Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-01-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. januar 1986síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Handverks- lærlingafelagið aðalfund Feroya Handverkslærlingafelag hevði aðalfund á skúlaheiminum við Marknagilsvegin 11. novem- ber 1985. Mettir vóru um 45 limir. Í tíðindaskrivi verður m.a. sagt frá aðalfundinum: „Formaður felagsins, Leif á Heygum hevði eina frágreiðing um arbeiðið hjá felagnum. M.a. um prístalið hjá lærlingum, sum nú næstan er komið undir land. Felagið hevur givið út ein faldara, sum gevur upplýsingar um felagið. Eisini er áhugi á bygd og bý um at stovna lærlingafeleg, og vil felagið hjálpa til við tí. Felagið fer eisini at arbeiða við at fáa royndartíðina setta niður til '/2 ár. Eisini eru tað onkrar sakir, sum felagið hevur vunnið. Roknskapurin varð lagdur fram og bleiv góð- kendur. Síðan varð val av nevnd Nevndin skipaði seg sjálv soleiðis: Leif á Heygum, form. Jergin Restorff, næstform. Heidi Gaardlykke, kassameistari Gunnver Samuelsen, 1. skrivari Borgny Nielsen, 2. skrivari Hallur Jóhannesen, tiltakslimur Wiljam Smith, tiltakslimur Til grannskoðara varð valdur: Osvald Jacobsen,< verður sagt í skrivinum. »Tora« bjóðar føroy- ingum á mótamessu í Keypmannahavn Stór fakframsýning innan mótatoy — >Future Fashions Scandinavia '86< letur upp í Bella Center í Keypmannahavn tann 27. februar og verður opin til og við 3. mars 1986. Framsýningin umfatar eitt breitt úrval av allari nýskapan innan mótatoy, tilhoyr og selubúðsinn- búgv. Stevnan er eitt avbera gott hevi til at ekja um vitan sína um nýggjastu nýskipaninar, til at hitta serkøn fólk innan mótamarknaðin og fyri at knýta nýggj sambond við útheimin og ymsar fyritekur Tora Tourist Traffic í Havn skipar í hesum sam- bandi fyri eini ferð til Danmarkar Skrá: Mikudagin, 26. febr. 86: Vit hittast á flogvellinum í Vágum kl. 11.45 utt- anfyri leiðbeiningina í komuhøllini. Flogferð Vágar-Keypmannahavn. Bussflutningur til Avenue Hotel í miðbýnum. Hósdagin 27. febr. — sunnudagin 2. mars 86: Morgunmatur á hotellinum. Bussflutningur til Bella Center. Vitjað verður á framsýningina Fashions Scandinavia«. Seinnapartin koyrir bussurin heim aftur til hotellið. „Future Mánadagin 3. mars 86: Morgunmatur á hotellinum. Farið verður til Kastrup. Flogferð heim til Feroyar Prisur: Kr. 5.380,- fyri hvenn á einkultkamari Kr. 4.685,- fyri hvenn á dupultkamari. Í prísinum er iroknad: Flogferð aftur og fram, 5 nætur á kamari við bað, wc, radio, sjónvarp í Keypmannahavn, morgun- matur allar dagarnar, allur bussflutningur, ferða- leid0ari. Orsakad av avmarkadum hotelplåssi i Keyp- mannahavn, er seinasta tilmeldingarfreist tann i. februar 1986, sigur Tora Tourist Traffic í einum skrivi til bleðini. Nr. 1 — 4. januar 1986 Føroyingar lata upp møbilhandil i Australia! Hetta tiltakid fer at geva føroyingum meguleikan at royna seg í altjóða handli, sigur ein av stigtakarunum Birgir Andreassen, handilsmaður úr Havn og Albert Mortensen, sakferari av Argjum, ætla at lata upp mebil- handil í Australia. Fyrireikingarnar eru komnar so væl áleiðis, at tann fyrsti av