Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 212 - 5. november 2002 Árligi fundurin, sum nevndin í Fótbóltssam- bandinum plagar at hava saman við umboðum fyri feløgini, verður í hesum mánaðinum. Uppruna- liga var fundurin ásettur at vera leygardagin 16. november, men nú er hann útsettur til leyg- ardagin 23. november. Fundurin hevur nógvu tey seinastu árini verið fastur táttur í fótbóltsár- inum. Á skránni er eftir- meting av farna fótbólts- árinum og orðaskifti um møguligar broytingar í reglum, ásetingum og kappingum. Feløgini og nevndin í FSF síggja fundin sum sera týdning- armikið forum. Á aðal- fundinum, sum verður seinni á vetrinum, verða formligu avgerðirnar tiknar, men tað er ofta á fundinum í november, at tað verður avgjørt, um broytingar skulu gerast, og hvørjar tær skulu vera. Fyri at fundurin fram- vegis skal hava týdning- in, sum hann hevur havt, so er tað neyðugt, at for- menninir og høvuðs- venjararnir møta á fund- inum. Harvið verður tryggjað, at tað verða tey, sum hava ábyrgd og heimild at umboða fe- løgini, sum eru við, har tað verður tosað og sam- skift, og har grundarlag undir avgerðunum verður lagt. Ársaðalfundurin hjá Fótbóltssambandinum hevur tey seinnu árini verið síðst í februar ella har á leið. -jh Leygardagin kom Jákup á Borg aftur úr Crewe Alexan- dria, men enn hevur hann einki frætt aftur frá felagnum YRKISFÓTBÓLTUR Jákup Mørk Seinasta mánadag fór B36- og landsliðsleik- arin, Jákup á Borg, á vikulanga ferð til enska felagið, Crewe Alex- andra, sum heldur til í triðbestu ensku røðini. Í eina viku vandi Jákup við felagnum, umframt at hann eisini leikti ein dyst við eykaliðnum hjá Crewe. Sambært heimasíðuni, www.teamtalk.com, fekk Jákup góð skoðsmál fyri avrikið í dystinum, men sjálvur var landsliðsleik- arin eitt sindur ivasamur, tá vit sunnudagin fingu orðið á hann. - Tað var eitt sindur misjavnt, hvussu gekst. Undir venjingunum helt eg ikki sjálvur, at tað gekk so øgiliga væl, men venjarin lat hampuliga væl at, so verri enn tað, var tað so ikki. Undir dystinum var eitt sindur øðrvísi. Enski spælistíl- urin ger, at bakkarnir skulu koma nógv upp við, meðan miðvallar- arnir trekkja inn í vøllin, og tað venur tú ikki við efgir bert einum dysti. - Akkurát, hvat meira hendir, dugi eg ikki at síggja. Enn er so stutt fráliðið, og eg havi so ikki hoyrt nakað, so vit fáa at síggja, hvat hendir, sigur Jákup á Borg at enda. Úrslitini hjá føroyska talvlandsliðnum hava verið eitt sindur mis- jøvn um vikuskiftið. Annan dagin tapti liðið og bara nærlagni fra John Rødgaard og Heina Olsen syrgdi fyri at tað ikki bleiv til skrædl. Men leyg- ardagin gekk hin- vegin nógv betri og Føroyar vunnu stór- sigur TALV-OL Jákup Sørensen Bled: Undan dystinum móti Eysturríki vóru før- oysku telvarnir komnir eftir, at teir høvdu sett nýtt met. Ongantíð fyrr hevur nakað føroyskt lið vunnið 3 dystir á rað, og bara eina- ferð fyrr er tað hent, at liðið ikki hevur tapt í fimm dystum. So hugurin var sera góður undan dystinum og ikki var sørt, at teir vænt- aðu sær gott úrslit. Men so skuldi ikki ganga. Eysturríkarnir vóru sterkari á øllum borðunum og sýndu tað eisini. Teir vóru eirindaleysir. Før- oysku telvarnir vóru við undirlutan og noyddust at stríðast alt talvið fyri hvørjari finnu. John Rød- gaard og Heini Olsen komu tó heilskalaðir úr