leygardagur 28. desember 1985síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2 tíðindablaðið Sosialurin Nr. 147 — 28. desember 1985
Høvudstrupulleikin hjá fiskivinnuni:
Alt ov nógv
skip í flotanum
— sum troyta botnfiskastovnarnar á landgrunninum
— Talið á skipum, sum troytir botnfiskin
á landgrunninum er umleið 40% ov stórt.
Skulu vit hava nakran meguleika fyri
at koma burtur úr trupulleikanum í fiski-
vinnuni so mugu vit minka um hetta talið
á skipum.
Kjartan Hoydal, nýggi fiskivinnustjór-
in, sigur í samreðu við Sosialin, at ein
møguleiki er at lata teir sterru trolararnar
partrola eftir svartkjafti part av árinum.
Men til tess er so neyðugt við at útbyggja
svartkjaftaframleiðsluna á landi.
Landsstýrið hevur av-
gjørt at seta á stovn ser-
staka fiskivinnuumsiting,
sum skal verða undir
leiðslu av einum fiski-
vinnustjóra.
Beint fyri jól avgjerdi
landsstýrið at seta Kjart-
an Hoydal, fiskifreðing, í
nýggja starvið sum fiski-
vinnustjóri.
Vit hava tosað við
nýggja fiskivinnustjóran,
sum helst tekur við starv-
inum tann 1. februar.
Stórt arbeiðseki
Arbeidsøkid hjá fiski-
vinnustjóranum verður
rættiliga umfevnandi. Tað
fer at fevan um nærum alt,
ið hevur við fiskivinnu at
gera — bæði á sjógvi og á
landi. Hann skal m.a. um-
sita avtalur um sínamill-
um fiskiveiði, fiskiveiðina
undir Feroyum, fiskiídn-
aðin á landi o.s.fr.
Men er tervur á eini slík-
ari fiskivinnuumsiting.
Kjartan Hoydal sigur:
— Ti ivist eg ikki í. Hon
átti at verið komin fyrr.
Vit hava nógvar stovnar,
sum fáast við fiskivinnu-
mál. Her er so heilt vist
tervur á samskipan.
Legin kritikkur!
Nakað av kritikki hevur
verið í blødunum um ætl-
aðu fiskivinnuumsiting-
ina. Víst hevur verið á, at
hon fer at líkjast teirri
norsku, og at tað er óhepp-
ið.
Til hetta sigur Kjartan
Hoydal, at hann dugir ikki
rættiliga at skilja slíkan
kritikk, tí í Noregi kann
fiskivinnustjórin ikki gera
eitt nú avtalur um síná-
millum fiskiveiði einsa-
mallur. Sumt fær hann
heimild til at gera sjálvur
og slíka heimild fær hann
frá ráðharranum, sum so
aftur hevur fingið heimild
frá stórtinginum. Tann
politiska ábyrgdin kemur í
síðsta enda at liggja hjá
teimum politisku
myndugleikunum. Men
onkur skal jú fyrireika
málini — og hetta arbeiði
skal m.a fiskivinnuumsit-
ingin taka sær av, leggur
Xjartan Hoydal aftrat.
Lurtað meira!
Vit spurdu Kjartan Hoy-
dal, sum nú í nógv ár
hevur skrivað tilmæli til
landsstýrið um steðuna
hjá fiskastovnunum, um
tað fer at verða lurtað
meira eftir tilmælum frá
fiskifrødingum, nú høgra
hond hjá fiskimálaráð-
harranum verður ein fiski-
freðingur.
Til tað sigur hann, at
hetta kann sjálvandi
verða ein fyrimunur. At
fiskivinnustjórin soleiðis
skilir málið, ið fiskifrød-
ingar brúka, hevur sjálv-
sagt nógv at siga.
Kjartan Hoydal heldur,
at tað kann hava verið tor-
fort hjá politisku myndug-
leikunum at skilja tað
málið, sum eitt nú fiski-
frødingar tosa. Uppgávan
hjá fiskivinnuumsitingini
verður so at skipa fyri eini
betri viðgerð av eitt nú
tølum og tilmælum frá
fiskifrødingum 0.ø.
