leygardagur 28. desember 1985síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
gotu míni
v/ Johs. A. Næs
,
„Sí, hesin er settur mongum í Ísrael
til fals og til' uppreisingar og til eitt
métmælismerki«
(Luk. 2, 34).
Seinasti sunnudagur i årinum. — Ein
sjeyndipartur av livi okkara er sunnudagur,
og væl kann vera, at just hesin sjeyndipartur
verður hin svárasti at svara fyri einaferð.
Hvussu nýttu vit alt tað, vit fingu í tí heil-
aga boðskapinum ?
Seinasti sunnudagur í árinum. — Vit
hoyra í dag svarið frá jólunum, og jólatreini
verða kanska tendrað aftur. Men nýggjárið
er í nánd. Tað er tann tíðin, tá ið uppgjert
verður. Vit eiga at gera upp, áðrenn farið
verður inn í tað nýggja árið.
Seinasti sunnudagur í árinum. — Jesus-
barnið verður borið inn í halgidómin. Tvey
gomul menniskju siga nekur legin orð, sum
fáa Mariu aftur at undrast. Orð Simeons um
sverðið, ið skuldi fara igjøgnum sál hennara,
kom hon skjótt at ásanna. Tað hendi longu
tólv ár seinni, tá ið drongurin talaði loyndar-
full orð um, at hann átti at vera í tí, sum
faðirs hansara var. Fara vit at missa hann?
hugsaði hon. Og undran hennara kom í
hædd, tá ið hon stóð við krossin.
Seinasti sunnudagur í árinum. — Og
okkum verður skililiga sagt, at Kristus ikki
bert skilir tíðina í tveir partar: tíðina fyri
Krist — og — tíðina eftir Krist. Kristus skilir
eisini mannaættina í tveir flokkar: tann, ið er
við Kristi — og tann, ið er ímóti Kristi. Hann
er annaðhvert til fals ella til uppreisingar.
Fyri honum er eingin uttanveltaður. Soleiðis
var vilji Guds. Kristus er settur til eitt mót-
mælismerki til allar tíðir og fyri ell menn-
iskju.
Við ellum okkara mótmælum steingja vit
Gud úti og forða hansara náði í at uppreisa
okkum. Eitt einasta eitt hava vit at læra:
blint at líta á, at Gud lagar alt væl. — Náði
hansara var yvir okkum í árinum, ið fór. Tað
vil hon framvegis vera, um vit vilja vera
noygd við tann frelsara, sum jólanátt kom í
heimin, og sum páskamorgun vann ta upp-
reising, sum gevur okkum treysti til at vóna
loysing fyri ta falnu mannaætt, og sum eisini
veitir eitt ævigt nýtt ár til hvenn ein, sum
her á fold dag eftir dag gevur Jesusi hjarta
sítt í rættari trúgv.
Tórshavn: Kristianna tlf. 48016, nyggjårs-
Nordendal, tlf. 12979, aftan og Sigvald
leygardag og Annika Kristiansen, tlf.
Olsen, tlf. 17700, 41517, nýggjársdag.
sunnudag.
Selvi W. Olsen, tlf.
16611, nýggjársaftan
og Kaj Kallsberg, tlf.
13150, nýggjársdag.
Sigvald
Eysturoy:
Kristiansen, tlf.
11517, leygardag og
Pól Olsen, tlf. 47010,
sunnudag.
Sverri Lamhauge,
Norduroyggjar: Jasp-
ur Petersen, tlf.
56400, leygardag og
sunnudag og á nýggj-
Vágar: Tlf. 32413
Suðuroy (norður):
TIf. 71560
Suðuroy (suður):
Tlf. 73030
18. desember fingu
Anna-Maria Petersen
og Andras Samson,
Tórshavn, eina dótt-
ur.
18. desember fingu
Beth og Niels Emil
Andreasen, Eiði, eina
dóttur.
19. desember fingu
Mary og Jóhan Jac-
obsen, Oyrabakka, lítla barn
eina dóttur.
19. desember fingu 21. desember fingu
Hanna og Uni Zach- Marin og Heini
ariasen, Vestmanna, Holm, Kvívík, ein
ein son. son.
19. desember fingu 24. desember fingu
Ruth og Steyni And- Elin Mouritsen, Tórs-
reassen, Norðskála, havn og Sólbjartur
ein son. Olsen, Argjum, ein
son.
20. desember fingu
Guðrun Seyer Han-
sen og Flemming
Vistrup, Tórshavn,
ein son.
24. desember fingu
Anna og Kári Ras-
mussen, Strondum,
ein son.
= DYPPID I DYRUPS D=>===
MÅLING
TIL OLL
ENDAMÅL
Nyggjårsheilsan
Eg stóra tøkk vil veita
nu tankar heim leita
frå sudurheimsins londum
at kargu Føroya strondum
Vid tokk um stuðul góðan
tit sum meg gjordu fróan
Í havið út at leggja
slíkt er bert fyri seggja
Um málið ei er náað
men einki er til bága
Um Harrin er í fylgi
eg óttist ikki bylgju
Nú árið er at enda
eg takkarkvødu senda
foreldrum, systkjum, vinum
og øllum sum í liðnum
meg hava stuðlað dyggan
tí kenni eg meg tryggan
Blíðar heilsur
Ove Joensen
Suevitas, Cuba
Nr. 147
Í orðabókini hjá M. A. Jacobsen og Chr. Matras
stendur orðið, árslok, og so stendur í klombrum
aftan fyri orðið (lit). Tað merkir, at orðið er ikki
gamalt í málinum.
Um orðið, árslok er gamalt í málinum ella ei,
sama ger. Tað, ið ger stersta munin, er, hvat fyri-
seting, vit seta saman við hesum navnorðinum,
og her er villan so vanlig, tíverri.
Vit síggja fólk skriva, og vit hoyra siga við árs-
lok. Við árslok er ikki rætt.
Um árslok er tað rætta málbrúkið.
Vit siga um jóltíðir, um middagin, um dogurða-
tíð.
Bleðini og útvarpið !
Tá ið fólk nú um nýggjárið fara at senda heilsanir
0. a., so gerið tað, at tit siga og skriva nýggjár, tó
at nógv siga og skriva nýttár.
Nýttár er ikki føroyskt málbrúk.
Vit eiga at siga og skriva nýggjár.
Fyri nýggjár.
Á nýggjárinum.
Eftir nýggjár.
Um orðið, nýggjár, er bæði skrivað og talað so
mangan.
Sv.T.
kirkjuni í Keypmanna-
havn Hjerdis Haack úr
Geteborg og Hans Pauli
Olsen úr Havn. Br.adr. er
Brúdleyp
Í dag giftast í Kingo- Tagensvej102,1.tv.
BMW
bátamotorar
— frá 7-190 HK
Prisdømi: Ein D 50 HK, reduktión 2,7:
1 við skråvutoyi, instrumentum, tele-
flex regulator og allari útgerð til inn-
stallering fyri Kr. 60.120,-
NORDBIL
v/ Martin Dam Jacobsen
Bilverkstaður - Dekksøla
Oyggjarvegur - tlf. 13707
28. desember 1985
;
|
á
1