leygardagur 28. desember 1985síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
5.
Nr. 147 — 28. desember 1985
Ljósins ljós — Ljóðsins ljóð
Heðin M. Klein
„Ljóðsins ljós<,
yrkingar.
Egið forlag 1985.
50 kr.
Fyrst tú hoyrir, at nýggja
yrkingasavnið eftir Heðin
M. Klein eitur 'ljóðsins
ljós' kemur ferð á hugflog-
ið, og hon ekist, tá ið tú
lesur á permuni, at savnið
í veruleikanum eitur
„Ljóðsins ljós<. Men tá ið
tú so kemur til fyrstu
síðuna inni í bókini verður
tú kanska fyrst heilt í ør-
viti, tí nú stendur >Ljóð-
sins ljóð<, men síðani
varnast tú, at skil er í
hesum — hóast annað
heitið er ein prentvilla.
Hetta er einki annað enn
ein heppin prentvilla, ið
gevur heitinum á bókini
eina eyka merking, ið
samanfatar savnið á sín
serliga hátt. Yrkingarnar
ikki bert lýsa, tær ljóða
eisini, og myndirnar eru
bygdar á tað, sum hoyrist
og sæst.
Tað hevur altíð verið
nakað serligt við heitun-
um á bókunum hjá Heðini
M. Klein. Tey kunnu vera
heilar yrkingar í sjálvum
sær, sum »Væmingar og
vaggandi gjålv« (1969) og
samstundis lýsa inni-
haldið í bókunum sum
»Strandvarp« (1983).
Í >Ljóðsins ljósi“ eru
yrkingar um listina,
„Listin kann vera< og
»Yrkjarin«, um ástinaí ti
vakra og sansaliga
»Konuljédi«, um lívs-
spurningar í náttúruyrk-
ingunum »Gras« og »Løg-
ir og líkindi“, og um hug-
flogið hjá skaldinum og
barninum í »Gandandi«
og »Barnsins summar«.
Hetta eru yrkingar, har
skaldið sjålvt stendur i
miðjuni — tað eru sann-
feringar og innaru uppliv-
ingar hjá skaldinum, ið
verða lýstar. Aðrar lýsa
sinnisrørslur settar í
gongd av ytri ávirkan og
upplivan — hetta eru t.d
ferðayrkingarnar,
»Summar á Fjóni<, »Høg-
tíða, »Fuglar í Oslo« og
„Reykjavík by Night«,
har fremmanda umhverv
ið, náttúra og fólk verða
lýst, og skaldið sjálvt
heldur seg eitt sindur
burtur frá. Ein yrking,
„Til tey vitandi«, er ognað
Erlendi Paturssyni og
minnir á, hvussu týðandi
tað er, at lata onnur fáa
part í vitan síni. Og ein er
ognað Hans Andriasi
Djurhuus, har Heðin
hevur sett kendar partar
úr m.e barnarimum
saman í eina heild, sum
leggur dent á varandi
virðið í skaldskapi tan
ara.
.
Broyting
Hoyrnin og sjónin eru i
miðdeplinum í fyrstu yrk-
ingini, „Listin kann
vera<, sum greiðir frá,
hvussu list kann vera
vorðin. Í hesi yrkingini
verður samband knýtt við
undanfarna savnið
»Strandvarp«, har ein
yrking eitur »Morgun«,
sum sigur frá, tá ið sans-
arnir eru á tremur og alt er
vorðið til mynd. Hendan
myndin er listin, og um
hana verður sagt at >hon
er sonn sum sorgin / lut-
leys sum hon<. Hendan
samanberingin kendist í
so gjørd, men í >Ljóðsins
ljøåsi« verður hon lýst
nærri. Sorgin og listin
hava tað felags, at teir
sópa alt annað til viks, ein
sansar bert hana — sorg-
ina og/ella listina. »Listin
kann vera« sipar ikki bert
til »Morgun« i »Strand-
varpinum«, men eisini til
»Myndarødina«, sum lysir
óvirknu, bommetandi
áskoðararnar í biografi.
Cowboyfilmurin, ið verður
vístur, er endaleysur allir
filmar eru eins, gjerdir av
umboðum fyri tey, ið hava
valdið á heiminum. Og
filmurin er amboðið til at
varðveita valdið á okkum.
Men i yrkingini »Listin
kann vera« hevur skaldið
slitið hetta haftid og ger
sjálvt filmin, »geri min
film / við egnum ljósi / og
ljóði<.
Hendan fyrsta yrkingin
í »Ljédsins ljósi“ vísir
greidliga ein mun millum
nýggjasta savnið og und-
anfarna. Í tí fyrra kendist
eingin vegur burtur úr
óvirkseminum í biograf-
stólinum, nú skapar
skaldið sær loysnina
sjálvt. >Ljóðsins ljós<
tykist at vera meira bjart-
skygt enn »Strandvarp«.
Nívandi ivin og óttin um
sjálvan seg, spurningurin
um ætlanina við lívinum
og sambandið við hini
varð í »Strandvarpi« lýst
við myndum, ið rukku
niður á botn í sinninum og
settu av og á hol á tað.
