Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-01-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. januar 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 2 — 7. januar 1986 Telefon 118 20 Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Svik móti børnum SO hevur afturhaldssam- gongan i Tórshavnar byråd samtykt ta sokallaðu ó- traditionellu barnaansing- arskipanina. Innihaldið í hesi skipan er enn eitt sindur kámt og ógreitt, men tað stendur tó klárt, at ætlanin liggur langt frá tí, vit vanliga uppfata sum forsvarligt í okkara framm- anundan ikki serliga barnablíða samfelag. Hugsað verður um, at t.d. 50 børn skulu stúgvast inn í eina brandfellu av eini mjørkadalsbarakk, sum er so illa farin, at felagið, sum eigur hana hevur boðað frá, at hon er ónýtilig sum felagshús. SUM HEILD er ætlanin illa lýst og tykist bert at hava tvey endamál: at spara pengar og forða fyri, at børn í Havn verða ansað av fólki við pædagogiskari út- búgving. Sostatt er henda »loysn« typisk fyri alt tað, | sum eyðkennir afturhald | og høgrakreftir: fyri tað fyrsta hetta, at alt, sjálvt | okkara børn, verður mett í pening, fyri tað annað eitt glødandi hatur til øll við eini útbúgving, sum íkki hevur til endamáls at fram- leiða vørur til profitt. JAVNAÐARFLOKKURIN í býráðnum tók upprunaliga undir við einum uppskoti um ótraditionellar barna- ansingarskipanir, sum kom frá býráðsins leiðslu. Men síðan er tað jú vorðið avdúkað, at endamálið við øllum hesum er alt annað enn tað, sum gagnar børn- unum. Tá hetta varð av- dúkað, mátti Javnaðar- flokkurin sjálvsagt venda sær ímóti ætlanunum hjá býráðsmeirlutanum. P/f Pressan 1981 TAÐ tykist eingin ivi fera um, at hesar ótraditionellu barnaansingarskipanir stríða ímóti grein 32 í lóg um barnavernd. Harnæst stríða tær ímóti allari van- ligari sømiligheit al tann tíð talan er um eitt eksperi- ment, hvors fylgjur vit bert kunnu hóma. EIN FYLGJAN, sum tó tykist rættilig eyðsýnd, er hendan: vit fara, um ætl- anin gerst veruleiki, at fáa tvey sløg av børnum i Havn: eitt slag, sum verður so heppið at sleppa i veggustovu/barnagarð og eitt slag, sum verður trokað inn í slumm og kjallarar. Hetta er stór synd ímóti børnum eins og foreldrum og tann poli- tikkur, sum liggur aftan fyri alt hetta, umboðar alt tað versta og harðrenda í borgarligum hugsanar- hátti. TAÐ stendur nú upp til landsstýrið at steðga hes- um kyniska spæli við lagnu barnanna. Sum tann fyrsta samgongan í søguni, hevur hendan sitandi samgonga eitt punkt á skránni, sum eitur familjumál. Skal sam- gongan liva upp til hetta vakra punkt, má hon fyrst og fremst verja børnini móti tilvildarligum og hjartaleysum eksperiment- um, sum teimum, ið fyri tíðina verða klakt í heil- anum á borgarstjóranum í Havn. jd Málteigurin ! Tað skal verða langt frá mær at fara ut blaðtjak. hvat ella minni góðum mål burði viðvíkir. Men mær kemur fyri, at hetta við at nýta gott ella minni gott orðalag kemur ikki í eina fasta legu frá einum degi til annan Eg fari at loyva mær at nerta við orðið: nýggjár og nýttár. Er tað nú so heilt vist, at nýttár er heilt ónýtiligt í okkara føroyska máli? Eg vil á ongan hátt gera meg klókari enn eg havi fingið skil ella vit til. Eg havi altíð meint, at okkara mál er eitt orðaríkt mál. Tú kann siga eitt orð upp á so mangar mátar, og meiningin er eins og tann sama. Tá er málið ríkt. Til demis: >Ég gjerdi mær nýggjar árar til bát- in, og so gjørdi eg mær eisini nytt róður. Í hesum førinum kemur væl bendingin uppí leikin. Tað var fleirtal við ár- unum, men eintal við róðrinum. naka ið góðum Fyri mær er hetta kom- andi árið eitt nýttár, tí tað gamla er við at fara aftur um ella afturút. Min góði vinur Svenn- ing Tausen! Kunnu vit ikki koma til sættis um hasa málnýtsl- una, við nýggj- og nýtt, tey eru eins, og ongin kann misskilja hvørki. Tú hevur jú havt mangan góðan málteigin, og alt gott um tað. Hetta eg nú fari at spyrja teg, er fyri meg, og ella mítt viðkomandi, nógv meira umráðandi. Heldur tú, at okkara mál er so niðurundirkomið, at ein ikki kann gera mun á einum manni ella kvinnu? Hasin málburður er fyri mær so