Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-12-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 1985síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Bl Su i AA 540 6 blu SS Bøkur um søgu og mentan Bókagarður hevur í hesum døgum givið út fimm bekur. Fýra av teimum eru feroyskar. Tann fimta er bókin hjá Olav Duun: "Menn- iskjan og maktirnar”, Bjarni Niclasen týddi úr norskum. Tær feroysku bekurnar eru: "Sær er siður á landi", endurminningar eftir Rasmus Rasmussen. Hetta er onnur útgáva, og bókin er uppafturprentað, tí hon hevur verið uppseld í mong ár. "Sær er siður á landi" er ein lýsing av bygdalívi i Føroyum fyri umleið hundrað árum síðani, og av tí at hon helst er kend av lesandi fólki, sum tí hava kunnleika til stóra sidsøguliga virði hennara, skal ikki verða gjert meira burtur úr henni her. "Diplomatarium Faroense. Føroyskt fodn- brævasavn” eftir Jakob Jakobsen, doktara, er savn av føroyskum miðaldarbrevum við søguligum rannsóknum. Fyrsta útgávan kom í 1907. Savnið hevur stóran áhuga bæði fyri søgufrødingar og målfrødingar; men øll, sum hava åhuga fyri føroyskari søgu og samfelagsvidurskiftum í miðeld, kunnu fegnast um hesa bók. Nógv av tilfarinum er nýtiligt í sambandi við undirvísing á stu- dentaskúla- og hægri stigi. ”Færøernes Odltidshistorie" eftir Niels Winther kom út í 1875 fyrstu ferð, og hon fevnir um mangt, sum hevur við feroyska søgu og føroyskt mentanarliv at gera. Hans Jakob Debes, doktari, hevur skrivad eitt for- mæli til endurprentaðu utgåvuna, sum nú er komin, og hann nevnir tað ”Leitan eftir rót- um”. Hetta er eins dygdargott og alt annað, sum Hans Jakob hevur avrikað sum søgu- frødingur og granskari, og eingin orsøk er ti til at koma afturumaftur við nøkrum við- merkingum í hesum sambandi. "Færingetidende", sum bert var til í tí stutta tíðarbilinum 13.5-27.7. 1852, er fyrsta blað, ið givið er út í Føroyum. Blaðstjóri var Niels Winther, løgfrødingur og politikari. Blaðið er ein tydandi kelda til føroyska søgu um hálva 19. eld, og ti eigur Bókagarður tøkk fyri at hava givið tey 9 eintekini, sum til eru av blaðnum, út í bók. Spell bert, at eingin roynd er gjørd at skriva ein seguligan inngang til hesa bók, sum kundi givið lesaranum yvirlit yvir tær politisku hendingar, sum fóru fram Feroy- um viðvíkjandi tey fyrstu uml. fimti árini av 19. eld. Tørvur hevði eisini verið á at lýst mannin Niels Winther sum politikara og at gjørt eina meting um, hver ætlanin við Fæ- ringetidende var — og hvenn týdning blaðið hevði í samtíð síni. Í formælinum til bókina stendur millum annað at lesa: "Tað at legtingið var endur- reist, var einamest honum (Niels Winther) fyri at takka..." Her eigur helst onkur við- merking at gerast, tí beint er, at Niels Winther hevði ávirkan á tað arbeiði, sum fór fram í sambandi við fyrireikingarnar til log- tingslógina frá 1852; men neyðugt er eisini at minnast til, at stovnanin av feroyska løg- tinginum var eitt lid i einari politiskari gongd ella menning, sum i stuttum (og ti bert Ofullfiggjad) kann lysast å henda hått: GAMLA LØGTINGID TIKID AV Í 1816 varð gamla føroyska legtingið tikið av samb. kongaliga avgerð. Ikki ber til at skriva Niels Winther meira um hetta í so stuttari viðgerð sum hesari; men hendingin bar jú við sær, at fyri- sitingin av ellum týðandi føroyskum málum kom at vera í hondunum á donskum em- bætismonnum. Sum demi um hetta ber til at nevna, at avgjørt varð, at sorinskrivarin skuldi hava tey mál um hendur, sum leg- tingið fyrr hevði havt. Leggjast afturat kann, atæ amtmaðurin í fyrra helmingi av 19. eld var tann, sum skuldi gera tilmæli til ríkis- myndugleikarnar, tá umhugsað varð at seta danskar lógir í verk i Føroyum. STÆTTATINGINI: Í 1834 