Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-01-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. januar 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 25, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Krisjan Dahi Høgni Djurhuus Randi Jacobs Tórtinn Smith Kalmar Lindenskov P/f Sosialurin P/f Pressan 1981 Útgevari: Fyritaksstjóri: Blaðfólk: Ljósmyndari Uppseting: í Prent: 1986 altjóða friðarár! FELAGSSKAPURIN Sameindu Tjóða hevur lýst 1986 til at vera altjóða frið- arár. Hesum kunnu vit bert fegnast um og vóna, at okkurt fer at spyrjast burtur úr royndunum at skapa frið í heiminum. TÍANVERRI mugu vit ásanna, at end- in á farna ári og byrjanin til nýggja ár- ið alt annað enn geva okkum góðar vónir fyri einum friðarári. Hetta eru tær seinastu yvirgangsatgerðirnar í europeiskum floghavnum eitt hald- gott prógv um. Í kjalarvørrinum á hesum atsóknum frætta vit, at eitt av heimsins stórveldum, USA, hevur í umbúnað at revsa Libya, sum m.a. sigst at standa aftanfyri tær seinastu av yvirgangsatsóknunum í Rom og Wien, har umleið 18 fóík lótu liv. ØLL eru vit ímóti slíkum yvirgangs- virksemi, har heilt ósek fólk verða dripin. Eisini er greitt, at ein kann ikki framhaldandi lata sær lynda slíkan yvirgang, og er tí neyðugt at forða fyri fleiri líknandi hendingum. MEN hvussu! Libyiski leiðarin, Gadaffi, hevur boðað frá, at gera amerikanarar seg inn á land sítt, so merkir hetta, at alt Miðeystur er í kríggi. Vit hava so eisini frætt, at russar hava rakettir og hernaðarligar serfrødingar í Libya. Um so er, so kunnu vit bert ímynda okkum, hvat kann henda, um amerikanarar leggja eftir Libya. Hetta kann vera ein neist- in til eitt stórri kriggj. Og hver veit, um ikki lond í Miðeystri, eitt nú Libya, hava atgongd til kjarnorku- våpn! VÍST eiga vit at bera ótta fyri ti, sum júst er hent. Er nakað, sum kann fáa kenslurnar í »kék«, so eru tað hevndaratgerðir. Slíkar bera so við sær aðrar hevndaratgerdir og tað er so skrúvan uttan enda. SLÍKAR yvirgangsatsóknir, sum eru farnar fram í Rom og Wien eiga tó ikki at fáa okkum at gloyma leiklutin hjá stórveldunum í fleiri av teimum vanlukkum, sum raka mong av heimsins londum. Bæði Sovjetsam- veldið og USA hava og gera seg framvegis sek í brotsgerðum við at leggja seg uppí innanhýsis viður- skifti í Ørum londum. Hetta er tað vit kalla imperialisma. DOMINI eru mong. Í tí fátæka Afganistan hava russar lagt seg uppí innanhýsis viðurskiftini við hermegi og hava sostatt verið atvoldin til eitt lemjandi og syrgiligt borgarakriggj, sum ongan enda tykist at fáa. Øll tey, sum ynskja frið, eiga at venda teirri sovjetisku imperialismu í Afganistan bakið. SAMA kann sigast um amerikanska uppílegging aðrastaðni í heiminum. Eins og russar leggja seg út í viður- skiftini hjá næsta granna sínum, so gera amerikanarar tað somuleiðis á amerikanska meginlandinum. Tað er neyvan nakað dulsmál longur, at amerikanarar stuðlaðu herovast- unum í Chile, tá hesir myrdu Allende forseta og koyrdu stjórn hansara frá fyri meira enn 10 árum síðani. Segan sigur okkum eisini, at amerikanarar trúliga og dúgliga stuðlaðu teimum harðrendu herovastunum, sum høvdu ræðið i