Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-01-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. januar 1986síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 1 — 4. januar 1986 og løgd í fastan karm Hesin er í 1986 settur til 265 mill. kr teim 415, nýttar fíggjarárið 1984/85. Hetta fyri at eggja vinnuni til rationaliseringar og fyri at minka um freistingina til at fremja iløgur í ólenandi virkisgøgn, ti at ein stuðulsskipan fær tey at tykjast lønandi. Samgongan útsetti nýggju havnaætlanina í tvey ár, og hon framdi toll- og avgjaldslóggávu, sum gav landskassanum einar 35 mill. kr. árliga. Fíggjarlógin fyri 1986 er samtykt við nærum ongum vekstri í mun til 1985, og er ti meguleiki fyri vøkstri i almennum virksemi avmarkaður. Hesi nevndu tiltek koma at virka í 1986 eis- ini, men fleiri mugu sum nevnt fremjast, tí fram- leiðsluveksturin einsa- mallur loysir ikki gátuna, so lítið sum skerjing og sparing einsamell gera tað. Búskaparamboðini mugu tí samvirkandi fremja sparing, sum konsoliderar mótvegis uttanlandsskuldini, sam- stundis sum eitt bett og økt vinnutól veitir okk- um eina sterri, meira vidgjørda og fjøltåttada framleidslu. motvegis vórðu Tiltøk til stýring Av eðrum tiltøkum til stýring av búskapi okk- ara, sum landsstýrið hevur arbeitt og arbeiðir við, kunnu nevnast Víðari broytingar í skattleggingini, sum miða ímóti at fáa nýtslu, sum í løtuni kann fremjast igjøgnum ymsar felags- hættir, herundir parta- feløg undir eina rimiliga skatting og fåa til skatt- ingar aðrar inntøkur, sum í løtuni liggja uttan fyri skipanina. Bundin uppsparing fyri håinntøkur = má eisini setast í verk. Sllíkt tiltak hevur tvinni endamál. Tað avmarkar nýtslu og kann medvirka til størri inn- lendis fígging av neyð- ugum íleguvirksemi, so vit á henda hátt minka út- lendsku figgingina. Ein hin mest týðandi setningurin er at fáa alt iløguvirksemi og alla lån- tøku — almenna sum privata — skipaða í fasta ætlan, so karmur verður lagdur um hetta fyri hvert árið sær nekur ár framyv- ir. Her er ikki minst h ugsað um vatnorkuút- byggingina, har meira má fáast fyri ílagda peningin. Í øllum hesum er vert at strika undir, at lands- stýrið ikki hevur ætlanir um at hækka skattingina av vanligum lenarinntek- um. Í felag taka tok Sagt hevur verið, at eg havi verið ov opinskár- aður um okkara búskapar- stødu og málað við ov dimmum litum. Hetta er ikki beint, heldur hevur lyndi mitt verið at lýta bjart at okk- ara framtidarmøguleikum Men eins lítið tað er nakað endamál at lýsa støduna daprari enn hon er, eins lítið loysir seg í bjart- skygni at fjala veruleikan. Skulu vit fáa vanliga foroyingin at skilja tey neyðugu tiltekini, vanliga borgaran at medvirka í hesum og góðtaka tey, so oll í felag taka enn nekur tek fyri hetta góða sam- felag, er neyðugt, at vit øll so neyvt sum meguligt kenna veruligu støduna.Ti eiga vit ikki bert at lata aðrar siga okkum, hvussu til stendur, men sjálvi gera upp og stinga út kós, samstundis sum vit siga hesum fremmandu, at teir í summum av tí, teir fram- bera, eru skeivir. Og veruleikin er tann, at vit kenna tær bús- kaparligu og fíggjarligu ræsurnar trengri. Væl ber enn til at læna milliarda- upphæddir; men treytir- nar, okkum verða bodnar viðvíkjandi hesum lánum, siga