stríðnum og stríddu seg til javnleik. Eyðun Nolsøe kom illa fra byrjanini og kom ikki fyri seg aftur í øllum talvinum. John Arni var sær sjálvum líkur og stríddist alt talvið, men var noyddur at leggja kongin eftir fleiri enn 80 leikir. Telvarnir máttu bara sanna at tess longur tú hevur hug at stinga nøsina fram, jú harðari verður mótstøðan. Undan dystin- um vóru Føroyar á 57. plássi, men eftir 3-1 tapið fyri Eysturríki endaðu vit heilt afturi 84. plássi. Móti IPCA Umframt tey 138 londini, sum eru umboðað á talv olympiaduni hava eisini trý sersambond eisini rætt til umboðan. Einum av hesum sersambondum skuldu Før- oyar telvað móti leygardag- in, tað var liðið hjá talv- sambandinum fyri rørslu- tarnað. Hetta liðið er styrkismett nakað omanfyri Føroyar. Teir hava fleiri altjóða meistarar á liðnum, so før- oysku telvarnir vóru ikki heilt ekkaleysir, tá ið teir fóru at telvað. Sambært ratingtølunum var tað bara John Rødgaard, sum var betri fyri enn mótstøðu- maðurin, men leygardagin eydnaðist alt tað, sum ikki gekk eftir vild í dystinum móti Eysturríki. John noyddist inn Ætlanin var ikki, at John Rødgaard skuldi telva leygardagin, men hann varð noyddur at koma inn aftur á liðið, tá ið ein av telvaran- um gjørdist sjúkur. John líkt so kláraði hann at fyrireika seg í einari knappari vending og helt javnleikin við svarta fólk- inum. Nú var botnurin lagdur undir sigrinum. Næstur at reisa seg frá borðinum var John Arni Nilssen. Mótstøðumaðurin var altjóða meistari og hevði 2423 í rating. John Arni spældi trygt allan vegin og hin hevði lítið at svara aftur við, tá ið John Arni fór í álop. Í 8. umfari slapp Martin Poulsen at vísa hvør dugur var í honum og sigast kann, at hann rættuliga tók hend- an møguleikan. Mótstøðan var krútsterk, ein ukreini við ikki minnið enn 2355 í rating, men tað gjørdi einki hjá Martini, hann snøgt sagt smurdi mótstøðu- mannin av í einum sera góðum talvi. Eftir talvið kann bara staðfestast, at liðskiparin Rani Nolsøe hevur fingið ein positivan trupulleika, tí tað verður ringt at lata Martin sita uttanfyri eftir avrikið móti IPCA. Heini við hvítum Heini Olsen var seinasti maður, sum reisti seg frá borðinum. Hann var nú endiliga sloppin at royna seg við hvíta fólkinum. Seinastu 4. umførini hevði hann telvað við svørtum, so honum longdist eftir at sleppa at royna seg við hvítum og sleppa í álop. Tað fór Heini eisini, men kortini ikki treytaleyst, hann telvaði seg spakuliga til fyrimun og vann at enda talvið trygt. Heini Olsen helt eftir dystin, at stórsigurin leyg- ardagin var grundaður á, at hugurin hjá telvarunum var nógv betri og at lagið bleiv so óføra gott, tá ið allir høvdu avgerðandi fyrimun. 3,5-0,5 sigurin móti IPCA er stórsti sigurin, sum Føroyar hava vunnið higartil í kappingini. Føroyar hava 17 stig fyri 8. umfør og tað merkir at teir eru á einum 52. plássi. Umframt IPCA eru eisini lið frá talvsambandinum fyri Braille telving, tað eru tey sjónveiku og blindu og eitt lið frá talvsambandin- um fyri deyvar telvarar. Í 9. umfarinum, mána- dagin, telvaðu Føroyar móti Kolumbia, sum er styrkis- mett, sum nummar 56. Liðið sum telvaði var hetta: John Arni Nilssen, John Rødgaard, Heini Olsen og Martin Poulsen Jákup bíðar Hóast hann ikki lat alt ov væl at sjálvur, so varð Jákup á Borg róstur fyri avrik sítt á enska