heimadystir-
nar, tá ið teir fóru á heima-
vøllin ímóti OB. AaB vann
2–1. Tá ið eitt korter var
farið, misnýttu teir brots-
spark, men eitt korter
seinni skoraði Stefan Bidst-
rup. OB málverjin Karim
Zaza, sum fyrr í heyst var
kosin at vera tann besti í
superliguni, varð útvístur
eftir málið. Hann var í øðini
og fekk fyrst gult kort fyri
at rópa ókvæmisorð eftir
dómaranum.
So
skýrdi
hann annan hjálpardóm-
aran at vera idiot, og so sá
hann reytt. OB venjarin var
í øðini inn á atburðin hjá
málverjanum. Men upptøk-
urnar vístu, hví málverjin
var so illur. Áðrenn bólturin
fór í málið, nært hann ein-
um av AaB spælarunum,
sum var rangstaddur.
Hóast OB síðsta tíman
var undirmannað, so megn-
aðu teir í 66. minutti eftir
verjukiks at javna til 1–1.
Eitt korter undan leikloki
skoraði AaB sigursmálið,
eftir at eykamálverjin ikki
hevði megnað at hildið
langskotsroynd.
Botnurin líkist sær
sjálvum
FCM var hóskvøldið í
Brússel, har teir í UEFA
Cup taptu 3–1 ímóti And-
erlecht. Teir í FCM vóru
vónsviknir, tí teir misnýttu
upplagdar møguleikar.
Sunnudagin hevði FCM í
Ikast vitjan av Køge. Upp-
flytararnir hava higartil
staðið seg eina best av
øllum á útivølli, men hesa
ferð skrædnaði orduliga.
Eftir fyrra umfarið var
málleyst, men FCM fekk
mál
beinanvegin
eftir
steðgin, og teir vunnu 5–0.
Viborg og AB vóru und-
an vikuskiftinum aftast, og
tað eru tey framvegis. Inn-
anhýsis uppgerðin í Glad-
saxe endaði 1–1. Lagið í
AB er ikki gott, meðan teir
í Viborg halda seg vera á
røttu kósini.
Burtursæð frá FCK, sum
er í flokki fyri seg, eru øll
hini ellivu feløgini ikki
longri enn sjey stig frá
botnplássinum.
Danska superligan
v
t
d
v - j - t mál
mál
+/- stig
1 FCK
14
9 - 3 - 2
25
15
10
30
2 Esbjerg
14
6 - 4 - 4
30
26
4
22
3 AaB
14
7 - 1 - 6
21
20
1
22
4 Brøndby (M)14
6 - 3 - 5
25
17
8
21
5 Farum
14
7 - 0 - 7
18
21
-3
21
6 FCM
14
5 - 4 - 5
21
19
2
19
7 OB (S)
14
5 - 3 - 6
20
18
2
18
8 AGF
14
5 - 3 - 6
20
24
-4
18
9 Silkeborg
14
4 - 4 - 6
17
19
-2
16
10 Køge
14
5 - 1 - 8
22
32
-10
16
11 AB
14
3 - 6 - 5
15
18
-3
15
12 Viborg
14
3 - 6 - 5
21
26
-5
15
Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK)
Danska 1. deild
v
t
d
v - j - t mál
mál
+/- stig
1 Herfølge
14 10- 1 - 3
34
20
14
31
2 Randers F.
14
9 - 1 - 4
32
19
13
28
3 Frem
14
8 - 3 - 3
34
22
12
27
4 Skjold
14
8 - 2 - 4
29
14
15
26
5 Vejle
14
7 - 3 - 4
22
20
2
24
6 HFK Sønderj.14
6 - 4 - 4
31
25
6
22
7 Fredericia
14
6 - 4 - 4
21
15
6
22
8 Ølstykke
14
6 - 4 - 4
32
29
3
22
9 B 1913
14
5 - 3 - 6
20
26
-6
18
10 FC Aarhus
13
5 - 1 - 7
23
23
0
16
11 Brønshøj
14
4 - 4 - 6
16
20
-4
16
12 AC Horsens 13
4 - 3 - 6
20
23
-3
15
13 B93
14
4 - 2 - 8
20
26
-6
14
14 Hvidovre
14
3 - 3 - 8
15
31
-16
12
15 B 1909
14
2 - 4 - 8
23
34
-11
10
16 HIK
14
2 - 2 -10
13
38
-25
8
Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen (Vejle),
Atli Gregersen (Randers Freja)
Fólkið hjá Brøndby
er ov ungt
Tá ið hann endiliga
fekk møguleikan,
varð føroyski álops-
spælarin valdur at
vera dagsins maður
hjá FCK
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Eins deyð er annars breyð.
Meiri enn í so mongum
øðrum førum hóskar orða-
takið seg til tilveruna hjá
fótbóltsspælarum.
Inntil
leygardagin var spurning-
urin, um Todi Jónsson
skuldi sita á áskoðarapláss-
unum, ella um hann skuldi
sita á beinkinum, tá ið Far-
um sunnudagin skuldi vitja
í Parkini. Men leygardagin
varð svenski álopsmaðurin
hjá FCK, Jörgen Pettersson,
smáskaddur í lærinum, og
so fekk Todi Jónsson
møguleikan ímillum teir
fyrstu ellivu.