trimum møbilhandlum letur upp í juni í ár. Tað verður í býn- um Melbourne. Birgir Andreassen, sum rekur handilin »Idé-møbl- ar« i Havn, sigur vid Sosialin, at talan er um »Idé-handlar«, sum skulu selja teir sera vælumtóktu norðurlendsku møblarnar, sum Ídé-innkeypsketan umboðar. Her er talan um einar 120 ymsar møbil- framleiðarar í Norðurlond- um Í samband við ætlanina vóru Birgir Andreassen og Albert Mortensen í Australia í fjør. har teir kannaðu umsteðurnar. Tað eru eisini gjerdar ná- greiniligar kanningar av marknaðinum í Australia og sigur Birgir Andras- sen, at marknaðurin fyri norðurlendskum møblum er sera góður. Umframt teir verða so eisini fleiri aðrir foroyingar við í tiltakinum 70-80% av partapening- inum verður feroyskur báðar Umsetningur uppá 200 mill. kr. Birgir Andreassen sigur, at umsetningurin fyrsta árið fer at liggja um einar 50 mill. kr., og tá teir eru komnir í gongd við trim- um handlum í trimum ymsum stórbýum í Australia fer umsetn- ingurin helst at liggja um einar 200 mill. kr. um árið. — Eg haldi tað er áhuga- vert at royna okkurt nýtt og hví ikki í einum fremm- andum landi, sigur Birgir Andreassen, sum vísir á, at hetta tiltakið fer at geva føroyingum, . sum * Áhugin fyri norður- lendskum møblum er ann- ars stórur kring heimin. Danir seldu í fjer fyri meira enn 1.4 mia. kr. í meblum í USA. Tað vóru annars settir á stovn Idé-handlar i Japan í fjør, og í ár verður Idé- merkið eisini at síggja í USA. Gevst ikki í Feroyum Vit spurdu Birgir Andreassen, um hetta til- takið í Australia merkir, at hann fer at gevast við jan forrætningina upp i Australia, men annars fer hann at arbeida i Føroyum sum higartil. — Men er ikki okkurt um tað, at tú hevur roynt at sleppa tær av vid Idé- handilin i Feroyum ? — Tad er rætt, at eg havi fingið tilboð uppá handilin, men eg havi ikki verið negdur við tey. Tí havi eg gjert av ikki at selja. — Men hví selja? — Tað er soleiðis, at tú altíð hevur í huganum at selja, um tú kanst fáa okk- urt gott tilboð. Tað vil so Birgir Andreassen her saman við Essa Arge, tingmanni, ið er í ferð við at finna vinn- aran í lutakasti í fjør. Aftanfyri Idé-handilin á Hálsi hava áhuga fyri handils- virksemi, at fara til Australia og har arbeiða í Idé-handlum, sum feroyingar nú sjålvir seta á stovn har handilsvirksemi Feroyum og sínum í flyta til Australia at virka. Til tað sigur hann, at so verður ikki. Hann ætlar sær at vera við til at lata fyrstu Her í Melbourne i Australia fara føroyingar nú at byrja møbilhandil altíð vera ein spurningur um prís, og um ein fær tað ein er negdur við. — Tað ganga tíðindi sum siga, at tú eisini hevur roynt at sleppa tær av við bygning- in, sum tú og aðrir eru í ferð við at byggja á Hálsi. — Tað hava verið sam- ráðingar um selu, men einki endaligt fyriliggur enn leysa- Tit hava jú havt ætlanir um at fara undir framleiðslu av meblum í hesum bygninginum. Eru so tær ætlanirnar sleptar ? Nei, vit hava ikki slept teirri ætlanini kort ini. Birgir Andreassen sigur at enda, at orsekin til, at teir eru hugaðir at selja henda nýggja bygningin er tann, at teir hava aðrar ætlanir. Hann vil ikki upp- lýsa hverjar. | | | PA 0