fótbóltsportalinum, www.teamtalk.com Fótbóltsfundurin um tríggjar vikur 7. og 8. umfar: Tap og stórsigur Heini Olsen slapp loksins at telva við hvíta fólkinum leygardagin, og við álopsspæli frá fyrsta leiki var hann við til at tryggja størsta føroyska sigurin á talv-olympiaduni higartil C M Y K 22 Nr. 212 - 5. november 2002 23 Tey flestu børnini, sum doyðu í jarð- skjálvtanum í italsku bygdini San Giuliano di Puglia, vóru seks og sjey ára gomul JARÐSKJÁLVTI Árni Joensen Nú er eingin fyrsti flokkur í San Giuliano di Puglia. Luca, Morena, Valentina, Michele, Paolo vóru seks ára gomul eins og fleiri av hinum børnunum. Tey elstu vóru sjey ár, og tey gingu øll í fyrsta flokki í skúlan- um í bygdini. Øll doyðu í jarðskjálvt- anum seinasta hósdag. Tey vóru í skúlastovuni, tá jarðskjálvtin kom. Seks sekund seinni hevði skjálvtin javnað skúlan við jørðina. Leygarmorgunin fóru tey til gravar. Millum teirra, sum fylgdu, var italski forsetin, Carlo Azeglio Ciampi, og jarðarferðin varð send beinleiðis í sjónvarpinum. Sorg og øði Líka síðani jarðskjálvtan hava fólk funnist at mynd- ugleikunum á staðnum og teimum ovaru myndugleik- unum, tí onkur má átaka sær skyldina av tí, sum hendi. Tí tað er greitt, at skúlin leyk als ikki tær byggireglur, sum eru gald- andi fyri slíkar bygningar í einum jarðskjálvtaøki. Ákæruvaldið er eisini farið at kanna, hví skúlin rapaði, meðan aðrir bygn- ingar, sum stóðu tætt við skúlan, ongan skaða fingu. - Tað er ikki rætt, at ein tílíkur bygningur rapar, og tí mugu vit finna tann ella teir, sum hava ábyrgdina, segði Andrea Catali, ákæri í Larino í gjár. Ein av teimum umstrídu ríkmonnunum í Russ- landi, Boris Beresovskij, hevur boðið sær til at rinda verjunum, sum skulu royna at sannføra donsku myndugleikarnar um, at teir eiga ikki at lata russum tann varð- haldsfongslaða kekenska politikaran Akhmed Zakajev. Í gjár segði Boris Beresovskij við eina útvarpsstøð í Mosk- va, at hann og hjálpar- menn hansara hava biðið fleiri kendar sakførarar í Bretlandi og Niðurlond- um verja Zakajev. Beresovskij er ein um- stríddur maður. Hann var varaskrivari í trygdarráð- num hjá fyrrverandi russiska forsetanum Boris Jeltsin undir teirri fyrri kreppuni í Kekenia í 1997 og 1998, og tað eru mong, sum halda, at hann hevur ikki so reinar hendur, sum hann letst hava. Samstundis sum Akh- med Zakajev situr í varð- haldi í Danmark, hava russar boðað frá, at teir fara at herða hernaðar- tiltøkini ímóti teimum kekensku uppreistrar- monnunum. M. a. hevur herleiðslan boðað frá, at hermenn, sum skuldu sendast heim til Russ- lands nú, verða verandi í Kekenia fyribils. Í Ísrael hevur Ariel Sharon boðið fyrrver- andi forsætisráð- harranum, Benjamin Netanyahu, starvið sum uttanríkis- ráðharri, men hann vil heldur hava nýval ÍSRAEL Árni Joensen Eftir at Arbeiðaraflokkurin tók seg úr ísraelsku stjórnini, bað Ariel Sharon, forsætisráðharri fyrrver- andi stjórnarleiðaran, Benjamin Netanyahu, taka við sum uttanríkisráðharri eftir Shimon Peres. Netan- yahu játtaði, men við terri treyt, at Sharon skal skriva út nýval um stutta tíð. Tað vil Sharon ikki gera, og í gjár váttaði Reuven Rivlin, ráðharri, at Sharon kann ikki ganga kravinum frá Netanyahu á møti. Stuðlar hjá Sharon siga, at kravið hjá Benjamin Netanyahu hevur einans til endamáls at fáa Ariel Shar- on frá, so Netanyahu sjálv- ur