ræðuligur, at hann rennur eftir ellum firføttum. Formaður — Løgtingsmadur — Lands- styrismadur og so koma allir harrarnir. Nú eru vit soleiðis fyri, at vit hava kvinnur í Legtinginum og Landsstýrinum. Eg havi áður nortið við hetta nú umredda, men eg síggi ógvuliga lítið til nakra broyting. ikki so mikið sum tað er tikið til un reðu. Eg vil ikki taka nakað frá teimum mál kønu, men at meta seg at vera málkenan. og so ikki hava orð fyri manni ella kvinnu, tað er neyðars- ligt. Eg sá nú ein dagin í einum av okkara blødum: »M.a. fíggjarmálaráið- harrin< — og fyri at full figgja hetta mishátta orðið, so stóð hann aftur- at, so sjálvt um øll vita, at tað er talan um eina hon — hana ella hennara. (T.v.s. kvinnuna). At okkara mál er so neyðarsligt, tí vil eg mót- mæla. Gott í teg Svenning! Sig mær nekur orð í mál- teiginum hvat tú heldur um hetta alt. Eg veit, at tú er mál- kenur, og vil eg longu nú siga tær takk. Vinarlig heilsan Gott nýttár. Hentzer Joensen Stovnar og metingar Hugnaligt at seta seg við fyrstu bløðunum nú aftan á høgtidina. Í Sosialinum fangar greinin hjá Tummas Ara- bo. Hon samreðu, sum Jólasosialurin hevði við komandi fiskivinnu- stjóran Kjartan Hoydal, sum Landsstýrið valdi nú beint undan høgtidini Sum heild er hann fegin um hetta skilagóða prát sum tikið verður til, og lovar at >Javnaðarflokk- urin vil vera við til at gjøgnumføra nógvar av teimum tankum, ið har vóru frammi. Lat ongan iva vera um tað< Tummas Síðani lesi eg, at hann hinvegin er heilt hug- stoyttur, at Kjartan heldur at alingin náttúr- liga hoyrir undir Fiski- rannsóknarstovuna. Nú sigur Tummas bart út: >Hetta er skeivt. Aliráðið hevur ein sokall- aðan skrivara, sum má metast at vera »alistjori« ið skal samskipa alt virk- semi innan alivinnuna, og soleiðis eigur og má tað vera«. Gruni eina løtu, komi av hesum at hugsa um søguna sum Jóannes av Skarði las í útvarpinum fyrinøkrum árum síðani. viðger Sigur Segan nevndist »Gamli maðurin og havið<. 1lemmingway hevði skrivað Nú eg hugsi um søguna haldi eg meg kunna hóma hvussu tað ber til at hesir skilamenn hugsa so ym- iskt um alingina, teir tosa jú um sama mál? Men lat okkum minna okkum aftur á søguna: Al- ing er sjálvandi hin ovur- stóri svørdfiskurin Jákup Sverri Joensen egndi fyrstu ferð fyri fiskin í 1961. Tað fekst nevniliga samband við Frank Bregnballe royndarsteðini í mark á síla Dan- Í 1964 nippaði væl 1, og tá egnt var rættiliga fyri flundru í 1965 fast millum varð alifiskin og Fiskirannsóknarstovuna av álvara. Í 1966 kom Júst í Túni at draga við. og tók rætti- ligt dik á í 1967, enn saman við Fiskirannsókn- arstovuni. Í 1970 rendi fiskurin tá á hevdið, og Landsstýrið mátti »easa i«. Just gavst í 1973, og síðani hevur Fiskirann- sóknarstovan eina drigið snerið, sum nú at P/F Fiskaaling. — Tó við olju- studningi frá Landsstýr- inum. I 1976 var fiskurin komin upp í hálvan sjogv, men rendi so enn einaferð á hevdið. Guttorm Djurhuus og aðrir tóku eitt stutt tern við í 1978 Í 1980 hvítnaði undir borði. og seks mans koma at hjálpa at draga Fleir meddust tó og fullu frá aftur. Ikki fyrr enn í 82 kom fiskurin rættiliga í ljós mála, og síðani kenna flest oll seguna um hin ómeta- liga stóra alifiskin. Munurin í sjónarmið- inum hjá Kjartani og Tummassi kann koma av, at tá Kjartan mynstraði á Fiskirannsóknarstovuni 1971 var longu fast, og Kjartan hevur síðani verið við bátum nógv av hesi tí og hevur sæð væl av til- gongdini Hinvegin kann hgusast at Tummas neyvan hevur givið sær stórvegis far um henda einsamalla bát ið hevur stríst við at fáa fiskin at borði. Nú fiskurin liggur og brestist í vatnskorpuni streyma sjálvandi fólk og stovnar til, og vilja vera við til at skera upp. Hetta er sjálvandi bæði rætt og neyðugt, tí fiskurin vísir seg at vera sterri enn flest høvdu grunað. Øll eru vit helst á einum máli um at skerast má við skili, tó sum vant ikki um hvussu best er at skera fiskin, hver ið skal hava finningafisk, bátspart 0.s. fr. Fara vit aftur til søguna hjå Hemingway, so minn ast vit at fiskurin i ti søg- uni fekk ein syrgiliga enda Tá fyrsti håvurin, ið var hevði varugur við fiskin