Størsti trupulleikin
— ov nógv skip!
Eitt av teimum målum,
sum fiskifrødingar hava
vist á ferð eftir ferð hes
seinastu arin;, er Stovns-
rektin á landgrunninum.
Teir hava sagt og siga
framvegis, at royndin eftir
botnfiski er ov stór. Hvat
hevur Kjartan Hoydal at
siga um henda spurningin.
Hann sigur:
— Eg meti, at stersti
trupulleikin hjá fiskivinn-
uni í dag er tað stóra talið
av skipum, sum fiskar á
landgrunninum.
Met ingar vísa, at flot-
in, sum fiskar eftir botn-
fiski, er kanska 40% ov
stórur. Um steðuna hjá
fiskiflotanum í letuni
sigur Kjartan Hoydal, at
veiðan hevur ikki gingið
so væl seinnu helvt av
1985, men harafturímóti
hava prísirnir verið góðir,
so teir hava í veru-
leikanum forðað fyri, at
vit fingu nakað skrædl.
— Eg tori illa at hugsa
mær ta letu, tá vit fáa eitt
prísfall aftrat minkandi
veiði. Sum tað sær út nú er
lítil meguleiki fyri, at 1986
verður betri fiskiár enn
1985, og tí tolir fiskiflotin
ikki eitt prísfall.
Frá botnfiski til
svartkjaft
Uppá fyrispurning hvat
hann heldur kann gerast
fyri at loysa trupulleikar-
nar hjá fiskivinnuni, sigur
Kjartan Hoydal, at okkurt
má gerast, soleiðis at vit
fáa eina rætta flotastedd á
landgrunninum. Her er so
spurningurin, um tað ikki
ber til at vísa ein part av
skipunum til aðrar leiðir
og aðrar stovnar.
Kjartan Hoydal heldur,
at ein partur av trolara-
flotanum, tey sterru skip-
ini, kundi lagt um til at
partrola eftir svartkjafti
og avreiða hann til virki á
landi. Men sum steðan er í
dag eiga vit ikki nóg stóra
móttekuorku á landi. Ti-
skil er neyðugt at byggja
út viðgerðina av svart
kjafti á landi, áðrenn skip
kunnu leggja um til svart-
kjaft.
Fleiri svartkjafta-
virki
Hvat viðvíkur útbygging
av svartkjaftaframleiðslu
á landi, so heldur Kjartan
Hoydal ætta leiðin er
gr)
neist yggja NYSE
virki heldur enn at gera
verandi flakavirki út til at
viðgera svartkjaft. Hann
heldur, athesi virki eiga at
koma nú, og leggur aftrat,
at tað hevði verið ein góð
loysn, um ein partur av
botnfiskaflotanum i
hvussu so er ein part av
árinum hevði kunnað lagt
um til at fiska svartkjaft.
Tað hevði beinanvegin
minkað um trýstið á botn-
fiskastovnarnar.
Kongafiskur
vestanfyri
Tað er so eisini ein annar
meguleiki fyri at minka
um trýstið á landgrunn-
inum. Kjartan Hoydal vís-
ir á, at vestan fyri Føroyar
er ein kongafiskastovnur,
sum teir stúr bátarnir
kunnu fiska av.
Hann heldur tó, at her
mugu fleiri kanningar til
og vísir við hesum á, at
Fiskirannsóknarstovan í
komandi ári fer at leggja
stóra herðslu á júst at
kanna henda stovnin og
tær leiðir hann er á.
Umreddi stovnur
gongur tvertru um At-
lantshavið heilt til Am-
erika og er hann lítið
troyttur. Russar hava
fiskað nakað av honum.
Selupolitikkurin
hevur ikki fylgt við
Ein partur av útbygging-
ini av botnfiskaflotanum
seinastu árini hevur verið
grundaður á veiði eftir
upsa, kongafiski, blálongu
og líknandi fiskasløgum.
