Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-01-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. januar 1986síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 RN ensialurin Íslendingar ella teir ultinationalu Seinastu árini hava nógv multinati- onal feleg bygt verksmiðjur í Is- landi. Spurningurin, um hetta er til gagns fyri Island, hevur verid nogv umrøddur. Bilig orka — ein magnet Ísland er eitt land, sum er ógvuliga ríkt við orkukeldum, serstakliga vatnmegi og jarðarhita. Hóast íslendingar bert nýta 10-12% av teirra vatnmegi, so gevur hetta ravmagn til umleið 80% av íbúgvunum. Hetta ferir við sær, at 88- 90% av teirra vatnmegi er yvirskots- orka. Fyri at gera nýtslu av hesi yvir- skotsorku selja teir ravmagn til multi- national feløg, sum byggja stórar orku- krevjandi verksmiðjur í Íslandi. Á henda hátt gera teir eisini ein góðan handil. Tann stersta av hesum slagi er ein aluminiumsverksmiðja, sum í dag er stersti ravmagnsnýtari í Íslandi. Ein onnur er ein diatomit-verksmiðja við Mývatn, ið verður rikin við jarðarhita. Framleiðsna verður nýtt til filtur á bryggjaríum og mjólkarvirkjum. Fram- leiðslan hjá einari stórari ferrosilicon- verksmiðju verður nýtt sum ráevni í stoypivirkjum og stálframleiðslu. Hesar umsteður gera, at Ísland er eitt ógvuliga vælumtókt mið hjá teimum multinationalu. Vandi er í hverjari væl- ferð, og spurningurin er, um tað ikki kann verða vandamikið at loyva ov nógvum multinationalum feløgum inn í landið. Fylgjurnar kunnu verða tær, at íslendingar verða við skerdan lut, bæði hvat viðvíkur útbygging av stórídnað- inum og tí vinningi, hann meguliga kann geva. Íslendska fólkið Hvat sigur íslendska fólkið um teir multinationalu. Tað er klárt, at ikki øll Ídnaðareki í Akureyri, har framleiðslan einans er tekstilvørur kunnu vera á einum máli hesum viðvíkj- andi. Tey, sum eru fyri teimum, grunda hetta á, at teir gjalda hægri lenir, meðan tey, sum eru ímóti, siga, at íslendingar á henda hátt fáa ov lítla ávirkan á vinnu- lívið. Tímalen fyri ófaklærdar innan ídnað 1980 og 1983 1980 1983 Danmark 159 171 Finnland 91 109 Noreg 138 165 Sveríki 137 128 Ísland 100 100 Lenirnar eru roknaðar út í dollars, men eru her uppstillaðar á tann hátt, at 1s- land er sett til hundrað, og hini londini sett í mun til tað talið. Teir multinationalu Teir einastu, sum ganga 100% inn fyri teimum multinationalu, eru teir multi- nationalu sjálvir. Teir hava ymiskar fyrimunir við at byggja verksmiðjur í einum landi, sum Íslandi. Ein fyrimunur við at velja Ísland fram um onnur lond er tann bíliga elmegin. Harafturat eru lønirnar lutfalsliga lágar samanbornar við hini norðanlondini. Fakrerslan um evnið Fyri at fáa greiðu á, hverja áskoðan ís- lendska fakrerslan, ASI, hevur viðvíkj- andi multinationalum felegum, vitjaðu vit formannin, Ásmund Steffánsson og hevdu eina samreðu við hann. Hann segði millum annað, at teir multinati- onalu á mangan hátt eru til gagns fyri samfelagið við tað, at teir útvega ar- beidsplåss, og á tann hátt eru við til at Nr. 1 — 4. januar 1986 Aluminiumsverksmiðjan í Straumsvík sum er stersti nýtari av ravmagni í Íslandi minka um arbeiðsloysið. Hann legði afturat, at einasti vansi í hesum máli er, at teir multinationalu ofta gjalda ar- beiðsfólkunum hægri lenir, enn íslendingar sjálvir gera. Við hesi manna- gongd kunnu teir draga fólk úr eðrum vinnugreinum at sær. At enda segði As- mund Stefánsson, at sum heild kann sig- ast, atmultinational feleg hava eina góða ávirkan á Ísland. Politisk ósemja Tað hevur fert til politiska ósemju, at lata multinational feløg byggja verk- smiðjur í Íslandi, serstakliga er talan um ósemju millum vinstra- og hegra- vongin. Flokkarnir á vinstravonginum, Alþýðu- bandalag, Kvinnuflokkurin og Altýðu- flokkurin eru sum heild ímóti teimum multinationalu. Nakrir av mótsteðu- monnunum óttast fyri, at hesin stór- ídnaðurin skal ekja um dálkivandan, og harvið oyðileggja náttúruna. Aðrir eru ímóti, at útlendskur kapitalur skal fáa ov stóra ávirkan á samfelagið. Ein annar vansi er, at orsakað av at stórídnaðurin verður lagdur nærhendis Reykjavík, verður ein stór tilflytan til býin. Flokkarnir í hegravonginum, Sjálf- stæðisflokkurin og Framsóknarflokkur- in eru positivir mótvegis teimum multi- nationalu. Teir meina, at ein útbygging av stórídnaðinum má fara fram, men av tí at hesar útbyggingar krevja sterri ílegur, enn íslendski staturin megnar, hóska tey m:u'tinationalu felegini væl inn í myndina. Viðmerkjast skal, at ikki allir polit- ikarar eru av somu áskoðan, sum flokk- ur teirra, her er talan um bæði polit- ikarar á hegra- og vinstravonginum. Serliga snýr tað seg um politikarar, sum meina, at stjórnin átti at tikið lut í út- byggingini av stórídnaðinum við at gjørt seg til sameigara í teimum multi- nationalu fyritøkunum og meguliga havt aktiumeirilutan. Småidnadur mótvegis storidnadi Íslendski småidnadurin er í stóran mun grundaður á heimamarknaðin, og er so- statt ikki hóttur av framleiðsluni hjá stórídnaðinum, sum nærum allur verður útfluttur. Hóast hetta eru stórir mót- setningar millum små- og stórídnaðin. Tey multinationalu felegini, sum eru í Íslandi, hava goldið arbeiðsfólkunum hægri lenir, enn tey íslendsku virkini geva. Urslitid er, at arbeiðsgevararnir innan småidnadin kenna seg noyddar til at hækka arbeiðslenirnar fyri ikki at missa nakað av arbeiðsmegini. Sum ellum kunnugt, er inflatiónin ein steðugur trupulleiki í Íslandi. Tað er ymiskt, hverja ávirkan inflatiónin hevur á ávikavist stór- og smáídnaðin. Orsakað av at verksmiðjurnar hjá teimum multinationalu útflyta nærum alla framleiðsluna í útlendskum gjald- oyra, kemur inflatiónin ikki at hava stór- vegis ávirkan á stórídnaðin. Ødrvisi er hjá småidnadinum. Her ger inflatiónin seg av álvara galdandi Vekstirnir í prísunum gera, at tað A ——wwe -