Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-01-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. januar 1986síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 2 — 7. januar 1986 Ófatiligt at vit ikki hava tvungna nýtslu * av trygdarbelti — hóast at atgongt skjalatilfar peikar á, at hetta, hagfreðiliga hugsað, er tað einasta rætta, og tá mótsteðan einans byggir á fordómar og ódokumenteraðar uppáhaldanir. M.a. hetta sigur ein lesari, sum hevur sent Sosialinum eina longri grein um ferðsluspurningar. Lesarin ynskir ikki at seta navn sítt til, men vil vera dulnevndur undir heit- inum >Tverball<. Hann hevur skrivað hesar hugleiðingar við pallborðsfund- inum um ferðslu, sum var hildin í Norðurlandahúsinum í fjør, sum grundarlag. 1. partur Fjelmiðlarnir sum góðskumetarar So reyk luftin avaftur ballónini!? Eftir ógvisligum tjaki eina tíð orsakað av einum syndarligum tilburði, har tvey ungfólk lótu lív, er úr- slitið nú, sum ein hálvavegna hevði væntad, tódnað niður í einki, og vit eru stedd har vit vóru áðrenn hendingina. Sum vant byrjar tað við, at fjølmidlarnir eru á gosi yvir eina hending sum hesa, sum annars ikki er ólík so mongum eðrum uttan at her doyðu tvey fólk, í staðin fyri tað meira »vanliga« bert eitt fólk. Harafturímóti sóu vit ikki hesu ferð tað, næstan vanliga, at fleiri blivu meira ella minni álvarsliga lestað, og snuddir teirra fóru at merkja tey fyri lívið og broyta tilveru teirra full- komiliga. Men sovorðið tykist, so legið tað ljóðar, ikki at vera í námindum tað áhugavert. Fjelmiðlarnir hava tíverri lyndi til at leypa á leistum í kjalarverrinum av beinleiðis menniskjansligu andgerð- ini av skaðatilburðum og sorgarleikum. Tað vildi verið rímiligari at hildið allar deyðtilburðir verið eins syrgi- ligar, annaðhvert teir fara fram samantrunkaðir í tíð, ell henda so við og við. Beinast vildi verið at tvíhildið um, at eitt mannalív var eitt mannalív, óansæð um tað endar við einum óhappi, orsakað av eini atferð, ið førir til t.d. eitt deyðsfall um árið í t.d. 50 ár, ella tað endar saman við 49 ødrum í einum skaðatilburði sum hagfrødisliga sæð hendir eina ferð hvert 50. ár. Tað man vera sami hugsunarháttur, sum ger, at hermenn ikki verða roknaðir sum fólk. Hermenn kunnu drepast, uttan at tað sakar nakað. Men snýr tað seg um konufólk, børn ella gomul, ja so er strax galið. So koma kenslurnar á kók, tær stóru yvirskriftirnar koma fram. Ikki ell eru líka fyri góðskur: etarum fjølmidlanna — tíverri. Politikararnir heltu vatn úr oyrunum Á hesum ólegi av kenslum bleiv ein panelfundur ståpl- aður á beinini. Politikararnir heltu, sum vænt, vatn úr oyrunum, og mundu ikki tagnað aftur, so bergtiknir vóru teir av at hoyra seg sjálvar tosa, og so klókar hildu teir seg vera. Ein rettvís ákæra móti teimum var, og er tað tíverri enn, at teir hava ábyrgdina av mongum deyðum, lestaðum og fyri lívið kryplaðum fólkum her í Feroyum. Umframt aðra óneyðuga pínu, ið atgerðar- loysi teirra hevur ført við sær. Tað má metast sum at gera móti betri vitandi, steðugt at tvíhalda um, at ferðslan her á landi er so annarleiðis, at ongar av teimum dýrtgoldnu royndum, teir hava gjert aðra- staðni, kunnu nýtast til at beta um avleiðingarnar av ferðsluóhappum her á landi. Her hugsi eg sjálvandi um ta enn ikki innferdu, tvungnu nýtsluna av trygdarbeltum. Tað er ein sann- roynd, prógvað av hendingum uttanlands, undir viður- skiftum, ið samsvara væl við tey her hjá okkum, at trygdarbelti er ein avgjerdur fyrimunur, sum sjálvandi ikki kann gera óhappið ógjert kortini. Og tíverri kann tað eisini, undir ávísum umsteðum, verða til sterri skaða enn gagn. Men tað er nú einaferð so, at tú ikki, tá tú byrjar biltúrin, kanst vita, hvat slag av óhappi, tú fer at koma út fyri. Og tí ikki frammanundan kanst vita, um tú í dag skal sita í trygdarbeltinum ella ikki. Tú kanst ikki halda teg til frásagnir um óhappini hjá eðrum. Tað einasta rætta er at kanna samlegutalið av óhappunum og samlegini av úrslitinum av hesum óhappum. Hagfreðina eigur ein at halda seg til Tað er hagfreðina ein eigur at halda seg til, og hon tosar, sum eisini kom fram á fundinum, sítt