Vit spurdu Kjartan
Hoydal um henda út-
bygging hevur verið skila-
leys, ella um hon hevur
givið nakað til samfelagið.
— Hon hevur sjálvandi
givið nakað til samfelagið
hevur jú verið
at tað vit hava mist
Gongdin
tann
á fjarleiðum, hava vit so
viljað fingið aftur her
heima hjá okkum sjálvum
Skal eg sjálvur meta, so
haldi eg, at skeivleikin í
hesum liggur fyri stóran
part í tí, at selupolitikk
urin hevur ikki fylgt við
hesi umlegging av flot
anum.
Eg dugi ikki at
siggja, at tað kann ver
við ti góð
Kjartan Hoydal, nýsetti fiskivinnustjórin
veiði, sum hevur verið
eftir upsa í 1983 og 84 —
at tað ikki skal hava loyst
seg hjá skipunum at fiska
tann fiskin. Skal tað loysa
seg hjá hesum skipunum
at fiska onnur fiskasløg
enn bert tosk og hýsu, so
má seluliðið í gongd av
álvara.
Meira fyri fyrsta
floks fisk!
Hevur seluliðið verið eftir-
bátur?
— Ein sær, hvussu steð-
an er. Tað kann ikki vera
rímiligt við slíkum veiði-
negdum, tá ein skal gjalda
so stóran prísstudning til
fiskin. Tað ber ikki til.
— Hvat er at gera, tá
seluliðið svarar, at meira
fæst ikki fyri fiskin?
— So má ein fáa meira
fyri fyrsta floks fisk. Tað
hevur verið nógv tosað
um, at føroyingar skulu
bert leggja seg eftir
reinum og góðum dygdar-
fiski. Hetta er helst rætt,
um vit hugsa um tosk og
hýsu. Men tað er ikki vist
tað er rætt, tá vit tosa
umh ini fiskasløgini.
Í hvussu so er sær tað út
til, at ein kann ikki sjálvt
við bestu viðgerð
koma upp á nakað sum lík-
t tí, sum kann fáa hesa
veiðina at bera seg
Betri pris!
Okkara selufólk vilja
helst svara, at vit eru ikki
verri at selja enn aðrir
Tað er rætt, og tú
finnur teir somu trupul-
leikarnar Noreg Ís-
Sa Mið ið oj
hava
hevur víst seg at virka væl
fyri tosk og hýsu, men
ikki fyri hini fiskaslegini.
Hetta er tí nakað ein má
gera okkurt við. Har
hjálpir so eingin stýring
av fiskiskapinum.
— Kundi tú hugsað tær
eitt meira vælvirkandi
selulið?
— Tað er eingin loyna,
at eitt nú selan av alifiski í
Noregi, har ein hevur
brúkt meira fleksibul selu-
lið, hevur víst seg at rigga
betur enn tær stóru eind-
irnar.
Kjartan Hoydal leggur
aftrat, at tá eingin vón er
sjálvt við bestu stovns-
røkt at fåa eina rimiliga
figgjarliga urtøku til skip
og manning, so må tad
vera prisurin, vit mugu
betra.
Framtidin!
— Samanumtikið, er tú
dapurt- ella bjartskygdur,
tá tað snýr seg um fram-
tíðina hjá okkara fiski-
vinnu?
— Um vit lata vera við
at gera sama feil aftur við
at »forbyggja« okkum, so
liggja nógvir meguleikar
fyri framman. Trupulleik-
arnir koma, tá tað eru ov
nógv, sum skulu býta kek-
una — tá koma tey stóru
krøvini um studning.
Ídealið má vera ein vinna,
sum hvílir í sær sjálvari,
at tú ikki hevur fleiri fólk
til at veiða enn tað, sum
skal til o.s.fr
Nýggj fiskiskip!
— Hvat heldur tú um fýra
ára ætlanina um at byggja
15-20 nýggj fiskiskip?
Á
Á
SAG 0002 MEP AA A
pE
[0 UA GE GE
øm