Argentina nøkur år herfyri. Hesir herovastar hava fleiri tåsundatals mannaliv å samvitskuni, fólk, sum teir av politiskum ávum hava pínt til deyðis. Í DAG nýta amerikanar orku sína til at køva stjórnina í tí lítla miðameri- kanska landinum Niqaragua, sum nú aftaná, at einstakir ríkmenn hava hildið landinum niðri á gravarbakk- anum, roynir at stjórna landinum soleiðis, at fólkið fær livi- og arbeiðs- umsteður. EINKI demokratiskt hugsandi og upplýst menniskja kann góðtaka uppílegging í innlendis viðurskifti frá ødrum landi. Tað man søgan eisini meira enn einaferð hava teskað okk- um í oyra — tó tað tykist, at vit fram- haldandi venda dula oyrað til. Vit hvørki ynskja ella vilja læra av søgu okkara. TAÐ skal eingin ivi vera um, at vit góðtaka ikki partisanyvirgangsvirk- semi, sum gongur út yvir ósek fólk. Men vit góðtaka heldur ikki ta stødugu uppilegging, sum stórveldini Sovjet og USA hava fyri í nógvum londum. HÓAST orsøkir eru til at vera dapur- skygd, so mugu vit kortini fegnast um, at tað hevur eydnast leiðslunum í USA og Sovjet at hittast og tingast um frið og avvápnað. Fyri nógv av okkum líkist hetta mest einum vána- ligum sjónleiki — eini endurtøku av einum leiki, sum vit frammanundan kenna enda á. Hóast hetta, so megu vit kortini royna at hóma teir glottar, sum eru. Vit hava loyvi til at vóna, at okkurt kann spyrjast burturúr. Kanska ein dialogur kann mýkja part- arnar so frægt, at teir bíða við at seta í verk ørvitiskendar dubbingarætlanir og so nýta bíðitíðina at umhugsa hes- ar av nýggjum. AMERIKANAR ætla at seta í verk eina dubbingarætlan fyri rúmdina. Hetta góðtaka russar ikki. Uttan mun ti Ihvør hevur rætt ella ikki, so er tað ein ófrávíkilig sannroynd, at tær ómetaliga stóru upphæddir av peng- um, sum verða nýttar til krigsenda- mál, høvdu komið betri við hjá teim- um milliónunum av menniskjum, sum svelta og liva í vesaladømi kring allan heim. Krígsmilliardirnar fóru betur, um tær vórðu nýttar til slík endamál. Nústani tá kunnu vit tosa um ein civiliseraðan og humanan heim. Í dag eru vit einki frægari enn tey mongu av undanfarnu ættarliðum okkara, sum hava k åg að og trælkað hvert annað. jamú Nr. 1 — 4. januar 1986 Føroyar verða — Skulu vit varðveita eitt livandi bygda- samfelag, so er mangt, ið bendir á, at allar góðar kreftir megu viðvirka, so at vit foroyingar ikki verða tiknir á bóli av fremmandum kapitali, skrivar Jergen Thomsen tingmaður m.a. í hesi greinini. Hann sipar við hesum m.a. til ætlanirnar at byggja handilsmiðdepil á >Getueiði< í Eysturoynni og vísir á, at hetta kann verða bygdahandlunum at bana Mong eru tey, ið minnast frá barnaárum, at lisið varð um oljukongin »Rockefeller«, ið at enda við sínum peningi var ferur fyri at siga, hvussu príslegan á oljuni og eðrum við, skuldi vera. Heldur ikki landsins stýri kundi makta nakað. Tað, sum vanliga verður sagt, er, at hitt fría »initia- tivið< skal hava loyvi at virka, og kapitalurin frítt at sekja hagar hann vil. Hetta er uttan iva gott í mongum føri, men hetta er, eftir mínum tykki, ikki bara gott, og tað serstak- liga í okkara bygda- og oyggjasamfelag, tí her eru tað serstek føroysk viður- skifti, ið gera