fingu Feroyar kongavalt umboð í danska stættatinginum í Roskilde. Til- samans vóru 4 stættating í ellum danska ríkinum. Tey vóru stovnar, sum skuldu ráð- geva stjórnini (kongi) í politiskum málum. Danska stjórnin ætlaði, at føroyingar sjålvir skuldu velja teirra egna umboðsmann (-menn?) til stættatingið í Roskilde, og skipaði tí fyri, at danskir embætismenn í Feroyum skuldu gera álit hesum viðvíkjandi — saman við nekrum eðrum monnum í Feroyum, sum metast kundu at hava skil fyri landsins viðurskiftum. Hetta arbeiði varð gjert; men tað kravdi sera langa tíð at fáa tað liðugt — meira enn 4 ár. Ein orsek kann vera, at donsku embætismenninir i Feroyum ikki hava sýnt hesum máli nóg stóran áhuga Okkurt bendir á, at so er; men ilt er at siga tað við vissu. Nógv kom fram á teimum fundum, sum embætismenn og feroyingar hildu um hetta mål, og m.a. var tørvurin á at fáa eitt polit iskt ráð ella ting sett á stovn í Føroyvm lýst ur. Sama hendi í danska stættatinginum sjálvum. Fleiri feroyingar vendu sær til hetta ting við umbøn um politiskan stovn í Føroyum. Nevnast kann, at 28 føroyingar í 1846 bóðu um at fáa sett á stovn ”folkating” í Feroyum. Hetta er í sjálvum sær eitt krav á sjálvstýrisleið. Stættatingid vildi ikki taka undir við hes- um; men sama ár, 1846, bað Danske Kancelli amtmannin i Føroyum, Pleyen, um at gera uppskot til kommunallóg fyri Føroyar. Men áðrenn hetta var áleiðis komið, hendi tann stóra broytingin í danska stjórnarlagnum. Í 1848 fóru menn undir at fyrireika donsku grundlógina, sum var liðug í 1849. Frá 1834 og til stættatingini vóru avtikin, var stættatingið í Roskilde ráðgevandi stovnur í føroyskum lógamálum. Føroyar vórðu beinleiðis lagdar inn undir virkisekið hjá hesum tingi. Íslendingar, harafturímóti, fingu egnan politiskan stovn i 1843, altingið, við ráðgevandi myndugleika í lógamálum. A sama hátt sum Feroyar vórðu lagdar inn undir stættatingið í Roskilde, vórðu tær seinri lagdar inn undir danska ríkisdagin. Um ársskiftið 1849/50 vórðu "Danmarks Riges Grundlov” og ”Lov angaaende val- gene til Rigsdagen” tinglisnar í Feroyum, uttan at føroyingar vórðu eftirspurdir. Tá málið um føroyska umboðan i rikis- degnum var til viðgerðar í hesum stovni, vóru mangir ríkisdagsmenn, sum hildu, at henda feroyska umboðan lítlan og ongan týdning fór at fáa, uttan so at ein fólkavald- ur politiskur stovnur fór at virka í Føroyum, sum m.a. kundi virka sum stuðul hjá fer- oysku ríkisdagsmonnunum. Annars kundu donsku embætismenninir í Feroyum lætt- liga fáa størri ávirkan á føroysk lógamál enn føroysku rikisdagsmenninir. Td. kundi danska stjórnin beinleiðis ráðfera seg við embætismenninar í Feroyum — uttan um føroysku politikararnar — um hon legði i. Carl Emil Dahlerup "NOGET ENSIDIGT, MEN IKKE AFFATTET UDEN TALENT” 10. november 1851 varð ”Udkast til en kommunallov for Færøerne”, sum Niels Winther hevði gjørt, lagt fram i danska fólk- atinginum. Tad var danski politikarin Orla Lehmann, ein av grundlógarfedrunum, sum gav uppskotinum omanfyri nevnda um mæli. Winther skrivaði seinri í "Færinge- tidende”, at hann tók stig til at leggja hetta uppskot fram, tí at einki tá bendi á, at danska stjórnin ætlaði at koma við nekrum lógaruppskoti hesum viðvíkjandi. Stundir eru ikki til at viðgera hetta uppskotið her Nevnast skal bert, at Winther ímyndaði sær, at eitt politiskt ráð, nevnt Legtingið, skuldi vera fyri allar Føroyar. Undir tí skuldu so vera 8 kommunuráð. Eftir tátíðar meting var uppskotið á mangan hátt radikalt, og tað vísir, at Winther hevur havt stórt álit á, at føroyingar hava verið menn fyri at åtikid sær åbyrgd av at styra egnum vidurskiftum. Men tå Winther skilti, at eingin møguleiki var fyri at fáa uppskotið samtykt i fólkating- inum, tók hann tað aftur. 