Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-01-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. januar 1986síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 1 — 4. januar 1986 Margreta farin av bygdini: Beint fyri jól var keyps- sáttmáli gjerdur millum felagið Leithamar í Vest- manna og felagið Berg í Nólsoy um ísfiskatrolaran Margrethu. Keypsprísur in er 10 mill. kr Hetta hevur fingið nóls- oyingar at seta spurn- ingin, um einasta stóra ar- beiðsplássið í bygdini, flakavirkið Klivar hevur fingið endaliga menu- stingin Hóast Margretha ikki hevur fiskað so nógv til virkið i fjør, 305 tons ialt, so hevur skipið kortini verið partur av ráveru- grundarlagnum hjá virki- num. Umframt Margretu Jacobina Jacobsen, Arbeiðsmannafelagið: Vit vóna at avreiða so eisini Royndin Fríða og Skarvatangur til Klivar Men Royndin hevur havt ymsar trupul- leikar við spelunum um- framt annað og hevur siå- ani november verið á skipasmiðju í Vági Klivar fekk 1377 tons av fiski í fjør. Tá lá virkið tó stongt frá 1. januar til 8. mai. Tá var tað, at landið yvirtók virkið og hevur ríkið tað síðani. Ætlanin er at landið skal reka Klivar til 1. juli. Men uttan råvøru er grundarlagið tikið undan slíkum virki. Fyrr av- reiddi Kapilsund eisini til virkið, men fór so at av- Kapilsund fer at avreiða aftur í Nólsoy Formaðurin í Nólsoyar Arbeiðsmannafelag, Jac- obina Jacobsen er sera illa við av, at Margreta er seld av bygdini. Hon eins og hini arbeiðsfólkini á Klivum visti av ongum fyrr enn tey frættu tíð- indini, at skipið varð selt. Hon sigur: — Tað stendur sjálvandi fólki frítt at selja skip síni, men vit kenna tað so, at eigar- arnir av Margretu hava svikið bygdina, nú teir eru við til at taka sjálvt = DYPPID I DYRUPS === MÅLING TIL ØLL ENDAMÅL reida til Bacalao iastadin. Vit hava tosað við nekur fólk í Nólsoy um støduna hjá flakavirkinum og bygdini sum so nú Klivar er einasta stóra ar- beiðsplássið har. jan grundarlagið undan flaka- virkinum. — Eg hevði ikki væntað tað av hasum monnunum, tí tað vóru teir, sum gjerdu, at vit fingu arbeitt aftur í mai, tá Margretha fór at av- reiða til virkið. Jacobina Jacobsen sig- ur víðari, at spurningurin er nú um Kapilsund, sum nólsoyingar eiga, fer at avreiða til Klivar. Tað hava verið ósemjur mill- um eigararnar av Kapil- sund og so fyrrverandi leiðsluna á flakavirkinum Klivar, sum m.a. gjerdi, at Kapilsund fór til Havn- ar at avreiða. — Vit royna nú at fáa Kapilsund aftur til bygd- ina og soleingi tann megu- leikin er opin, so havi eg ikki mist vónina um, at tað ber til at halda fram á Klivum. — Men fer Kapilsund framhaldandi at avreiða í Havn, so eru lítlar vónir, sigur Jacobina Jacobsen at enda. jan Møguliga áhugaðir at keypa Klivar Ein av teimum, sum átti í Margrethu, Jóannes Jac- obsen % Nólsoy sigur við Sosialin, at teir fingu eitt gott tilboð uppá skipið og gjerdu tí av at selja. Ser- stakliga ynskti mann- ingin, sum eisini er parta- eigari í skipinum, at sleppa sær av við skipið og ístaðin fyri at brúka peningin til okkurt annað vinnuendamál. Jóannes Jacobsen sig- ur, at teir arbeiða við ymsum ætlanum, men kann hann einki siga enn. Tað snýr seg tó um okkurt virksemi innan fiskivinnu á landi. Uppá fyrispurning um tað kann koma uppá tal, at teir fara at bjóða uppá flakavirkið, sum í letuni verður rikið av ti almenna, sigur hann, at hetta er als ikki óhugsandi. — Eg rokni við, at vit hevdu fingið tað at borið til um vit keyptu virkið, sigur Jóannes Jacobsen, sum tó ikki hevur nakað at siga til, at landið rekur virkið. — Tað hevur virkað sera væl, síðan landið yvirtók virkið, vit hava fingið pengarnar í hond- ina, og eg kann bert siga gott um tað. Uppá fyrispurning um ikki vandi er fyri at bygdin missir sítt stersta arbeiðspláss nú Mar- gretha er seld, sigur Jó- annes Jacobsen, at tað ber hann ongan ótta fyri, tí tað eru nógv góð fólk í Nólsoy, sum eisini hava nógvar pengar um hendi. Hann heldur tí ikki, at tað verður nakar trupulleiki hjá nólsoyingum at varð- veita hetta arbeiðsplássið. Spurningurin er so bert undir hverjum formi tað verður. Jóannes er heldur ikki bangin fyri, at tað skal fara at skorta uppá ráveru til virkið. Ti, sum hann málber seg, tað er nógv gott fólk í Nólsoy og heldur fyri, at tað ber til at keypa onnur skip til bygdina og annars at liggja framvið tá fiskurer. Tíoftani er so nógvur fisk- ur, at virki aðrastaðni fáa ikki tikið ímóti ellum fisk- Síða 3 inum. — Tú heldur ikki, at tå og hinir, sum áttu Mar- grethu, hava slept Klivar og Nólsoyar bygd uppá fjall, nú tit seldu bátin? — Eg ætli mær ikki at sleppa nøkrum her í Nóls- oy uppá fjall. Vit hava í nógv ár skaffað virkinum ráveru, og eg haldi tað er til okkara rós, at virkið hevur koyrt so frægt. Men neyvan kemur tað at bera seg fíggjarliga fyrr enn okkurt stig verður tikið. — Og tú meinar so- statt, at eitt tílíkt stig er, at tit keypa virkið? — Tað kundi væl hent. Eg trúgvi so uppá, at vit hevdu fingið tað at borið seg. Jóannes Jacobsen legg- ur tó aftrat, at skulu teir sega pengar í virkið, so ynskja teir at hava meira enn helvtina av partapen- inginum. — Eg havi arbeitt í so nógv ár, at eg tími ikki longur at seta pengar í, har aðrir skulu bestemma. jan