– Tað var gott, at tað gekst
so væl, tá ið møguleikin var
har, eftir at eg ikki hevði
verið við í seks dystum,
segði Todi Jónsson eftir
dystarenda, og tað er væl
skiljandi, at Todi var fegin.
Einki er so ørkymlandi hjá
fótbóltsspælarum sum at sita
á beinkinum, og hjá Toda
kom tað eyka væl við at
sleppa framat og spæla væl,
nú hann samráðist við FCK
um nýggjan sáttmála.
Stutt undan dystarenda
varð Todi Jónsson skiftur út
við verjuspælaran Boro
Zivkovic, og bróðurpartur-
in av teimum 17.288 áskoð-
arunum góvu til kennar, at
teir vóru stak væl nøgdir
við avrikið hjá Toda, sum
bæði viðhaldsfólkini hjá
FCK og hyggjararnir hjá
TV3 mettu at vera tað besta
av øllum. Todi Jónsson varð
kosin at vera dagsins maður
í Parkini.
– Um Jörgen Petterssson
ikki hevði havt verið skadd-
ur, so hevði eg ikki havt
fingið
møguleikan
at
spæla, staðfesti Todi Jóns-
son, og vit kunnu bara taka
afturíaftur orðatakið, at
eins deyð er annars breyð.
Komandi sunnudag skal
FCK spæla á útivølli ímóti
botnliðnum AB. Spurning-
urin er so, umTodi Jónsson
fer at fáa møguleikan.
Ímóti Farum var Sibusisu
Zuma, sum í síðstu viku
skrivaði undir nýggjan trý
ára sáttmala við FCK, á
miðvøllinum í høgru. Topp-
skjúttin í superliguni, Peter
Møller, var í álopinum.
Hann varð smáskaddur, tá
ið hann stutt undan hvíldini
fór av vøllinum. Tá varð
Zuma fluttur í álopið, men
myrki suðurafrikanarin var
ikki serliga væl upplagdur
sunnudagin.
Mál og upplegg
Orsøkin til at Todi Jónsson
varð kosin dagsins maður
var, at hann bæði skoraði
og legði upp til tvey av mál-
unum í 4–0 sigrinum ímóti
Farum.
Tá ið Peter Møller úr
stuttari fjarstøðu skoraði til
1–0, var tað eftir fínt innlegg
úr vinstru frá Toda Jónsson.
Tá vóru átta minuttir farnir,
og fimm minuttir seinni
skoraði Todi fyri aðru ferð í
hesum kappingarárinum. Úr
høgru sneiddi hann framvið
trimum mótstøðumonnum,
áðrenn hann úr átjan metra
fjarstøðu smekkaði flatt og
dygst innanfyri stólparótina.
FCK hevði alt spælið, og
tá ið verjuspælarin Bo
Svensson eftir horna økti til
3–0, átti Todi Jónsson
næstsíðsta fótin á bóltinum.
Innskifti Christian Lønst-
rup stútaði dygst undan
steðginum til 4–0 eftir
innlegg úr vinstru, og so
komu ikki fleiri mál.
Farum misti tíðliga í 2.
hálvleiki – av órøttum – ein
verjuspælara, men FCK
megnaði ikki at toga seg
upp. Ferðin fór niður, og
møguleikarnir vóru ikki so
nógvir í 2. hálvleiki. Eftir
kiksaða
rangstøðufellu
fekk Todi Jónsson fínan
møguleika stutt framman-
undan, at hann varð skiftur
út, men skotroyndin við
høgra beini miseydnaðist.
Eftir
dystin
staðfesti
FCK venjarin, Hans Backe,
at í løtuni eru FCK spælar-
arnir einastu mótstøðu-
menninir, sum teir hava í
superliguni. Um teir megna
at varðveita støðið, sum teir
hava víst síðstu ferðirnar,
so er lítið at ivast í, at teir
fara at vinna DM, men
venjarin vil ikki tosa um
DM. Hans Backe metti, at
verjuspælarin, Martin Al-
brechtsen, sum bara er 22
ára gamalur, er so mikið
dugnaligur, at hann longu
er búgvin til størri upp-
gávur. Harvið sipar venj-
arin ivaleyst til, at FCK
hevur ætlanir um at selja
unga mannin og harvið
heilt skjótt at vinna nógvar
pengar fyri hann.
Hjá Martin Albrechtsen
var tað døkkur plettur á
sannførandi
avrikið,
at
hann í síðstu løtu fekk ann-
að gula kortið og harvið
varð útvístur. Tað hevur við
sær, at hann verður leik-
bannaður, tá FCK sunnu-
dagin fer at vitja á gamla
heimavøllinum hjá honum í
Gladsaxe.
Todi var aftur í rætta essinum
Todi Jónsson var rættiliga í essinum, tá FCK økti um leiðsluna
í superliguni, og spurningurin er so, hvørt hann kann rokna
við afturvali til komandi uppgávuna, tá FCK skal til Gladsaxe
at spæla ímóti AB
C
M
Y
K
20