seg gald- andi. Spurningurin er tí, um vandi er fyri, at lívs- mynstur okkara feroyinga er við at vanskeplast ? Í teimum døgum, tá ið Danmark fór upp í felags- marknaðin, var spurn- ingurin ógvuliga nógv frammi eisini í Feroyum. A valfundum í Eysturoy um tað mundið, var EF spurningurin eisini havd- ur á lofti. Ein eldri fugl- firðingur, ið eisini var val- evni tá, ferdi fram, at Týskaland nú royndi at leggja vesturheimin undir seg, ikki við vápnum hesa ferð, men við »økonomi«, soleiðis sum hann málbar seg. Hetta var ein av teimum mongu grundgev- ingunum fyri at halda seg frá at fara upp í felags- marknaðin. Tað, ið víst varð á í tí sambandinum, var, at EF ella tysk arbeiðspláss vildu verða stovnsett her á landi, meguliga óbein- leiðis, tað vil siga igjøgn- um onnur. Hetta vildi so broyta vinnulívsmynstrið, sum varð uppbygt av føroyingum, fullkomiliga, varð sagt. Hetta vinnulívsmynst- ur, sum nú er, verður av mongum mett sum fræg- ast hóskiligt í okkara sam- felag, og sum mong eru fegin um í dag, tí nú eru í flestu forum bygdirnar við á tí vinnuliga ekinum, og hýsa arbeiðsplássum, sum bygdirnar standa saman um. Á tann hátt verða bygdirnar varðveittar, og valdið ikki so miðsavnað. Bygdahandlarnir i seguna ! Mong ár eru runnin og Feroyar eru uttanfyri EF, og uttan iva er hetta fræg- ast fyri okkum feroyingar. Kortini er mangt, ið bendir á, at vandi er fyri ávísar miðsavnan eisini í dag. Handilsmenn í Eystur- oy hava sent tinginum eitt skriv, ið er eitt neyðarróp um hjálp, tí ætlanin er at byggja ein handilsmiðdep- settar ax il á tí gamla fundarstaðn- um »Gøtueidi«. Hesir síggja sær tá ongan meguleika framhaldandi at hava handil og siga, at bygdahandlarnir fara í seguna. Hetta skriv er beint í legtingsins ídnaðarnevnd til viðgerðar ið undirritaði eisini er limur. Spurning- urin er, hvat kann fáast burturúr tí viðgerðini? Eftir mínum tykki ikki stórt — helst einki. Tað kann illa hugsast, soleiðis sum tingið er samansett í dag, at tað verður lóggivið við tí fyri eyga at steðga hesum. Stýring Men lat okkum sláa fast, at ein ávís stýring kemur at vera neyðug á tí vinnu- liga býtinum kring landið, um bygdirnar skulu liva saman við vinnuni. Stýring verður av nógv- um mett sum eitt illa- vorðið orð, serstakliga, tá ið talan er um vinnulívið. Øll styring, ið skerjir frælsi hins einstaka, er at ræðast, bæði almenn stýr- ing við lóggávu, og óal- menna stýringin við kapi- talinum. Vit lóggeva sum er á fiskivinnuøkinum, og uttan iva verða vit noydd at lóggeva enn meir. So her kann sigast at vera ein ávís stýring, sum er al- neyðug. Skulu vit varðveita eitt livandi bygdasamfelag, so er mangt, ið bendir á, at allar góðar kreftir megu viðvirka, so at vit foroyingar ikki verða tikn- ir á bóli av fremmandum kapitali, og orðini hjá áðurnevnda fuglfirðingi koma at sannast. — Vit verða hersettir við »økonomi«. Jergen Thomsen Tøkk til Todneskórið ! 4. sunnudag í advent sang Todneskórið í Skálvíkskirkju. Hetta var ein áhuga- verd og hugnalig leta, sum vit seint vilja gloyma. Arbeiðið, ið lagt verður í eitt sangkór, er so stórt, at tey eiga tekk uppiborna, ið gera sær henda ómak. Gott nýggjár. Palle Dalsgaard