heilt greiða og væl skiljandi mál. Í prévgrundarførsluni móti trygd- arbeltinum, ið verður ferd á einum heilt óvísindaligum grundarlagi, tíverri hjálpt av nekrum ódokumenterað- um pástandum í eini grein í Ugeskrift for Læger fyri nekrum árum síðani verður júkað, at tey serligu for- oysku viðurskiftini gera, at tú ikki kemur út fyri óhapp- um har, tú kanst hava nyttu av at sita í trygdarbelti. Og ljóðar ein próvgrundin, at einhver dugir at síggja, hvussu illa íarin ein bilur er, tå hann er bóltaður runt einar tvær ferðir og einki fólk hevði kunnað drigið undan við lívinum í einum slíkum bili. Men her eigur ein at sundurgreina, hvat tað er, sum hendir, tá ein bilur kemur út fyri einum óhappi, og hvat tað er, sum í roynd og veru er orsek til løstini. Og hvat er tað so? Sum sagt á fundinum, er tað ein spurningur um, hvussu skjótt ein koyrir. Men eisini, og hetta verður ofta gloymt, hvussu skjótt tann ferð- minkingin, sum óhappið ferir við sær, fer fram. Tær flestu føroysku ferðsluvanlukkurnar eru sonevnd „single“ óhapp ella, sum norðmenn siga, »utforkjør- inger< og eru hesi júst sermerkt við, at bremsanin fer fram yvir fleiri teinar, og sostatt verður mátturin í hverjum staksteðgi nógv minni, enn tá bilar stoyta saman gron móti gron og sostatt steðga brátt og innan fyri eitt strekki, ið kanska ikki er longri enn longdin á kelarahjálminum. Tað sum ger, at bilurin ofta verður totalvrak av at bólta oman gjøgnum eina brekku, og har metir einum kletti og nekrum steinum, er, at hann mest Tað er fólkið og ikki tólið, ið ger vanlukkurnar. sum arkiverar ell tey ymsu sleg og stoytirnar, hann verður útsettur fyri undir síni uppbremsan. Ein upp- bremsan ið kann fara fram yvir fleiri metrar og lut- falsliga langa tíð, og sum tí er samansett av minni ávirkanum og tí, hjá fólkinum í bilinum, eisini nógv minni álvarsligum ávirkanum. Kannar tú tær einsteku vanlukkurnar, verður tú harumframt varugur við, at mong doyggja ella fáa lest júst av at verða slongd úr bilinum. Í tí støduni er tú í nógv sterri mun givin yvir til tilvildina. Kemur tú í ein stein ella tílíkt, ja so kann tú skjótt liggja deyður, tí uttan fyri bilin hevur tú ikki skrokkin á honum at uppfanga kraftávirkanir, og harvið gera steðgirnar og leiðbroytingarnar minni ógvisligar, tí vegurin, ið steðgurin fer fram eftir, er longri, enn tá ein við sínum óvarda kroppi rakar eitthvert fast. Tí er tað ófatiligt, at teir enn ikki hava sett tvungna nýtslu av trygdarbeltum í gildi, hóast alt atgongt skjalatilfar peikar á at hetta, hagfreðisliga hugsað, er tað einasta rætta, og tá mótsteðan einans byggir á for- dómar og ódokumenteraðar uppáhaldanir. Hesir, við tí politisku ábyrgdini av øllum hesum óneyðuga deyða og undirgangi, áttu at verið illa við. Heilsuvandamál og sálarfreði Viðvíkjandi teimum innkallaðu »fakfolkunum« kunnu vit bert harmast um, at onkur royndi at sissa øll, at tað als ikki var so illa statt. Vit vóru ikki verri enn tey vóru í eðrum londum, og tá vit ikki vóru tað, ja so var einki at gremja seg um. Slíkt ber boð um ein ótrúligan kenslu- kulda. Sjálvt um vit her á landi hava havt færri van- lukkur og deyðatilburðir, so hevði tað ikki verið rímiligt at sligið seg til tols við tí. Ferðslan er eitt so stórt heilsu- vandamál, at tað, sum landslæknin hevur ávíst, mett í mistum liviårum, er eitt vandarhal á hædd við hjarta- karssjúkur. Fyritreytin fyri henda samanburð, er at ein metir, at øll ið fødast kundu hugsast at slíta miðal- roknaðan livialdur, ið her hjá okkum er o.u. 73 ár, eitt sindur longri fyri kvinnur enn hjá monnum. Og sam- legutalið av ellum mannalívum sum farast í ferðsluni er altso á hædd við tey mannalív ið farast vegna blóð- teppar áðrenn hin væntaði meðalroknaði livialdurin er rokkin. Sum fundurin helt áfram, fingu vit ein forsmakk av, hvenn veg tað bar við tjakinum, tí tá ein úr salinum kom upp á reðarapallin at siga sína hugsan, bleiv við- komandi pípaður út, uttan at hava fingið sett fram síni sjónarmið. So mikið meira harmiligt, tí tað lítla viðkom- andi bleiv loyvt at siga, júst innihelt eitt orð, sum eingin annar hverki í panelinum ella í salinum hevdu tikið