týsdagur 5. november 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 212 - 5. november 2002
Nr. 212 - 5. november 2002
25
Í Danmark eru ser-
frøðingar harmir um
eina semju millum
stjórnina og Fram-
burðsflokkin, sum
ber í sær, at tað
verður bíligari hjá
dønum at keypa
rúsdrekka og
sigarettir
AVGJØLD OG NýTSLA
Árni Joensen
- Fólk og serliga tey ungu
fara at drekka meiri, og tey,
sum stríðast við at leggja av
at roykja, fara ikki at vera
so íðin longur.
Tað er niðurstøðan hjá
fakfólki í Danmark, eftir at
stjórnarflokkarnir
og
Framburðsflokkurin hava
gjørt av at lækka almennu
avgjøldini á rúsdrekka og
sigarettum. Tað var Fram-
burðsflokkurin, sum kravdi
lækkingina sum eina treyt
fyri at taka undir við
fíggjarlógini
næsta
ár.
Broytingarnar koma í gildi
1. oktober næsta ár.
Eftir semjuni fellur prís-
urin á einum sigarettpakka
fýra krónur, og ein fløska
av rúsdrekka, sum tekur 70
sentilitrar, verður heilar
43,75 krónur bíligari enn í
dag. Í føroyskum høpi ljóð-
ar tað kanska ikki av so
nógvum, men tá havt verð-
ur í huga, at tað ber til at
keypa eina fløsku av Akva-
vit ella Vodka í donskum
matvøruhandlum fyri einar
120 krónur, siga tølini
nakað annað.
Harmilig avgerð
Barnalæknin Vibeke Mann-
iche hevur fleiri ferðir víst
á í fjølmiðlunum, at danskir
ungdómar og donsk børn
hava metið, tá tað snýr seg
um at drekka rúsdrekka.
Tað er als ikki óvanligt, at
børn í sjeynda og áttanda
flokki nýta rúsdrekka, sigur
læknin, og hon ber ótta fyri,
at tann samtykta príslækk-
ingin fer at gera støðuna
uppaftur verri.
Í Heilsustýrinum í Keyp-
mannahavn sigur serráð-
gevin Kit Broholm, at
avgerðin
hjá
politiska
meirilutanum er harmilig.
- Vit vita, at tey ungu
nýta meiri og meiri av tí
sterka slagnum. At rús-
drekka nú verður uppaftur
bíligari, fer at gera tað
lættari hjá teimum ungu at
fáa fatur á tí, og tað slepst
ikki undan, at hetta fær
heilsuligar
avleiðingar,
sigur Kit Broholm.
Í danska felagnum ímóti
krabbameini eru tey heldur
ikki fegin um avgerðina av
lækka avgjaldið á sigarett-
um. Anne Rahbek Thomas-
sen, sum er lækni hjá
felagnum, sigur avgerðina
vera sera hamriliga.
- Tað er ófatiligt, at
stjórnin fyrst samtykkir
eina heilsuætlan, sum skal
tálma avleiðingunum av
royking, og at stjórnin
síðani ger av at lækka
avgjøldini, so fólk fara at
roykja meiri, sigur læknin
hjá krabbameinsfelagnum.
Broytir einki
Endamálið hjá Framburðs-
flokkinum við at lækka av-
gjøldini á rúsdrekka og
sigarettum er at tálma tí
sokallaða marknahandlin-
um. Her verður hugsað um
tey, sum regluliga fara
suður um danska markið til
Týsklands at keypa rús-
drekka, øl og sigarettir, tí
hesar vørurnar eru væl
bíligari har. Hugsanin hjá
Framburðsflokkinum er, at
verða vørurnar bíligari í
Danmark, fara fólk at
keypa tær í teimum donsku
handlunum ístaðin fyri at
fara suðureftir.
Men fakfólk ávara um, at
marknahandilin hevur lítið
og einki við rúsdrekka-
nýtsluna hjá teimum ungu
og børnunum at gera, tí tað
eru ikki hesi, sum fara um
týska markið at keypa.
Granskarar bera ótta
fyri einari herviligari
virussjúku, sum kann
kosta fleiri hundrað
mannalív í Evropa
SJÚKA
Árni Joensen
Í hesum døgum halda
evropeiskir serfrøðingar í
virussjúkum ráðstevnu á
miðjarðarhavsoynni Malta,
har teir serliga umrøða,
hvussu teir í framtíðini
skulu verða betur til at boða
frá komandi virussjúkum,
og hvussu tær skulu hand-
farast.
Granskararnir siga, at teir
seinastu
vetrarnar
er
Evropa sloppið rímiliga
væl undan virussjúkum,
men at tað er bara ein
spurningur um tíð, til ein
ella onnur hervilig virus-
sjúka fer at gera um seg í
okkara heimsparti.
Bretski
professarin
Albert Osterhaus sigur, at
Evropa er als ikki fyri-
reikað til at handfara eina
herviliga virussjúku, sjálvt
um sjúkan ikki verður so
ring sum tann tiltikna
Spanska sjúkan, sum í 1918
kostaði fleiri milliónum
evropearum lívið.
Serfrøðingarnir á Malta-
ráðstevnuni siga, at í farnu
øld varð Evropa tríggjar
ferðir rakt av herviligum
virussjúkum. Tann fyrsta
var í 1918, onnur í 1957 og
tann
seinasta
í
1968.
Granskararnir halda tí, at
vit kunnu rokna við einari
herviligari virussjúku um
stutta tíð.
Formaðurin
í
heilsu-
nevndini hjá ES-nevndini,
Robert Coleman, sigur, at
tað er neyðugt at taka stig
til at fyrireika Evropa til
eina slíka virussjúku. Hann
vísir á, at tað kunnu ganga
fleiri mánaðir frá tí, at
sjúkan verður staðfest, til
tað ber til at útvega tann
neyðuga heilivágin.
Tey ungu fara at drekka meiri
Tilgjørd mynd
Granskarar ávara um herviliga virussjúku
C
M
Y
K
25
24