leygardagur 28. desember 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Opið bræv til
Nr. 147 — 28. desember 1985
; Utgevari: P/ Sosialurin CO
Abyrgdarblaðstjóri: Jan Miiller
Telefon 118 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Térshavn
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi
Blaðfólk: Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Térfinn Smith
ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
Avbjóðingin
í 1986
Í næstu viku byrjar so eitt nýtt ár
1986. Løgmaður sigur í grein í
blaðnum i dag, at hetta verður
eitt ár við nógvum og stórum av
bjóðingum. Eitt nú fer landsstýrið
at koma við nýggjum lógum, sum
skulu beta um landsins búskap
umframt at ætlanin er at seta á
stovn búskapardeild og fiski-
vinnudeild í Tinganesi. Hetta má
sigast at vera neyðugt tiltak. Nú
so nógv verður tosað um tørvin á
stýring av landsins búskapi og
somuleiðis hevuðsvinnuni
fiskivinnuni.
LOGMAÐUR letur hampiliga væl
at undanfarna ári og setir hann
stórar vónir til royndir føroyinga
at fiska svartkjaft í komandi ári.
Hann vísir m.a. til tey nýggju skip-
ini, sum skulu viðgera svartkjaft
til matna umborð og sum verða
liðug í 1986.
EISINI leggur hann dent á spurn-
ingin viðvíkjandi betri stovnsrøkt
á landgrunninum og vísir við
hesum til, at trístið á sotvnarnar
kann minka, um partur av flot-
anum fer at veiða svartkjaft. Tá er
so neyðugt at útbyggja fram-
leiðsluorkuna á landi samsvar-
andi.
NÝSETTI fiskivinnustjórin nemur
eisini við hesar spurningar í sam-
rødu við blaðið í dag. Hann og
løgmaður eru samdir í ti, at okk-
urt má gerast fyri at minka um
trýstið á botnfiskastovnarnar.
Men haraftrat kemur hann inn á
sølulidid, ið hann metir ikki er ført
fyri at fáa tann prís fyri ávís fiska
sløg, sum vit annars áttu at
fingið. Hann vísir á at tørvur er á
góðum selufólki og heldur, at
møguliga eiga nýggir søluhættir
at takast í nýtslu fyri at selja
onnur enn tey traditionellu fiska
slegini.
HETTA eru alt álvarssamir spurn
ingar sum løgmadur og nýggi
fiskivinnustjórin nema við og
væntandi fara vit at hoyra meira
til teirra í komandi ári.
AT fiskivinnustjórin ætlar at vera
rættiliga positivur mótvegis fjøl-
miðlunum og ætlar at brúka teir
til tess at fáa eitt breitt og opið
tjak um fiskivinnuspurningar
kann bert gleda okkum, sum
starvast i blødunum umframt alt
Føroya fólk, sum so sanniliga
kann fáa ágóðan av, at so nógv-
„sum til ber kemur fram í dagsins
ljós, áðrenn týdningarmiklar av-
gerðir verða tiknar á hægri stað.
ER hetta stavnhaldid fyri 1986:
eitt breitt og opið og sakligt orða-
skifti um samfelagsmál, so kunnu
vit bert taka undir og vóna, at eis-
ini okkara blað kann verða við til
at fylla karmin út.
SOSIALURIN ynskir ollum við-
skiftafólki sínum eitt gott nýggjár
og takk fyri tað farna. Sosialurin
kemur út aftur leygardagin tann
4. januar.
jamú
Johannes Haraldsen
Harra blaðstjóri, gev mær
innivist í æraða blaði
>Sosialinum< við hesum
viðmerkingum.
Leygardagin 14/12 í
»Dimmalætting« nr. 144
stendur við óvanliga feit
ari yvirskrift
tað“
Av tí at árstalið 1914 til
talaði meg, fór «
»Nær var
g at
kanna, hvat ið hendi mítt
fødiår
Eg fór ógvuliga leysliga
niður igjøgnum teigarnar
So fall eyga mítt á 31. jan
og har stendur: >31. jan
fellur dómur í sakini móti
olavi á Heygum, Vest
manna Hann verður
demdur 6x5 daga vatn og
breyt »for bedrageriske
forhold« (d.4.2.). Citat
endad
Mær hevdi lyst at vita,
hvi tu partu skal koma
beint upp undir fridarhå
tíðina miklu, vid hasi
negativu viðmerking net-
upp tá tað skal verða 0. á
H. Um tú onki annað veit
at siga um handan merkis
mann av positivum. Hatt-
ar kundi tú væl og virði-
liga slept niður í rusk-
posan, ið tú altíð hevur
nær við hondina.
Tey deyðu eigur ein ser-.
stakliga at geva gravar-
frið. Hattar, ið er komið úr
penni tínum er so ljótt, og
so illa umhugsað, at hatta
er undir alt lágmark. Og
hoyrir hatta heima sum
áðursagt i ruskposa
tinum. Olavur å Heygum
var ein av teimum monn-
um, sum blíva feddir
hundraðahvert ár.
sá langt inn í framtíðina
Fyri bert at nevna tvey
ting
Hann sá longu tá fyri
munin við telefonini, men
hann ikki bert sá tað, men
verka, og
Hann
hann fór til
gjørdi av sínum eintingum
linju úr Vestmanna til
Havnar
Tá var ongin stuðul t
fáa frá tí almenna. Hann
sá longu tá tervin á at fara
útbyggja fossamegina
Fossá) til dømis. Hvar
hevði = okkara ídnaður
verið í dag, um ikki rav-
magnið hevði verið út
bbygt, men í dag eru eisini
70 ár farin afturvið borð-
inum. Ein tilikan mann
attu vit at
varðveitt minni um á ein
heiðrað, og
meira respektivan máta
Og ikki draga tað fyri mær
ivingarsama negativa
fram, og tá til jólalestur
O. á H. sáli var ein fri-
sinnaður maður. Hann
hevði ikki trælalyndi ella
trælablóð í æðrunum
Hann var evundaður av
øllum sínum politisku
mótsteðumonnum, tí teir
ikki rukku honum til
knýggja í framskygni.