Hetta slagið av myndum
eru ikki frammaliga nú
Men tað merkir ikki, at
somu evni ikki verða við-
gjerd í báðum sevnunum,
tað verða t.d. kaldligu
viðurskiftini millum fólk
kenslukuldin
Yrkingarhátturin er
vvirhevur tann
hesum báðum sevnunum
Ofta byrja tær við eini
uppliving, sum verður
lýst við eini mynd, ið síð-
ani flytur seg yvir í aðrar
myndir, broytist og um-
skapast. Stundum verður
endað við eini nidurstødu
sum i >Sjónarhvarvið<. I
&Aftur við hús< er tað
het at kenna '
Minna
minn
sami í
HEÐIN M. KLEIN
YRKINGAR
EGIÐ FORLAG 1985
verður lýst við vætu-
myndum: keldur, ráki,
aldubrot. Yrkingarnar i
„Ljóðsins ljósi“ eru orða-
ríkari enn í »Strand-
varpi<. Tað ger tær minni
torskildar, men tað ger
tær eisini avog á nakað
leysar, sum t.d. »Reykja-
vík by Night<. Heldur enn
yrkingarhátturin = tykist
lagið — innihaldið — at
vera broytt.
Yrkingarnar í >Ljóðsins
ljósi benda á, at skaldið
er komið til sættis við
lívið og heimin, hóast tað
als ikki tekur undir við
øllum ella heldur væl
standa til. Hetta kemur
fram í tveimum yrking-
um, sum finnast at menn-
ingini og mentanini í okk-
ara parti av heiminum,
„Vit sum eru so tung á
flogi« og >So leingi tað
varir«. Tekniska menn-
ingin stendur fyri skotum,
hon sum hevur gjert hern-
aðarligu menningina
meguliga. Men eisini ger-
andisteknikkur okkara
fær sítt — skip, bilar og
flogfør, sum gera okkum
for fyri at ferðast skjótt-
skjótari-skjótast. Atfinn-
ingarsemi móti imperial-
ismuni í Grenlandi er at
finna í >Hjálp til sjálv-
hjålp«, har skaldið setur
HEÐIN M. KLEIN
€G FORLAG 1983
|) Skyggjandi tanngarður
Lysandi smil
Tin barkalåtur |
Og síðani
Angar
Kvirrleikans rokkahjarta
Kryrrunar kyrra
Góðsku Nirvana
Og sálar dogg.
Elskaða. Húð tín
Av lettum vindi og luft.
Fevningur tín
Sum nýturkað klæði
Friskleikans pistr í blóði.
Síða 23
Konu ljóð
Títt blíða eyga |
Loyndar setleiki |
Treytar leyst
Ein leta í lýðku.
seg í grenlendingsins stað
fyri at kenna, hvussu tað
er at vera fremmandur
heima hjá sær sjálvum,
hvussu tað er at vera
>húskallur í hesum / landi
/ sum er alt ov stórt / til
min at røkja«. Ein orsek
til, at so illa stendur til í
menniskjuheiminum,
verður lýst í yrkingina
»Imillum«, sum lýsir tey
trongu korini kærleikin
hevur at virka í. Yrkingin
reksar upp, hvussu tey
eru, t.d. plássið millum
eggina og knivsbakkan,
blunkið og sjónina ella
millum himprið og líka-
sæluna.
Viðgerðin og metingar-
nar hjá Heðini av mentan
okkara, lívshátti okkara
— sivilasjónskritikkurin
— rekkur frá atfinningum
móti mentanarligu pining-
ini her hjå okkum sjålv-
um, til hernadardubbing-
ina og til samhug við
grannar okkara, sum sam-
bært valdandi hugsan eru
stytri á leið komnir enn
vit.
Permur og
innihald
Permumyndirnar til tey
bæði seinastu sevnini hjá
Heðini hevur Bárður
Jákupsson gjert, og tær
hava uppiborið nekur orð.
Eg nevndi at munur er á
lagnum í »Strandvarpi«
og >Ljóðsins ljósi — tað
fyrra er meira hugtungt
enn tað seinna — permu-
myndirnar lýsa hendan
munin á ein annan hátt.
Perman á »Strandvarpi«
hevur ein togenda ella
okkurt annað, ið liggur
samanringt ella knýtt
mitt í myndini, og sum
tekur nógv pláss. Hetta
knýtta samsvarar við, at
savnið viðger mest hug-
tyngjandi sinnisrerslur.
Men uttan á >Ljóðsins
ljós< eru flykrur, sum
hava ymiskt skap, ymsa
stedd og ymiskan lit. Tær
liggja spjaddar, eins og
yrkingarnar í savninum
lýsa ymisk viðurskifti list,
ást, hernaðardubbing
imperialismu og rnsins
myndaheim, sl erður
lýstur i >Barnsir umm-
ari«:
Ja minnist tú ga 1
gjøgnum hålvg
afturlatin
eygnalok
flåkrandi ljósar virvaldar
Og legði tú eygun: saman
kámti tú kortini dagin.
Nakað tað sama ber tað til
at uppliva, tá ið tú lesur
yrkingarnar hjá !}'eðini
Maian Simonsen