kann taka við sum leiðari í Likud-samgonguni og harvið gerast forsætisráð- harraevnið hjá Likud. Veljarakanningar hava fyrr víst, at Netanyahu hevði vunnið á Sharon, stillaði hann upp. Islamistiski flokkurin AK vann stórsigur á tjóðartingsvalinum í Turkalandi og kann skipa stjórn einsa- mallur VAL Í TURKALANDI Árni Joensen Tá atkvøðurnar aftan á tjóðartingsvalið í Turka- landi sunnudagin vórðu upptaldar, hevði tann nú- tímans islamistiski flokk- urin AK fingið 34 prosent av atkvøðunum og 363 av teimum 550 tjóðartings- umboðunum. 18 flokkar stillaðu upp til valið í Turkalandi, men bara tveir teirra fingu nóg mikið av atkvøðum til at fáa umboð í tinginum. Minstamarkið í Turkalandi er heili 10 prosent, og tað vóru bara AK og tann sosialdemokratiski fólka- flokkurin CHP, sum rukku upp um markið. CHP fekk 19 prosent av atkvøðunum. Politiskir eygleiðarar í Ankara vænta, at tey polit- isku viðurskiftini í Turka- landi verða óstøðug. Hetta kemst av, at formaðurin í AK, Recep Tayyip Erdo- gan, hevur fyrr fingið ein dóm fyri at hava eggjað fólki til átrúnaðarligan upp- reistur. Hann slapp tí ikki at stilla upp til tjóðartings- valið, og hann kann heldur ikki gerast stjórnarleiðari, nú flokkur hansara hevur vunnið. Sjálvur sigur Erdogan, atflokkurin er til reiðar at stýra Turkalandi burtur úr teirri stóru búskaparkrepp- uni, sum landið er í, og at flokkurin er sinnaður at snara Turkalandi nærri Evropa. Ríkmaður rindar Norski Arbeiðaraflokk- urin fer á landsfundi fyrsta dagin at velja fyrrverandi forsætisráð- harran Jens Stoltenberg til formann, men beint undan fundinum vísir ein veljarakanning, at hann fær úr at gera. Kanningin, sum Dag- bladet kunngjørdi um vikuskiftið, vísir, at bara 19,3 prosent av veljarun- um høvdu atkvøtt fyri Arbeiðaraflokkinum, var stórtingsval nú. Tað er 1,8 prosent í afturgongd samanborið við seinastu kanning. Jens Stoltenberg við- gongur, at úrslitið er vánaligt. Hann sigur, at flokkurin fer at leggja dent á at vísa, at hann er tann besti, tá tað snýr seg um vælferðina og um at útvega fólki arbeiði. Framburðsflokkurin, sum hevur verið nógv tann størsti flokkurin í øllum veljarakanningum seinastu mánaðarnar, fær stóra framgongd í teirri nýggju kanningini. Flokkurin fær heili 5,2 prosentstig afturat og hevur nú 32,5 prosent av veljarunum aftan fyri seg. Fær úr at gera Tær seinastu veljara- kanningarnar undan ávegis valinum í USA í dag vísa, at demokratar- nir liggja stavnin framm- an fyri republikanar-ar- nar, men munurin er so lítil, at alt kann henda. Sambært kanningun- um verða tað teir fimm statirnir New Hampshire, Arkansas, South Dakota, Missouri og Colorado, sum fara at avgera valið. Her er munurin so lítil, at tað kann fara báðar vegir. Men sambært kanning- unum kann tað eisini fara báðar vegir í Iowa, New Jersey, Minnesota, Georgia, Louisiana, Tex- as og í North Carolina. George W. Bush, forseti, sum er republik- anari, hevur seinastu dagarnar tikið lut í val- stríðnum fyri at hjálpa sínum floksfeløgum, og undanmaður hansara, Bill Clinton, hevur hin- vegin roynt at hjálpa demokratunum. Demokratarnir stavnin frammanfyri Fyrsti flokkur fór til gravar Islamistarnir vunnu stórsigur Netanyahu krevur nýval UTTAN ÚR HEIMI Bjargingarmenn og løgreglumenn bóru nøkur av teimum 26 skúlabørnunum í San Giuliano di Puglia til gravar 23