greitt frá, at kreditt- virði okkara ikki er tað, tað var. Landsstyrisins vegna vil eg ti i forhond takka ellum landsmonnum fyri viljan til at taka tekini og takka fyri tað idnid og ar- beiðssemið, lagt er í, í farnum døgum. Undirgrundin Politiskt standa ymsar broytingar fyri komandi árini. Samráðingarnar umsiting av okkara und- irgrundarmálum byrja aftur nú, og tær mugu bert hava eitt úrslit, og er tað, at hendan ábyrgd endaliga liggur í Foroyum og hjá føroyskum lóg- gávuvaldi. Seinast í sekstirárunum fóru donsk stjórnarumboð og ráðgevarar at tala um broyting í skipanini fyri ríkisstuðuli. Ein sokallaður blokk- studningur varð samtyktu at galda fyri danskar kommunur og amts- kommunur og er síðani vorðin galdandi í sam- skiftinum millum Gren- land og statin. Eitt nevndarálit varð í 1979 framlagt viðvíkjandi eini meguligari danskt- føroyskari skipan. Eftir mínum tykki var hetta ein nýtilig og varandi skipan. Men nú tykist sum ver- andi stjórn í Danmark hevur hug at herða treyt- irnar í mun til hetta álit. Tað er tí mín meting, at neyðugt er at fara til sam- ráðingar um hesi viður- skifti beinanveg. Gera vit ikki tað,verða alt fleiri yvirtøkur og alt fleiri broytingar í útreiðslubýti smoygdar inn igjøgnum bakdyr okkara. Hetta hava seinastu fimm árini lært okkum, tí nógvar sovorðnar sterri og smærri yvirtekur eru smoygdar innum, og skip- anin er vorðin ov stirvin til at kunna kremja ynskjandi ábetur innan um Síða 11 sosiala verkið, heilsu verkið, skúlaverkið o.s.fr Hvat úrslitið av hesun samráðingum gerst, er ilt at siga men mítt persónliga ynsk vit sum javnlíkar rekka fram til eina semiliga og verduga skipan sum tryggjar ta góðu samvinnu ið altíð hevur verið ímill- um ríkisins partar. Tryggjar hana í eitt longri tidaskeid, soleiðis at vit kunnu fyriskipa okkara viðurskifti við fullari vitan um arbeiðsbýtið og við trygd fyri, at ikki óvænt- aðar broytingar avmarka okkara avgerðarfrælsi. Vónandi hava vit ikki ligið sjóvarfallið av okk- um í hesum máli. Kjarnorkufrítt øki Tað er ikki langt síðan, at løgtingi3 samtykti at heita á donsku stjórnina um at virka fyri, at Fer- oyar fáa neyðugar trygdir frá kjarnorkuvápnalond- um soleiðis at tær kunnu lýsast kjarnorkuvápna- frítt eki. Nú tykist gróður vera í hesum spurningi vidvikj- andi í hinum Norðan- londunum, hetta sjálvandi ikki av feroysum ávum; men tí tann ræðuligi veru- leiki um eitt ragnarrok hongur ikki bert yvir okkum, men heiminum øllum. Hetta sigur okkum, at hóast okkara rødd i stóra kórinum kann tykjast eitt loppugoyggj, er rætt at og vil einaferð enn vátta álit mitt megina og orkuna hjá landi okk ira, stjórnina í samfelags skipan okkara og viljan og áræðið í ti fólkatilfari,h er býr Vit taka saman hendur og loysa tað úr lagdi, ið loysast skal, vitandi, at sammett við flest onnur samfeløg og flestu tjóðir hevur roynst væl hjá okk- um hverjum sær og hjá heildini. Vit eiga eitt gott land at liva í og skulu rúmka karmarnar, so ell okkara framvegis kunnu balast her. Teimum, sum hava verið fyri svárum persón- ligum missi í farna ár- inum, rætta vit hond og vóna, at eisini tey menna seg og finna ugga Við ynskinum um frið í 1986 og Harrans signing beri eg feroyingum burt- uri sum heima landsstýri- sins bestu nýárskveður Gott nýár