8. desember legði Winther nýtt lógarupp- skot fram undir heitinum "Udkast til en lov om afholdelse af et folkeråd på Færøerne i året 1852" Ætlanin við hesum var at gera tað gjørligt, at eitt ráð skuldi kunna koma sam- an í Havnini í 1852 og viðgera tey logarupp- skot Feroyum viðvíkjandi, sum danska stjórnin ætlaði at leggja fyri ríkisdagin sama ár. Hildið varð, at stjórnin kanska ætlaði at fara undir so týðandi mál sum: ávirkan fer oyinga á føroysku lóggávuna, kommunumál og avteku av einahandlinum Men longu 6. desember 1851 hevði innan- ríkismálaráðharrin lagt "Udkast til en kommunalbestyrelse for Færøerne” fyri fólkatingið, og Niels Winther gjørdi tå greitt, at nøkur kapping skuldi ikki vera millum eitt stjórnaruppskot og eitt privat lógaruppskot. Hann ivadist í at taka tað seinra lógaruppskotið hjá sær aftur, eins og hann hevði gjørt við tað fyrra. Hann ráð førdi seg tó við tveir danskar politikarar Monrad og Tscherning, sum fyrr heydu sýn áhuga fyri arbeiði hansara, og hesir bådi: menn mæltu til, at uppskotið hjá Winther varð beint í nevnd saman við stjórnarupp- skotinum, fyri at tað besta kundi fáast burt- ur úr báðum uppskotunum, og hetta varð samtykt av tinginum. Uppskotið hjá Winther kom til fyrstu viðgerð í tinginum, men fekk onga serliga undirtøku. Tillisch, innanríkismálaráðharrin, metti tað m.a. vera ov lítið samsvarandi við danska komm- unallóggávu sum heild. Uppskotið fór aftur í nevnd; men longur kom tað ikki. "ET TOMT SKELET.” Fyrireikingarnar til uppskotið hjá stjórnini: Tað gongur ein tråaur frá teirri umbøn, sum 28 føroyingar í 1846 sendu til stætta- tingið um at fáa eitt "fólkating" í Føroyum og fram til tað lógaruppskot, sum Tillisch legði fyri fólkatingið 6. desember 1851. Tað ber tó íkki til at viðgera alt hetta nú, men nakað av tí seinasta,.ið fram var komið, var tað uppskotið, sum Dahlerup, amtmaður í Feroyum, saman við eðrum embætismonn- um og nekrum eðrum monnum í Feroyum, hevði vidgjørt í Havn í 1850. ”Udkast til en kommunallov for Færøerne”, sum uppskot id æt, var sent til Danmarkar 8. april 1850, og tad var gjørt eftir bodum frå donsku stjørnini Tad var hetta uppskotid, sum fekk Niels Winther til at útgeva bóklingin "Et embeds- aristokratisk udkast til en kommunallov for Færøerne, angrebet med stadigt hensyn til grundloven og lokaliteterne” Henda litla bók er fyrst og fremst eitt ålop á danska embætisvaldið í Feroyum; men vert er eisini at leggja til merkis, at Winther ger atfinn- ingar sínar við steði í donsku grundlógini Winther hevði tosað við onkran av teim- um feroyingunum, sum høvdu verið við á fundunum í Havn 18.-23. mars 1850, tá lóg- arskotið varð endaliga viðgjert, og tað amts- ráð — ella legting — sum verður skotið upp, nevnir Winther "Et tomt skelet, som má bringe enhver til at gyse tilbage.” m.a. ti, at tað var ov lítið demokratiskt — tað gav em- bætismonnunum alt ov mikið vald. ”SELV NEGRENE HAVE EMANCIPERET SIG.” Bókin "Et embedsaristokratisk udkast.” er skrivað fyri at gera denum, helst politikar- um, greitt, at tørvur var á politiskum stovni í Feroyum, sum kundi verja fólkið móti á- gangi frá embætismannaveldinum. Embæt- ismenninir høvdu tikið alt sjålvrædi frá før- oyingum, sum í politiskum vidurskiftum nú vóru eftirbåtar í mun til allar aðrar danskar ríkisborgarar. Niels Winther metti steðuna at vera so ringa, at hann skrivaði: ”Selv neg- rene have emanciperet sig, færingerne finder sig med tålmodighed í deres skæbne” FØROYAR ERU IKKI DANMARK Harumframt hevði uppskotið í eygum Winthers tað brek, at tað nær um orðarætt var skrivað av eftir "Anordning af 13. august 1841 om kommunalvæsen pá landet í Dan- mark” Hann ákærir embætismenninar fyri