Í dag eru hundraðtals
partafeløg, og hevur ong-
antíð so nógv tjak staðist
av nekrum í okkara segu,
sum nettupp Stovnsetan
av partafeløgum nú á døg-
um
Um eg ikki fari heilt
skeivur av hasum, ið tú
Joh. Haraldsen sipar til i
áðurnevnda tínum dóms-
citati, skuldi tað staðist
av stovnan av einum P/F
Vit kenna øll til manna
gongdina, tá ið allir rógva
í annað borðið, tá melur
báturin altíð á hitt borðið,
sum tann eini maðurin sat
í áraleysur at kalla
Ég minnist tá P. M
Dam sáli í >Útvarp Før
ova hevði eina umreðu um
móðurbróðurin Ólav á
Heygum. Men kann eg
ikki tíðarfesta tað. Tó
stendur okkurt klárt fyri
mær. Tað var tá ið systir
og bróðir hittust í Skopun
Eftir at svågur Olavs
sála var deyður, og eftir
sat systir hansara við
børnunum. Ég minnist
ikki barnatalið, men P. M
Dam sáli var so eitt teirra
Tá átti mangt eyga at
vatnast, tá systir og brod-
ur boygdu knø i bøn til
Harrans. Eg havi bidad
við hesi viðmerking til jól.
Ti jól er gledifest.
Takk fyri upptekuna.
Gott nýggjar.
I Tórshavn millum
jól og nýggjár
Hentzar Joensen
Gamli skúli á Strondum
Fyri fáum degum síðani
varnust fólk í Stranda
bygd, at menn vóru í holt
við at smildra >Gamla
skula«.
Tey gjørdust ovfarin,
málleys og ikki sert
ræðslusligin.
Hvat var hetta, menn
gjørdu?
Ju, eitt samt bygdaråd
hevdi avgjørt eirindaleyst
at slætta okkara gamla
skúla við jerðina, ti
kommunan hevði ikki
longur brúk fyri honum
ella ráð at halda hann.
Niðurbrótingin skuldi
fremjast, áðrenn b ygda-
fólkið fekk nakað at vita.
Og tað skuldi gerast bein-
anvegin.
Hvat hugsa hesir menn
fyri sær?
Ella hugsa teir yvirhøv-
ur????
Havandi í huga, at hesir
menn blivu valdir inn í
bygdaráðið av fólki, sum
hevði tað álit á teimum, at
teir vildu umsita ognir
fólksins, kann ikki sigast
annað, enn at hesir gera
seg sekar í grovari neyð-
tøku av áliti fólks og sekar
í grovari neyðteku av ogn-
um fólks í sóknini.
Teirra vanvirðing av
stórum mentunnarligum
virðum, sum vit framm-
anundan eru so fátæk av
her í sóknini, er so grovt í
sjálvum sær, at tað er nóg
mikið til, at teir áttu at
verið drignir fyri ein dóm-
stól at staðið til svars fyri
gerðum sínum. Í
Ein bygningur, sum í
næstan 100 ár hevur havt
ein sentralan týdning fyri
Sjóvar sókn, er miskunn-
arleyst skræddur niður.
Ein bygningur, hvers
grundarlag fyri okkara
vitan og menning hann
hevur verið í næstan 100
ár, er nú fyrilitarleyst
koyrdur út av bakkanum
vestan fyri Tangan.
Ein bygningur, sum
umframt sítt skúlavirk-
semi eisini stóð sum
karmur í næstan 100 ár
fyri ymisk andalig og
handalig tiltøk, er nú av
menniskjansligari få-
vitsku bert ein svartur
blettur i samvitsku teirra,
sum framdu hesa skemd-
argerå.
Hvussu høvdu vit verið
sum tjóð, um alt varð
brotið niður og burtur-
beint, áðrenn tað fekk
stundir at verða gamalt?
Hvussu hevði Feroya
sega verið skrivað?
Fyri at kenna teg
sjálvan mást tú vita, hver
tú ert.
Hvussu skulu eftirkom-
arar okkara vita, hverjir
teir eru, tá ið vit sjálvi
sletta ell okkara spor?
Gamli skúli stóð ikki í
vegin fyri nekrum fram-
burði.
Kommunan stóð ikki í
neyð fyri at útvega sær
eitt grundeki til ta ætlaðu
„ráðhúsbyggingina<, tí
hon frammanundan eigur
eitt ivaleysa stórt eki
omanfyri gamla skúlan.
Hverja gilduga umber-
ing hava so bygdaráðs-
limirnir til at bera seg so-
leiðis at?
Onga! — Púrt onga!
Teirra idni við at fáa
bygt eini »rådhus«, ið
kann standa sum ein varði
yvir teir sjálvar, kemur
ikki at fáa ta forskrift, ið
teir sjálvir ætlaðu sær.
Í staðin fara komandi
ættarlið her í sóknini at
líða undir tí skomm, ið teir
núverandi bygdaráðslim-
irnir hava volt Stranda
bygd.
Símun E. Rasmussen
Strendur
ude
FEE